Sider

torsdag den 29. december 2011

Same procedure as last year

Aftur í kvøld, í ársins næst seinastu Dag og viku, viðgjørdi Kringvarpið spurningin um hvussu fiskivinnan kann fáast at kasta meira av sær til samfelagið.

Og tað var eftir vanligu uppskriftini, sama sum so ofta áður, og sum enn ikki hevur flutt kjakið tað allar minsta.  Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur mælti til at fiskirættindi verða bjóðað út, so tey sum megna fáa mest burtur úr tilfeinginum, eisini sleppa at fiska, og aftaná sat fiskimálaráðharrin í sjónvarpsstovuni at segði at tað fór man ikki at gera.

Róar Akralíð skrivar í greinini "Tí lurtar politiski myndugleikin ikki eftir búskaparfrøðingum":
Í føroysku miðlunum tykist tað nevniliga at vera ein yndisítróttur at seta ein tilmælandi akademikara upp ímóti onkrum, sum so ella so verður raktur av tilmælinum. Fiskifrøðingar verða settir at kjakast um fiskifrøði við reiðarar, og populistiskir politikarir verða settir at viðmerkja búskaparfrøðilig tilmæli. Tað tykist, sum miðlarnir halda, at allar áskoðanir eru líka góðar til at heildarlýsa eitt mál, sjálvt um sannleikin um eitt mál ikki liggur í miðjuni, tí annan sjónarmiðið er ekstremt og uttan vísindaligt kjølfesti. Miðlarnir áttu at tikið støði í okkara vesturlendsku siðmenning um gransking og empiriska vitan, tí annars verður kjakið anarkistiskt.
Hesin háttur hjá miðlunum gruggar lýsingina av búskaparfrøðiligum tilmælum (og øðrum tilmælum). Tá ið viðgerðin haraftrat mangan er stutt í miðlunum, skulu fólk vera rættiliga vakin fyri at síggja skynsemið í einum tilmæli.

Greinin er prentað í bókini "Valið og valdið". Tað er also skrivað áðrenn Dag og viku í kvøld.

Tað tykist ikki, sum Kringvarpið megnar ella ynskir at viðgera fakligheit og serfrøði seriøst.

Tey hava tó enn ein kjans í morgin, í síðstu Dag og viku í ár. Minstakrav má vera, at pástandirnir hjá fiskimálaráðharranum verða eftirkannaðir. M.a. tað hann segði um makrelveiðuna í 2011, sum hann kallar fiasko, men vit heilt mong onnur kalla succes (sum tó kundi verið størri). Tað lættasta - fyri ikki at krevja ov nógv - er at samanbera makrelveiðuna í 2010 og 2011.

Ingen kommentarer: