Sider

torsdag den 22. december 2011

Tað glógvar í onkrum sambandsfólki

Arne Winthereig, formaður í Unga Samband, skrivar á facebook, í tráði hjá Jarvin Feilberg:
Tú nevnir at Jarvin er ávirkaður av tí heilagu akademikara verðini í stórbýnum. Ergo tú leggur upp til, at hesir ikki vita betri. Tú sær hvussu ávísir menn vassa í pengum tí teir hava selt virðir hjá landinum fyri 100 tals milliónir. Haldi so avgjørt at vinnan tekur sín part og so ríkiligt afturat.
(...) Tey skulu sanniliga eisini geva nakað fyri samfelagið. Hugskoti aftanfyri høga vælferð er júst, at vit skulu verða fá, ið skapa so stóran útflutning, sum gjørligt, so øll hini kunnu skapa vælferð fyri samfelagið.
Vit skulu fáa hægst útnyttilsi av kapitalinum, fólkinum og rávøruni. Vit fáa einki av hesum. Bert pelagiski- og flakaflotin geva avlop, fólkini í fiskivinnuni kasta ikki nokk av sær orsaka av sjómannafrádráttinum og rávøran verður ovurfiska tí vit hava ta skipan vit hava. Vit stimbra ikki undir, at teir bestu fiska fiskin og vit seta heldur onga forðing fyri at vit ovfiska fiskin
(...) Vinna og akademikarar skulu arbeiða saman og tískil má samfelagið gerast kappingarført ímóti at fáa hesi lærdu heimaftur.
Fyri, at tað skal gerast er neyðugt, at skapa tryggarkarmar, høga vælferð og kappingarføra skattaskipan.
Skipanin, sum liggur í tinginum ger skattaskipanina kappingarføra, men hon oyðileggur tey bæði tryggar karmar og høga vælferð (ella hvussu er fyri befolkningin, tí onkur fáa enn hægri vælferð við komandi skipan)
(...) Komandi fiskivinnupolitikkur stimbrar nemliga ikki undir at endurnýggja flotan, tí vit fáa ikki kapitalin at kasta nakað av sær í vinnuni. Tí fáa vit ikki nýggj og størri og flottari skip. Bert har, tað er lønandi.
Um tú, Robert, heldur, at ein, sum hevur eina ársinntøku á umleið 500.000 krónur hevur uppiborið ein frádrátt í skattinum, so kundi eg hugsa mær at spurt fyri hvat. Hvat meirvirði skapar hesin fyri samfelagið? Vit kunnu til dømis taka ein alara. Hvat er munurin á sjómanninum og alaranum. Skapa teir ikki báðir sama útflutning? Hví skal sjómaðurin so fáa frádrátt í síni skattainntøku?
Teir, sum ikki tíma at rinda fyri samfelagið siga við øðrum orðum at vit onnur skulu rinda fyri teir og teirra børn. Er tað rættvíst? Um hesir heldur vilja flyta til Norra, tí har finnast fólk, sum gleðiliga rinda fyri teir, so taka teir stórliga feil. Í so fall teir skuldu havt rætt, so er tað ikki meir enn fair, at teir fara.... Í prinsippinum missa vit einki, tí vit rinda longu sum er fyri teir.
(...) Faktiskt er tað ringasta slett ikki skattauppskoti og pensjónirnar.... Hetta kann broytast eftir stuttari tíð. Tað ringasta verður tá vit fara at avhenda tilfeingi kring okkara land til einstakar reiðarar.

Ingen kommentarer: