Sider

søndag den 18. december 2011

Samgonguhetz móti viðmerkjara er eisini villleiðing

Viðmerking til herferð frá samgonguni móti óheftum ráðgeva:
FMR hevur sett eitt heilt annað roknistykkið upp enn Jan Otto, og tískil eru úrslitini ymisk. Men roknistykkið hjá FMR er næstan bara enn ein endurtøka av "Tesa hjá BADH", sum Jan Otto nevnir tað.
Um roknistykkið hjá FMR skal halda, so verður pensjónsreformurin enn dýrari enn tað sum er metingin um pensjónsreformin, sum semja annars er um. Rokningin í framtíðini fyri skattalættan í dag verður sostatt ikki bara tann framskundaði pensjónsskatturin, sum "fíggjar" skattalættan og tí manglar í framtíðini, men eisini verða almennu pensjónirnar nógv dýrari, um roknistykkið hjá FMR skal halda og láglønt ikki skulu vera við sviðusoð.

Kim Hansen ger eisini viðmerking:
Tann, ið hevur skrivað hesa greinina skilir so ikki ein kvekk av hvat er roknað og ikki, tí samanberingin er heilt til grin. Jan Otto samanlíknar privat uppsparda pensjón, og hon gert minni við nýggja uppskotinum, og tað, óansæð um Jørgen, Kaj Leo og greinaskrivarin halda fram við at leggja serfrøðina undir nakað annað.
Tað, ið FMR nú hevur roknað út, er írokna fólkapensjón, men har gera tey tann feilin at gloyma at fortelja hvar pengarnir skulu koma frá til Viðbótina, ið kemur at hækka um minni verður at mótrokna við (hendan feilin eigur Jørgen helst einsamallur, tí eg trúgvi onki uppá at nøkur serfrøði í FMR ikki dugir at síggja tað!). Sum flest fólk skilja uppskotið, so skulu pengarnir til ein skattalætta, og pengar kunnu ikki brúkast meir enn einaferð! So hvis greinaskrivarin veruliga ætlaði nakað við einari grein viðvíkjandi útrokningunum frá FMR, kundi hann spurt Jørgen hvussu hann ætlar at fíggja hettar holið!

Flóvin leggur aftrat:
Tað er akkra har ketan hoppar av hjá FMR. (Sum man opinbart ikki kan hava álit á longur, síðani Jørgen kom har, tí nú eru tølini misvísandi, sjálvt í fíggjarlógarframløguni.) Við hesum vísa tey, at holið í framtíðini verður uppaftur størri enn tað sum framskundaða skattingin kostar.

Ingen kommentarer: