Sider

lørdag den 28. december 2013

Kaj og Jacob ikki samdir um fiskivinnupolitikkin

Sum eg fyrr havi víst á, segði Kaj Leo, løgmaður, í valstríðnum við útvarpið um fiskivinnureform:
Eg haldi ikki ein nýggjur fiskivinnureformur skal skundast ígjøgnum (men) allir teir sum hava bundið seg til tað hava so eisini ábyrgdina til at hann verður gjøgnumførdur.
"Teir" eru flokkarnir sum gjørdu makrelsemju í 2011:

onsdag den 18. december 2013

Misvísandi ræðukampanja frá Hagstovuni?

Hagstovan hevur gjørt eina nýggja fólkaframskriving. Ella brúkar eitt nýtt model, ið er reint stokastiskt, tvs. ikki byggir á ávísar metingar um framtíðina.

Les meira um modellið og framskrivingarnar á linkinum omanfyri. Ella lurta eftir samrøðu, Rás 2 hevði við Jón Joensen á Hagstovuni. Og útvarpið tosaði eisini við Jón.

Mynd hjá Hagstovuni av fólkaframskriving.

Talan er helst um eitt frálíkt model, men eg eri ikki akkurát imponeraður av mátanum tey leggja úrslitini fram og hvat tey brúka modellið til.

torsdag den 12. december 2013

Fíggjarpolitikkur og veðrið

In.fo veit at siga
- Javnvág skal vera á fíggjarlógini fyri 2016.
Tað eru bæði samgongan og andstøðan í Fíggjarnevndini samd um.

Men at samtykkja javnvág á fíggjarlógini er líka býtt sum at samtykkja gott veður. Tað er tó bara tann fyrra samtyktin, sum kann verða beinleiðis skaðilig.

torsdag den 5. december 2013

Eldraøkið og kommunal útjavning -- ein uppskrift uppá afturvendandi problem

Annika Olsen vitjaði DV-studio í kvøld og greiddi frá fyrireikingunum at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Tá eg hoyrdi hana tosa um ein index-mun sum minkar, fór eg í blekkhúsið!

Har er einki skil á mátanum, kommunurnar skulu kompenserast fyri at yvirtaka eldraøkið frá landinum.

Man blandar tvey problem saman:
  1. Landið hevur við skattalógum og millumlanda avtalum ígjøgnum nógv ár útholað inntøkugrundarlagið hjá kommununum, íalt er talan um eini 130 mió kr, sum kommunurnar hava verið noyddar at hækka kommunuskattaprocentið
  2. Kommunurnar skulu yvirtaka eldraøkið, sum kostar umleið 400 mió kr, men til ber ikki at hækka kommunuskattin meira
Nr. 1 hevur rakt kommunurnar ójavnt, og kostnaðurin av nr. 2 er ymiskur fyri kommunurnar. Ofta eru somu kommunur hart raktar fíggjarliga í báðum førum. So tørvur er á útjavning.

Loysnin man hevur valt er, í staðin fyri at kompensera fyri nr. 2 vil man kompensera fyri gomlu syndina í nr. 1 umframt at endurrinda kommununum fyri botnfrádráttin (eini 180 mió kr), og so leggja eitt sindur aftrat (80 mió kr) fyri at samlaða upphæddin skal passa til nr. 2. Tí tað gevur størri útjavning. Og so hevur man rokna eitt index (100 er miðal) sum vísir at munurin millum tað hægsta (Tórshavn) og tað lægsta (haldi tað var Skopun) minkar. Men ikki nokk, so kommunurnar í Sandoynni fáa serligar treytir.

lørdag den 23. november 2013

Glíðibreytin!

Um samkynd parløg ikki blíva javnsett í hjúnabandslógini kunnu vit vera vís í, at tað er bara fyrsta stig. Søgan eigur læra okkum, at afturhaldskreftirnar steðga ikki, tá tær fáa viðhald í einum kravi. Tað næsta verður kanska, at samkynd parløg verða kriminaliserað og bøssar og lesbisk verða koyrd í fongsul.

Hetta er glíðibreytin, ið vit fara at hoyra nógv um í næstu viku, og eg vil staðiliga ávara ímóti henni!

onsdag den 20. november 2013

Vorðið sum kanningarstjóri!

Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, ið eisini er løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, hevur valt Annfinn V. Hansen til kanningarstjóra. Til uppgávuna at fríkenna Kára og Kaj er talan sikkurt um eitt skilagott val. Men tað skuldi ikki vera uppgávan.

Útvarpið veit at siga, at Annfinn hevur sitið á Løgtingið fyri Fólkaflokkin. Løgtingsformaðurin forsvarar hetta tápuliga og óacceptabla val við, at hann ikki kann velja ein sum hevur sitið á Løgtingi fyri ein annan flokk.

Og Annfinn sigur sjálvur við útvarpið, at hann ikki sær nakrar habilitetstrupulleikar. Sum vit skulu síggja, hevur Annfinn sína heilt egnu meting av inhabiliteti.

lørdag den 16. november 2013

Kringvarpið: Privatisering -- við ella uttan kapping?

Í miðlunum boðar Dia Midjord, Kringvarpsstjóri, frá, at Kringvarpið aftur í ár fer at lata privat felag gera nýggjárssendingina. Burtursæð frá tíðindapartinum, verður restin útliciterað.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, um henda avgerð og mannagongdin annars fylgir nýggja Rundskriv um keyp av vørum og tænastum hjá tí almenna, sum Fíggjarmálaráðið kom við í oktober í sambandi við stovnan av almennum innkeypsportali.

Eg veit ikki, um rundskrivið er galdandi fyri keyp hjá Kringvarpinum, (tað er galdandi alt keyp omanfyri 50.000 kr. u/mvg av vørum og tænastum, men bara játtanarslagið rakstrarjáttan, og við nøkrum undantøkum), men tað er ikki poengið.

Kapping skal vanliga fyrst og fremst tryggja, at tað almenna ikki keypir dýrari enn neyðugt, umframt forða fyri korruptión. Hetta eru tvey frálík endamál, ið Kringvarpið eigur arbeiða eftir, óansæð um tað er teimum álagt ella ei. Eg gangi so í hvussu er út frá, at tey ganga inn fyri tí, og at borandi journalistikkurin hjá teimum sum viðhvørt ansar eftir bæði almennari ovurnýtslu og korruptión, er ikki bara komedia.

fredag den 15. november 2013

tirsdag den 22. oktober 2013

Ein frálík sending, sum ongum dámar

Hatta var ein fín sending í DR Horisont um kvinnuflýggjan úr Føroyum (link til sending). Tað eru tó ikki nógv onnur, sum halda tað sama, skilji eg á facebook. Bæði politikarar og prestar eru eitt sindur ónøgdir síggi eg. Bæði dømini eg vísi til eru menn, men eg dugi ikki at síggja, um fleiri menn ella kvinnur vísa sína ónøgd við sendingina.

Munurin millum centrum og útjaðara í Føroyum er ovurstórur. Helst er hann størri enn í Danmark. Journalisturin hevði eina søgu at siga um føroyskar kvinnur, sum flýggja, og um fremmandar, sum flyta til Føroya frá fjarskotnum londum. Hann skuldi ikki lýsa alt føroyska samfelagið. Tað er ein vanlig og sjálvsagt loyvd journalistisk prioritering, at sendingin bara vísti lívið í útjaðaranum.

Tað er í útjaðaranum, kvinnurnar mangla. Í Havn eru næstan líka nógvar kvinnur sum menn. Eg havi sett íbúgvatøl pr. 1. januar 2013 frá Hagstovuni upp í talvu, har síðsta kolonna ("Kvinnutrot") er talið av monnum, sum eru fleiri enn kvinnur.

Fólkatalsbýtið millum kynini í og uttanfyri Havnina. Kelda: Hagstovan
Í Tórshavnar kommunu búgva 41.1 pct av fólkinum, og har er næstan javnbýtt: 50.5 pct menn og 49.5 pct kvinnur. Men uttanfyri Tórshavnar kommunu, har 58.9 pct av fólkinum búgva er munurin nógv størri: 52.9 pct menn og 47.1 pct kvinnur.

Hóast næstan helvtin av fólkinum býr í Tórshavnar kommunu, er bara ein lítil partur (211) av samlaða kvinnutrotinum (1841) í Tórshavnar kommunu.

Sendingin lýsti tí helst væl, hví kvinnurnar rýma: Tær tíma ikki bygdalívið. Og so er ein partur av loysnini at minka kvinnutrotið helst: Føroyar skulu vera meira Tórshavn og minni útjaðari.

Tey flestu eru helst samd um hetta. Og kanska er tað tí, tey eru so ónøgd við sendingina. Ikki tí hon gevur eina skeiva mynd av Føroyum (tað ger hon), men tí tann myndin hon gevur av Føroyum er ikki tær Føroyar sum tey ynskja.

torsdag den 10. oktober 2013

Hallur av Rana áhugaverd tøl um føroyskan politikk

Hallur av Rana hevur viðgjørt føroysku politisku skipanina undir síni útbúgving, og setir málið um Skálafjarðartunnilin í størri samanhang -- við m.a. áhugaverdum hagtølum:
”Almenningurin hevur í júst hesum málinum fingið eina skakandi mynd av hvussu politikkur kann verða rikin handan afturlatnu dyrnar í Tinganesið.”
Hetta vóru ein av síðsti setningunum hjá journalistinum í sendingini : ”Skálafjarðatunnilin – kosta hvat tað kosta vil.” Well, at avgerðirnar um stórpolitisk mál verða tiknar aftanfyri afturlatnu dyrnar í Tinganesið er einki nýtt. Tað er okkara politiska siðvenja. Í so máta er Skálafjarðatunnilin einki eindømi og hendan samgongan førir faktiskt bara víðari tí siðvenju, ið hevur eyðkent politisku skipanina síðani 1995. Í samband við mína bacheloruppgávu síðsta vár, fann eg framm til at 66% av øllum uppskotum, síðani nýggja stýrisskipanarlógin var sett í gildið, verða løgd framm av landsstýrinum. 52% av hesum uppskotum verða samtykt uttan at løgtingið ger nakað broyting yvirhøvur. 39% av teimum verða samtykt, við onkrari broyting. Tað vil siga, at 91% av uppskotunum frá landsstýrinum verða samtykt, harav flestu teirra, verða samtykt soleiðis sum sitandi landsstýrið ynskir at tey skulla vera. Bara 1,3% av uppskotunum frá landsstýrinum verða feld. Fyri at illustrera hetta síðsta hagtalið eitt sindur betri, so eru tað einans 12 uppskotum sett framm av landsstýrinum síðsti 17 tingseturnar, ið eru feld av løgtinginum. Tað er ræðandi lítið. Eyðsýnt er tí, at tað er rættiliga ósannlíkt, at eitt uppskot frá landsstýrinum verður felt, óansæð hvat orðaskiftið í tinginum ella fjølmiðar, avdúka. Nevnast kann so eisini, at av feldum uppskotum eigur løgtingið 95,8%.
Legg til merkis viðvíkjandi hesum hagtølum, at tað er ikki samgongu, andstøða býtið, ið eg viðmerki, men valdsbýtið millum løgtingið, sum lóggevandi vald og landsstýrið, sum útinnandi vald. Tað er ikki at taka munnin ov fullan, um eg sigi at løgtingið hevur í praksis frásagt sær tað lóggevandi valdið og givið tað til landsstýrið. Tað hevur so ført við sær, at landsstýrisfólk og løgmann ikki kenna sær hógv, men oftani føra seg framm, sum tey hava óavmarka vald. Hetta er ikki bara galdandi fyri hesa samgonguna, men Skálafjarðatunnilin er eftir mínum tykki eitt dømi um hetta. Løgtingið og tann viðgerð, ið fer framm har, verður sostatt ikki nógv meira enn ein sjónleikur fyri almenninginum. Uttan at fara inn í eina teoretiskan frágreiðing, so er trupuleikin, at stýrisskipanarlógin er ein mótsigandi lóg, ið bæði mælir til eitt tríbýtið av valdinum, men eisini, við at innføra parlamentarismu, eina samanrenning av valdinum. Við øðrum orðum, stýrisskipanarlógin er ein stór andsøgn.
Tað er eftir mínum tykkið størsti trupuleikin við føroyskum politikki í dag, men tíverri ein støða, ið flest allir flokkar, tykjast at stuðla.

tirsdag den 8. oktober 2013

Fordømi, segði løgfrøðingurin!

Torkil V. Rasmussen blandar seg í kjakið um notatið hjá Sjúrði Rasmussen við einum sera áhugaverdum fordømi:
Fyrrverandi Hægstarættardómari og professor dr.jur. á KU Henrik Zahle sáli skrivaði í síni viðurkendu lærubók "Regering, Forvaltning og Dom á síðu 199:
"En særlig pligt til tilsyn og kontrol med ministrene påhviler Statsministeren. Opstår mistanke om ulovlige forhold, må den pågældendes minister afkræves en forklaring, og en undersøgelse eventuelt iværksættes. Under rigsretssagen 1909-10 mod (S.Berg og) J.C. Christensen blev det udtalt, at J.C. Christensen ikke havde handlet forsvarligt som konseilspræsident (nu: statsminister) ved at have undladt at anstille nærmere undersøgelser i anledning af de mod Alberti fremsatte beskyldninger for misbrug og vilkårlighed i embedsførselsen."
Í Føroyum átti løgmaður sostatt fyri langari tíð síðani sett ein óheftan kanningarstjóra at kanna málið um Eysturoyartunnilin til botns. Tað er fullkomiliga láturligt, at eftirlitsskylda løgmans sambært stýrisskipanarlógini verður niðurgjørd til tað, sum Sjúrður Rasmussen í síni "eftirlitsfrágreiðing" kallar eina størri ella minni óvissa forsøgn um eitt hypotetiskt rættarmál.

søndag den 29. september 2013

Reka borgarstjórar fólk av bygdini?

Kjak hevur tikið seg upp, hvør borgarstjóri á Sandi er raskastur at minka fólkatalið. Og sum henda mynd vísir, er gongdin ikki góð við fólkatalinum á Sandi, óansæð hvør er borgarstjóri:

Fólkatalið á Sandi. Kelda Hagstova Føroya (og her og her).
Beina strikan er linjurættur trendur 1985-2013. Gongdin er ikki linjurøtt, men strikan undirstrikar (tilætlað orðavæl) tað sum myndin annars vísir: hóast upp- og niðurgangstíðir, er gongdin mest niðureftir við fólkatalinum.

fredag den 20. september 2013

Trupulleikin er í Føroyum

Í kvøld visti Dagur og vika at siga (linkið er til alla sendingin), at
Føroyar eru tað landið í Europa, sum upp á seg fær størsta ískoyti til búskapin frá lønum vunnar uttanlands
Talan er um 850 mió kr árliga í síðstu uppgerð, ið svarar til 6.5 pct av BTÚ. Soleiðis sett fram í DV, ljóðar tað positivt við øllum hesum inntøkunum úr útlandinum.

Men tað hevði verið rættari at sett tað fram øvugt: at tá man dregur lønarinntøkur vunnar uttanlands frá, er 93.5 pct eftir av BTÚ í Føroyum, og hetta er tað lægsta í Europa.

Soleiðis! Hatta sigur eitt sindur betur, hvussu ringt skilið er í føroyska búskapinum.

torsdag den 12. september 2013

At gera veljarakanningar - hvat er endamálið?

Eg skrivaði hetta á facebook, eftir at ein komandi veljarakanning varð fráboðað:

Liljan heldur í útvarpinum í kvøld, at ein veljarakanning er serliga spennandi beint nú, tí nógv rumbul hevur verið í politikkinum.

Eg haldi hinvegin, at rokalig tíðarskeið eru tey ringastu til at gera veljarakanning. Heilt burturspilt, faktisk, tí úrslitið er ikki mynd uppá nakað sum helst annað enn -- rumbul.

Harvið ikki sagt, at tað ikki er spennandi. Tað er tað altíð.

lørdag den 31. august 2013

Skálafjarðartunnilsbúskapur

Fyrst er at staðfesta, at váðin fyri eina almenna loysn og privata er fullkomiliga ymiskur. Og samfelagið og ein fyritøka gera upp á hvør sín hátt, um íløgan loysir seg.

Ein almenn loysn kann vera búskaparliga skilagóð, hóast hon ikki er sjálvfíggjandi, eitt nú við bummgjaldi, tí hon skapar nógvar aðrar inntøkur, sum bara ikki kunnu krevjast beinleiðis inn. Og í síðsta enda kann vera ein øktur búskaparvøkstur, sum gjøgnum sama skattatrýst merkir, at landskassin fær meirinntøkur svarandi til ávísan part av vøkstrinum. So tunnilin gevur eisini inntøkur í landskassan, sum ikki eru bummgjald, og kann tí vera sjálvfíggjandi fyri landskassan, hóast eitt alment partafelag kanska ikki megnar at bera seg við bummgjaldi einans. Sum samferðsluútbygging skal tunnilin metast eftir samlaða ágóðanum, harav búskapar er ein partur.

Fyri eina privata fyritøku er verri, tá hon skal standa fyri at gera tunnilin, tí fyritøkan hevur einans eina inntøkukeldu: Bummgjald. Og hon hevur ikki somu møguleikar sum tað almenna at fáa aðrar inntøkur frá tunlinum. Harumframt er privata fyritøkan sera avmarkað og kann illa ávirka inntøkurnar tí har er bara bummgjaldið, so tað er prísurin sum avger næstan alt, og hann kann ikki bara hækkast, tí so minkar ferðslan.

torsdag den 29. august 2013

Kári hevði ikki heimild til CIP-avtalu

Ført verður fram, at tað var politiskt rumbul, sum var orsøkin til at avtalan við Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) skuldi aftur í Løgtingið, og ikki manglandi heimild. Í dag segði aðalstjórin í Innlendismálaráðnum eisini við útvarpið, at:
Tað var ikki neyðugt at fara aftur í tingið við Eysturoyartunlinum, tí landsstýrismaðurin hevði heimildina frammanundan
(Beint sum eg skrivi hetta síggi eg at aðalstjórin sigur tað sama í Degi og viku í kvøld.)

Hetta er eftir mínum tykki ein rættiliga løgin tulking.

torsdag den 22. august 2013

Skálafjarðartunnil nú!

Hví vilja Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi so fegin hava Sandoyartunnil?

Eg haldi andstøðan (minus tveir) skuldi staðið saman um skilabesta tunnilsuppskot á Tingi, tað hjá Framsókn.

Tólv atkvøður úr andstøðuni, ið bjóða seg til, tá eigur bera til at fáa fimm atkvøður úr samgonguni, ikki minst frá teimum í Eysturoy.

Tí so verður bummgjaldið bara ein triðing í mun til tað sum Kári Post hevur avtalað við CIP. Tað fer at gera mun hvønn einasta dag í 50 ár.

Ongar fiksar loysnir, takk!

Politikarar: Mest til fortreð! (samferðsluútgávan)

Norska NRK hevur gjørt samanbering av íløgum í veganetið í Noregi og í Svøríki:
Mens svenske veier scorer høyt på samfunnsøkonomisk lønnsomhet, er det motsatt for norske veiprosjekter.
Tey koma eisini fram til, hví tey gera skilabetri útbyggingar í Svøríki enn í Noregi:
Svenske politikere detaljstyrer mindre og overlater mer samferdselsplanlegging til fagfolk. Det har gitt langt mer lønnsomme prosjekter enn i Norge.
Derfor er svenske veier og jernbane mer lønnsomme enn norske.

Og í Føroyum? Jú ein postmaður sigur, at Landsverk dugir ikki. Skilið er har eftir!

onsdag den 21. august 2013

Lógin hjá Murphy -- um Skálafjarðartunnilin

Allir økonomar eru samdir við Johnny í Grótinum!

Tað finst mær vitandi ikki ein einasti nationaløkonomur, sum tekur undir við at gera Skálafjarðartunnilin í privatum felag -- bara út frá teimum upplýsingum sum eru almennir. Og so kemur alt tað loyniliga aftrat. Og tá tað er Copenhagen Infrastructure Partners, ið vil dylja, er lítið at ivast í, at sakin blívur bara enn meira greið, um alt kom fram.

(Undantøk kunnu vera teir økonomar, sum fáa pengar fyri at hava eina ávísa meining ... limirnir í Búskaparráðnum eru ikki undantak, tey tora bara ikki at siga sína meining.)

Nú skulu økonomar ikki bestemma, men tað burdi talt eitt sindur (og helst meira enn tað) at fakliga er eingin ivi yvirhøvur.

mandag den 19. august 2013

Meiningsleysa Búskaparráðið dumpar - fyri aðru ferð

Hetta er aðru ferð, almenningurin hoyrir frá hesum Búskaparráðnum (BR), og tey dumpaðu eisini seinast.

Eitt BR, sum ikki uppá standandi fót kann siga rættiliga nógv fornuftigt (og brúkiligt) um fyrimunir og vansar við at gera Skálafjarðartunnilin alment ella privat, men tvørturímóti sigur, at "so tekur tað mánaðir áðrenn vit kunnu koma við analysum" -- er ikki kompetent til sína uppgávu og eigur verða skift út.

Í samrøðu, sum in.fo hevur við formannin, kemur fram, at Búskaparráðið hevur ikki tíð at ráðgeva um búskapin, tí tað er upptikið -- av sær sjálvum:
Vit hava meira enn nokk at sæð til at reetablera ráðið aftaná at tað bleiv umskipað.
(Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum)

søndag den 18. august 2013

Tvey finansgeni hittast

Tá forhandlast skal við slíkar typur, ið niðri í Danmark hava verið skírdir guldfuglene fra DONG, ikki minst, tí teir duga at skava til sín sjálvs, er av avgerandi týdningi, at Føroyar eru væl umboðaðar.

Kári Post og hansara fólk hava forhandlað, og har kann man hava síni ivamál, um vandi ikki er fyri, at Føroyar verða snýttar, men til alla lukku, er backup í Løgtinginum, tí har hava Føroyar ongan verri enn Reimund Langgaard, sum er limur í Rættarnevndini. Her kemur hann út av fundi við Rúna Bro Róin frá CIP:

Finansgeni hittast! Rúni Bro Róin og Reimund Langgaard á veg
út av rættarnevndarfundi. Dagur og vika 16. august 2013.

tirsdag den 13. august 2013

Sandoyingar duga at velja sær umboð (2)

Í juli 2007 hitti eg av tilvild Gerhard Lognberg í Steinatúni, beint út fyri handilin hjá Guðrun & Guðrun, hesa tíðina var ávíst undirsjóvartunnilskjak í Føroyum, og vit fingu eitt prát.

Eg gav Gerhardi mína meining, sum var meira ein meting, at tað var órealistiskt at vænta, at landskassin fór at fíggja ein undirsjóvartunnil til Sandoynna. Henda meting var also enntá áðrenn nøkur kreppa rakti búskapin. Men eg metti, at politiskt fór tað ikki at vera møguligt, og eg mælti honum til -- um hann vildi hava slíkan tunnil -- at arbeiða fyri, at Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin vórðu gjørdir av einum og sama almenna partafelagi.

lørdag den 10. august 2013

Gerhard í hopla

Útvarpið hevði í kvøld samrøðu við Gerhard Lognberg úr Javnfl, eftir at in.fo í gjár skrivaði um Stórvask í Javnaðarflokkinum. Yvirskriftin um stórvask var grundað á samrøðu við floksformannin, Aksel V. Johannesen, har Aksel segði seg vænta og vóna, at Javnfl stóð saman um at Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin skulu gerast av tí almenna. Yvirskriftin var misvísandi, men hetta var ein góður møguleiki hjá sandoyartingmanninum.

So nú er Gerhard ordiliga í hopla: Málið er farið seg at snúgva seg um Gerhard í staðin fyri at snúgva seg um, hvussu ein undirsjóvartunnil til Sandoyar kann fíggjast.

fredag den 9. august 2013

Sandoyingar duga at velja sær umboð

Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen hava eitt tunnilsuppskot sum gongur út uppá, at landið setir 500 mió kr av til Sandoyartunnil, umframt at avlop frá Skálafjarðartunlinum skal fíggja restina.

Bjørt Samuelsen og Aksel Johannesen hava eitt tunnilsuppskot á Løgtingi sum gongur út uppá, at landið setir 572 mió kr av til Sandoyartunnil, umframt at avlop frá Skálafjarðartunlinum skal fíggja restina.

Kaj Leo og Kári Post keypa atkvøðuna hjá Gerhard Lognberg til ein Skálafjarðartunnil, har avlopið fer til eitt privat felag, við at flyta 160 mió kr úr einum grunni í ein annan grunn. Tá fíggjarlógin skal gerast í heyst, mangla hesar milliónir, so tá er gott, at milliónirnar enn standa í grunni.

Tað er gott hjá sandoyingum, at tey hava valt sær so góð umboð at stríðast fyri oynni.

Stórkapitalurin vs Føroya fólk, (sætta grein í røðini)

Framhald frá í gjár!

Innlendismálaráðið noktar innlit í fakligu viðmerkingarnar til lógaruppskotið um Skálafjarðartunnil. Tey siga, at viðmerkingarnar hjá Løgdeildini eru innanhýsis viðmerkingar.

Nú liggur Løgdeildin "av tilvild" í Innlendismálaráðnum, tvs. at onnur aðalráð kunnu ikki brúka somu grundgeving til at dylja sítt illa luktandi arbeiði. Eg haldi ikki, Innlendismálaráðið skal hava slíkan framíhjárætt.

Les eisini Sosialin í kvøld, sum skrivar meira um málið.

Síðsta: Fíggjarmálaráðið hevur givið innlit (við avmarkingum) í sítt upprit. Meira kemur...

Ræðist samgongan váða ella vitan?

Innlendismálaráðið krógvar, hvat Løgdeildin heldur um loyniliga sáttmálan við danska pensjónsgrunnin.

Rættarnevndin hevur ikki innkallað Búskaparráð ella nakran frá niðurlagda Landsbankanum at meta um ávirkan á kredittvirðið hjá Føroyum av privatum ella almennum Skálafjarðartunli.

Løgfrøðin og búskaparfrøðin verða hildin uttanfyri. Og so siga samgongufólk, at stórur váði er við verkætlanini. Eg meini tað!

torsdag den 8. august 2013

Hvat krógvar Innlendismálaráðið?

Innlendismálaráðið skrivar í maili í gjárkvøldi:
Hr. Flóvin Eidesgaard
Innlendismálaráðið hevur móttikið umbön tygara dagfest 6. august 2013 um alment innlit í viðmerkingar hjá Lögdeildeini í Innlendismálaráðnum um broyting í lögtingslóg um einkarætt at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjörð og Tangafjörð. Eisini biðja tygum um innlit í tað, sum Lögdeildin hevur skrivað um avtalu um tunnilsverkætlan.
Viðmerkingar frá deildini eru innanhýsis metingar og íkast til arbeiðið við lógaruppskoti v.m., og eru tí at meta sum innanhýsis skjöl. Sambært § 7, nr. 1) í lögtingslóg um innlit í fyrisitingina, fevnir rætturin til skjalainnlit ikki um innanhýsis skjöl.
Innlendismálaráðið metir at, talan er um viðmerkingar, sum bert hava verið ætlaðar til innanhýsis nýtslu, og sum hava verið umhugsaðar, tá lógaruppskotið bleiv greitt úr hondum.
Tískil verður umbön tygara um innlit ikki gingin á möti.
Vegna Innlendismálaráðið
Kaj Johannessen
fulltrúi

onsdag den 7. august 2013

Ein dýrur tunnil

Góðu løgtingfólk,

Tak mær tað ikki illani upp, men trupulleikin við tykkum er ofta, at tit hugsa um landskassan, sum var talan um eina privata fyritøku. Tí var alt kjakið í Løgtinginum í gjár um spurningin, um verkætlanin Skálafjarðartunnil fer at loysa seg ella ei sum vinnulig íløga: Fer privata felagið at tjena pengar ella ei, og kann landskassin missa pengar ella ei.

Men tað almenna hevur ikki til uppgávu at tjena pengar, men at taka sær av uppgávum, sum tryggja teimum sum virka á marknaðinum fortreytir, so vit fáa ein sterkari búskap.

lørdag den 20. juli 2013

Viðhvørt er dýrt at sleppa undan váða

Tey sum argumentera fyri at gera avtalu við eitt privat felag um Skálafjarðartunnilin, við at vísa á at váði er við verkætlanini, burdu brúkt eitt sindur av simplari høvuðrokning.

Tunnilin er mettur at kosta umleið 1.1 mia kr. Men púra rætt, ein ávísur váði er, og um illa vil til kemur tunnilin kanska at kosta 1.5 mia kr.

Landsstýrið ætlar at sleppa undan hesum váða, og vil tí heldur rinda góðar 3 mia kr fyri tunnilin.

Hetta gevur ikki meining nakrastaðni í verðini -- uttan í føroysku politisku skipanini.

fredag den 12. juli 2013

Kári P Højgaard fer at privatisera Føroya Tele

Ímyndið tykkum, at landið privatiserar Føroya Tele. Víst verður á, at Vodafone tryggjar, at kapping er, so talan verður ikki um eitt nýtt privat monopol.

Í sambandi við privatiseringina lovar landsstýrið so teimum, sum keypa fyritøkuna, at landið skal veita teimum endurgjald, um tað koma nýggjar telefyritøkur aftrat í Føroyum næstu 50 árini ið koma at kappast við Føroya Tele.

Heldur tú hetta ljóðar ørt, so er tað ikki tær, nakað er galið við. Tí tað er ørt! Men tað kundi hent, um Innlendismálaráðið hevði ábyrgdina av tele-økinum.

onsdag den 10. juli 2013

Skálafjarðartunnilin - ikki ein simpul privatisering

Er eingin anstendigheit í Kára P Højgaard?

Kann Løgtingið - sum Kári P Højgaard ætlar - binda komandi løgting soleiðis, at skattir og avgjøld ikki kunnu broytast? Um Løgtingið kann áseta, at eitt ávíst privat felag skal hava endurgjald fyri avgjaldsbroytingar, so kann Løgtingið eisini áseta, at øll feløg og allir einstaklingar skulu hava endurgjald - tvs. at skattir og avgjøld aldrin kunnu broytast.

Slíkar avmarkingar kunnu kanska ljóða sum søtur musikkur fyri skattgjaldarar, men konsekvensirnir av slíkum bindingum eru, at landið ikki kann stýrast í framtíðini.

Verður hetta samtykt er at vóna, at tey sum atkvøða ímóti gera greitt, at tey ikki kenna seg bundin av slíkum bindingum. So kann man kanska vóna, at privata felagið fær kaldar føtur. Politiski meirilutin kennir sær ongantíð hógv. Tað manglar simpulthen demokratiskt uppdragilsi í skipanini.

fredag den 14. juni 2013

Hægri tilfeingisgjald skapar búskaparvøkstur

Sambært Dimmalætting, arbeiðir landsstýrið við at finna fígging til enn eina lækking av persónsinntøkuskattinum. Hetta er sera skilagott. Og at næsti skattalættin skal fíggjast er eisini eitt framstig.

Her er vert at hava í huga íslendska kjakið. Sambært íslendskum miðlum sigur Jón Steinsson, búskaparfrøðingur á Columbia University í New York í viðmerking til ætlanina hjá nýggju íslendsku stjórnini at lækka tilfeingisgjaldið hjá fiskivinnuni:
Ef takmarkið er að auka hagvöxt þá væri miklu betra að lækka tekjuskattinn eða virðisaukaskattinn heldur en að lækka veiðileyfagjaldið. Í rauninni ættu þeir að ganga lengra og hækka veiðigjaldið og svo gætu þeir lækkað hina skattana meira. Það myndi auka hagvöxt í landinu.

mandag den 10. juni 2013

Í Føroyum spælir eisini landbúnaðurin at tað er vinna

Mjólkaprísurin hækkar og landbúnaðurin fiskar eftir at fáa skattaborgarar at forera teimum nýtt kapitalapparat.

Nógv tekin eru um, at føroyskur landbúnaður nyttar einki sum vinna. Og nú er eisini staðfest av grannskoðaravirki, at mjólkaframleiðsla lønar seg ikki í Føroyum, hóast tað skal vera høvuðsvirksemi hjá føroyskum landbúnaði. Um vinnan ikki sjálv kann gera nakað við tað, við umleggingum ella effektiviseringum, so er tíð at gevast.

Samstundis vita vit um eitt ágrýtið par, sum hevur funnið okkurt skilagott at brúka eitt av festunum, Fámará, til. Men tey skulu nú blakast út!

Hetta virkar eitt sindur øvugt. Um føroyska landbúnaðarjørðin kann brúkast til okkurt gagnligt, so eigur tað at verða gjørt heldur enn at halda fast í undirskotsgevandi virksemi við skattafíggjaðum almennum stuðli og protektionismu.

onsdag den 29. maj 2013

Søgan endurtekur seg, tá man ikki lærir av henni

Sum miðlarnir skrivað, so tykist danska búskaparráðið at vera vaknað!

Í 1930-unum, tá búskapurin var í djúpari og drúgvari kreppu, vóru eisini nógv -- mest politikarar, men teir finna altíð onkran økonom sum kann brúkast -- sum tosaðu um, at kreppan er neyðug og gagnlig (ja tavaden, tað siga tey eisini í dag), og ongar "kunstigar" loysnir skulu til. Nei, tað skal ganga sína natúrligu gongd, siga tey.

torsdag den 23. maj 2013

Um hvussu øll kunnu fara illa av at onkur fer ov væl

Fareed Zakaria skrivar í Washington Post um korruptión:
Amerikanska skattalógin er kjarnan av eini skipan av stovnsettari, lógligari korruptión. Skattaásetingarnar eru so umfatandi, tí fyritøkur, vinnugreinar og lobby-bólkar fáa serligar fyrimunir afturfyri stuðul til politikarar og valstríð, ein pengar-fyri-tænastur skipan, ið Washington hevði vrakað sum korruptan vina- og kenningapolitikkur um tað var í einum landi í triðja heiminum. (mín týðing)
(upprunaliga citatið: The U.S. tax code is at the heart of a system of institutionalized, legal corruption. The code is so vast because companies, industries and lobbying groups receive special preferences in return for campaign contributions, a cash-for-favors scheme that Washington would denounce as crony capitalism in any Third World country.)

mandag den 13. maj 2013

Sparipolitikkurin virkar ikki eftir ætlan

Alt fleiri vísa á at sparipolitikkurin virkar ikki. Eg skrivaði fyri fáum døgum síðani her á blogginum:
Eisini allir búskaparfrøðingarnir, sum stuðlaðu sparipolitikkinum hjá konservativu stjórnini í Bretlandi, hava hálsað um (siga nú tað øvugta, ella vilja einki siga).
Eg vísti á tað sama fyri trýkvart ári síðani.

Bretska stjórnin heldur kortini fram við niðurskerjingarpolitikkinum, men nú við nýggjum -- rættiliga margháttligum --grundgevingum.

onsdag den 8. maj 2013

Fíggjarkarmar 2012 og 2013

Fíggjarkarmarnir 2012, síða 2: Makrelsamgongan vildi kompensera fyri lønar- og prísvøkstur:


Fíggjarkarmarnir 2013, síða 3: ABDH-samgongan vildi brúka plenuklippara við ikki at kompensera:


Samgongan er farin at verja seg við at vísa til nøkur tøl frá 2011 sum vóru ásett fyri 2014. Trupulleikar á eldraøkinum í 2013 hava so einki at gera við ætlaðar játtanir í 2011 fyri 2014.

tirsdag den 7. maj 2013

Markleysur fantasiur at verja tað skeiva

Stórt sæð allir búskaparfrøðingar hava eftirhondini ásannað, at sparipolitikkur er ikki loysnin uppá búskaparkreppuna, sum jú hongur neyvt saman við at nýtslan og íløguhugurin eru nógv lægri enn miðal. Nýtslan er lægri, partvís av neyð, men eisini av ótta. Íløgur eru lægri, tí tær bíða eftir nýtsluni. Tá støðan í búskapinum er soleiðis, gera almennar sparingar ilt verri.

Tann gransking, sum hevur stuðlað sparipolitikkinum, hevur víst seg at vera sjusk -- og á markinum til fusk. Serliga hava tvey tveymanslið av búskaparfrøðingum fingið umrøðu:
  • Alesina og Ardagna, ið vildu vera við, at skattabroytingar hava størri multiplikatorar enn almennar útreiðslur. Tað vildi merkt, at almennar sparingar samstundis sum skattalættar verða framdir, vilja virka stimbrandi uppá búskapin, og tað gongur beint ímóti tí, búskaparfrøðin nevnir The Balanced Budget Multiplier. Hetta er seinni afturvíst av IMF, í tí frágreiðing sum eg umrøddi her.
  • Reinhart og Rogoff, ið vildu vera við, at tá skuldin hjá tí almenna fer upp um 90 pct av BTÚ, heldur búskaparvøksturin uppat. Hetta kann man nevna formaliserað skuldarfelluhysterí, men statistiska analysan var als ikki so greið, men kortini yvirseldu tey síni úrslit uppá tað grovasta og fingu góða undirtøku frá øllum teimum, sum fegin vildu trúgva tí, tí tað kundi brúkast politiskt. (Sí samanklipp her.) Nógvir økonomar vóru alla tíðina skeptiskir, men ikki fyrr enn nýliga, tá ein lesandi skuldi endurgera útrokningarnar, men ikki fekk tað at stemma, og tí bað um at fáa datasettið frá RR, kom fram, at RR høvdu bæði manipulerað við data og "gloymt" at taka alt við.

Hví skulu politikarar viðgera søgulig rættindi?

Natúran hevur einki sum eitur "søgulig rættindi": Tá fiskurin hvørvur eru søgulig rættindi einki verd.

Marknaðurin hevur einki sum eitur "søgulig rættindi": Er tú ikki framhaldandi kappingarførur, so verður tú útkonkurreraður, óansæð hvussu raskur og dugnaligur tú var síðsta ár.

Fiskatilfeingið er "fólksins ogn". Hví skulu politikarar viðgera "søgulig rættindi"?

mandag den 6. maj 2013

Modigliani-Miller theoremið og megabankar

Vit hoyra alla tíðina bankafólk, ofta stjórarnar sjálvar, føra fram, at økt krøv til bankarnar merkir øktur kostnaður, og at rokningin verður send til kundarnar. Men heldur pástandurin?

Modigliani-Miller theoremið, ið er pensum í øllum grundleggjandi fakum í finansieringsteori á universitetinum, verður lýst soleiðis á wikipedia:
The Modigliani–Miller theorem (the capital structure irrelevance principle) states that, under a certain market price process (the classical random walk), in the absence of taxes, bankruptcy costs, agency costs, and asymmetric information, and in an efficient market, the value of a firm is unaffected by how that firm is financed. It does not matter if the firm's capital is raised by issuing stock or selling debt.

Hetta er eitt rættiliga vigtugt theorem fyri finansieringsteori, og Simon Johnson vísir á, at hetta theorem hevur eisini relevans fyri kjakið um megabankar og too-big-to fail problematikkin. Hann skrivar á blogginum economix um megabankar:
Professors Modigliani and Miller made an important point — an increase in leverage, by itself (i.e., more debt relative to equity in the funding of a firm) does not create value. Banks, however, love leverage more than other companies because it allows them to exploit guarantees and subsidies from taxpayers.The heart of today’s economic argument is much more about the nature of the subsidies provided to very large financial institutions and how these distort incentives. The people running these companies are encouraged to take on more debt because this allows them to get more of the upside when things go well, while the downside is someone else’s problem.

Eisini Raghuram Rajan brúkar Modigliani-Miller theoremið til at vísa á, at øktur váði hjá bankunum, tá alt er tikið við, ikki gevur bíligari fígging -- og øvugt:
According to the Modigliani-Miller theorem, the mix of debt and equity that it uses to finance its assets does not alter its average cost of financing. Use more “cheap” debt, and equity becomes riskier and costlier, keeping overall financing costs the same. Use more equity, and equity becomes less leveraged and less risky, which causes investors to demand lower returns to hold it, and again the overall financing cost remains the same. Put differently, given a set of cash flows from a bank’s assets, the bank’s value is not affected by how those cash flows are distributed among investors, so more leverage does not reduce the bank’s cost of funding.

Bókin "The Bankers' New Clothes -- What's Wrong with Banking and What to Do About It" sær út til at vera ein bók, man burdi lisið.

onsdag den 1. maj 2013

Problemið er ikki kappingaravlaging, men Kringvarpið er farið av lagi

Gunvør Balle (Tjóðv.) skjýtir við síðuna av. Og tað er heldur ikki í lagi at bera í bøtuflaka, sum hon ger, tá hon skrivar:
Kringarpið er hart spert fíggjarliga og roynir tí allar kreativar loysnir til at skaffa inntøkur til stovnin. Tað er væl skilligt, men tað kann als ikki góðtakast, at almenni kringvarps- stovnurin fer beint inn og kappast um somu inntøkur, sum privatu miðlarnir skulu liva av.

NEI, NEI og NEI!!!

mandag den 29. april 2013

Búskaparfrøðiligur nørdahumor

Eg brúkti m.a. gransking hjá Daron Acemoglu sum keldu í grein um kostnaðin fyri samfelagið og vandan av kradding. Acemoglu er ein ógvuliga produktivur granskari, og er avgjørt ein av teimum mest viðurkendu í sínum ættarliði. Tað er nokk uppá tíðina, men nú er komin ein síða honum til heiðurs (nørdasligur humor, sum krevur búskaparfrøðiligt innlit at skilja).

tirsdag den 23. april 2013

Skeivur politikkur hevur skaðiliga ávirkan

Síðstu búskapartølini staðfesta tað, sum fleiri onnur búskapartøl hava givið varhugan av seinastu mánaðirnar: Skeivi politikkurin rakar nú eisini tey londini, sum skuldu verið væl fyri!

Serliga Týskland hevur -- gjøgnum ES -- lagt trýst á suðureuropeisku londini at spara og skerja, hóast búskapurin er í lágkonjunkturi. Men nú rakar kreppan eisini Týskland.

At brúka orðini tragikomiskt er óhóskandi um nakað sum hevur so syrgiligar avleiðingar fyri miljónir av fólkum, so vit halda okkum til at siga, at timingin er tragisk. Tí hetta hendir fáar dagar eftir at tað er komið fram, at einastu og seinastu seriøsu økonomarnir sum talaðu fyri sparipolitikki høvdu gjørt fleiri grovar feilir í síni gransking (meira um tað ein av komandi døgunum). Nú er eingin seriøsur økonomur longur sum stuðlar sparipolitikki í hesi kreppu.

mandag den 8. april 2013

Dumpikarakter til fólkavakstrarbólkin

Hetta er púra óskiljandi!

Eg síggi akkra Dag og viku frá í kvøld, og har avdúkar forkvinnan í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álit um fólkavøkstur (beinleiðis til frágreiðing í pdf), at man hevur valt frá at taka javnseting av øllum borgarum við í fólkavakstrarætlanina, hóast fleiri sum vendu sær til bólkin mæltu til tað. Ikki tí tað ikki hevur týdning, men tí politikarar eru ikki samdir um tað.

At kalla ætlanina eina heildarætlan (fyri at siga, at átøkini skulu samanlagt síggjast sum ein heild, og ikki eitt idekatalog til politikarar at velja og vraka úr) tá man sjálvur - av taktiskum orsøkum - hevur pilkað eitt upplagt átak burturúr, kann illa kallast annað enn intellektuelt óerligt.

Á enskum brúkar man orðið "character" um m.a. integritet. Henda prioritering (sum er eitt frával) hjá arbeiðsbólkinum (sum letur seg kúga) er til dumpikarakter - ella í hesum føri dumpaður integritetur.

Eg var annars so positivur fyrr í dag. Ikki tí øll nú skulu vera positiv, men tí eg hevði lisið álitið og helt, tað var eitt rímiliga væl frágingið arbeiði.

torsdag den 4. april 2013

Spennandi kjak, men skeivur spurningur

Spennandi kjak í útvarpinum í annaðkvøld: Er kósin tann rætta?

Trupulleikin er bara, at tey seta framvegis skeivar spurningar í útvarpinum, tí tey góðtaka premissurnar hjá samgonguni:
Í annaðkvøld spyr Kringvarpið hvussu málið um at hallið skal verða burtur í 2016 skal uppfyllast.

tirsdag den 2. april 2013

Fíggjarmálaráðið skilir fiskivinnu betur enn løgmaður og Fiskimálaráðið

Úr búskaparfrágreiðingini til fíggjarkarmarnar fyri 2014:
Fyri at fáa eina góða og produktiva fiskivinnu, mugu tvær fyritreytir vera til staðar. Fyri tað fyrsta, má veiðan vera lívfrøðiliga burðardygg. Tað vil siga, at veiðutrýstið má ikki støðugt vera ov høgt (ella ov lágt). Fyri tað næsta, má samlaða arbeiðsmegin og samlaði kapitalurin í vinnuni vera búskaparliga hóskandi í mun til virðið á veiðuni, soleiðis at samlaða avlopið altíð verður sum mest.
(...) Tann næsta fyritreytin krevur, at ein marknaðarbúskapur er til staðar inni í fiskivinnuni, sum tryggjar eina hóskandi frágongd av kapitali og arbeiðsmegi, so hvørt sum tøkniliga menningin ger fiskiveiðuna meira effektiva.

Og so er tað man má spyrja, um Kaj Leo hesur lisið hatta? Og sjálvt um tað er forklárað má man spyrja, um hann skilir, hvat tað merkir? Tí hann tosar bara um MEIRA kapital til fiskivinnuna.

Og Fiskimálaráðið má lesa og læra. Eg veit ikki, hvørjum tey hava skil fyri, um nøkrum, men fiskivinnu er tað so í hvussu er ikki.

lørdag den 30. marts 2013

Mutur - eisini á Cypern

Við týsku Spiegel sum keldu veit Vágaportalurin at siga, at høvuðsvinnan á Cypern, bankavinnan, hevur mutrað politikarar á miðjarðarhavsoynni:


Enn eitt land, har høvuðsvinnan hevur mutrað politisku leiðsluna so stýrt verður til frama fyri tey sum virka í høvuðsvinnuni.

Hetta er sæð so nógva staðni fyrr. Grannalandið Ísland er eitt annað dømi, sum er avdúkað av kanningarnevnd sum síðani skrædlið hevur kortlagt hvussu bankarnir har fíggjaðu valstríð og annað hjá vinunum í politisku skipanini.

Tíverri kemur hetta sjáldan fram fyrr enn kraddingin og korrupti politikkurin hava koyrt landið av knóranum.

Um korruptión og nepotismu

Føroya Arbeiðsgevarafelag óttast avleiðingarnar fyri alivinnuna av at Føroyar ganga egnar leiðir viðvíkjandi uppisjóvarkvotum.

Kanska skal alivinnan bjóða onkrum í familjuni hjá Jacob Vestergaard eitt yvirbetalt jobb.

Annars er Fyrisitingarlógin áhugaverd (grein 3):

§ 3. Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur um so er, at (...)
2) hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga

Kann ein landsstýrismaður í fiskimálum deila ókeypis kvotur út, um onkur í familjuni, t.d. ein sonur, hevur kjans við einum av størstu reiðaríunum í landinum? Nær hevur ein landsstýrismaður ov nógv privatøkonomisk áhugamál í fiskivinnuni og verður ógegnigur?

Johan Dahl vil ikki hava bíligari ferðaseðlar

Føroyingar ynskja sær bíligari flogferðaseðlar út í heim, veit útvarpið at siga.

Og møguleikarnir fyri kapping eru nú betri enn nakrantíð, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn, við útvarpið.

Eitt útlendskt flogfelag hevur eisini víst áhuga fyri at flúgva til Føroya og taka kappingina upp. Men Johan Dahl, vinnumálaráðharri, er bangin fyri bíligum prísum:
Tað sigur seg sjálvt, also, ein og hvør kann rokna tað út, at visse man letur eitt flogfelag flúgva tveir tríggjar mánaðir um árið við sera lágum prísum, so er tað klárt tað at tað kemur at ganga út yvir fíggjarligu støðuna hjá Atlantic Airways

Tá ein politikari sigur okkurt sum er illgrunasamt løgið, kann man lættliga fáa løgnar illgrunar. Hvat fáa Johan Dahl og hansara familja frá Atlantic Airways?

tirsdag den 26. marts 2013

Porno er fiktión, Bill!

Í DV-kjaki í Kringvarpinum í kvøld um dagstovnar skulu hava lov at lata børn síggja eina bók, ið vísir dømi um ymiskar familjur, sum børn vaksa upp í, førdi Bill Justinussen fram, at tað er ikki alt sum børn tola at síggja, og okkurt, sum foreldrini vilja verja tey frá.

Men so var tað løgið at taka fiktión fram sum dømi um slíkt:


Kann onkur ikki fortelja fyri Bill, at porno er ikki veruleiki. Tað er synd fyri hann, um hann ikki veit betur.

torsdag den 21. marts 2013

Búskaparráðið dumpaði

Okkurt er í lagi, tey siga í síni fráboðan (í pdf her), m.a. at útreiðslutálmandi politikkur sjálvsagt tálmar búskaparvøkstrinum og harvið almennu inntøkunum, soleiðis at ikki er vist at almennar sparingar minka hallið, men at Búskaparráðið brúkar sama bókhalda-tilgongd til, hvussu tilfeingisvinnur skulu avrokna við samfelagið ger, at Búskaparráðið dumpar.

Eg veit ikki, um Búskaparráðið bara góðtekur at politisk mótstøða er ímóti, at fiskivinnan skal virka á marknaðargrundarlagi, men eftir tekstinum at døma er tað ikki tað sum er problemið, men at nýggja Búskaparráðið heldur ikki skilir, at fiskivinnupolitikkurin hevur avgerandi týdning fyri produktivitetsvøksturin í fiskivinnuni.

fredag den 15. marts 2013

Fyrisitingarsjusk - lógarsjusk - fyristingarsjusk

Løgtingið fer at samtykkja, at -- sum tað stendur í viðmerkingunum til Llóg 145/2012:
Landsstýrismaðurin kann einans veita undantak í heilt serligum førum, har kommunan týðiliga hevur víst á tær neiligu avleiðingar, ið ein longri viðgerð av broytingaruppskotinum kann hava við sær, og har 10-tals milliónir standa upp á spæl tá viðvíkur lønar- og skattainntøkur.

Sum fleiri hava víst á: Um einki undantak verður givið til at framskunda útbyggingina hjá Varðanum Pelagic, so verður meira arbeiði, tí fiskur skal flytast aftur og fram til aðrar goymslur. Meira arbeiði merkir meira lønar- og skattainntøkur.

Tað merkir væl eisini, at Kári P Højgaard fær trupult at brúka hasa lógina at geva VP undantaksloyvi.

Hetta byrjaði sum fyristingarsjusk hjá Tvøroyrar kommunu.

Nú fremja tey nokk lógarsjusk í løgtinginum.

Og so endar tað nokk eisini við fyrisitingarsjuski hjá Kára P. Højgaard. Tí loyvi verður givið, hevur Kári longu sagt.

lørdag den 9. marts 2013

Lærer vi ikke af historien?

I 1933 skriver John M. Keynes i åbent brev til præsident Franklin D. Roosevelt ("With great respect, your obedient servant") om den dobbelte udfordring i på kort sigt at vende økonomien fra nedtur til vækst og beskæftigelse, og at gennemføre tiltrængte socialpolitiske og erhvervspolitiske reformer:
You are engaged on a double task, Recovery and Reform;--recovery from the slump and the passage of those business and social reforms which are long overdue. For the first, speed and quick results are essential. The second may be urgent too; but haste will be injurious, and wisdom of long-range purpose is more necessary than immediate achievement. It will be through  raising high the prestige of your administration by success in short-range Recovery, that you will have the driving force to accomplish long-range Reform. On the other hand, even wise and necessary Reform may, in some respects, impede and complicate Recovery. For it will upset the confidence of the business world and weaken their existing motives to action, before you have had time to put other motives in their place. It may over-task your bureaucratic machine, which the traditional individualism of the United States and the old "spoils system" have left none too strong. And it will confuse the thought and aim of yourself and your administration by giving you too much to think about all at once.

onsdag den 6. marts 2013

Stiglitz: Kreppan er nokk so óneyðug

Ein av fremstu búskaparfrøðingum í verðini, Joseph Stiglitz, vísir (í mai 2012) á, at eingin realbúskaparlig orsøk er til, at búskapurin skal framhaldandi vera er í kreppu:
Gone through the crisis... we should realize that the resources in our economy, in the United States, in Europe, today is the same as it was five years ago. We have the same human capital, the same physical capital, the same natural capital, the same knowledge... We have the same creativity that has led to the unprecedented increases in standard of living that the world has never seen before. So, we have all these strengths, they haven't disappeared. What has happened is, we're having a fight over claims, claims to resources. We've created more liabilities... but these are just paper. Liabilities are claims on these resources. But the resources are there. And the fight over the claims is interfering with our use of the resources. So, the point is the following: we should recognize that if we could only get our resources back to work, we ought to be back to prosperity. In fact, we ought to have more prosperity than we had before, because before our economy was distorted... by a bubble in the United States, by a financial sector that was overbloated... We had a distorted economy. So, today if we could only get our resources back to work in ways that enhance the well-being, to use the creativity of the citizens of Europe and America then we will have unprecedented prosperity.


fredag den 1. marts 2013

Keikantskravið og principploysi

Keikantskravið var einaferð eitt principp. Tað kann man hava sína meining um, men er ikki spurningurin, sum skal viðgerast her, men tilvildarligi vinnupolitikkurin, sum serliga er galdandi fyri fiskivinnuna.

Uppisjóvarveiða tjenar nógvar pengar, so har skal keikantskravið standa, og stuðlast við einum avreiðingargjaldi fyri tey, ið ikki brúka føroyskan keikant.

Men botnfiskaveiða tjenar for litið av pengum, so landsstýrismaðurin vil sleppa teimum undan keikantskravinum, sum annars hevur verið galdandi. Hesum mótmælir Samtak nú, tí tað kann kosta arbeiðspláss á landi.

mandag den 25. februar 2013

Miðflokkurin reypar av veljarakanning

Miðflokkurin sær positivt uppá veljarakanningina, sum annars er vánalig fyri samgonguna:
Sambært seinastu veljarakanning, ið kann lesast í Dimmu í dag, hevði Miðflokkurin fari fram við 0,6% um val var í dag. Miðflokkurin er einasti samgonguflokkur við framgongd og einasti av teimum trimum smærri flokkunum við framgongd.
Kelda: facebook-veggurin hjá Miðflokkinum.


Tjóðveldi vil jú ikki vera verri, so tey skriva skjótt á sínum facebook-veggi:
Sambært seinastu veljarakanning, ið kann lesast í Dimmu í dag, hevði Tjóðveldi fingið 22 prosent av atkvøðunum, um val var í dag. Hetta er ein framgongd í mun til síðsta val uppá heili 3.7 prosentstig. E er eisini einasta sjálvljóð, ið stendur til at fáa framgongd.

Nýggj veljarakanning - ógreitt úrslit

Í Dimmu í kvøld verður skrivað um nýggja veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri blaðið. Yvirskriftin á forsíðuni er, at samgongan missur meirilutan. Tí samgongan gongur aftur. Ella báði og:

Klipt úr Dimmalætting 25. februar 2013

Sveinur Tróndarson stendur aftanfyri hesa nýskapandi analysuna.

onsdag den 20. februar 2013

Kjak í Klaksvík: Toppfundur á Torradøgum

Norðlýsið hevur hitað upp gjøgnum dagin. Og Kringvarpið sendi í útvarpinum frá fundinum. Tað var toppfundur, skrivar Norðlýsið. Og lív var í. Og Heini O. Heinesen í øðini.

Jón Brian í Miðlahúsinum og Óluva í Kringvarpinum stýrdu kjakinum. Tey høvdu býtt kjakið upp í fýra høvuðsspurningar.

Her varð lurtað. Og viðmerkt á facebook so hvørt, tað kemur her fyrst:


Fyrsti spurningur er, um loyvini skulu hava tíðaravmarking.

Eg haldi nei. Óendalig loyvi er tað rætta.

mandag den 18. februar 2013

Byrdestop, kovendinger og jobskabelse

Byrdestop? Mest tåbelige ord i den økonomiske debat i lang tid. Og skaber ingen jobs.

Det er ikke i det gamle erhvervsliv (som klager over byrder), at der skabes job. Det gamle erhvervsliv er i hård konkurrence, og derfor bliver der ikke skabt mange jobs her.

Det er i nye virksomheder i nye brancher, at der skabes jobs. Især indtil disse virksomhederne får konkurrence.

lørdag den 16. februar 2013

Um trý uppsløg á facebook

Fyrst í árinum slóg ein vinkona hesa myndina á veggin hjá mær á facebook

No Hope For Human Race
og spurdi:
Kennir tú teg aftur? >:)
(Eg skilji ikki hasi teknini aftaná spurnartekin, men tey vóru við uppslagnum.)

Stutt um timing av sparingum

Fíggjarmálaráðið fyrireikar fíggjarkarmar fyri 2014.

Jørgen Niclasen sigur við útvarpið:
málið hjá landsstýrinum er framvegis, at javnvág ella eitt lítið avlop skal vera í fíggjarlógini fyri 2016. Og tað er framvegis ein stór avbjóðing
(...) Lata vit bara standa til, verður hallið í fíggjarlógini okkurt um 200 milliónir krónur um árið øll árini, 

Føroyski búskapurin er 13 mia kr. Um búskapurin veksur bara 5 pct um árið nominelt, so veksur búskapurin meira enn 600 mió kr um árið, og harav vaksa almennu inntøkurnar (við verandi skattatrýsti) við meira enn 250 mió kr um árið. So lat hallið fáa frið.

fredag den 15. februar 2013

Tá kreppan rakar búskapin - og fólk

Tá búskapurin er í kreppu, so er mest konkreta avleiðingin, ið vit merkja, ofta at arbeiðsloysið veksur. Og veksur.

Fólk missa arbeiðið ella kenna onkran, ið ger.

Og tá kreppa er í búskapinum, eru fólk tí stúrin um framtíðina. Fólk óttast m.a. at missa arbeiðið. So tey fara at leggja pengar til síðis, fyrireika seg uppá at inntøkan minkar, so at siga. Nýtslan fer niður. Og so varir kreppan við.

onsdag den 13. februar 2013

Tá vit læra børnini at hata

Pensum í ísraelskum og palestinensiskum skúlum er kannað og er ein frágreiðing komin av úrslitinum. Amerikanska stjórnin hevur fíggjað kanningina.

Kanningin umfatar 30 000 síður av teksti, og staðfestir, at bæði í Ísrael og Palestina inniheldur undirvísingartilfarið í skúlanum nógva negativa umrøðu av fólkinum í hinum partinum í stríðnum, og umrøður hitt fólkið sum fíggindar. Børnini læra at hata hvønn annan longu í skúlanum -- um ikki fyrr.

Ísraelska stjórnin avvísir kanningina. Hóast kanningin vísir, at støðan er verri (meira hatursfylt pensum) á palestinensisku síðuni, so var palestinensiski forsætisraðharrin, Salam Fayyad, ikki avvísandi, men hevur biðið um hjálp at gera betri undirvísingartilfar.

Hattadamupolitikkur hjá Fólkaflokkinum?

Rigmor Dam rapporterar á facebook, at sagt er í Tinginum:
Annika Olsen mælir til, at Fountain House verður fíggjað av vinnuni, kommununi og eldsálum!!

Hví fanin forera eina miljard um árið burtur til "vinnulívsmenn" og so liggja á knøunum og lefla fyri teimum fyri at fíggja vælferðarsamfelagið -- og so kalla tað eldsálir aftrat, hvat er tað fyri ein undirbrotligheit, Annika er farin í gongd við?

tirsdag den 12. februar 2013

Útvarpslogikkur ella bara hentur idiotur

Kom og lækka ALS-útgjaldið nú. Tí annars er vandi fyri, at tað má lækkast í 2017.


Útvarpið er aftur farið í sjálvsving:
Bendir hetta ikki á, at tað sum var gjørt í fjør (ALS-gjaldið lækkað), at tað var ov lítið?

Hvar fær journalisturin hetta frá? Tað sum var gjørt í fjør var ikki ov lítið, men ov nógv. Og ALS-útgjaldslækkingin var skeiv. Ein trygging skal ikki minka dekningin, um fleiri skaðar henda. Og ALS-útgjaldið skal á sama hátt ikki lækka, tí fleiri eru arbeiðsleys. Tað hevur Høgni enntá fingið vitað frá fólki við skil fyri trygging.

lørdag den 9. februar 2013

FAS og nýggja linjan hjá Kringvarpinum?

Journalistikkurin í Kringvarpinum skal vera meira positivur. Nakað soleiðis varð sagt í Góðan morgun Føroyar í vikuni.

Tað var kanska nýggja, positiva linjan vit sóu í einum innslagi um skattaundantaksskipanina FAS í kvøld:

Dagur og vika ger ta niðurstøðu, at FAS er gott fyri føroyska búskapin.

Tað næsta verður kanska, at sjúka verður lagt fram positivt sum arbeiðsskapandi. Tað eru tær í sjúkraviðgerðarvinnuni (og eingin grund er at mótrokna sjúkradagar hjá tí sjúka), eins og ein skaðaódn gevur handverkarum arbeiði, men tá búskaparfrøðingar vísa á økt virksemi eftir skaðaódnir, so er ikki neyðugt at greiða frá, at tað ikki er gott uppá vanligan máta, men meira uppá "einki-er-so-ringt-at-tað-ikki-er-gott-fyri-okkurt"-mátan. Tí tað skilja fólk.

Jacob Vestergaard arbeiðir ikki fyri Føroya fólk og viðgongur tað

At føroyskir politikarar arbeiða ímóti samfelagsins áhugamálum havi eg skrivað um so ofta fyrr. T.d. herherherherherherher og her. Og nú viðgongur hann tað sjálvur. Jacob Vestergaard.

Aftur! Tí eg havi faktisk endurgivið Jacob Vestergaard fyrr, har hann viðgongur, at hann ikki arbeiðir fyri Føroya land, men heldur umboðar fiskivinnuna. Tá Havstovan hevði móttøku í sambandi við stjóraskifti í 2010, so segði JV:
í almenna rúminum kann tað meira enn so koma fyri, at tann yrkisbólkur, ið landsstýrismaðurin umboðar, ikki altíð er á einum máli við boðskapin, ið Havstovan kemur við

Nýggja dømi er samrøða við JV í Sosialinum, og í greinini "Øll vilja sleppa har, sum pengar eru at tjena júst nú" verður hann endurgivin fyri -- avgjørdur -- at siga:
Eg veit væl, at øll vilja sleppa inn, har sum tað eru nógvir pengar at tjena júst nú. Tað er natúrligt, og soleiðis hevur tað altíð verið. Henda tráan elvir til trýst og krav um atgongd til fiskivinnuna. Men hetta er ikki eitt atlit, ið eg kann leggja fiskivinnupolitikkin eftir

fredag den 8. februar 2013

Tjóðveldisflokkurin um "fólksins ogn"

Á kyndilsmessu hevði Tjóðveldi fund í Skálavík um fiskivinnuna og aðalstjórnin og tingmanningin staðfesta:
  • At virðini av livandi tilfeingi føroyinga eru so týðandi, at tey eru grundarlag fyri varandi búskaparvøkstri, vælferð og nýggjum møguleikum hjá núverandi og komandi ættarliðum.
  • At verandi fiskivinnupolitikkur hevur undirgrivið upprunaligu endamálini við lógini um vinnuligan fiskiskap, bæði tá ið ræður um stovnsrøkt og um møguleikarnar hjá manningum, vinnu og samfelagnum øllum at fáa sum mest burturúr tilfeinginum.
  • At politisk útluting av rættindum til úrvald hevur elvt til spekulasjón og keyp og sølu av fólksins ogn, soleiðis at stórur partur av flotanum og rættindunum er savnaður á fáar – og í stóran mun útlendskar – hendur.
  • Rættindini og virðini verða drigin úr føroysku vinnuni og úr føroyska samfelagnum.

Tórsportal sum ein fyrimynd fyri føroyskar miðlar

Í nýggjari grein á Tórsportal ("Orsakað Flóvin, búskaparfrøðingur!") verður mistakið at gera meg til hagfrøðing rættað.

Tað var í grein teirra ("Vrakaður til Búskaparráðið"), sum vísti til mína blogggrein ("Vigaður og funnin ov lættur") um, at eg ikki varð valdur í Búskaparráðið, at Tórsportal gjørdi meg til hagfrøðing. Hetta rættaði eg í nýggjari grein ("Ein frøðingur og annar: Ein løgin rætting"). Sum Tórsportal nú hevur tikið til sín.

Eg má -- og vil fegin -- rósa Tórsportal fyri at rætta sítt mistak. Tað er tíverri ikki nakað, føroyskir fjølmiðlar gera í nóg stóran mun. At okkurt er komið skeivt fyri verður tíverri ofta ikki hildið vera nóg góð orsøk til at rætta.

Tórsportal er sum ein fyrimynd fyri føroyskar fjølmiðlar!

Hita húsini við vindi

Hetta kann lættliga misskiljast:

Forsíðan á seinastu Vinnuvitan.biz

Lesarar av Vinnuvitan.biz sum vilja spara olju eru farnir at lata vindeygað upp, tá vindur er.

Brot úr chatti - eitt felags hjartasuff

Guðlaugur, ivrigur tjóðveldismaður, skrivar til mín á facebook-chattinum:
Hufffff. Hetta er tað sum er størsti trupuleikin hjá tjóðveldisflokkinum:
Yvirlýsing: Tilfeingið er ogn, lunnindi og møguleiki føroyinga
hví skulu tey altíð brúka orð sum styggir vanliga veljarin vekk. her meini jeg við orðið "lunnindi"
so hóast boðskapurin ofta er góður, so styggja tey vanliga fólkið vekk við at brúka slík orð.

Eg svari:
Júst so! Og at ávara ímóti feudalismu, sum fá vita hvat er, kemur man heldur ikki langt við. So er nógv lættari at ávara ímóti kommunismu, sum Fólkafl hevur valt at kalla marknaðarbúskap (sum Fólkafl ikki veit, hvat er).

torsdag den 7. februar 2013

Búskaparráðið vildi niðurleggja ALS

Í eini tekstboks í á síðu 24 í frágreiðingini (pdf) hjá Búskaparráðnum í desember 2008, skrivar ráðið:
Niðurlegging av ALS
Hugsanin aftanfyri stóru eginognina hjá ALS er at kunna standa ímóti stórum og drúgvum arbeiðsloysi. Búskaparráðið heldur tó, at hetta er ein óneyðug upphópan av peningi, tí til ber at tálma stórum arbeiðsloysi uttan ein stovn sum ALS. Búskaparráðið mælti tískil til fyrr í ár, at lata kapping ráða á arbeiðsloysismarknaðinum, so fólk kundu velja at tryggja seg privat. Har er tó eisini annar møguleiki, um fólk vilja halda á við almennari arbeiðsloysistrygging. Tað er at lata landið hava arbeiðsloysistryggingina um hendið.
Landið kann jú eins væl og ALS rinda arbeiðsloysispengar og móttaka arbeiðsloysisinngjaldið ígjøgnum landsskattin. Einasti munurin er tann, at tá verður ikki neyðugt at savna saman pening í so stórum nøgdum, tí landið hevur jú ongan trupulleika við halli á fíggjarlógini, um arbeiðsloysið er stórt í nøkur ár. Við slíkari umlegging hevði borið til at nýta peningin, ið er í grunninum. Til dømis hevði borið til at lækka uttanlandaskuldina, sum allir føroyingar eru við til at niðurrinda.

Búskaparráðið var tá mannað við Gunn Danielsen, Jørn Astrup Hansen, Kaj Johannessen, Rúnu Hjelm, Zvonko Mrdalo, Elisabeth Eldevig Olsen og Duritu Tausen. Róar Akralíð var skrivari. Búskaparráðið hevði tá sjey limir (eftir lógini frá 1995) harav fyrstu trý vóru búskaparfrøðingar og hini fýra aðrir relevantir frøðingar.

Eru suðuroyingar og sandoyingar bara nøkur grenj?

Fólkateljingin Manntal í 2011 spurdi føroyingar um teirra heilsu, og úrslitini eru við í fyrstu útgávu av uppgerðum (beinleiðis link til pdf), ið kom í hvørt hús í landinum fyrr í vikuni.

Tveir spurningar vóru um heilsuna, tann fyrri var stutt og greitt:

Klipt úr spurnarblaðnum. Kelda: www.manntal.fo

Seinni spurningurin spurdi fólk, um teirra dagliga virki var avmarkað av varandi heilsutrupulleika ella breki.

Fólksins ogn: Ongi langtíðar fiskiloyvi

Hugtakið "Fólksins ogn" merkir, at alt Føroya fólk (eisini komandi ættarlið) skal hava javngóðar møguleikar at gagnnýta fiskatilfeingið.

Skal natúrtilfeingið vera Fólksins ogn og skal henda áseting geva meining, so ber ikki til, at Føroya Løgtingið ger samtykt, sum letur einum útvaldum skara fiskirættindini, og samstundis bindir komandi løgting, so tey ikki kunnu áseta reglur, ið geva øllum javnbjóðis rættindi at sleppa framat at gagnnýta fiskatilfeingið.

At útluta fiskirættindi fyri meira enn eitt valskeið (fýra ár) eigur grundlógin at forða fyri.

onsdag den 6. februar 2013

Arbeiðsgevarar og miðlar í felags herferð móti arbeiðsleysum

Danske Arbejdsgivere vil have lavere lønninger, men først skal sikkerhedsnettet udhules, so man skal lige have alle medierne til at køre hetz mod de arbejdsløse. Så man producerer noget som lanceres som en analyse...

Ikke én journalist har inddraget den høje danske arbejdsfrekvens i dækningen av "analysen" fra DA. Ikke én undrede sig over, at DA's forbillede (Sverige) har stort set samme arbejdsløshed som Danmark (omkring 7.5 pct).

Det kører i mindst 24 timer. Hold kæft hvor er det nemt i en i forhold til det begrænsede talent vellønnet journaliststilling at sparke til de som har været mindre heldige på arbejdsmarkedet.

Úti ella heima - tað er trupult at spáa um búskapin

IMF kom við skeivari búskaparráðgeving í 2010. Hetta ásannaði stovnurin á vári 2012, og fekk rættað upp uppá tað í nýggjum tilmælum á heystið 2012, sum eg skrivaði um herher og her. Móti árslok kom IMF eisini við nýggjum útrokningum av multiplikatorum, sum eg eisini skrivaði um avleiðingarnar av.

Óheftir búskaparfrøðingar, typist universitetsøkonomar, vístu seg at raka nógv betri í sínum metingum enn IMF. Fleiri búskaparfrøðingar skriva bloggar, og havi eg links til fleiri teirra úti til høgru her á mínum bloggi.

So ráðgevingin hjá IMF var skeiv aftaná at kreppan rakti. Men hvussu var so við ráðgevingini áðrenn kreppan veruliga rakti?

tirsdag den 5. februar 2013

Ein frøðingur og annar: Ein løgin rætting

Tórsportalurin skrivar um, at eg varð vrakaður til Búskaparráðið, og vil vera við, at eg eri hagfrøðingur. Eg havi arbeitt eitt sindur við hagtølum, bæði at framleiða tey og analysera tey, men eg eri ikki hagfrøðingur.

Eg eri búskaparfrøðingur, cand.scient.oecon, tí eg havi lisið matematik-økonomi (har økonomiin er nationaløkonomi) og prógv frá Københavns Universitet.

Sambært §2, stk. 2 í Llóg. 50 frá 2009 um Búskaparráð, er krav, at
Limirnir skulu vera búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni.

So var eg hagfrøðingur, kundi eg ikki innstillast til Búskaparráðið.

Eg veit ikki, hví Tórsportalurin heldur, eg eri hagfrøðingur. Men summi halda, at Tórsportalurin er ein miðil.

Vilja fakfeløgini endurskapa trúvirðið?

Eg haldi tað er skeivt, um fakfeløgini ikki heita á Ingeborg Winther um at leggja frá sær í ALS-stýrinum. Hon var partur av tí stýri, ið manglaði dømikraft, tá man vildi sleppa av við Ernst Jacobsen sum stjóra.

Hinir báðir stýrislimirnir fyri løntakarasíðuna hava tikið avleiðingarnar og hava lagt fra sær. Tað kann vera við til at endurskapa álit á í hvussu er fakfeløgini, um ikki ALS-skipanina. Men Ingeborg er eftir og tykist tvíhalda um sessin, hóast hon hevur verið við til somu avgerðir sum Jan Højgaard og Kartni Ravnsfjall.

Tá talan ikki er um ein serfrøðingabólk, so er tað hesin førleikin, almindelig dømikraft, ið má vera avgerandi kriterium at sita í einum stýri ella eini nevnd. Talan er um misskiltan loyalitet móti eini fyrrverandi, legendariskari forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, um tað er orsøkin til at fakfeløgini ikki vilja vísa Ingeborg misálit.

Undirtøkan hjá fakfeløgunum kann lættliga standa upp á spæl, um fólk síggja slíkt pamparí fara fram við  borðinum og ikki fáa tær avleiðingar, tað eigur. Hinvegin kunnu fakfeløgini her vera við at seta ein hægri standard enn arbeiðsgevarasíðan tykist gera, ið ikki bara gagnar fakfeløgunum sjálvum, men vónandi við tíðini kann gagna øllum føroyska samfelagnum, við at ganga ímóti og gera upp við pamparíi og nepotismu.

søndag den 3. februar 2013

Kjak um europeiska identitetskreppu í Deadline á DR2

Kjak beint nú í Deadline á DR2 (byrjar eftir 7:30) um identitetskreppuna í Europa. Sjálvsagt snýr tað seg eisini um politikk, men man kann forklára øgiliga nógv við økonomi. Stutt sagt er hetta tað:

Týskand kom ikki úr tí drúgvu kreppuni eftir samanleggingina fyrr enn eitt boom í Suðureuropa økti týska útflutningin. Týska samanleggingin hevði oyðilagt kappingarføri hjá týskum fyritøkum, ein trupulleiki sum ikki bar til at loysa í Tysklandi einans. Teir reformar sum Týskland framdi, hjálpa Týsklandi í dag, men vóru ikki við til at fáa Týskland úr sínum lágkonjunkturi.

Halgir Winther Poulsen eigur halda seg til løgfrøðina

Í Sosialinum fríggjakvøldið sigur ‎Halgir Winther Poulsen:
nú ætlar man eftir øllum at døma at lata loyvi endaliga út til tey, sum av tilvild eru inni í vinnuni júst nú. Tað gongur snøgt sagt ikki

Hatta er púra rætt!

lørdag den 2. februar 2013

National- og onnur økonomi

Hon er ikki nýggj, men altíð aktuel. Tað er greinin Búskaparráðið og »búskaparligi veruleikin« (pdf) í Dimmu 8. januar 2004, har skrivar Jóannes Jacobsen, táverandi skrivari í Búskaparráðnum:
Hóast heitið búskaparfrøðingur verður brúkt sum felagsnevnari fyri bæði samfelagsbúskaparfrøðingar og virkisbúskaparfrøðingar, er sera lítið samband millum tað, sum hesir báðir takast við. Tey fyribrigdi, sum gera seg galdandi fyri heilar vinnur ella alt samfelagið undir einum á aðrari síðuni og fyri ta einstøku fyritøkuna á hinari, eru so ymisk, at læra um virkisbúskaparlig viðurskifti gevur stórt sæð einki innlit í samfelagsbúskaparlig viðurskifti og øvugt.

fredag den 1. februar 2013

Bara gott, hetta ikki er í Føroyum!

Vit frætta úr Grønlandi, og Politiken skrivar, at "Grønlands toppolitikere er tæt på mineindustrien". Hetta er um samanblanding av privatum vinnuligum áhugamálum og politisku umsitingini av tilfeingisrættindum:
De to vigtigste ministre, landsstyrestyreformand Kuupik Kleist (IA) og råstofminister Ove Karl Berthelsen (IA), er stiftere af mineralselskabet GreenGems, som de styrede indtil 2009, hvor de gav deres bestyrelsesposter videre til deres respektive hustruer, som de stadig har.
I regeringsperioden er der udstedt efterforskningstilladelse til virksomheden. Den er nu trukket tilbage efter hård offentlig kritik.
(...) Landsstyreformand Kuupik Kleist, der i går udskrev valg, har ingen kommentarer. Råstofminister Ove Karl Berthelsen (IA) kan ikke se problemet.

Gott slíkt ikki kemur fyri í Føroyum!

Fólksins ogn til fólksins gagn - eisini í India

Vert er at geva gætur um eina grein í Times of India 3. februar 2012, um ein dóm í indiska Hægstarætti. Ein grein, eg eisini deildi á facebook 11. mars í fjør. Greinin staðfestir í yvirskriftin, at
Natúrtilfeingi skal nýtast til fólksins felags gagn, sigur Hægstirættur

Grundgevingin í dóminum er greið: natúrtilfeingi er fólksins ogn, og hóast stjórnin umsitur tilfeingið fólksins vegna, so eru avmarkingar, hvussu stjórnin kann gera hetta, tí tað skal koma øllum fólkinum javnt til góðar. Hetta er eisini í tráð við undanfarnar dómar, ið siga ikki bara, at fólksins ogn skal koma øllum til góðar, men eisini at einstaklingar skulu ikki gera sær dælt av teimum:
The Supreme Court on Thursday once again reiterated that all natural resources are public goods and the government as the people's trustee has a duty to ensure that these are distributed in a fair manner for larger public good.
The court cited an earlier judgment, which had said "that natural resources are vested with the government as a matter of trust in the name of the people and it is the solemn duty of the state to protect the national interest and natural resources must always be used in the interest of the country and not private interests."

Vigaður og funnin ov lættur

Fyrst var tað Kaj Leo, sum strikaði meg sum vin á facebook, hart og brutalt. (Leivur viðmerkti eisini.)

So eg visti, at eg var ikki Kajsarans vinur. Men allíkavæl!

Nú er tað Jørgen Niclasen, sum ikki vil hava meg í Búskaparráðið. Eg skilji einki. Eg havi enntá roynt at smigra við at skriva, at "Føroya behøvast ikki hava Landsbankan: tjekka bara linkið.

onsdag den 30. januar 2013

MVG-skipanin: Politiska skipanin ynskir fleiri snýtarar

Søgulig gjøgnumgongd í Sosialinum í kvøld av politiskari viðger, sum MVG-skipanin hevur fingið gjøgnum árini, vísir púra greitt, at tað er eitt politiskt ynski í Føroyum, at tað skal vera lætt at snýta landskassan. Eisini í MVG.

- "Vinnan skal tjena pengar, og helst so nógv sum gjørligt," vita vit jú, at summi teirra halda er gott.

Tað, sum tey, ið ráða politisk opinbart ikki skilja er, at tá man ger skipanir, har tey sum snýta, hava lætt við at forvinna pengar, so fáa vit fleiri sum snýta og færri, sum skapa virði.

Tí meira, ið verður kraddað og snýtt, minni verður skapað. Kreativu evnini í Føroyum verða eisini spilt uppá MVG-spekulatión. Kreativu evnini í Føroyum verða spilt uppá at snýta. Tí nyttar vinnan so lítið. So øll blíva fátækari.

tirsdag den 29. januar 2013

Ogn Føroya fólks - í miðlunum í gjár og í dag

Tað byrjaði á vágaportalinum um vikuskifti. Upprit frá Jacob Vestergaard um nýggjan fiskivinnulóggávu er likið, upprit ið skuldi á landsstýrisfund mánadag fyrrapart. Eisini Tórbjørn Jacobsen skrivaði grein um tað sum var likið út um uppritið.

Útvarpið hevði so fingið frænir av, at ein áseting var "Eingi áramál á fiskirættindi". Við útvarpið segði JV í gjár:
Uppskotið merkir ikki, at fiskiríkidømið verður lutað vinnuni fyri allar ævir.

mandag den 28. januar 2013

Upprunin til ójavnan er fyrst og fremst kradding

Stephanie Flanders, Economics Editor á BBC World News hevur prátað við Joseph Stiglitz á World Economic Forum í Davos um kostnaðin av ójavna.

Stiglitz kemur m.a. inn á, at ein stórur partur av ójavnanum kemur ikki av, at nøkur eru meira produktiv enn onnur, men av kradding:
Um vit hyggja eftir ójavnanum og mátanum hann er komin í USA, tað mesta av tí kemur av tí vit rópa rent seeking. Tvs. í staðin fyri at gera samlaðu køkuna størri, at kradda til sín ein størri part av somu kaku.

søndag den 27. januar 2013

tirsdag den 22. januar 2013

Hugburðsbroyting meg eitt vist stað

Umframt rituellu samrøðuna við Jørgen Niclasen, tosaði Sigmar Bláberg í kl. 14-tíðindasendingini sunnudagin eisini við Odd Eliasen, stjóra á Havsbrún, ið greiðir frá, at
Vit eiga at fáa nógv meir burtur úr tí fiskinum, sum verður veiddur í føroyskum sjógvi.

og vísir á
at fleiri fiskaløg eru, sum ikki verða fiskað, og samstundis fæst ov lítið burtur úr slógnum.

mandag den 21. januar 2013

Vit bíða eftir Gerhard

Minnast tit fyri tveimum árum síðani?

Gerhard Lognberg skrivar í Dimmu:
Hoyrdi stór tíðindi, at vit skulu deila 3,5 mió út til listafólk, og legði útvarps­maður aftrat, eg sá smílið ígjøgn­um útvarps­tólið, "tað koma meira pengar seinni".
hetta (er) beinleiðis forargilsi at hoyra um hasar ótrúligu starvslønirnar.

søndag den 20. januar 2013

At syndra samfelagið er lætt

So var aftur dagsins samrøða millum Sigmar og Jørgen í tíðindunum í dag. Hesaferð um MVG-frítøku til bygging hjá ávísum bólkum.

At syndra samfelagið er sera lætt, tað er bara at gera mun á borgarunum, so blíva borgararnir meira líkaglaðir við samfelagið. Og verður tað gjørt rætt, kann man bæði syndra samfelagið, og fáa politiskan ágóða av tí. Hetta hevur Jørgen lært. Kallsberg legði honum lag á við fiskimannaskattaavsláttrinum. Enn eru skattaborgarar ikki líkastillaðir aftur.

fredag den 18. januar 2013

Hvussu dýr er kraddingin hjá yvirklassanum?

Í greinini ”ALS ikki óvæntað” í síðstu viku royndi eg at seta stóru fráfaringarlønina til fyrrverandi stjóran í ALS inn í høpi, og vísa á, at kradding í føroyska yvirklassanum er við til at mergsúgva landið. Eg ávaraði um, at samfelagið kann fara í upploysn av berari kradding.

(Her kann tú lesa, hvat kradding er.)

Public service = kradding?

Eg havi fyrr endurgivið definitiónina hjá Búskaparráðnum uppá kradding. Eg vil taka hetta brotið burturúr:
Hetta umfatar sostatt bæði lobbyvirksemi fyri at fáa sersømdir, so sum at leggja trýst á politikkarar, skriving í bløðum ella líknandi
... tí tað er relevant fyri tað, sum eg her skal skriva.

Fyrr hevði Útvarpið eina sending sum æt Vinnutátturin, har vinnan slapp -- umframt at reypa um egið dugnasemi -- at seta fram krøv og ynski til samfelagið Føroyar. Sendingin var sostatt ein pallur hjá vinnuligum aktørum at tala fyri skipanum, sum kundi gagna hesum partinum av vinnuni -- men altíð varð tað sett fram soleiðis, at í veruleikanum fór tað at gagna samfelagnum og fólkinum í síðsta enda. Eg minnist ikki at henda sending nakrantíð hevði gest inni, sum -- óheft av vinnuligum áhugamálum -- skuldi greiða frá, hvør vinnupolitikkur kundi geva bestu samfelagsligu úrslit.