Sider

torsdag den 31. maj 2012

Dýrasta land í verðini -- og parlament

Jacob Vestergaard og Fólkafl hava nú fingið lov at deila fiskirættindi fyri hálva miljard út til sínar vinir. Kapping er bannlýst. Rættindini verða tikin frá eigaranum (Føroya fólk) uttan endurgjald.

Nú skal Johan Dahl og Sambfl so hava lov at deila vindmyllurættindi til sínar vinir. Eisini uttan kapping. Og rokningin verður send til streymbrúkararnar: Føroya fólk.

Fólkafl ein stóran og Sambfl ein lítlan. Føroya fólk rindar.

Tað er ikki neyðugt at kanna, hví Føroyar eru dýrasta land í verðini -- orsøkin finst á Tinghúsvegi 1.

ABDH er høgrumegin Friedman

Politikkurin hjá ABDH-samgonguni er:
  • Tá fiskirættindi verða útlutað til reiðarar uttan kapping er eingin sum atkvøður fyri marknaðarbúskapi, men
  • um manningarfeløgini skulu hava rætt at samráðast vegna manningina er tað skeivt at leggja seg út í arbeiðsmarknaðin.

Tað er sum Milton Friedman segði, tá hann kritiseraði, at samfelagið favoriserar tey frammanundan vælbjargaðu:
This is socialsm for the rich, free enterprice for the rest.

onsdag den 30. maj 2012

Andrass Skaalum um uppboðssølu

Andrass Skaalum viðmerkir (m.a. her og her), at sambandsmaðurin Eivin Jacobsen hevur atkvøtt saman við andstøðuni um uppboðssølu av makreli:
Út frá einum liberalum búskapar sjónarmiðið tykist mær haldgott grundarlag verða fyri uppboðssølu.
Í prinsippinum ein rættiliga einføld skipan.
  • Vinnan regulerar seg sjálva og best riknu fyritøkur fáa mest burturúr.
  • Nýggir aktørar hava fríari atgongd at gera seg javnbjóðis galdandi.
  • Minst møgulig binding til politisku skipanina, ið bert skal tryggja karmarnar.
Politiska skipanin fær tá helst brúkt orku sína betur til onnur konstruktiv stig fyri vinnuna.
Margháttlig at sokallaðir liberalir flokkar, brádliga ikki vilja vita av einum veti av liberalismu.
hmmmmm?

tirsdag den 29. maj 2012

Hvørjum stríðist tú fyri?

meirilutin í vinnunevndini vil ikki hava uppboðssølu um makrelin, og vil hava sáttmálar uttan um manningarfeløgini:
  • reiðarar skulu ikki kappast, men
  • manningar skulu undirbjóða hvørja aðra fyri at fáa makrelkjans við reiðarum sum hava fingið tilfeingið ókeypis

tað er ein spurningur, hvørjum man heldur við: fólki ella kapitalistum

fredag den 25. maj 2012

Portalurin sjuskar ov illa

Portalurin skrivar stórtíðindi, at danskir ráðharrar fáa stóra lønarhækking. Tað er enntá nakað tey hava frá donskum miðlum:
Danskir fjølmiðlar skriva nú, at nakrar fáar tímar undan fundinum millum stjórnina, arbeiðsgevararnar og arbeiðstakararnar hevði Fólkatingið samtykt eitt lógaruppskot, sum gevur ráðharrunum 31 prosent meiri løn um árið. Samtyktin ber í sær, at ráðharralønin hækkar úr 924.859 krónum í 1.212.164 krónur.

Viðhvørt kann man velja at hugsa seg eitt lítið sindur um, áðrenn man skrivar, men tað er ikki nógv brúkt á portalinum. (Men útvarpið er ikki nógv frægari.)

Hasi 31 pct eru reguleringin síðani lønartalvan varð gjørd í 1997. DR hevur gjørt eina stuttliga yvirskrift, sum ger at Árni misskilir alla greinina. DR-greinin er her.

Og annars hevur henda stjórnin longt lækkingina av lønini hjá ministarunum, sum Løkke byrjaði við, so hon nú verður galdandi til og við 2015. Tað stendur í somu DR-grein, fleiri detaljur kunnu lesast her. Samstundis verður mannagongdin við dupultari fráfaringarløn fyri ministarar avtikin.

So tað sum er hent er at lønartalvurnar framvegis verða reguleraðar við vanligu lønarhækkingunum, men ministarar hava framhaldandi fyribils niðurskurð uppá 5 pct.

Tað hevði lætt nógv um, um portalurin legði link til sínar keldur við, tí tað er so ofta at lesarin sjálvur noyðist at kanna hvat tað er portal-journalisturin hevur misskilt.

Bloggurin fer ikki í summarfrí

Sagt skal vera frá, at bloggurin fer ikki í summarfrí Nógv tilfar er at skriva um, og nógv hugskot eru enn sum ikki eru vorðin grein.

Avgerðin var tikin áðrenn sendingina Pressan í útvarpinum hjá Kringvarpinum í dag, men tað er tó orsøkin til at henda fráboðan kemur nú. Og hevði ætlanin aðrenn verið at fara í summarfrí, hevði tað helst verið broytt eftir sendingina í dag, serliga hesi úttalilsini um avgerðina, at Dagur og vika fer (fara?) í summarfrí:

Niels Uni Dam, miðlafrøðingur:
hetta setir spurnartekin við rættin hjá Kringvarpinum at verða til.

Birgir Kruse, ritstjóri:
hetta er ein glíðibreyt, sum reisir spurningin, hvat man í grundini vil við einum føroyskum sjónvarpi.

Flóvin bloggar ætlar sær framhaldandi at vera til og ræðist eisini glíðibreytir.

torsdag den 24. maj 2012

Tak dystin á uppboðssøluni í staðin

Varðin og Thor skjóta eftir hvørjum øðrum við ákærum um ódugnaskap o.a. Seinast hevur Hans Andrias skírt Varðan o.a. fyri nótabarónar, sum hava søpla milliardir burtur.

Tá tað er upptrekk til bardaga á eini barr, plagar duravørðurin biðja menn fara útum at avgera tað. Í hesum føri er eitt frálíkt alternativ til almenna útspilling til at avgera, hvør fær mest burtur úr makrelinum: uppboðssøla. Á vágaportalinum hevði eg hesa viðmerking:
Tað sum frágreiðingin hjá Hans Andrias eigur at læra okkum er ikki, hvørt man skal lurta eftir Thor ella Varðanum, men at kapping skal til, sum loyvir nýggjum aktørum at bjóða av, so vinnan ikki stagnerar.
Hetta vita øll í verðini -- uttan tey sum stíla fyri føroyskari fiskivinnu.

Hvat er endamálið við búskaparfrøðingum?

Hvat er orsøkin til búskaparkreppuna sum nú herjar heimin: Er búskaparfrøðin skeiv ella eru búskaparfrøðingar til fals? Eg haldi, sum eg fyrr havi skrivað, at talan er meira um tað seinna. Men eisini er nógvur politikkur uppií tí sum vit halda er fakligt kjak.

Institute for New Economic Thinking hevði um miðjan apríl eina ráðstevnu í Berlin (hana vendi eg helst aftur til) undir heitinum Paradigm Lost - Rethinking Economics and Politics.

Týska Stifterverband gjørdi samrøðu vð Robert Johnson, formann fyri INET, ið hugleiðir sera skilagott (tað má eg siga, tí nógv av tí havi eg sjálvur verið inni á) um hvat er gingið galið við búskaparfrøðini.



Um evnið interesserar ein, er vert at brúka sjey minuttir uppá at hyggja eftir samrøðuni.

Ein týdningarmikil partur av boðskapinum er, at búskaparfrøðingar skulu gera upp við seg sjálvan:
At the core, economics is about politics and about power, and the question for the economists is whose power are you going to serve as an expert.
Are you going to serve institutions of power or the people more generally?

Her er link til ein blog um samrøðuna á INET, og til video við samrøðuni.

onsdag den 23. maj 2012

Sosialpolitikkur í makrelsori

Kringvarpið veit at siga:
Verður avreiðingargjaldið tvær krónur kilo, fer einki útlendskt móttøkuskip at taka ímóti makreli, sigur Ludvík við Stein.

Størsta sosialpolitiska átak í nýggjari tíð liggur nú í skeljasori. Heili 78 milliónir krónur koma at vanta í. Hvat sigur Kaj? Ynskir hann stadigvekk sínum facebook-vinum sólríkar dagar?

tirsdag den 22. maj 2012

Meira lobbyisma er loysnin?

Axel Hansen heldur seg vita, hvussu trupulleikin við tilvildarligum lobby-ávirkaðum fiskivinnupolitikki kann loysast: Meira lobbyisma:
Um nøkur fiskivinna vil hava vinning í framtíðini, skal politiski mynduleikin í Føroyum og teirra hándlangarar, lata alla vinnuna geva boð um hvussu skipast skal fyri. Hvør á sínum økið veit best. samanlagt er eingin ivi um, at allir partar vera nøgdir um rætt verður handla.

Á vágaportalinum havi eg hesa viðmerking:
At leggja saman meiningina hjá 100 lobbyistum behøvist ikki vera betri enn at lurta eftir 3 lobbyistum. Og at vinnan er nøgd er als ikki eitt gott succeskriterium at brúka, tá talan er um útlutan av natúrresursum, tvørturímóti.
Tað er gratis at hava eina meining. Fyri at lúka reyp og bullshit burtur skulu heldur krevjast veruligir pengar á borðið , so nógv betri var at koyrt makrelkvotuna á uppboðssølu. So kunnu allir partar bjóða uppá makrelin eftir hvussu teir halda teir megna at fáa burtur úr.

mandag den 21. maj 2012

Samfelagsbúskapur er ikki privatbúskapur

-- og almenna fíggjarlógin er ikki eitt vanligt húsarhaldsbudgett.

Robert Shiller skrivar í grein í The New York Times:
one of the most dangerous analogies in political economy: “families have to tighten their belts in tough times, so the government should too.”

Jared Bernstein leggur aftrat á sínum bloggi:
“Dangerous” not just because it’s so very wrong—the opposite is true—but because it sounds so right.

Sum eg havi verið inni á so ofta, skal man vera sera ansin at brúka metaforar í kjaki, tí fólk sum ikki skilja upprunaliga problemstillingin, skilja sjáldan heldur, at metaforurin gevur góða meining.

lørdag den 19. maj 2012

Búskaparfrøði fyri børn og samgonguna

Tá tey verða ordiliga lýst, skilja tey flestu incitamentir, ið eru central í búskaparfrøðini. Sjálvt børn skilja tað, sum henda teknirøð lýsir so væl:

Trýst á myndina fyri at gera hana størri.
(Myndina hevur Institute for  New Economic Thinking lagt á facebook.)

Foreldrini geva gentuni økonomisk incitamentir at gera skúlating, men her eru incitamentini ikki nóg væl gjøgnumhugsað, og gentan sum sambært teknirøðini hevur potentiali at blíva búskaparfrøðingur (onkur vildi heldur sagt potentiali at blíva kapitalist) er snildari enn foreldrini. Hetta dømi lýsir tí ikki einans incitamentir, men eisini tað sum í finansieringsteori verður rópt arbitrage, ið er ein risikofríur ókeypis vinningur.

Føroyskur almennur stuðul til útlendska vinnu

Dánjal Jákup Meinertsson, formaður í felagnum hjá útisiglarum, skrivar á vágaportalinum:
ein ungur maður við smáðum børnum, sum fær í boði at arbeiða skattafrítt á einum norskum akkershandlara í vesturafrika, um hann flytir til Danmarkar, kann freistingin gerast ov stór. Føroyar hava brúk fyri tí unga mannnum,

Eg kann ikki annað enn undrast á argumentatiónina:
Um Føroyar hava brúk fyri hasum manninum, so er skeivt og øvugt at brúka skattaskipanina at stuðla honum at leggja sína arbeiðskraft uttanlands.
Føroyingar sum arbeiða uttanlands geva also sítt íkast til onkran útlendskan búskap, og ikki tann føroyska.

Tveir klókir menn og ein føroyingur

Joseph Stiglitz í framløgu á kjakfundi, ST skipaði fyri:
This much should be clear: Austerity has not worked and will not work. No large economy has ever recovered from an economic slowdown and economic downturn, let alone one of the magnitude that is facing Europe and America today through a program of austerity and Europe and America are both large economies.

Jens Stoltenberg í samrøðu við Katrin Petersen í sjónvarpinum:
Vi kan inte spare os ud af krisen. Vi må arbejde os ud af krisen.

Flóvin Eidesgaard á facebook í viðmerking til úttalilsi hjá Stoltenberg:
Sparipolitikkurin hjá stjórnum í serliga Bretlandi og Spania svarar til at eitt húski sum hevur staðfest, at skuldin er ov stór, avger at konan skal fara niður í hálva tíð.

fredag den 18. maj 2012

Høgravongurin: slagorð og ongin ábyrgd

Ein høgravongur sum vil stjórna eftir slagorðum er ábyrgdarleysur. Hóast grundleggjarin av modernaðari búskaparfrøði, Adam Smith, eisini var faðirin av liberalismuni, so ásannaði hann, at tað almenna hevur ein leiklut í samfelagnum og búskapinum. Sum hann skrivar í The Wealth of Nations:
The third and last duty of the sovereign commonwealth, is that of erecting and maintaining those public institutions and those public works, which though they may be in the highest degree advantageous to a great society, are, however, of such a nature that the profit could never repay the expenses to any individual or small number of individuals; and which it therefore cannot be expected that any individual or small number of individuals, should erect or maintain. (Bók 5, Kap. 1.)

Skattur er ikki revsing, men neyðugu fyri at samfelagið kann fungera, og Adam Smith vil ikki hava flatskatt, men progressivan skatt:
The rich should contribute to the public expense, not only in proportion to their revenue, but something more than in that proportion.
(...) Every tax, however, is, to the person who pays it, a badge, not of slavery, but of liberty. (Bók 5, Kap. 2.)

onsdag den 16. maj 2012

Alneyðugt við álítandi og óheftum hagtølum

Tað er alneyðugt við óheftum hagtølum og fakligum tilmælum sum politikarar ikki hava ávirkan á. Tí skulu Landsbankin og Hagstovan liggja uttanfyri beinleiðis politiska ávirkan, og tað skal ikki vera nakar ivi um tað heldur. Hetta er altíð galdandi, men serliga tí tað er jú vandi fyri at viðhvørt koma slíkar typur sum Jørgen framat, ið vilja hava embætisfólk sum bara makka rætt.

Í amerikanska statinum Wisconsin er Scott Walker, ein republikanari (teir eru jú fyrimyndirnar hjá Jørgen Niclasen og kompaní) guvernørur, og hann kom til valdið uppá at skapa fleiri arbeiðspláss. 250 000 arbeiðspláss eftir fýra ára valskeiðnum hjá guvernørinum, lovaði hann.

Gestabloggari: Paul Krugman

Eg havi fingið onkrar afturmeldingar um at tær fittu og hampiligu bloggviðmerkingarnar eru hugaligari at lesa enn tá eg royni at rætta lygn og manipulatión hjá onkrum, ella gevi onkrum eitt spark sum ikki dugir síni ting.

Tað er ikki ætlanin at kalla fólk býtt. Tá eg hendingaferð geri tað, so haldi eg altíð eg grundgevi væl fyri tí. Men tað er ofta, at eg tali at, tá fólk lúgva og manipulera, ella tá fólk í týdningarmiklum størvum ikki gera sítt arbeiði til lítar, t.d. journalistar ella embætisfólk, fyri ikki at tala um politikarar. Eg haldi man skal siga tað, tá man sær manipulatión ella fakligan dovinskap.

Paul Krugman er ikki gestabloggari her, men hann skrivaði eina bloggu fyri nøkrum døgum síðani, sum eg eins væl kundi skrivað sjálvur, við bara at rætta nakrar detaljur so tær passa til tað eg skrivi mest um. Eg endurgevi hana her:
Macroeconomic Morality
A brief postscript to today’s column: contrary to what some people may think, I don’t regard anyone who disagrees with me as necessarily a mendacious idiot. Economics is hard, and people will disagree. Sometimes people will give advice with the best of intentions that turns out, in hindsight, to have been disastrous; that’s a tragedy but not a sin.

tirsdag den 15. maj 2012

Kapping, men bara ikki í fiskivinnuni

Tá landið skal byggja ein skúla ella eitt røktarheim, so verður arbeiðið bjóðað út, og tann sum kann gera uppgávuna bíligast fær arbeiðið. Onkuntíð er ein partur av uppgávuni at skjóta upp, hvussu byggjast skal, og tá er ein kombinatión av fleiri kriterium sum avger, hvør fær uppgávuna, og ikki bara prísurin.

Tá landið hevur gjørt undirsjóvartunlar hevur uppgávan verið meira neyvt definerað enn bygningar. Tá telur einans prísurin fyri at gera tunnilin, tó kanska dagbøtur fyri seinkingar verða lagdar aftrat.

Tá landið hevur eina bygdaleið, verður hon útliciterað til tann sum kann gera tað bíligast. Um leiðin gevur yvirskot og ferðaseðlainntøkurnar fella til tann sum vinnur uppgávuna at røkja leiðina, vil besta boð vera negativt, tvs. at tey sum bjóða vilja rinda fyri at fáa leiðina. Men princippið er tað sama, hóast betalingin fer til landið.

søndag den 13. maj 2012

Tyngdarmegin og marknaðarmegin

Eg síggi eitt áhugavert innslag í "21 Søndag" á DR1 um fyrireikingar av kontrolleraðari spronging av háhúsum í Rødovre. (Sjálv spreingingin er her.)

Eg siti og hugsi, at tað er gott, teir taka tyngdikraftina við í betraktning, tá teir fyrireika og placera spreingiløðingar. Við TV2 segði sprongimeistarin:
We use the demolition man's best friend, and that is gravity.

Tí annars gera teir sama brølara sum føroyskur fiskivinnupolitikkur, har man letur sum um marknaðarkraftirnar ikki eksistera.

Stertar, skip og skipan

Eg var fríggjakvøldið til kjakfund hjá MFS í Føroyahúsinum undir heitinum: Stertar, skip og skipan. (Tað var eisini lýst á facebook.)

Trýst á myndina fyri at gera hana størri.

Tað var eitt blandað fornoyilsi!

Hvussu nógvar miljónir kostar tað?

Jørgen Niclasen hevur lagt uppskot fyri Løgtingið, ið, sum Fíggjarmálaráðið skrivar,
hava til endamáls at skapa størri greidleika í samband við skatting av inntøkum, ið stava frá sigling og arbeiði á landi uttanlands

Týdningarmestu broytingarnar eru, at grein 25 b frádrátturin hækkar frá 92 000 kr til 150 000 kr, samstundis sum samdøgursfrádrátturin verður tikin av, og at norska "Folketrygden" kann dragast frá í skatti í Føroyum.

Eingin kostnaðarmeting fylgir við kunningini frá FMR, ið einans er hatta tíðindaskriv, sum link er til omanfyri. Eg veit ikki, um kostnaðarmeting er við í tilfarinum til Løgtingið. Men FMR skrivar at enda, at
Ein avleiðing av uppskotinum verður, at onkrir borgarar koma at gjalda nakað meir í skatti enn teir gera í dag, meðan aðrir koma at gjalda nakað minni.

lørdag den 12. maj 2012

Teir skalta og valta

Dimma hevur 10. mai 2012 samrøðu við Poul Riiskjær Mo­gensen, formann í Trans­parency Internatio­nal Dan­mark, um mátan samgongan býtir makrelin uppá:
Hetta minnir um eina umsitingarliga delegatión av rættindum. At ráðharrar soleiðis fáa delegeraðan ein rætt at umsita pengar kann koma fyri. Men ráð­harrin skal altíð kunna greiða frá, eftir hvørjum ásetingum pengarnir verða brúktir. Tað kemur eisini fyri í Danmark, og ofta er ónøgdin stór í andstøðuni. Tá stendur ráðharrin seg altíð best við at leggja øll kortini á borðið. Men tað er einki at ivast í, at nú føroyski landsstýrismað­urin hevur fingið so nógvar pengar at umsita, krevur tað eitt sera strangt eftirlit

Endamálið við Transparancy International er, sum tey sjálvi siga, at arbeiða fyri at styrkja samfelagið at standa ímóti korruptión.

fredag den 11. maj 2012

Public disservice

Er tað krav fyri at fáa starv á tíðindadeildini í Kringvarpinum, at man ikki dugir at hugsa sjálvur? Og skal man heldur einki vita ella minnast? Ella er tað bara nakað sum hjálpir?

Kritikleys mikrofonhald fyri landsstýrismenn. Høvuðskelda til teirra vitan tykist vera landsstýrisins viðmerkingar til lógaruppskot. Einki research úr veruleikanum ella óheft faklig vitan. Tað er normurin. Og nú eri eg troyttur av tí!

Í gjárkvøldið Jacob Vestergaard um 1 kr í avlát fyri at undirgrava sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum og Finnur hevði ikki ein kritiskan spurning. Landsstýrismaðurin segði, at avgerðin er ikki endalig, og so helt Finnur kanska, at alt var gott? Eru onnur lond, har stjórnin beinleiðis eggjar til at arbeiðsmarknaðarsáttmálar ikki skulu virðast -- og hvørji eru tey lond? Finnur kundi sum minimum gjørt eina samanbering við vestureuropeisk lond sum hava havt avbjóðingar av bíligari eystureuropeiskari arbeiðsmegi, men tað kennir hann kanska ikki til, hóast Danmark er eitt av teimum fyrrnevndu.

torsdag den 10. maj 2012

Føroyskur vinnupolitikkur ímóti føroyskum áhugamálum

Eli Brimsvík skrivar á vágaportalinum:
Er vinnumálaráðharrin veruliga so lítið at sær komin, at hann tekur avgerð eftir útsøgn frá einum virki. Eg má siga, at eg øtist.

Soleiðis hevur tað altíð verið í føroyskum vinnu- og fiskivinnupolitikki. Landsstýrismenn í vinnu- og fiskivinnumálum hava ongantíð spurt, hvat samfelagið, búskapurin sum heild og fólkið fáa burtur úr. Tað er ikki komið teimum til hugs, at teir umboða øll.

Samgongupolitikarar sum forfylgdur minniluti

Á vágaportalinum er ein samgongupolitikari úr Havn sum gremur seg um ringa viðferð. Hann ella hon heldur, at tað er púra óuppiborið, at henda mynd er komin í postkassan:


Nú mugu Pipar og salt taka yvir kjakið

Á facebook skrivar Frímund Hansen í viðmerking til Jóannes Jacobsen:
við at selja tilfeingi í stuttíðar tíðarbili, so hevur tú tikið spekulatióninia úr fiskivinnuni og harvið eitt bein undan føroyska búðskapinum. Spekulatiónin sum er so óalmynduliga vigtug fyri búðskapin. Føroyska tjóðin hevur eitt kempustórt íløguobjekt minni at rottað við!

Eg eri púra forfardur, at nakar rættsiktaður persónur kann halda, at tað gagnar búskapinum, at landið skapar eina íløguboblu av tilfeingisrentu, sum nøkur vinna pengar uppá at spæla við í. Tá onkur vinnur pengar, har eingin búskaparframleiðsla er aftanfyri, so er tað onkur annar sum tapir, og oftast er tað framtíðin, tvs. ein skuld liggur eftir, sum framtíðar framleiðsla skal fara til at rinda rentur og avdrøg til. Í besta føri missur Føroya fólk bara inntøku frá fólksins ogn, um Føroya fólk eru so heppin at sleppa undan eini skuld eftir næsta kollaps.

Tað er bara tí, at tað er alt fólkið, sum tapir, at nakar heldur seg sleppa væl frá at seta slíkar ørar lærusetningar fram. Og helst sama orsøk, at nakar sleppur væl frá tí.

Tavagud hetta er so langt úti, at tað er ikki tilfar til kjak, men til stand-up komik.

onsdag den 9. maj 2012

Hollande hevur sæð álvaran

Nývaldi komandi franski forseting, Francois Hollande, sigur í samrøðu eftir valúrslitið var greitt, sambært Ugebrevet Mandag Morgen:
Jeg vil gerne sige det klart. Og præsidentvalget har sendt et klart signal: Hvis ikke der sker en genetablering af tilliden mellem folkene og Europa, vil vi blive vidner til en vækst i populismen, som vil ende med at udradere det europæiske projekt og en dag bringe eurozonen til fald.

Tað er eisini vert at minna á, at tað var ikki inflatión, sum gav Hitler vind í seglini, men búskaparkreppa og arbeiðsloysi. Politiska rákið í Ungarn eigur vera ein ávaring um, at tað saktans kann endurtaka seg, hóast vit halda okkum vera so nógv betur upplýst enn tey vóru fyri trýkvart øld síðani.

Hvat merkir "samgonga"?

Hallur av Rana, uppá fyrispurning, í viðmerking til grein á portalinum, í sambandi við at Ung fyri Miðflokkin eru ónøgd við samgonguna og mæla Miðflokkinum at fara út samgonguni:
Har eru nógvar ymiskar hugsanir um hvat ein samgonga er, tíverri tykist tað í Føroyum at merkja: "avtala millum politiskar flokkar um at skipa landsstýrið og avtalu um at kúga allan kritiskan hugsunarhátt bæði innanfloks, men serliga í løgtinginum."

Virkar flatskattalættin?

Lønargjaldingarnar fyri apríl vísa eina framgongd uppá 59 mió kr higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til ein vøkstur uppá 2.7 pct.

Sjálvsagt fara fólk so at diskutera, um tað er skattalættin, sum virkar. Tað reypa tey ungu fólkafloksfólkini av, áðrenn tey hugsa seg um -- ella lesa tølini. So lat okkum hyggja uppá tølini. Øll tøl eru frá Hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni, tað er tann eina talvan, sum hevur mánaðarligar lønargjaldingar, VHLGJALVG2.

søndag den 6. maj 2012

Fakfeløg tryggja javnvág sum skapar búskaparvøkstur

Paul Krugman, nobelprís-vinnandi búskaparprofessari í kjaki á "Viewpoint" á Current TV um hvussu búskaparkreppan kann fáast at enda, sum hann nýliga hevur givið eina heila bók út um:
A lot of it is, I think, that we need to recreate an environment in which union organizing is possible. Unions are not perfect, but now that we don't have them we realize how much we lack them. We need a counterweight to the power of big money in this country. I think we need to bring Labour back.
(Hygg eftir hesum parti av samrøðuni.)

Lat hetta vera eina lítla áminning og eina stóra ávaring til politiska valdið ímóti teirra herferð ímóti fakfeløgunum. Heldur skuldi politiska valdið roynt at styrkt fakfeløgini.

Javnaðarflokkurin nýggjan fiskivinnupolitikk

Aksel V. Johannesen, form. í Javnfl segði í røðu á landsstevnu í Skopun 5. mai 2012:
Vit skulu hava eina nýggja fiskivinnuskipan.
Eina fiskivinnuskipan, ið tryggjar okkara høvuðsvinnu góðar og støðugar karmar at virka innan, og sum byggir á lívfrøðiliga og búskaparliga burðardygd, og har atgongdin til vinnuna á ein ella annan hátt verður meira marknaðarbaserað enn hon er í dag.
Hetta kann venda gongdini í okkara høvuðsvinnu, sum í dag í stóran mun er merkt av stagnatión, til eina dynamiska vinnu við framburði.
Vit mugu tryggja, at manningar við føroyskum fiskiførum fáa løn eftir føroyskum sáttmálum.
Gjald fyri fiskirættindi skal ikki verða eitt politiskt ásett kilogjald. Tað skal tryggjast við lóg, at hetta ikki fer av óbýttum, so tað verður fiskimaðurin sum skal rinda hetta. Útróðrarflotin eigur heilt at sleppa undan tilfeingisgjaldi.

lørdag den 5. maj 2012

Betri arbeiðsloysishagtøl neyðug

Eg havi sent ein teldupost til ALS. Ella rættari tveir. Her er ein samanseting av teksti úr báðum mailunum:
Góðu tit í ALS,
Eg síggi tit hava ávís hagtøl á heimasíðuni, og Hagstovan hevur nøkur, umframt tøl fyri arbeiðsmegi v.m.
Tvær røðir av hagtølum, sum tit helst kunnu gera rættiliga lætt, og sum hevði verið sera hent hjá fólki sum mær og øðrum sum fylgja við búskapargongdini, høvdu verið:
  1. Tal av nýggjum arbeiðsleysum (fyri hvørt tíðarskeið, t.d. viku ella mánað),
  2. Tal av arbeiðsleysum, sum detta úr skipanini eftir tveimum árum (fyri hvørt tíðarskeið), og
  3. Tal av arbeiðsleysum, sum fara úr skipanini, tí tey finna arbeiði (fyri hvørt tíðarskeið).
Við bara hesum trimum talrøðunum aftrat tí sum tit longu gera og sum Hagstovan hevur, verður møguligt at fáa nógv betri vitan um búskapargongdina enn man longu hevur.
Eg vil mæla tykkum at gera hesi tøl, og vóni tað eisini hendur. Tað besta hevði verið at fingið hesi tøl nakað aftur í tíðina, so man kann greina avleiðingarnar av kreppuni.
Hetta er ógvuliga virðismikil vitan til búskaparligar greiningar.
vinaliga
Flóvin Eidesgaard

Talrøð 1 vil skjótari vísa fram- og afturgongd á arbeiðsmarknaðinum enn bara leypandi arbeiðsloysisprocent. Um talrøð 3 kann man siga tað sama sum um talrøð 1, men við báðum fær man enn betri mynd. Talraðir 2 og 3 eru partvís redundantar, tá man hevur talrøð 1 og verandi hagtøl, men uppteljingin frá ALS er helst meira neyv enn at rokna eftir sjálvur.

fredag den 4. maj 2012

ALS-stýrið hevur fullkomiliga misskilt sína uppgávu

Tað var skilagott og tiltrongt, sum Kim Hansen, tryggingarserfrøðingur, segði í útvarpinum í kvøld um broytingarnar í ALS.

Tað sum kanska manglaði var, at hann segði sum er, at ALS-stýrið hevur fullkomiliga misskilt sína uppgávu. Sigmar Bláberg í útvarpinum hevði misskilt poengið, so tað burdi hann nokk gjørt.

ALS skal tryggja arbeiðsmegina ímóti ov ógvusligum fíggjarligum avleiðingum, tá arbeiðsloysi rakar. Men tað sum ALS-stýrið prioriterar er at tryggja at ALS-kassin ikki fer í minus, tað sæst so sera væl í formuleringini hjá fyrrverandi ALS-stýrisformanninum, Karin Kjølbro:
Fyrrverandi forkvinnan í ALS, Karin Kjølbro, heitir staðiliga á løgtingið at lata partarnar á arbeiðsmarknaðinum reka ALS-grunnin.

Er tað nevndarsamsýningin hjá teimum sum ger, at løntakaraumboðini í ALS-stýrinum ganga við til hesa vanlukkuligu semju í staðin fyri at standa fast við verandi útgjald -- ella leggja frá sær? So má nevndarsamsýningin setast niður. (Verður tað forrestin eisini sett niður, nú ALS-gjaldið verður sett niður?)

(framhald)

Samgongan feirar fólkaatkvøðuna

Tveir dagar áðrenn fólkaatkvøðuna var Kári P. Højgaard á forsíðuni á Dimmalætting og setti succeskriterium fyri fólkaatkvøðuna: Minst helvtin skulu atkvøða:

Dimmalætting 1. mai 2012.

torsdag den 3. maj 2012

Nær læra føroyingar av sínum feilum?

Søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará skrivar á facebook:
Í 1946 vóru tað tey, sum vóru ímóti loysing, ið avgjørdu, at veljarin skuldi sleppa at taka støðu til eitt ítøkiligt uppskot (stjórnaruppskotið), meðan eingin skuldi vita hvat hendi, um loysingin varð vald. Loysingin hevði einki innihald – stóð bert sum ein tóm hóttan á atkvøðuseðlanum. Úrslitið av hesi illa fyriskipaðu fólkaatkvøðuni hevur líka síðan órógvað føroyskan politikk. - Í dag tykjast tað vera tey, sum eru ímóti kommunusamanleggingum, ið hava borið so í bandið, at veljarar hava eitt ítøkiligt uppskot at taka støðu til (verandi støða), meðan teir onga hóming hava av hvat hendir, um samanlegging verður vald. Kommunusamanlegging stendur bert sum ein tóm hóttan. Í besta føri fer hendan illa fyriskipaða fólkaatkvøðan ongan týdning at fáa, men í ringasta føri kann hon eins og tann í 46 koma at órógva spurningin í nógv ár framyvir. Tað sær ikki út til, at vit nakrantíð fara at læra av okkara feilum.

Hví vakna føroyingar ikki?

Rói Egholm skrivar á facebook:
Hví vakna vit ikki?
Hví eru vit føroyingar farnir at tosa so niðursetandi okkara millum? Vit uppføra okkum, sum um vit øll vóru til ein fótbóltsdyst og hildu við hvør sínum parti á vøllinum.
Vit uppføra okkum, sum tey gera í londum har einaveldið ræðir. Har tað er sera umráðandi, at fólki ikki stendur saman, soleiðis at einaræðið harvið kann varveita maktina.
Vit uppføra okkum Sum spaniólar gjørdu undir borgarakrígnum í 30'unum, har systrar og brøður lógu hvørjum øðrum eftir lívinum, fyri annahvørt at tekkjast Franco ella mótstøðurørsluni.
Vit hava søguliga verið vitnir til sama atburð undir seinna verðaldarkríggi, sæð somu atferð millum muslimskar bólkar í einaveldunum í Miðeystri.
Felags fyri allar hesar søgurnar er, at fólkið aftaná hava sagt, at tey trúðu at tað átti at vera soleiðis, at tey ikki sóðu tað kláru myndina og at tey vóru ørkimlaði í tíðini, hetta fyrifórst.
Føroyingar, vit eru ikki áskoðarir til nakran dyst, hvørki ítróttardyst ella nakað kríggj, har vit eru fjepparar at øðrum partinum.
Vit eiga at vakna og uppføra okkum, sum um at vit eru sjálvir leikararnir og at vit øll eru á sama liði, nevnliga á tí føroyska liðnum.
Lat ikki tíðina blenda okkum frá verðuleikanum.
Lat okkum ikki forkoma føroysku tjóðini í berari óvitan og fatamorgana kendum glansimyndum.
Lati okkum ikki verða áskoðarar til, at vit stovnseta eitt stættarsamfelag, har vit verða statistar til okkara egna lív og har okkara eftirkomarar verða gestir í egnum húsi.

Beinrakin viðmerking. Serliga hetta: "Felags fyri allar hesar søgurnar er, at fólkið aftaná hava sagt, at tey trúðu at tað átti at vera soleiðis, at tey ikki sóðu tað kláru myndina og at tey vóru ørkimlaði í tíðini, hetta fyrifórst."

tirsdag den 1. maj 2012

Góðan 1. mai

Ein spurdi, hví ongar greinar koma á bloggin fyri tíðina.

Eg havi ikki havt stundir, nógv arbeiði og onnur ting, men eg komi sjálvsagt aftur.

Her liggja skitsur til 100 greinar (tó okkurt helst er duplettir). Nógv er at taka fatt uppá: Forútsigiliga kreppan í Europa, makrelsemjan farin amokk, lønarsamráðingar o.a.

Góðan 1. mai!