Sider

lørdag den 31. august 2013

Skálafjarðartunnilsbúskapur

Fyrst er at staðfesta, at váðin fyri eina almenna loysn og privata er fullkomiliga ymiskur. Og samfelagið og ein fyritøka gera upp á hvør sín hátt, um íløgan loysir seg.

Ein almenn loysn kann vera búskaparliga skilagóð, hóast hon ikki er sjálvfíggjandi, eitt nú við bummgjaldi, tí hon skapar nógvar aðrar inntøkur, sum bara ikki kunnu krevjast beinleiðis inn. Og í síðsta enda kann vera ein øktur búskaparvøkstur, sum gjøgnum sama skattatrýst merkir, at landskassin fær meirinntøkur svarandi til ávísan part av vøkstrinum. So tunnilin gevur eisini inntøkur í landskassan, sum ikki eru bummgjald, og kann tí vera sjálvfíggjandi fyri landskassan, hóast eitt alment partafelag kanska ikki megnar at bera seg við bummgjaldi einans. Sum samferðsluútbygging skal tunnilin metast eftir samlaða ágóðanum, harav búskapar er ein partur.

Fyri eina privata fyritøku er verri, tá hon skal standa fyri at gera tunnilin, tí fyritøkan hevur einans eina inntøkukeldu: Bummgjald. Og hon hevur ikki somu møguleikar sum tað almenna at fáa aðrar inntøkur frá tunlinum. Harumframt er privata fyritøkan sera avmarkað og kann illa ávirka inntøkurnar tí har er bara bummgjaldið, so tað er prísurin sum avger næstan alt, og hann kann ikki bara hækkast, tí so minkar ferðslan.

torsdag den 29. august 2013

Kári hevði ikki heimild til CIP-avtalu

Ført verður fram, at tað var politiskt rumbul, sum var orsøkin til at avtalan við Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) skuldi aftur í Løgtingið, og ikki manglandi heimild. Í dag segði aðalstjórin í Innlendismálaráðnum eisini við útvarpið, at:
Tað var ikki neyðugt at fara aftur í tingið við Eysturoyartunlinum, tí landsstýrismaðurin hevði heimildina frammanundan
(Beint sum eg skrivi hetta síggi eg at aðalstjórin sigur tað sama í Degi og viku í kvøld.)

Hetta er eftir mínum tykki ein rættiliga løgin tulking.

torsdag den 22. august 2013

Skálafjarðartunnil nú!

Hví vilja Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi so fegin hava Sandoyartunnil?

Eg haldi andstøðan (minus tveir) skuldi staðið saman um skilabesta tunnilsuppskot á Tingi, tað hjá Framsókn.

Tólv atkvøður úr andstøðuni, ið bjóða seg til, tá eigur bera til at fáa fimm atkvøður úr samgonguni, ikki minst frá teimum í Eysturoy.

Tí so verður bummgjaldið bara ein triðing í mun til tað sum Kári Post hevur avtalað við CIP. Tað fer at gera mun hvønn einasta dag í 50 ár.

Ongar fiksar loysnir, takk!

Politikarar: Mest til fortreð! (samferðsluútgávan)

Norska NRK hevur gjørt samanbering av íløgum í veganetið í Noregi og í Svøríki:
Mens svenske veier scorer høyt på samfunnsøkonomisk lønnsomhet, er det motsatt for norske veiprosjekter.
Tey koma eisini fram til, hví tey gera skilabetri útbyggingar í Svøríki enn í Noregi:
Svenske politikere detaljstyrer mindre og overlater mer samferdselsplanlegging til fagfolk. Det har gitt langt mer lønnsomme prosjekter enn i Norge.
Derfor er svenske veier og jernbane mer lønnsomme enn norske.

Og í Føroyum? Jú ein postmaður sigur, at Landsverk dugir ikki. Skilið er har eftir!

onsdag den 21. august 2013

Lógin hjá Murphy -- um Skálafjarðartunnilin

Allir økonomar eru samdir við Johnny í Grótinum!

Tað finst mær vitandi ikki ein einasti nationaløkonomur, sum tekur undir við at gera Skálafjarðartunnilin í privatum felag -- bara út frá teimum upplýsingum sum eru almennir. Og so kemur alt tað loyniliga aftrat. Og tá tað er Copenhagen Infrastructure Partners, ið vil dylja, er lítið at ivast í, at sakin blívur bara enn meira greið, um alt kom fram.

(Undantøk kunnu vera teir økonomar, sum fáa pengar fyri at hava eina ávísa meining ... limirnir í Búskaparráðnum eru ikki undantak, tey tora bara ikki at siga sína meining.)

Nú skulu økonomar ikki bestemma, men tað burdi talt eitt sindur (og helst meira enn tað) at fakliga er eingin ivi yvirhøvur.

mandag den 19. august 2013

Meiningsleysa Búskaparráðið dumpar - fyri aðru ferð

Hetta er aðru ferð, almenningurin hoyrir frá hesum Búskaparráðnum (BR), og tey dumpaðu eisini seinast.

Eitt BR, sum ikki uppá standandi fót kann siga rættiliga nógv fornuftigt (og brúkiligt) um fyrimunir og vansar við at gera Skálafjarðartunnilin alment ella privat, men tvørturímóti sigur, at "so tekur tað mánaðir áðrenn vit kunnu koma við analysum" -- er ikki kompetent til sína uppgávu og eigur verða skift út.

Í samrøðu, sum in.fo hevur við formannin, kemur fram, at Búskaparráðið hevur ikki tíð at ráðgeva um búskapin, tí tað er upptikið -- av sær sjálvum:
Vit hava meira enn nokk at sæð til at reetablera ráðið aftaná at tað bleiv umskipað.
(Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum)

søndag den 18. august 2013

Tvey finansgeni hittast

Tá forhandlast skal við slíkar typur, ið niðri í Danmark hava verið skírdir guldfuglene fra DONG, ikki minst, tí teir duga at skava til sín sjálvs, er av avgerandi týdningi, at Føroyar eru væl umboðaðar.

Kári Post og hansara fólk hava forhandlað, og har kann man hava síni ivamál, um vandi ikki er fyri, at Føroyar verða snýttar, men til alla lukku, er backup í Løgtinginum, tí har hava Føroyar ongan verri enn Reimund Langgaard, sum er limur í Rættarnevndini. Her kemur hann út av fundi við Rúna Bro Róin frá CIP:

Finansgeni hittast! Rúni Bro Róin og Reimund Langgaard á veg
út av rættarnevndarfundi. Dagur og vika 16. august 2013.

tirsdag den 13. august 2013

Sandoyingar duga at velja sær umboð (2)

Í juli 2007 hitti eg av tilvild Gerhard Lognberg í Steinatúni, beint út fyri handilin hjá Guðrun & Guðrun, hesa tíðina var ávíst undirsjóvartunnilskjak í Føroyum, og vit fingu eitt prát.

Eg gav Gerhardi mína meining, sum var meira ein meting, at tað var órealistiskt at vænta, at landskassin fór at fíggja ein undirsjóvartunnil til Sandoynna. Henda meting var also enntá áðrenn nøkur kreppa rakti búskapin. Men eg metti, at politiskt fór tað ikki at vera møguligt, og eg mælti honum til -- um hann vildi hava slíkan tunnil -- at arbeiða fyri, at Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin vórðu gjørdir av einum og sama almenna partafelagi.

lørdag den 10. august 2013

Gerhard í hopla

Útvarpið hevði í kvøld samrøðu við Gerhard Lognberg úr Javnfl, eftir at in.fo í gjár skrivaði um Stórvask í Javnaðarflokkinum. Yvirskriftin um stórvask var grundað á samrøðu við floksformannin, Aksel V. Johannesen, har Aksel segði seg vænta og vóna, at Javnfl stóð saman um at Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin skulu gerast av tí almenna. Yvirskriftin var misvísandi, men hetta var ein góður møguleiki hjá sandoyartingmanninum.

So nú er Gerhard ordiliga í hopla: Málið er farið seg at snúgva seg um Gerhard í staðin fyri at snúgva seg um, hvussu ein undirsjóvartunnil til Sandoyar kann fíggjast.

fredag den 9. august 2013

Sandoyingar duga at velja sær umboð

Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen hava eitt tunnilsuppskot sum gongur út uppá, at landið setir 500 mió kr av til Sandoyartunnil, umframt at avlop frá Skálafjarðartunlinum skal fíggja restina.

Bjørt Samuelsen og Aksel Johannesen hava eitt tunnilsuppskot á Løgtingi sum gongur út uppá, at landið setir 572 mió kr av til Sandoyartunnil, umframt at avlop frá Skálafjarðartunlinum skal fíggja restina.

Kaj Leo og Kári Post keypa atkvøðuna hjá Gerhard Lognberg til ein Skálafjarðartunnil, har avlopið fer til eitt privat felag, við at flyta 160 mió kr úr einum grunni í ein annan grunn. Tá fíggjarlógin skal gerast í heyst, mangla hesar milliónir, so tá er gott, at milliónirnar enn standa í grunni.

Tað er gott hjá sandoyingum, at tey hava valt sær so góð umboð at stríðast fyri oynni.

Stórkapitalurin vs Føroya fólk, (sætta grein í røðini)

Framhald frá í gjár!

Innlendismálaráðið noktar innlit í fakligu viðmerkingarnar til lógaruppskotið um Skálafjarðartunnil. Tey siga, at viðmerkingarnar hjá Løgdeildini eru innanhýsis viðmerkingar.

Nú liggur Løgdeildin "av tilvild" í Innlendismálaráðnum, tvs. at onnur aðalráð kunnu ikki brúka somu grundgeving til at dylja sítt illa luktandi arbeiði. Eg haldi ikki, Innlendismálaráðið skal hava slíkan framíhjárætt.

Les eisini Sosialin í kvøld, sum skrivar meira um málið.

Síðsta: Fíggjarmálaráðið hevur givið innlit (við avmarkingum) í sítt upprit. Meira kemur...

Ræðist samgongan váða ella vitan?

Innlendismálaráðið krógvar, hvat Løgdeildin heldur um loyniliga sáttmálan við danska pensjónsgrunnin.

Rættarnevndin hevur ikki innkallað Búskaparráð ella nakran frá niðurlagda Landsbankanum at meta um ávirkan á kredittvirðið hjá Føroyum av privatum ella almennum Skálafjarðartunli.

Løgfrøðin og búskaparfrøðin verða hildin uttanfyri. Og so siga samgongufólk, at stórur váði er við verkætlanini. Eg meini tað!

torsdag den 8. august 2013

Hvat krógvar Innlendismálaráðið?

Innlendismálaráðið skrivar í maili í gjárkvøldi:
Hr. Flóvin Eidesgaard
Innlendismálaráðið hevur móttikið umbön tygara dagfest 6. august 2013 um alment innlit í viðmerkingar hjá Lögdeildeini í Innlendismálaráðnum um broyting í lögtingslóg um einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjörð og Tangafjörð. Eisini biðja tygum um innlit í tað, sum Lögdeildin hevur skrivað um avtalu um tunnilsverkætlan.
Viðmerkingar frá deildini eru innanhýsis metingar og íkast til arbeiðið við lógaruppskoti v.m., og eru tí at meta sum innanhýsis skjöl. Sambært § 7, nr. 1) í lögtingslóg um innlit í fyrisitingina, fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um innanhýsis skjöl.
Innlendismálaráðið metir at, talan er um viðmerkingar, sum bert hava verið ætlaðar til innanhýsis nýtslu, og sum hava verið umhugsaðar, tá lógaruppskotið bleiv greitt úr hondum.
Tískil verður umbön tygara um innlit ikki gingin á möti.
Vegna Innlendismálaráðið
Kaj Johannessen
fulltrúi

onsdag den 7. august 2013

Ein dýrur tunnil

Góðu løgtingfólk,

Tak mær tað ikki illani upp, men trupulleikin við tykkum er ofta, at tit hugsa um landskassan, sum var talan um eina privata fyritøku. Tí var alt kjakið í Løgtinginum í gjár um spurningin, um verkætlanin Skálafjarðartunnil fer at loysa seg ella ei sum vinnulig íløga: Fer privata felagið at tjena pengar ella ei, og kann landskassin missa pengar ella ei.

Men tað almenna hevur ikki til uppgávu at tjena pengar, men at taka sær av uppgávum, sum tryggja teimum sum virka á marknaðinum fortreytir, so vit fáa ein sterkari búskap.