Sider

søndag den 18. december 2011

Fíggjarmálaráðið roknar nakað annað enn Jan Otto

Viðmerking til misvísandi útrokningar frá FMR á vágaportal:
FMR hevur sett eitt heilt annað roknistykkið upp enn Jan Otto, og tískil eru úrslitini ymisk. Men roknistykkið hjá FMR er næstan bara enn ein endurtøka av "Tesa hjá BADH", sum Jan Otto nevnir tað.
Um roknistykkið hjá FMR skal halda, so verður pensjónsreformurin enn dýrari enn tað sum er metingin um pensjónsreformin, sum semja annars er um. Rokningin í framtíðini fyri skattalættan í dag verður sostatt ikki bara tann framskundaði pensjónsskatturin, sum "fíggjar" skattalættan og tí manglar í framtíðini, men eisini verða almennu pensjónirnar nógv dýrari, um roknistykkið hjá FMR skal halda og láglønt ikki skulu vera við sviðusoð.

Regin Mikkelsen viðmerking:
altso er tað einigin sum arbeiðir í framtíðini , og betalur inn til sína pensjón ??? --- hvat er hetta fyri framtíð tú tosar um ?????? HALLÓ sjálvandi eru eisini fólk sum arbeiða um 30 ár, og tey tjena allarhelst nógv meiri enn vit gerða ídag, og betala tí nógv meiri í sínar pensjónsgrunnar

Flóvin svarar:
Og í somu framtíð eru eisini pensjonistar sum skulu hava pensjón -- skattafrítt. Annars virkar ikki sum tú hevur lisið tað eg skrivi. Eg royni vísa konkret á hvat tað merkir, at man ikki kann brúka somu pengar tvær ferðir.
Orsøkin at eg seti "fíggjar" (skattalættan) í gásareygu er, at hatta ikki kann fíggja nakað sum helst, tí í longdini er javnvág fyri samfelagið millum inngjøld og útgjøld frá pensjónsuppsparing. Tískil eru eingir pengar at heinta har til skattalætta. At man so kortini ger tað kemur at merkja at henda sama upphædd manglar í framtíðini.
Í forvegin vísa útrokningar sum pensjónsreformurin er grundaður á, at eldraøkið dýrkar við yvir eini miljard. Pensjónsreformurin fann út við helmingin av hesum. Men skattalættin ger trupulleikan (manglandi fígging til eldraøkið í framtíðini) størri aftur.

Ingen kommentarer: