Sider

lørdag den 31. december 2011

Regin hugleiðir um ársskiftið

Regin Berg hugleiðir um ársskiftið á facebook:
With fireworks practically being the essence of wasting resources, the queen promoting nationalism and the army yet again in her speech, and the decline of the West seeming ever more inevitable, I can't help but wonder what this new year and new years to come will bring us. Whether we will continue on the same path of trying to correct a system which seemingly can't bring about a sustainable and fair world, or this economic and the inevitable environmental crisis will help make us see that we need a fairer, more easily understood, more equal, and more humane world. A world in which we aren't just parts of an economic machine, thinking no further than how to make profit tomorrow, but rather a world in which we all can live, love, create and build without damaging the prospects of the future. We have changed the world before, we can do it again.

... og heldur fram:
Just find it a bit annoying that we celebrate the new year by blowing up stuff we have transported halfways round the world. Makes me wonder how much longer we can afford that and why we aren't trying to create a happy new year globally as well as locally, rather than just wish for one.

Hægri læraralønir geva betri úrslit fyri næmingar

Greiður samanhangur er millum hvussu væl lærarar eru løntir í mun til onnur í einum landi, og hvussu góð úrslit næmingar í landinum fáa til altjóða royndir.

Peter Dolton og Oscar Marcenaro-Gutierrez hava granskað í tølum frá árligu Education at a Glance, sum OECD gevur út.

Henda mynd sum vísir ein samanhang, sum nevndu høvundar hava granskað nærri.


Teir taka soleiðis saman um:
Improving teachers’ pay improves their standing in a country’s income distribution and hence the national status of teaching as a profession. As a result of this higher status, more young people will want to become teachers. This in turn makes teaching a more selective profession and hence facilitates the recruitment of more able individuals. Higher status and higher pay are invariably linked but the two can provide separate driving forces to engineer better recruits to the profession. The key hypothesis is that better pay for teachers will attract higher quality graduates into the profession and that this will improve pupil performance.

Krugman og Summers á Munk Debates

"Does North America face a Japan-style era of high unemployment and slow growth?"

Henda spurning diskuteraðu prominentir økonomar í november. Ein Nobel-virðislønarvinnari, ein fyrrv. amerikanskur fíggjarmálaráðharri á hvør sínum liði, Paul Krugman og Lawrence Summers. Tiltakið var sokallaðu Munk Debates.

Krugman argumenteraði fyri ja, Summers argumenteraði fyri nei. Egentliga vóru fýra kjakarar við, tveir á hvørjum liðið:

FYRI:
  • Paul Krugman og
  • David Rosenberg
ÍMÓTI:
  • Lawrence Summers og
  • Ian Bremmer

Her er eitt brot við fyrsta innleggi hjá Krugman:


Tíverri havi eg ikki funnið myndaupptøku frá øllum kjakinum, men her er ljóðupptøka:


Atkvøtt var millum áhoyrarar um spurningin áðrenn og aftaná.

Úrslitið áðrenn var:
Ja        56%
Nei       26%
Veit ikki 18%

Úrslitið aftaná var:
Ja        55%
Nei       45%


Nøkur link við tilfarið um tiltakið:
Munk debates (vertssíðan)
The Bankwatch
Global Public Square (Fareed Zakaria)
Brad DeLong
The Call (Ian Bremmer frá kjakinum)

fredag den 30. december 2011

Fiskimálaráðharrin fer at býta makrel

Viðm. til grein á vágaportal:
Hvussu kann ein fiskimálaráðharri geva nakað burtur, sum hann ikki eigur? Fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks. Er tað ikki revsivert, um hann forerir tað burtur? Tað burdi. Tilfeingið skal seljast og Føroya fólk skal hava pengarnar - ella sum minimum skulu pengarnir í landskassan, so Føroya fólk kann fáa almennar tænastur og lægri skatt fyri tað.

Panel Discussion

Iceland´s Recovery - Lessons and Challenges (7 av 7)



Moderator: Martin Wolf (Financial Times)

Participants:

Gylfi Zoëga (University of Iceland and MPC)

Paul Krugman (Princeton University)

Nemat Shafik (IMF Deputy Managing Director)

Már Guðmundsson (Governor, Central Bank of Iceland)

Simon Johnson (MIT)



Return to the first post regarding this conference.

Session III: Challenges Ahead

Iceland´s Recovery - Lessons and Challenges (6 av 7)



What needs to be done to secure Iceland’s full emergence from the crisis? For example, reducing unemployment, unwinding capital controls, securing access to financial markets. What further action is needed to address outstanding challenges.

Session Chair: Þorvaldur Gylfason (University of Iceland)

Participants:

Gylfi Magnússon (University of Iceland)
Challenges Ahead

Simon Johnson (MIT)

Finnur Oddsson (Chamber of Commerce)
Incentives and disincentives

Julie Kozack (IMF)
Iceland: Challenges Ahead

Recommended: Simon Johnson from MIT.



Go to the next post regarding this conference, or return to the first post.

Keynote Speech by Minister of Finance Steingrímur Sigfússon

Iceland´s Recovery - Lessons and Challenges (5 av 7)



During lunch, Minister of Finance Steingrímur Sigfússon gives Keynote Speech.



Go to the next post regarding this conference, or return to the first post.

Session II: The Road to Recovery

Iceland´s Recovery - Lessons and Challenges (4 av 7)



The session will assess the stabilization of the economy and the exchange rate, fiscal consolidation, household and corporate debt restructuring, the rehabilitation of the banking system. Also, the impact on social indicators and Iceland’s social welfare system.

Session Chair: Katrin Ólafsdóttir (Reykjavík University)

Participants:

Stefán Ólafsson (University of Iceland)
Level of Living Consequences of Iceland’s financial crisis

Jón Daníelsson (London School of Economics)
The good, the bad and the ugly

Gylfi Arnbjörnsson (Confederation of Trades Unions)
Where do we go from here?

Paul Krugman (Princeton University)
A Song of Ice and Ire: Iceland in context



Go to the next post regarding this conference, or return to the first post.

Session I: Crisis Management

Iceland´s Recovery - Lessons and Challenges (3 av 7)



Examine decisions taken at the height of the crisis. Which policies were most successful? Topics to include capital controls, fiscal automatic stabilizers, and the handling of the banking system.

Session Chair: Arnór Sighvatsson (Deputy Governor, Central Bank of Iceland)

Participants:

Taped remarks by Joseph Stiglitz (Columbia University)

Friðrik Már Baldursson (Reykjavík University)
Iceland’s Program with the IMF 2008-2011

Willem Buiter (Citicorp)

Vilhjálmur Egilsson (Confederation of Icelandic Employers)
Iceland‘s Recovery Lessons and Challenges

Franek Rozwadowski (IMF)
Iceland: Crisis Management



Go to the next post regarding this conference, or return to the first post.

Welcoming Remarks

Iceland´s Recovery - Lessons and Challenges (2 av 7)



Speeches by:

Jóhanna Sigurðardóttir, Prime Minister of Iceland
Iceland’s Recovery

Árni Páll Árnason, Minister of Economy
Iceland’s Recovery



Go to the next post regarding this conference, or return to the first post.

Iceland´s Journey

Iceland´s Recovery - Lessons and Challenges (1 av 7)

A Conference with IMF and Central Bank of Iceland.

Distilling Iceland’s Lessons

Iceland was the first advanced economy to experience the full force of the 2008 global financial crisis, and the first to subsequently seek financial support from the IMF. Three years later, with the country on the road to recovery, the Icelandic authorities and the International Monetary Fund (IMF) are co-hosting this high-level conference to review Iceland’s achievements and examine the challenges that still lie ahead.

During three thematic sessions, participants will assess the policies implemented to address the crisis, such as the use of capital controls and the handling of the banking sector. Iceland’s focus on preserving its social welfare system while undertaking a strong fiscal adjustment will also be reviewed, together with the way in which these policies were integrated into the IMF-supported program, which ended in August.

The Prime Minister of Iceland will open the conference; the Minister of Economic Affairs and the Minister of Finance will also offer remarks. Speakers will include international and Icelandic academics, Icelandic policy makers and IMF staff involved in designing or implementing the program, as well as representatives of civil society.

Harpa Conference Center (Reykjavík), October 27, 2011.

Watch Introductory Video below.


Read more about the conference, download transcripts and presentations here.

Streaming of the presentations will be presented on this blog shortly.



Other postings regarding this conference on Iceland:

2: Welcoming Remarks
3: Session I: Crisis Management
4: Session II: The Road to Recovery
5: Keynote Speech by Minister of Finance Steingrímur Sigfússon
6: Session III: Challenges Ahead
7: Panel Discussion

torsdag den 29. december 2011

Same procedure as last year

Aftur í kvøld, í ársins næst seinastu Dag og viku, viðgjørdi Kringvarpið spurningin um hvussu fiskivinnan kann fáast at kasta meira av sær til samfelagið.

Og tað var eftir vanligu uppskriftini, sama sum so ofta áður, og sum enn ikki hevur flutt kjakið tað allar minsta.  Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur mælti til at fiskirættindi verða bjóðað út, so tey sum megna fáa mest burtur úr tilfeinginum, eisini sleppa at fiska, og aftaná sat fiskimálaráðharrin í sjónvarpsstovuni at segði at tað fór man ikki at gera.

Róar Akralíð skrivar í greinini "Tí lurtar politiski myndugleikin ikki eftir búskaparfrøðingum":
Í føroysku miðlunum tykist tað nevniliga at vera ein yndisítróttur at seta ein tilmælandi akademikara upp ímóti onkrum, sum so ella so verður raktur av tilmælinum. Fiskifrøðingar verða settir at kjakast um fiskifrøði við reiðarar, og populistiskir politikarir verða settir at viðmerkja búskaparfrøðilig tilmæli. Tað tykist, sum miðlarnir halda, at allar áskoðanir eru líka góðar til at heildarlýsa eitt mál, sjálvt um sannleikin um eitt mál ikki liggur í miðjuni, tí annan sjónarmiðið er ekstremt og uttan vísindaligt kjølfesti. Miðlarnir áttu at tikið støði í okkara vesturlendsku siðmenning um gransking og empiriska vitan, tí annars verður kjakið anarkistiskt.
Hesin háttur hjá miðlunum gruggar lýsingina av búskaparfrøðiligum tilmælum (og øðrum tilmælum). Tá ið viðgerðin haraftrat mangan er stutt í miðlunum, skulu fólk vera rættiliga vakin fyri at síggja skynsemið í einum tilmæli.

Greinin er prentað í bókini "Valið og valdið". Tað er also skrivað áðrenn Dag og viku í kvøld.

Tað tykist ikki, sum Kringvarpið megnar ella ynskir at viðgera fakligheit og serfrøði seriøst.

Tey hava tó enn ein kjans í morgin, í síðstu Dag og viku í ár. Minstakrav má vera, at pástandirnir hjá fiskimálaráðharranum verða eftirkannaðir. M.a. tað hann segði um makrelveiðuna í 2011, sum hann kallar fiasko, men vit heilt mong onnur kalla succes (sum tó kundi verið størri). Tað lættasta - fyri ikki at krevja ov nógv - er at samanbera makrelveiðuna í 2010 og 2011.

Lokal-politikkur og smáar upphæddir - so vaknar Løgtingið

Landsstýrið ætlar at skerja játtanina til Sjósavnið við 100.000 kr á komandi fíggjarlóg. Hetta er eitt lokal-mál, so hetta hevur fingið samgongufólk at protestera.
Ja, 100.000 kr tað má fyrireikast betur.
265 mió, hinvegin, tað kundi skundast ígjøgnum.

Tá landsstýrið vildi økja strukturella hallið við 265 mió kr, var eingin í samgonguni sum tordi steðga tí. Eg veit ikki, um tað var tí skattalættin var ábyrgdarleysur um alt landið og ikki bara lokalt, ella at tann upphæddin var so stór, at eingin skilti tað allíkavæl.

onsdag den 28. december 2011

Løgmaður bakkar - og leitar eftir aðrari forkláring

Vágaportalurin skrivar um løgna úttalilsi hjá Løgmanni:
Einki er svart og hvítt í politikki, tað hevur søgan víst, tað sokallaða norðurlendska vælferðarsamfelagið er eisini skjótt ein farin tíð.

Min fyrsta viðmerking á vágaportal var:
Henda útmelding má vera at meta sum ein álitisváttan á vælferðarsamfelagið. Og løgmaður veit enn einaferð ikki, hvat hann snakkar um.

mandag den 26. december 2011

Argar portalurin løgmann?

Roynir portalurin at senda ein ávísan boðskap? Tosa tey til okkara undirbevístheit?

Portalurin 25. dec. 2011


Nú skal eg ikki ákæra portalin fyri at føra kampanju - fyri ella ímóti nøkrum. Men dømi eru, har tað at senda boðskapir til undirbevístheitina á veljarum hevur verið brúkt í kampanju. Eitt dømi, har nógv hildu talan vera um roynd at senda boðskap til undirbevístheitina hjá móttaka er frá amerikanska valstríðnum í 2000, les her, men í hasum føri noktaði avsendarin (Bush og hansara fólk) tó, at talan var um slíka kampanju.

søndag den 25. december 2011

Hevur Kaj Leo sjálvur ánilsi?

Kaj Leo í Tinginum um leiðslur í tryggingarfeløgum:
Í nógvum førum hava teir ikki ánilsi av, hvat teir gera.

Tað býður mær ímóti at fara at verja tryggingarfeløg, men tað man kennast løgið hjá leiðsluni í TF, sum reddaði reyvina á løgmanni, tá Eik fór fallit at hoyra hann tosa soleiðis á sjálvum Tingsins røðarapalli.

Og kanska man tað kennast serliga løgið, tá vit minnast til, at fantastisku forrætningsevnini (sarkastiskt) hjá løgmanni og harav illa timaðar politiskar útmeldingar mitt í samráðingunum millum TF og Finansiel Stabilitet vóru við til at trýsta prísin uppeftir.

Hvussu nógv mistu pengar uppá fiskasøluævintýrið hjá løgmanni? Tað var sikkurt ein spennandi ætlan. Fleiri smáir fiskaframleiðarar runt landið halda so ikki, at lyfti frá manninum, sum er Føroya løgmaður, eru nakað man kann stóla uppá. So spennandi verður, hvussu verður við hesum spennandi pensjónsætlanunum hjá Kaj og ko.

Jenis ikki sannførandi

Haldi hetta er á markinum til ynkeligt hjá Jenis. Hann kláraði ikki at broyta avgerðina í Tinginum, men at hann ikki tordi at stemma eftir síni sannføring (um tað nú veruliga var hansara sannføring, eg ivist) er ov vánaligt. Tí Kaj Leo fer sjálvsagt ikki at blaka fólk í land longu eftir fimm vikum, tí so verður túrurin alt ov stuttur.

Kaj Leo hevur jú ikki valt hesa samgonguna fyri at fáa ávísan politikk, men tí hetta var hansara besti møguleiki at fáa eitt valskeið aftrat sum løgmaður. Meira enn hetta valskeiðið fær hann neyvan aftrat sum formaður (tíðin fer frá øllum), og nú klamrar hann seg til taburettina -- og pensjónina, kundi eg sagt, fyri at minna á tað evnið eisini.

lørdag den 24. december 2011

Jólaevangeliið í modernaðum hami

Ein jólaheilsan til samgonguna. Hyggið! - tí tit hava gloymt, hvat boðskapurin er frá føðing og lívi Jesusar. Vónandi skifta tit til tað góða stríðið næsta ár.


Takk til Arna Zachariassen, gudfrøðilesandi, fyri at finna fram hesa røðu hjá einum ateisti, sum "fangar, hvat kristindómur gongur út uppá", sum Arni málber seg.

fredag den 23. december 2011

Hvat kostar tað fyri mammu? - spurningur til Kaj Leo

(Grein á Suðurrás, Vágaportalinum, Tórsportal og Oyggjatíðindi á netinum.)

Eg spyrji fyri mammu mína, sum er sjúkrasystir og hevur pensjón við tilhoyrandi tryggingum í PKA, har hon hevur spart upp síðani 1966, tá hon byrjaði sum sjúkrasystranæmingur.

Mamma er 64 ár og einkja, og skuldi eftir ætlan fara frá við eftirløn um trý ár. Men longu um eitt ár missir hon sína trygging í PKA, tí henda dekkar bara í 12 mðr eftir, at mamma blívur hvílandi limur, sum hendir tá samgongan broytir skattingina av pensjónina hjá mammu.

Góði Kaj Leo, tú lovaði, at øll skuldu kenna seg trygg, áðrenn nakað verður broytt við pensjónunum hjá fólki. Mamma mín følir seg ikki trygga, hon er sera ótrygg. Tú skrivaði sjálvur í gjár á facebook, at løgmaður hevur eina stóra ábyrgd. Hetta er tín ábyrgd!

Mamma hevur valt Sambandsflokkin síðani hon fekk valrætt, tí tað føldi hon seg mest trygga við. Hon hevur spart upp til pensjón og trygging síðani hon byrjaði sum sjúkrasystranæmingur fyri 45 árum síðani. Tá pápi mín doyði 25. juni í ár var tað við vissuni um, at mamma hevði trygging og pensjón, hóast hon bleiv einsamøll. Og eg kann ikki lýsa við orðum, hvussu stóran týdning tað hevði fyri hann at vita, at mamma skuldi vera tryggjað, hóast hann fall frá.

Kann tú greiða mammu frá, hvørjar avleiðingarnar vera fyri hana?
  • Hvussu nógv tað kemur at kosta fyri einstaka pensjónsuppspararan, sum er ein sjúkrarøktarfrøðingur sum í dag sparir upp hjá PKA, at tit flyta hennara pensjón til eitt pensjónsfelag í Føroyum?
  • Hvat kostar tað í eyka umsiting, at hava tvær kontur í staðin fyri eina?
  • Skal hetta rindast av teimum 40% sum er skattur, ella av hinum partinum (60%) áðrenn restin fer inn á uppsparingarkontuna?
  • Hvat kostar ein nýggj heilsuváttan?
  • Hvør skal rinda hesa?
  • Hvønn mun ger tað fyri tryggingardekningin og -kostnaðin, at mamma nú skal gera heilsuváttan sum 64 ára gomul í staðin fyri tá hon meldaði seg inn í PKA sum 19 ára gomul?

Eg veit ikki svarini, og eg vóni tú kann upplýsa mammu um hetta. Vónandi kann tú gera tað áðrenn Løgtingið í morgin samtykkir broytingar í pensjónsskattingini endaliga?

At skatta pensjónir við útgjald er stabiliserandi faktor

Gunnar Restorff á facebook:
Árini 89-95 var nettoflytingin úr Føroyum 7210 fólk. Flestu av hesum fólkum vóru ung í besta arbeiðsføra aldri umframt børn hjá summum av hesum. Harumframt var metstórt arbeiðsloysi (í 1995 vóru í meðal 3095 skrásett arbeiðsleys).
Teinki tykkum um líknandi kreppa verður aftur í 2040 tá 1 pensiónistur verður fyri hvørji 2 arbeiðandi! Um arbeiðarafjøldin tá eisini minkar ein triðing, tá hevði tað verið ein sera stabiliserandi faktor at skatta pensiónir við ÚTGJALD og harafturat hevði man, um umstøðan gjørdist eins ring ella verri enn í 1992, havt møguleika at lagt um til at skatta pensjónir við INNGJALD frá 2040. Hesir møguleikar eru ruddaðir burtur um 30 ár tá pensjónsuppskotið verður samtykt Tollaksmessudag. Tað sýnist sum hvørki løgtingsfólk, fjølmiðlafólk og fólk annars veruliga hava skilt, at politikararnir ætla at pantseta framtíðina fyri ein skattalætta. Tað kann ganga væl - men tað kann eisini ganga so grúuliga galið! Øll tosa bara um hvørt tann einstaki pensjónisturin í 2040 hevur meiri, minni ella tað sama eftir - men tað er slett ikki tað uppskotið handlar um. Tað handlar um landskassan, sum vit øll gjalda inn í og fáa pening úr á ein og annan hátt!!!

torsdag den 22. december 2011

Hvat kostar tað fyri mammu? - spurningur til Kaj Leo

Bill Justinussen vildi í einum tráði vera við, at broyting og framskunding av pensjónsskattingini er nóg væl fyrireikað, so samgongan veit hvat avleiðingarnar eru, og tey sum eru ímóti hava ikki havt somu tíð. Eg hevði tí nakrar spurningar til hansara, sum hann ikki hevur svarað enn. Fyri at hann ikki skuldi gloyma at svara, endurtók eg tað á mínum veggi.

Men kanska skuldi eg heldur spurt løgmann. Eg spyrji fyri mammu mína, sum er sjúkrasystir og hevur pensjón og trygging í PKA, har hon hevur spart upp síðani 1966, tá hon byrjaði sum sjúkrasystranæmingur.

Hon er 64 ár og einkja, hon skuldi fara frá við eftirløn um trý ár. Men longu um eitt ár missir hon sína trygging í PKA, tí henda dekkar bara í 12 mðr eftir, at hon blívur hvílandi limur (tá samgongan flytir inngjaldið hjá mammu til Føroya).

Ábyrgd hjá leiðsluni

Grein 313, stk. 1 í Løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg:
(...) limir í leiðsluni, sum í útinnanini av starvi sínum við vilja ella av ósketni hava volt kapitalfelagnum skaða, hava skyldu til at endurgjalda hendan. Tað sama er galdandi, tá skaðin er voldur kapitaleigarunum ella triðjamanni.
(Undirskrivað av Kaj Leo.)

Tað sama galdar ikki fyri tey sum stýra samfeløg sum partafeløg.

Tað glógvar í onkrum sambandsfólki

Arne Winthereig, formaður í Unga Samband, skrivar á facebook, í tráði hjá Jarvin Feilberg:
Tú nevnir at Jarvin er ávirkaður av tí heilagu akademikara verðini í stórbýnum. Ergo tú leggur upp til, at hesir ikki vita betri. Tú sær hvussu ávísir menn vassa í pengum tí teir hava selt virðir hjá landinum fyri 100 tals milliónir. Haldi so avgjørt at vinnan tekur sín part og so ríkiligt afturat.
(...) Tey skulu sanniliga eisini geva nakað fyri samfelagið. Hugskoti aftanfyri høga vælferð er júst, at vit skulu verða fá, ið skapa so stóran útflutning, sum gjørligt, so øll hini kunnu skapa vælferð fyri samfelagið.
Vit skulu fáa hægst útnyttilsi av kapitalinum, fólkinum og rávøruni. Vit fáa einki av hesum. Bert pelagiski- og flakaflotin geva avlop, fólkini í fiskivinnuni kasta ikki nokk av sær orsaka av sjómannafrádráttinum og rávøran verður ovurfiska tí vit hava ta skipan vit hava. Vit stimbra ikki undir, at teir bestu fiska fiskin og vit seta heldur onga forðing fyri at vit ovfiska fiskin
(...) Vinna og akademikarar skulu arbeiða saman og tískil má samfelagið gerast kappingarført ímóti at fáa hesi lærdu heimaftur.
Fyri, at tað skal gerast er neyðugt, at skapa tryggarkarmar, høga vælferð og kappingarføra skattaskipan.
Skipanin, sum liggur í tinginum ger skattaskipanina kappingarføra, men hon oyðileggur tey bæði tryggar karmar og høga vælferð (ella hvussu er fyri befolkningin, tí onkur fáa enn hægri vælferð við komandi skipan)
(...) Komandi fiskivinnupolitikkur stimbrar nemliga ikki undir at endurnýggja flotan, tí vit fáa ikki kapitalin at kasta nakað av sær í vinnuni. Tí fáa vit ikki nýggj og størri og flottari skip. Bert har, tað er lønandi.
Um tú, Robert, heldur, at ein, sum hevur eina ársinntøku á umleið 500.000 krónur hevur uppiborið ein frádrátt í skattinum, so kundi eg hugsa mær at spurt fyri hvat. Hvat meirvirði skapar hesin fyri samfelagið? Vit kunnu til dømis taka ein alara. Hvat er munurin á sjómanninum og alaranum. Skapa teir ikki báðir sama útflutning? Hví skal sjómaðurin so fáa frádrátt í síni skattainntøku?
Teir, sum ikki tíma at rinda fyri samfelagið siga við øðrum orðum at vit onnur skulu rinda fyri teir og teirra børn. Er tað rættvíst? Um hesir heldur vilja flyta til Norra, tí har finnast fólk, sum gleðiliga rinda fyri teir, so taka teir stórliga feil. Í so fall teir skuldu havt rætt, so er tað ikki meir enn fair, at teir fara.... Í prinsippinum missa vit einki, tí vit rinda longu sum er fyri teir.
(...) Faktiskt er tað ringasta slett ikki skattauppskoti og pensjónirnar.... Hetta kann broytast eftir stuttari tíð. Tað ringasta verður tá vit fara at avhenda tilfeingi kring okkara land til einstakar reiðarar.

Bíðið í minsta lagi við pensjónsskattingini

Viðm. til greinina  "-Hvør einasti av tykkum 19 hevur ábyrgdina" hjá Niels Una á Vágaportalinum:
Tað er kanska ov nógv at krevja, at samgongutingfólk skulu loypa frá samgonguskjalinum. Men onkur mátti verið, sum torir at viðganga, at hann/hon ikki er trygg/ur við broytingunum í pensjónsskattingini, tað vil ikki vera skomm, og krevja at tað má bíða til næsta ár, tá pensjónsreformurin allíkavæl skal gjøgnumførast sambært sama samgonguskjali. At broyta skattingina nú, avmarkar møguleikarnar at fáa fíggjarligu kabaluni á pensjónsøkinum at ganga upp.
At hallið á fíggjarlógini eitt einstakt ár er størri, tí skattalættin verður latin fyrst og pensjónsskatturin ikki kemur inn fyrr enn árið eftir hevur ongan týdning í langa løbinum. Tað er ikki annað enn ein kickstartur av búskapinum.
(Harvið ikki sagt, at tað er rætt at skatta pensjónir við inngjald - tað eru argumentir bæði fyri og ímóti - men tá samgongan hevur meiriluta at fremja tað, so vóni eg at tey í minsta lagi gera tað við skili og brúka eitt ár meira at fyrireika tað.)

Hetta er roynt aðrastaðni fyrr, sum Føroyar nú gera

Gestur Hovgaard á facebook:
"I hvert av landene der Chicagoskolens politikk er blitt innført i løpet av de tre siste tiår, har det oppstått en mektig herskende allianse mellom noen få meget store konserner og en klasse hovedsagelig bestående av velstående politikere - med uklare og stadig skiftende forbindelseslinjer mellom de to gruppene. ... Snarere enn å befri markedet fra staten har disse elitene fra politikken og næringlivet ganske enkelt smeltet sammen og byttet tjenester for å sikre seg retten til å forsyne seg med verdifulle ressurser som tidligere var allemanseie - ... Dens viktigste kjennetegn er enorme overføringer av offentlig rikdom til private hender, ofte ledsaget av raskt økende gjeld, en stadig bredere kløft mellom de blendende rike og de bruk-og-kast-fattige, og en aggressiv nasjonalisme som rettferdigjør en et endeløst forbruk på sikkerhet" Naomi Klein: Sjokkdoktrinen (2007) (Disaster Capitalism), p. 23 f.

Majbritt Pauladóttir: samfelagið niðurbrotið av maktgirnd og korrupsjón

Majbritt Pauladóttir á facebook:
Undan valinum var almikið tos um
a) at fáa unga fólki heimaftur, og
b) at í 2020 skulu her vera 55.000 íbúgvar í landinum.
Nú hoyra vit einki um hetta. Og hví tað? Jú, tí alt hatta var bara tómt prát uttan hugsjónir og heilt uttan ítøkiligar ætlanir um, hvussu henda avbjóðing skuldi loysast.
Sum nýliga heimaftur flutt eftir alt mítt vaksna lív uttanlands, undrist eg, hvat hetta samfelagið, politikarar okkara nú hava ætlanir um, er at bjóða ungum fólki?:
1) Beint nú skulu tey koma heim fyri at stríðast dag og dagliga fyri at verða við og fíggja skattalætta til tey, sum longu sita best í tí; og
2) Seinni skulu tey stríðast uppaftur meiri, fyri at hesi somu skulu fáa út sína pensjón, sum tey longu hava goldið skatt av, og tískil ongan skatt skulu gjalda tá!
Eg skal siga føroysku politikarum eitt: Higar fara eingi ný-útbúgvin ung fólk at venda heimaftur at seta búgv. Grundin er greið: Her ber ikki til at seta búgv og skapa sær eina nøkunlunda trygga støðu fíggjarliga, uttan so at ein longu hevur bygt sær upp góðan kapital uttanlands og kann keypa sær síni hús so at siga uttan lán. Og hvør hevur rokkið tað, sum ný-útbúgvin fátækur studentur?
Summir av politikarum okkara eru fongdir við eini maktgirnd, sum er á markinum til tað sjúkliga. Saman við rotinskapinum (korrupsjónini) fer hon nú at gera enda á vælferðarsamfelagnum soleiðis, sum vit hava kent tað eftir norðurlendsku fyrimyndini.

Bill er nøgdur

Bill Justinussen á facebook:
So er 2. viðgerð liðug av tingmáli nr. 103 og 104 ávikavist broytingar í skattastiganum og broytingar í lógini um skatt av rentutryggingum. Miðflokkurin atkvøddi hvør sín veg, tíverri, men vónandi verður stevið betri frameftir. Eg trúgvi, at broytingarnar fara at gagna føroyska samfelagnum. Og eg eri ikki samdur við teimum, sum halda, at broytingarnar fara at flyta samfelagið skeivan veg. Tað skal vera hugaligt at fara til arbeiðis, eisini tær skeivu arbeiðstíðirnar, og vita, at man hevur nakað eftir, tá skatturin er farin av.

Samgongufólk sum ivast?

Jógvan á Lakjuni, tingformaður, á Løgtingi:
"Nú haldi eg fólk mugu bestemma seg, hvat tey atkvøða."

onsdag den 21. december 2011

Samgongan er yvir løgmanni

Ofta hoyrir man, at tey tingfólk sum enda í andstøðu kunnu líka so gott fara til hús, tí tey fáa onga ávirkan. Hetta valskeiðið virkar sum samgongan hevur heldur onga ávirkan.

Tey hava kanska gloymt, at tað er samgongan sum hevur valt landsstyrið, og ikki landsstýrið sum hevur valt samgonguna. Kaj Leo kann ikki hótta tingfólk, sum hava eina meining, at tey missa starvið, tað er øvugt.

Bill heldur væl til standa

Bill Justinussen á facebook:
Í tilafturskomnum londum hava tey ikki val. Har hava tey heldur ikki samgongur, har ein meiriluti av teimum fólkavaldu taka seg saman og semjast um politikk. Samgongan hevur havt ta tíð, ið krevst, til at semjast og rokna. Vit byrjaðu samgongusamráðingarnar beint eftir valið, sum var 29. oktobur, so vit hava havt umleið 1½ mánaða til at viðgera uppskotini. Andstøðan hevur sjálvandi ikki havt somu tíð. Men hon hevur fingið ta tíð, sum tingskipanin ásetir, og tað er nú munin frægari enn alt, sum varð skundað ígjøgnum við fráviki av øllum galdandi tíðarfreistum, tá fiskivinnureformurin hjá Tjóðveldi í summar varð trýstur ígjøgnum Løgtingið.

Apropos flatan skatt

Flatskattur hevur eisini sínar fyrimunir...


Uni Arge: asosial høgravíðgongd skattakollvelting

Uni Arge á facebook:
6 prosent av fólkinum fáa 131 mió. kr. av flatskattalættanum, tvs. helvtina av teimum 265 mió. kr., sum verða tiknar inn við at forskatta pensjónirnar og hækka pensjónskattin. Tey, sum tjena 250.000 kr., fáa ein mánaðarligan lætta á 117 kr., og tá SEV-prísir, bankagjøld, heilsugjald, heilivágsgjald, gerandisprísir o.a. eru hækkað, verður talan um eina lønarlækking. Jørgen Niclasen sigur í tinginum, at hann sjálvur fær 4.-5.000 kr. í skattalætta - um mánaðin. Hetta er ikki borgarligur politikkur, tí hann kann saktans vera nøkulunda rættvísur. Hetta er ein asosial høgravíðgongd skattakollvelting, sum verður gjøgnumførd við tvingsli í Fíggjarmálaráðnum og millum samgongulimir, og hon upploysir norðurlendska vælferðarmodellið í Føroyum

Brot úr ræðusøgu - pensjónsskattur (3)

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið stendur, at “uppskotið hevur ikki serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum”. Hetta er ikki rætt. Tí tær kommunur, ið hava lutfalsliga fleiri pensjónistar í mun til restina av landinum – og her er talan um útjaðaraøkini og minnu bygdirnar – fara at fáa lutfalsliga størstu minkingina í skattainntøkum frameftir. Tvs. at tey øki, ið fáa alsamt fleiri pensjónistar, fáa alsamt færri inntøkur – og ongar frá pensjónistunum.
Minnilutin hevur umbiðið upplýsingar og framrokningar fyri, hvussu nógvar skattainntøkur, ið kommunurnar koma at missa nú og komandi árini við hesum lógaruppskoti. (...) talan er um 128-160 mió. kr., ið kommunurnar áttu at fingið, men landið nú tekur inn í staðin.

brot úr ræðandi álitinum um broytta og framskundaða pensjónsskatting

Brot úr ræðusøgu - pensjónsskattur (2)

"Minnilutin hevur umbiðið neyðugar útrokningar, men hevur fingið at vita, at ov lítið av tíð er til, at fáa gjørt hesar útrokningar. Hetta er sjálvandi harmiligt, tí hetta kann hava alstóra ávirkan á framtíðar skattainntøkur hjá landinum og munin millum skatting av inngjøldum og útgjøldum."

brot úr ræðandi álitinum um broytta og framskundaða pensjónsskatting

Veikleikans treiskni

Jóan Pauli segði tað so nógv betur enn eg. Tað eg vildi kalla kynisk manipulatión kallar Jóan Pauli veikleikans treiskni.

Sum Jóan Pauli sigur, Løgmaður hevur eina stóra ábyrgd. Tað er hann sum avger, um Bárður og Jørgen skulu sleppa bróta politiska siðvenju og vísa vanvirðing fyri fólki, fakfeløgum, ja og fólkaræði.

Kaj Leo avger, um succes-kriteriið hjá samgonguni skal vera tað sakliga: at fáa ein skilagóðan skattalætta og ein skilagóðan pensjónsreform, ella succes-kriteriið skal vera tað kyniska: at standa ímóti trýsti, óansæð argument.

Gunnvá og Rósely góða lýsing av politisku støðuni

Eingin hevur sum hesar báðar lýst politisku støðuna í Føroyum í dag.
"Hvat er orsøkin til, at ongin í samgonguni velur at rætta hondina upp og siga, at vit mugu steðga og svara spurningunum, ið settir eru?"
Svarið er, at etikkurin er parkeraður.

Viðm. til grein hjá Gunnvá Edvardsdóttir og Rósely Reynstind.

tirsdag den 20. december 2011

Brot úr ræðusøgu - pensjónsskattur (1)

Í útrokning, sum Fíggjarmálaráðið kom við í vikuskiftinum, gjørdist greitt, at ABDH-samgongan hevur ætlanir um, at varðveita verandi fólkapensjón og mótrokningarhátt – og enntá mótrokna skattaða og óskattaða persónliga pensjónsuppsparing á sama hátt. Tvs. ætlanin er at mótrokna í fólkapensjónini við 40% lægri pensjón enn í dag. Hetta eru nýggjar upplýsingar og koma at merkja munandi hægri útreiðslur til fólkapensjón frameftir, í mun til framskrivingar, ið hava verið gjørdar.
Landsstýrið hevur ongar útrokningar gjørt hesum viðvíkjandi, hóast talan eftir øllum at døma verður um fleiri 100 mió. kr. í øktum pensjónsútreiðslum í mun til verandi skipan.
Minnilutin hevur umbiðið útrokningar fyri, hvat tað fer at kosta landinum at mótrokna eina 40% minni upphædd í fólkapensjónini frameftir, í mun til í dag. Talan má verða um stórar upphæddir, ið landið kemur at fáa í meira útreiðslum. Minnilutin hevur víst á, at landsstýrið hevur boðað Løgtinginum frá, at tað ongan týdning hevur, um skattað verður við inngjaldi ella við útgjaldi. Hetta er als ikki rætt. Neyðugt er, at Løgtingið fær røttu upplýsingarnar, áðrenn málið fer til 2. og 3. viðgerð. Men tað er tíverri ikki eydnast at fáa fíggjarnevndarformannin at taka undir við at fáa hesar upplýsingar til vega, áðrenn málið fer til avgreiðslu í Løgtinginum.

brot úr ræðandi álitinum um broytta og framskundaða pensjónsskatting

Fyrrv. tingformaður vísir til protokol

Hergeir Nielsen á facebook:
Hvat billar tú tær inn, Bárður Nielsen? Tú neyðtekur annars væl umhugsaðar og skipaðar reglur í føroyska fólkaræðinum. Tú hevur onga fólkaræðisliga atgongd til aðra stjórn ella annað fólkaræðið sum formaður í fíggjarnevnd løgtingsins, og so slettis ikki uttan í heila tiki at viðgera málið í nevndini frammanunda atsókn tíni. Gerðabókin hjá fíggjarnevnd løgtingsins umrøður als ikki hesa níðingsger tína. Harafturat noktar tú tíni egnu fíggjarnevnd at viðgera álvarsmálini, ið uppi eru, og sum løgting okkara føroyinga skal viðgera. Álvaratos - rætt er, at tú vart headhuntaður inn í íslendska casinobúskapin, men lat nú ikki hesar ivingarsomu royndir tínar skammloypa okkum øllum út í óførið.

Merkverdigur logikkur

Ein heilt merkverdigur logikkur, sum Marita Rasmussen frá Vinnuhúsinum legði fram í Degi og viku í kvøld. Nú hava øll við innliti og øll við áhuga (sum eru sloppin) verið í fíggjarnevndarhoyring og ávara ímóti og mælt frá at fremja broytingar í pensjónsskattingini longu til 2012. Og so heldur Marita, at tað merkir at uppskotið er nóg væl lýst til at fremja.

Morðhóttanir eftir floksskifti

Jógvan Esmar Ósá á facebook:
Ætlaði ikki at siga hettar. Men MÁ. Havi siti við stongdari hurð, síðan eg fór úr Fólkaflokkinim yvir til FRAMSÓKN. Teir ringja og lova at granasora meg, tí eg fór úr Fólkaflokkinum. Hvørjir "teir" eru, veit eg ikki - ringja við "dult nummar". So vita tit tað. Tað er IKKI sjálvmorð - men morð. Onki stuttligt:-)
Havi hoyrt áður, at Fólkaflokkurin Fo hevur slíkar. Men nei passar ikki. Nú havi prógv fyri, at tað passar:-(
Í gjárkvøldið: "Piddi er vekk. Tú verður líka nógv vekk".

Heri Eysturlíð viðmerkir í sama tráði:
Eg havi skrivað til allar floksformenninar og heitt á teir um at orða eitt felagsskriv, har teir hvassliga finnast at slíkum ágangi.

Heri hevur eisini skrivað grein:
Fyrradagin skrivaði eg floksformonnunum hesa áheitan, í sambandi við at Jógvan Esmar Ósa bleiv álvarsliga hóttur
Les greinina her.

FMR dugir at lýsa pensjónsskattingina betur enn hetta

Fíggjarnevndin leggur fram eitt excel-skjal til Tingmál 104 (Skjal C), sum er framleitt í FMR við útrokningum av avleiðingum av framskundaðum og broyttum pensjónsskatti. Útrokningarnar finnast eisini við fleiri dømum sum skjal E til Tingmál 103.

Umframt at FMR roknar sum um framskundaður skattur ikki verður brúktur til skattalætta, men eins og parturin hjá uppspararanum settur á bók at renta (hetta er antin ein feilur ella ein manipulatión), og umframt at FMR ignorerar, at hækkaður umsitingarkostnaður verður lagdur á uppsparingarnar og úrslitini í skjalinum tí eru meira positiv fyri pensjónsspararan enn veruleikin fer at vísa (antin dovinskapur ella manipulatión), er skjalið áhugavert uppá fleiri mátar.

Vigtigari mál enn lyftisbrot

Eg haldi ikki, tað vigtigasta politiska evni at viðgera í miðlunum beint nú er, at Jóna Mortensen strikar síni vallyfti á netinum. Hetta var annars longsta innslagið í útvarpinum og høvuðssøga í Degi og viku í kvøld. Tað mátti verið vigtigari fyri Kringvarpið at sett samgonguni, sum Jóna er partur av, teir 19 ósvaraðu spurningarnar um pensjónsskattingina (egentliga eru nógv fleiri, men 19 eru í tilfarinum frá landsstýrinum). Samgongan ignorerar spurningar og atfinningar frá fakfeløgum og andstøðuni uttan at fólk síggja, hvussu lítið samgongan ánar um avleiðingarnar av sínum egna politikki. Men spurdi útvarpið ella sjónvarpið, so kundu fólk í minsta lagi sæð, at tey sum atkvøða fyri, ikki eru før fyri at svara spurningunum. Ella í minsta lagi kundi Kringvarpið tvinga samgongufólk at lúgva fyri opnari mikrofon, so vit kunnu afturvísa teirra lygnum.

Her er video-brotið, Jóna hevði liggjandi á síni heimasíðu, til hon slettaði síni spor:

Jóna Mortensen í video -- egin framleiðsla á egnari heimasíðu

Hentir idiotar

At hoyra samgongukvinnu í Degi og viku í kvøld minti meg á, at tað kann vera sera relevant at minna á, at orðið "hentur idiot" hevur ein heilt ávísan týdning:

Wikipedia - Useful idiot:
The use of the term in political discourse has since been extended to other propagandists, especially those who are seen to unwittingly support a malignant cause which they naively believe to be a force for good.

Ella undir modern usage av Useful idiot (sama kelda):
"Useful idiot" is often used as a pejorative term for those who are seen to unwittingly support a malignant cause through their naive attempts to be a force for good.

Andstøðan líka ábyrgdarleys sum samgongan (næstan)

Viðm til minnilutaálit til uppskot um skattalætta:
Hetta er líka dýrt (og ábyrgdarleyst) sum uppskotið hjá ABDH. Øll koma at hanga uppá rokningina í framtíðini. Har er tó tann fyrimunur við hesum uppskoti, at øll fáa ein lítlan lut í festini fyrst.

mandag den 19. december 2011

Jóna Mortensen (3)

Vit hoyrdu í Kringvarpinum í kvøld úr eini samrøðu tey gjørdu við Jónu Mortensen herfyri um skattalættan til háinntøkur. Jóna segði, at hon heldur tað er fair. Av øllum orðum haldi eg ikki hon kundi valt eitt minni hóskandi orð um henda klassakampin hon hevur meldað seg inn í ímóti teimum veiku í samfelagnum og fíggjarliga kroystu.

Nógv umrødda video-brotið við Jónu Mortensen sæst her.

Meira ófriður fyri framman

Um samgongan við smølum meiriluta á Tingi og uttan samráðingar við partarnar á arbeiðsmarknaðinum broytir skattingina av pensjónum vil tað vera eitt stórt afturstig fyri politisku menningina í Føroyum. Kaj Leo stendur á odda fyri at undirgrava álit millum allar partar. Pensjónsuppsparingarnar hjá føroyingum vera politiskt stríðsevni frá nú av. Og vit fara at fáa meira ófrið á arbeiðsmarknaðinum í nógv ár. Hetta er so vist, at tað kann sigast vera fakta.

Tingfólk eru einans bundin av síni samvitsku, og kunnu saktans gera kompromis sum tey eru minni glað fyri. Men løgtingsfólk hava ábyrgd at krevja, at avleiðingarnar verða ordiliga lýstar av teimum uppskotum landsstýrið kemur við. Um tey eru nøgd við ta manipuleraðu kunning, sum lekur til vágaportalin, so gera tey ikki sína skyldu, og hvør einasti av teimum 19 í samgonguni er sekur.

Seinastu útrokningarnar hjá FMR eru nevniliga prógv um, at rokningin í framtíðini av broyttari pensjónsskatting verður ikki bara 220 mió, sum verða framskundaðar, men kanska 100-150 mió meira, sum pensjónsreformurin dýrkar, um lyftini til lágløntu, at tey einki missa, skulu haldast. Men tað dylja Jørgen og FMR, og eingin samgongutinglimur hevur enn kravt at síggja hesar útrokningar.

Lygi-kampanja hjá samgonguni á vágaportal heldur fram

Kim Hansen ger viðmerking til framhaldandi lygi-kampanjuna hjá samgonguni á vágaportal við tilfari úr Fíggjarmálaráðnum:
Í viðmerking til lógina, ið Jørgen er leverandør av, stendur: "Við at skattað eftirlønarinngjald og skattafrítt útaftur viðførir, at botnfrádrátturin hvørvur saman við broyting av skattatíðspunktinum. Sami persónur fær tí í veruleikanum minni at liva av enn við núverandi skipan."
Hesa viðmerking hevur Jørgen viðurkent sum leverandør av lógini, men roynir nú at afturvísa við einari tápuligari útrokning, ið ikki vísir nakað annað enn, at pengar koma at mangla í fyri at fíggja hækkandi viðbótina. Men nýggi pensjónsreformurin skal nokk oyðileggja nýggja roknistykkið, tá man fer at mótrokna við einum hægri faktori, ið júst svarar til tey 40%, ið eru goldin í skatti. Tá fara Jørgen og Kaj Leo so enn einaferð at standa sum lygnarar í eygunum á teimum, ið hava skil fyri pensjónum, og hetjur hjá teimum, ið ikki vilja skilja.

Jóna Mortensen (2)

Jóna Mortensen í videobroti í valstríðnum, har hon eisini lovaði at arbeiða fyri teimum sokallaðu veiku í samfelagnum:
‎"Heldigvís havi eg breiðan rygg ... men tað eru tað ikki øll sum hava ... eg haldi at eg havi eisini víst at eg havi árræði."

Tá hetta videobrot, sum lá á youtube, varð deilt á facebook og minti øll á hennara vallyfti, var ryggurin ikki breiðari enn so, at hon strikaði videobrotið.

Nógv umrødda video-brotið við Jónu Mortensen sæst her.

Jóna Mortensen (1)

Jóna Mortensen, minni enn tvær vikur áðrenn valgið:
‎"Vit eiga at gera tað so liviligt hjá ØLLUM samfelagsbólkum." (hennara herðing)

Nú atkvøður hon fyri flatskatti, sum bara gagnar háinntøkum, og lækkar pensjónina hjá teimum við lægri lønum fyri at fíggjarlógarmanipulatiónin hjá Jørgen skal ganga upp.

Nógv umrødda video-brotið við Jónu Mortensen sæst her.

søndag den 18. december 2011

Samgonguhetz móti viðmerkjara er eisini villleiðing

Viðmerking til herferð frá samgonguni móti óheftum ráðgeva:
FMR hevur sett eitt heilt annað roknistykkið upp enn Jan Otto, og tískil eru úrslitini ymisk. Men roknistykkið hjá FMR er næstan bara enn ein endurtøka av "Tesa hjá BADH", sum Jan Otto nevnir tað.
Um roknistykkið hjá FMR skal halda, so verður pensjónsreformurin enn dýrari enn tað sum er metingin um pensjónsreformin, sum semja annars er um. Rokningin í framtíðini fyri skattalættan í dag verður sostatt ikki bara tann framskundaði pensjónsskatturin, sum "fíggjar" skattalættan og tí manglar í framtíðini, men eisini verða almennu pensjónirnar nógv dýrari, um roknistykkið hjá FMR skal halda og láglønt ikki skulu vera við sviðusoð.

Fíggjarmálaráðið roknar nakað annað enn Jan Otto

Viðmerking til misvísandi útrokningar frá FMR á vágaportal:
FMR hevur sett eitt heilt annað roknistykkið upp enn Jan Otto, og tískil eru úrslitini ymisk. Men roknistykkið hjá FMR er næstan bara enn ein endurtøka av "Tesa hjá BADH", sum Jan Otto nevnir tað.
Um roknistykkið hjá FMR skal halda, so verður pensjónsreformurin enn dýrari enn tað sum er metingin um pensjónsreformin, sum semja annars er um. Rokningin í framtíðini fyri skattalættan í dag verður sostatt ikki bara tann framskundaði pensjónsskatturin, sum "fíggjar" skattalættan og tí manglar í framtíðini, men eisini verða almennu pensjónirnar nógv dýrari, um roknistykkið hjá FMR skal halda og láglønt ikki skulu vera við sviðusoð.

torsdag den 15. december 2011

Gunvør Balle frálíka røðu um fíggjarlóg

Gunvør Balle rakar seymin á høvdið:
Vit eru traðkaði fleiri fet aftureftir í politisku menningini. Tað sendir signal út til tey fólk, sum eru eitt sindur at sær komin og sum hava aðrar møguleikar fyri at skapa sær eitt virðiligt lív, at hetta er ikki eitt verandi stað.

mandag den 12. december 2011

Produktivitetsvøkstur neyðugur

Í útvarpinum í kvøld staðfesti landsbankastjórin, at ein framskunding av pensjónsskattingini setir enn størri krøv til produktivitetsvøkstur enn annars. So eigur útvarpið at fara at leita í samgonguskjalinum eftir tiltøkum sum økja produktivitetin. Kom nú, góði journalist, fylg nú spurninginum upp í staðin fyri at steðga, tá tit ikki skilja meira. (Hint: Í samgonguskjalinum er á summum økjum semja um ein politikk, sum minkar produktivitetsvøksturin.)

Eingangsinntøkur og búskaparskil

Grein Danmark kunne have haft 307 mia. kr. i fond í EPN.
»Hvis indtægterne fra Nordsøen var blevet placeret i en fond, så kan det være, at det offentlige forbrug ikke var øget så meget, og der ikke var givet så store skattelettelser. Det kunne man godt have ønsket sig i den nuværende økonomiske situation,« siger Jørgen Birk Mortensen, medlem af Det Økonomiske Råd i 2006.

Minnir okkum á, hvat Jørgen Niclasen ger, og hvussu hann argumenterar: Eingangsinntøkurnar skulu í landskassan, tí har er undirskot. Og so skal gevast skattalætti.

lørdag den 10. december 2011

Makrelsamráðingarpartar undir øðrvísi trýsti

Hevði hetta verið eitt hugskot? Uppskot sett fram á facebook:
Í staðin fyri at londini aftur komandi ár hvør sær fiska so nógvan makrel tey sjálvi ynskja, so skuldi reglurnar verið tær, at eingin slapp at fiska fyrr enn semja var.
makrelstovnurin tolir ikki nógv ár við sama veiðutrýsti

Sjúrður Hammer
sjálvandi tað, alt annað er reint ábyrgdarloysi

Stórur ójavni undirgravar kapitalismuna

Greinin Societal Dangers of Income Inequality vísir, at tá ójavnin verður ov stórur, kann kapitalisman ikki virka longur. Felags fyri tíðina undan krakkinum í 1929 og tíðina áðrenn 2008 var stórur og vaksandi ójavni.

Ulighed fører til kapitalismens undergang

Artiklen Societal Dangers of Income Inequality viser, at når uligheden bliver for stor, holder kapitalismen op med at fungere. Et fællestræk ved tiden før det store kollaps i 1929 og tiden før 2008 er, at der var en stor og voksende ulighed.

ALS eigur heldur at læna

Hvat forðar ALS at taka eitt lán til arbeiðsloysið minkar aftur? Tíðin við stórum arbeiðsloysi er ikki tann rætta at lækka útgjaldið.

Rokningin fyri skattalættan til háinntøkur (2)

Sofus Debes Johannesen á facebook:
Havi roknað eitt sindur uppá lættan, sum "flatskatturin" gevur, nú Heilsutrygdargjaldið kemur inn aftur, og øll, sum fortjena undir 650.000 kr., skulu gjalda meira til ALS. Nú hava øll, sum fortjena upp til og við 260.00 kr. minni eftir, meðan tey, ið fortjena 270.000 hava heilar 245 kr. eftir um árið! Toppskorðarin er framvegis tann, ið fortjenar 1.200.000 kr. um árið, men nú hevur hesin "bert" 79.089 kr. meira eftir um árið, eftir at Heilsutrygdargjaldið er goldið. Tey, ið fortjena meira enn 650.000 kr., gjalda ikki meira til ALS, hóast hækkaða gjaldið til øll onnur, meðan tey, ið fáa útgoldið frá ALS, koma at fáa minni. Til lukku Kaj Leo & Co.!

fredag den 9. december 2011

Rokningin fyri skattalættan til háinntøkur

Ein limur í FA sum arbeiðir 40 tímar um vikuna fær 1350 kr í skattalætta. Hesin persónur skal nú rinda 587.50 kr meira til ALS. Og pensjónin verður skattað harðari...

Samgongan missur undirtøku

Sosialurin kunnger kanning hjá Gallup sum vísir, at minni enn 40 pct av fólkinum taka undir við samgonguni millum flokkar (ABDH), sum á valinum fyri seks vikum síðani høvdu 58 pct undirtøku.

Vælferðarsamfelag og kredittvirði

Viðmerking til grein hjá Jógvan við Keldu á vágaportalinum:
Almennar útreiðslur hava so ikki givið londum verri kredittvirði, sum henda mynd vísir.
Kelda: Bloggur hjá Krugman

Frágreiðing um myndina: Út eftir vatnrætta aksanum síggja vit hvussu stóran part av bruttotjóðarúrtøkuni hjá ymsum londum er almennar útreiðslur, og upp eftir lodrætta aksanum, hvussu høg rentan á 10-ára statsobligatiónum er. Tey lond sum eru frámerkt langt til høgru hava sostatt stóran almennan sektor, og tey lond sum eru frámerkt ovaliga í myndini, hava høga rentu og vánaligt kredittvirði. Samanhangurin er meira kompleksur, men um henda mynd gevur nakra forkláring, so sæst at lond við stórum almennum sektori hava gott kredittvirði.

torsdag den 8. december 2011

Politisk mentan

Hetta er politiska mentanin í Føroyum. Tá embætisfólkini ávara, fáa tey bara ein ordra.

Kelda: Dimmalætting

Høgni spyr Jørgen um tænastuboð

Høgni Hoydal í Tinginum nú:
Kann Jørgen Niclasen vátta, at hann hevur verið noyddur at geva sínum embætisfólkum tænastuboð fyri at fáa tilfarið um pensjónsskatting gjørt, tí embætisfólkini halda, at uppskotið er ábyrgdarleyst?

Poul um Jørgen og SamVit

Poul Michelsen á Tingi:
Vit hava sæð hetta fyrr, at Jørgen Niclasen skrumblar mál ígjøgnum. SamVit liggur í skeljasori, tí hann vildi ikki kanna avleiðingarnar fyrst.

onsdag den 7. december 2011

Soleiðis verður skattalættin fíggjaður

Dávid Isfeld setir tølini upp á facebook:
Vit gjalda uml. 15% av okkara løn í pensjón. 35% av pensjónini verður skattað. Tað merkir, at vit gjalda 5% av okkara løn beinleiðis fyri at fíggja flatskattin. Og tað merkir, at tey, ið tjena 20-25.000 kr um mánaðin gjalda uml. 1.000 kr hvønn mánað beint í lummarnar á fólkum, ið eru væl fyri ella beinleiðis steinrík. Hvat er hent við føroyinginum? Hvussu nógv skal til, áðrenn vit siga stopp, og eisini gera nakað ítøkiligt fyri at steðga hesum gramma og ótespuliga órætti, ið verður framt ímóti okkum uttan skomm?

Rentustuðulin lækkar

Viðm. til grein hjá Kringvarpinum um rentustuðulin:
Samgongan skal hava rós, tá hon hevur rós uppiborið. Ikki er tað bara skilagott at lækka rentustuðulin, at gera tað við at lækka loftið er eisini rætti mátin at gera tað uppá.

(Eg skal nokk nevna tað eisini, um eg finni nakað annað skilagott, sum samgongan hevur funnið uppá.)

Tað skal so eisini sigast, at eg havi skrivað um júst henda mátan at niðurlaga rentustuðulin uppá - fyri hálvum triðja ári síðani. Eg nevni har eisini at lækka procentsatsin á rentustuðlinum, men um loftið lækkar so tað er burtur eftir 20-30 árum, er óneyðugt at lækka procentsatsin umframt, og kanska best at bara lækka loftið, so broytingarnar fyri láglønt verða so varligar sum gjørligt.

Eitt kerligt spark?

Kaj Leo:
Sambandsflokkurin fer altíð at verja tann á niðastu rókum

So tá samgongan tekur pensjónirnar frá teimum á niðastu rókum er talan kanska um eitt kerligt spark!?

tirsdag den 6. december 2011

Øvundsjúka?

Er tað øvundsjúkan sum ger um seg og sum ger at Jørgen ikki unnar alment løntum ein lætta? Hví skulu alment lønt niður í løn, bara tí tey fáa skattalætta?

Ratingbureauer tager fejl

Brot úr grein á dr.dk:
Men S&P er alt for sent ude med sin melding, og desuden har selskabet ikke stor troværdighed, siger Carsten Valgreen, cheføkonom ved det amerikanske analysehus Benderly Economics,
(...)
Valgreen mener, at det er symptomatisk for kreditvurderingsinstitutterne, at de kommer for sent med deres udmeldinger.
- De nedgraderer først, når det er for sent, og ulykken er sket. Det klassiske eksempel er de tre islandske banker, der alle havde AAA-rating, indtil de krakkede i 2008, siger han.

Ungur Sjálvstýris-apologetur

Viðm til apologetiska grein hjá Dávuri í Dali, form. í Unga Sjálvstýri:
Áhugaverdar betragtningar av politiska veruleikanum. Kann Dávur vísa á mál í hesum samgonguskjali, sum hinir flokkarnir ikki ynskja, men sum Sjálvstýrisflokkurin hevur fingið við?

mandag den 5. december 2011

Ójavni er ein trupulleiki, sum man roynir at økja

OECD: Verdens regeringer må gribe ind over for øget ulighed.
ABDH: Denne lov gælder ikke for Færøerne: Vi indfører fladskat.

Forskellen mellem rig og fattig stiger markant, skrivar Politiken:
»Den sociale kontrakt er begyndt at falde fra hinanden i mange lande. Denne rapport slår en pæl gennem antagelsen om, at fordelene ved økonomisk vækst automatisk vil sive ned til de mindre privilegerede, og at øget ulighed giver større social mobilitet«, konstaterer OECD's generalsekretær Angel Gurria med henvisning til rapporten.

Annlis skilir ikki menniskjasýn

Annlis Bjarkhamar á facebook:
Havi trupult við at skilja at politiskir flokkar leggja alt fyri, so at tey sum tjena meira enn 600.000 kr skulu fáa eina lætta, meðan tær familjur sum ikki hava ráð til heitan mat hvønn dag, sum savnað fløskur fyri at fáa mat á borið osfr onki fylla í politiska kjakinum. Hvat er tað fyri mennsikjasýn hesir politikkarar hava?. Kann ikki koma til aðra niðurstøðu enn at okkurt hendir við fólki, tá tey verða vald á ting! Tey missa snøkt sagt sítt hjarta og sína samvitsku :(

Vælferð og trygd og trivnaður

Vælferðarsamfelagið hevur sum endamál at skapa trygd og trivnað fyri fólk við lágum og miðalinntøkum. Ein progressivur skattastigi ger vegin upp til miðalklassan lættari. Kombinatiónin av vælferðarsamfelagi og progressivum skattastiga hevur í Norðurlondum verið við til at gera miðalklassan størri.

Søguliga sæð eru samfeløg við einum stórum miðalklassa tey tryggasta og mest stabilu, so sjálvt í londum uttan væl útbygt vælferðarsamfelag verður ásannað at ein stórur miðalklassi skapar stabilitet og búskaparvøkstur. Ein flatskattur fer at gera vegin frá miðalklassa til múgvandi lættari. Men tað fer gera mótbrekkuna hjá láginntøkum upp í miðalklassan truplari, tað fer at økja ójavnan. Og tað fer at undirgrava fíggingina av vælferðarsamfelagnum og fer sostatt at geva minni tryggleika og minni trivnað.

Skattalætti frá miðjuni á inntøkustiganum og uppeftir er ein prioritering fram um at lætta um hjá teimum sita harðast í tí. At styrkja miðalklassan hevur samgongan valt frá.

lørdag den 3. december 2011

Trýr Kaj Leo sær sjálvum?

Kaj Leo, sambært Brynhild Thomsen í DV í dag (undir mótmælisgonguni):
Eingin - ikki ein - skal fáa tað verri eftir skattaumleggingina enn frammanundan.

Jú, hatta passar kanska á bjartskygdu (naivu) verðini hjá løgmanni. Har eru øll rík, og tað er rætt, tey ríku fáa tað ikki verri eftir skattaumleggingina enn frammanundan.

Kaj Leo um stóru mótmælisgonguna

Kaj Leo í sjónvarpinum:
Tað er -- fyri so vítt -- gott at man kann mótmæla.

Øll rinda skatt eftir sama stiga

Annika Justinussen á facebook:
Tosað verður nógv um, at vit tey háløntu rinda rinda hægri skatt en tey láløntu. Veruleikin er, at vit ØLL hava somu skattaskipan. Vit hava øll ein botnfrádrátt upp á 30.000 - vit rinda øll 7% av teimum næstu 40.000 - vit rinda øll 18% av teimum næstu 70.000 osv. OG EINGIN RINDAR MEIR ENN 50% AV SÍNI LØN Í SKATTI!!

Órættvísur skattalætti er ikki rættvís skatting

Frímund Hansen skrivar grein á vágaportal: Nakrar viðmerkingar til øsingina sum nú er:
Lat okkum unna hvørjum øðrum eina rættvísari skatting.

Hann meinar:
Góðu tit sum liva á hungursmarkinum, kunnu tit ikki unna okkum sum onga neyð líða at fáa meira av lønini í okkara part? Vit vælbjargaðu fáa hægri pensjón og skattalætta, tit fáa ongan skattalætta, men afturfyri fáa lægri pensjón. Tað gongur upp.

fredag den 2. december 2011

Skattalættin er høvuðsrættur, pensjónin er dessertin

Háinntøkur fáa ikki bara skattalætta, men eisini hægri pensjón, um ætlanirnar hjá samgonguni verða framdar. Láginntøkur sum ikki fáa skattalætta, fáa nógv minni í pensjóns.

Pensjón íroknað almenna pensjón við mótrokning sambært pensjónsreformi.

Eg havi brúkt standard aktuar-talvur til at finna lutfall millum inngjald og útgjald.

Kaj Leo sigur, at bara háinntøkur fáa høvuðsrætt. Og láginntøkur skulu rinda fyri dessertina hjá háinntøkunum.

torsdag den 1. december 2011

Bankarnir eru so dýrir sum teir sleppa

Bankastjórin greiddi frá í útvarpinum í kvøld, at ómaksgjøldini fyri akkra somu tænastu vóru ikki tey somu í donsku deildunum sum í føroysku, hóast kostnaðurin fyri bankan er tann sami, tí "marknaðarstøðan er ikki tann sama."

- Ella á føroyskum: Tað er ein spurningur um, hvussu nógv vit kunnu sleppa avstað við at kroysta úr kundunum.

Dumma Dimma

Dimma skrivar í oddagrein 1. december 2011:
74 feløg av ymsum slagi hava boðað til stórt mótmælistiltak í høvuðsstaðnum leygardagin. Parolurnar eru ógvusligar: Tey siga, at nýggja samgongan rætt og slætt er í ferð við at avmontera vælferðarsamfelagið og biðja borgarar fara út í gøturnar at hjálpa feløgunum at bjarga vælferðarsamfelagnum.

Men Dimma heldur ikki, at feløgini sum mótmæla hava nakað at hava sínar atfinningar í.:
grundgevingarnar fyri hesi ógvusligu ræðumyndini hjá fakfeløgum og politiskum feløgum, umboðandi andstøðuna, hava ikki verið mangar og eiheldur sannførandi.
Samgongan sigur tvørturímóti í byrjanini í samgonguskjalinum: ”Fyritreytin fyri einum góðum samfelag fyri øll er búskaparvøkstur, ið tryggjar vælferðina”.
Altso ætlar nýggja samgongan, at vælferðin skal tryggjast og ikki avmonterast.

Hatta síðsta er eisini endurgeving úr oddagreinini! Ikki akkurát indsigtsfull politisk analysa.

onsdag den 30. november 2011

Hoyrt í Løgtinginum

Løgmaður við ein flokk í andstøðuni:
Tit mugu hyggja í egnan barm.

Myndin er frá ólavsøku 2011, so fínur er hann ikki hvønn dag.

Aðalstjórar og jólamenn

Uni Arge á facebook:
Sá ein aðalstjóra til jólatræ á Vaglinum leygardagin. Hann savnaðist á almennum stað saman við jólamonnum, sum virka ímóti politikkinum hjá samgonguni, tí hesir jólamenninir góvu øllum gávur - og ikki bara teimum ríku. So er spurningurin, hvat meiningspolitiið hjá samgonguni heldur um levindið av aðalstjóranum...

tirsdag den 29. november 2011

Flat tax and misery

Tilståelsessag frá CEPOS:
Hong Kong var det første land der introducerede en flad skat.

Hong Kong ifølge Financial Times:
Yet a territory better known for its breathtaking harbour-front skyline and its money-making possibilities has plenty of misery to go round. In a city of 7m people with an average per capita income of nearly US$30,000, 1.23m live below the poverty line, earning less than half of a desperately low median wage. The city’s Gini coefficient, which measures income inequality, is the worst in Asia (worse even than India and mainland China) before the limited effects of the city’s half-hearted income redistribution are counted.

mandag den 28. november 2011

Kostnaður av ójavna

Hetta skuldi verið obligatoriskt pensum fyri tingfólk áðrenn tey samtykkja skattalætta til háinntøkur:

Richard Wilkinson: How economic inequality harms societies:

Kelda: www.TED.com

fredag den 18. november 2011

Optimalur skattur er ikki flatur

Peter Diamond og Emmanuel Saez:
‎The optimal profile of transfers and taxes is highly nonlinear and cannot be well approximated by a flat tax.

Sí keldu: The Case for a Progressive Tax: From Basic Research to Policy Recommendations.

Blokktiðning til meira vælferð

Um blokkurin hevði verið framskrivaður síðani 2002, so hevði hann verið 752,9 mió í ár (tað hevur Bjarne Corydon sagt), og við somu framskrivingarferð verður hann 769,9 mió næsta ár, og 842.1 mió í 2016, t.e. 226.6 mió hægri enn hann er í dag.

Í ABDH-samgonguskjalinum stendur nú:
Samlaðu útreiðslurnar á samtykta játtanarkarminum fyri 2012-2016 skulu haldast.

Eg skilji so á løgmanni, at um Helle gongur við til at hækka blokkin verður samgonguskjalið broytt til "Samlaðu útreiðslurnar á samtykta játtanarkarminum fyri 2012-2016 skulu hækkast við 226.6 mió kr."

Góði Kaj Leo, kann tú vátta, at títt skriv skal skiljast soleiðis, at útreiðslukarmurin á fíggjarlógini skal broytast samsvarandi einum hækkaðum blokki? Og er tín fíggjarmálaráðharri samdur?

Fýra skattalættar

Fordeilingsmessiga er stórur munur á teimum fýra uppskotunum til skattalætta, sum komu í valstríðnum ella aftaná valgið. Inntøkur uppá 600.000 kr/ár fáa størri skattalætta frá ABDH enn nakar flokkur skeyt upp í valstríðnum.


Og her eru skattalættarnir sum procent av lønini:


Javnari samfelag er gott samfelag

Eitt javnari samfelag hevur eisini størri sosialan mobilitet, so manglandi útbúgving og vánaliga lønt størv hjá foreldrum ikki fer í arv til børnini. Tað vilja altíð vera fátøk, men tað at teirra børn kortini hava hampiliga góðar møguleikar at klára seg betur ger, at vit betur kunnu siga, at vit ikki hava eitt klassasamfelag. Marknaðurin einsamallur skapar ikki eitt javnt samfelag, og um ikki vit í felag virka fyri javnaði fáa vit eitt støðugt meira ójavnt samfelag, og har tey fátæku eisini blíva meira og meira isolerað frá framburðinum, sum hini njóta gott av. Amerikanski dreymurin livir -- best í Norðurlondum.

Sjálvsagt skal tað loysa seg at arbeiða, og marginalskatturin kann tí ikki vera ov høgur. Men við eini flatskattaskipan skal øll útjavning henda gjøgnum almennu útreiðslurnar. Tá flatskattaskipanin harumframt merkir 280 mió minni í skattainntøkum verða verri ráð til almennar útreiðslur til tær skipanir, sum kunnu skapa útjavning, sum kunnu lyfta tey uppaftur til produktivar borgarar, sum detta niðurímillum.

Ein vaksandi undirklassi verður úrslitið. Ein ein lítil økonomisk elita. Og ein miðalklassi sum verður støðugt meira kroystur.

torsdag den 17. november 2011

Erhvervsfrekvens i Norden 2007-09

Nordisk sammenligning af erhvervsfrekvens (arbejdsstyrke som andel af befolkningen 16-64 år) og andele som deraf er beskæftigede og arbejdsløse. Tal for 2007 og 2009 og ændring 2007-09. Færinger har den højeste erhvervsfrekvens både før og efter finanskrisen rammer, men rammes hårdest sammen med Island. Hvor man i de andre nordiske lande blot bliver arbejdsløse, når krisen rammer, er det mere udbredt på Færøerne, at folk helt forlader arbejdsmarkedet.

Kilde: Egne beregninger ud fra Nordic Statistical Yearbook 2011

onsdag den 16. november 2011

Avtalubrot við afturvirkandi kraft

Jógvan Sundstein um blokkpolitikkin hjá borgarligu samgonguni:
Slíkar avtalur kunnu væl ikki broytast 10 ár aftureftir. Tá verður virði av gjørdum avtalum devaluerað, og tað er ikki gott fyri tann partin, sum brýtir avtaluna. Tað gongur útyvir umdømið.

Hann kundi sagt tað sama um pensjónsskattingina.

tirsdag den 15. november 2011

Reaktionert stýri

Jóannes Jacobsen á facebook:
Nýggja stýrið er ikki konservativt. Tað er reaktionert. Konservativ ganga inn fyri hóvliga at ganga fram á leið við at byggja á tað verandi. Nýggja stýrið vil ganga aftureftir -- til áðrenn blokkurin varð lækkaður, áðrenn tos um marknaðargrundan av fiskivinnuni tók seg upp, áðrenn Føroyar fingu eina sosialdemokratiska skattaskipan og áðrenn orð so sum 'samkynd' blivu alment kend.

Vælferðarskipanir og búskaparkreppur

Hvat eyðkennir londini í Europa, sum eru í kreppu? - Tey vóru londini í ES, ið brúktu minst part av BTÚ til grundleggjandi vælferðarskipanir áðrenn kreppuna!

Hvussu ber tað til, at Canada klárar kreppuna betur enn USA? - Canada brúkar størri part av BTÚ uppá vælferðarskipanir!

- Skulu Føroyar hava búskaparvøkstur, so skal vælferðin útbyggjast og styrkjast, ikki svøltast við at tøma landskassan og futta framtíðar pensjónir av til skattalætta og privata nýtslu.

mandag den 14. november 2011

Avmakt í Tinganesi

Súsanna Mortensen á facebook:
Tað er ræðandi at hoyra avmaktina úr Tinganesi. Samgonganskjalið lovar meira enn tað klárar at halda og gjøgnumføra. Nú hava Jørgen Niclassen og Kaj Leo Johannesen fingið maktina. Tað vandamikla er, tá ið teir ikka makta uppgávuna og maktin blívur til avmakt. Og avmaktin hoyrdist úr Tinganesi í dag. Jørgen Niclassen biður fólk arbeiða yvir, har onki arbeiði er og Kaj Leo Johannesen biður fakfeløgini tiga. Hetta er dagur 1.

Hvat ger Kaj so?

Tá danska stjórnin hevur sagt nei til at hækka blokkin, hvat ger Kaj Leo so? Skal hann so gjøgnumføra politikkin hjá Fólkafl og Miðfl, men ongan sambandspolitikk?

Modernaður høgravongur er rabiatur

Undir yvirskriftini The Real Conservative Scandal, skrivar E. J. Dionne í Washington Post:
Their movement has been overtaken by a quite literally mindless opposition to government.
(...)
This is a long way from the conservatism I used to respect. Although I often disagreed with conservatives, I admired their prudence, their affection for tradition and their understanding that the intricate bonds of community are established with great difficulty over time and not easy to reweave once they are torn asunder. At their best, conservatives forced us to think harder. Now, many in the ranks seem to have decided that hard and nuanced thinking is a telltale sign of liberalism.

Blokk-politikk

Ein gallup-kanning beint áðrenn valgið vísti, at samanlagt í fólkinum vildu 28% hækka blokkin, 24% lækka hann, 30% vildu lata hann standa í stað, og 18% vistu ikki.
  • 25% av fólkafloksveljarunum og vildu hækka blokkin, 27% vildu lækka hann, 30% vildu lata hann standa í stað.
  • 56% av sambandsveljarunum vildu hækka blokkin, 2% vildu lækka hann, 31% vildu lata hann standa í stað.
  • Samanlagt vildu 40% av veljarunum hjá ABDH hækka blokkin, 15% vildu lækka blokkin, 30% vildu lata blokkin standa í stað, og 15% vistu ikki. Íalt 287 veljarar hjá hesum flokkum svaraðu í kanningini.
Veljararnir hjá ABDH fáa tað tey valdu. Tjóðveldisveljarar fáa ikki tað tey valdu (70% vildu lækka blokkin), men teirra flokkur er í andstøðu. Triði hvør javnaðarveljari (33%) vildi hækka blokkin, eitt sindur fleiri (37%) vildu lata hann standa í stað, 10% vildu lækka blokkin. So javnaðarveljarar eru minni ónøgdir enn tjóðveldisveljarar tá tað kemur til blokktiðning.

torsdag den 10. november 2011

Flat-tax?

Also fyrst var tað flat-tax (sama prosent í skatti, óansæð inntøku)
Men so bleiv tað flat-tax við botnfrádrátti (t.e. ein skattastigi við einum stigi)
Men so kom ein sosialisering (t.e. eitt stig aftrat fyri hægri inntøkur)
Og til síðst vildi Miðfl hava enn eitt eyka skattastig til háinntøkur

Vit fáa also ein skattastiga við trimum stigum (í dag eru fýra). Men um botnfrádr er ymiskur í lands- og kommunuskatti, so eru framvegis fýra skattastig.

"Flat-tax" hevur ongantíð verið annað enn bílig marknaðarføring av einum skattalætta til háinntøkur. Hvussu fanin ber tað til, at Kringvarpið framvegis tosar um flatskatt?

onsdag den 9. november 2011

Fjølmiðlar sova, A og B tøma landskassan

Eg eri generelt bekymraður um, at fjølmiðlarnir ikki hava gjøgnumskoðað økonomiska svindulnummarið hjá A, sum nú eisini B er hoppað uppá. Meðan fjølmiðlarnir sova, tøma A og B landskassan. Og um 20-30 ár verður herverk og harðskapur í gøtunum í Tórshavn, tí landið hevur ikki ráð til at rinda tær pensjónir, sum fólk hava fingið lovað. Vit síggja myndirnar í dag úr londum í Suðureuropa.

Árni Gregersen analyserar

Árni Gregersen analyserar í útvarpinum:
Tað má vera eitt krav, at stýrið sum kemur til, ger tað sum skal til fyri at minka strukturella hallið.

Man Árni vera greiður yvir, at skattauppskotið hjá Fólkafl økir strukturella hallið við 313 mió? (Ella 235, sum tey sjálvi siga.) Framskunding av pensjónsskatti økir strukturella hallið eitt sindur aftrat. Dimma hevur so einki skrivað um hetta enn!

mandag den 7. november 2011

Miðfl kapitulerar?

Vánaligt av Miðfl totalt at kapitulera. "Etisk mál" skulu opinbart ikki viðgerast komandi fýra árini. Eru tað ikki annars tað, Miðfl nevnir primer mál?