Sider

mandag den 19. december 2011

Meira ófriður fyri framman

Um samgongan við smølum meiriluta á Tingi og uttan samráðingar við partarnar á arbeiðsmarknaðinum broytir skattingina av pensjónum vil tað vera eitt stórt afturstig fyri politisku menningina í Føroyum. Kaj Leo stendur á odda fyri at undirgrava álit millum allar partar. Pensjónsuppsparingarnar hjá føroyingum vera politiskt stríðsevni frá nú av. Og vit fara at fáa meira ófrið á arbeiðsmarknaðinum í nógv ár. Hetta er so vist, at tað kann sigast vera fakta.

Tingfólk eru einans bundin av síni samvitsku, og kunnu saktans gera kompromis sum tey eru minni glað fyri. Men løgtingsfólk hava ábyrgd at krevja, at avleiðingarnar verða ordiliga lýstar av teimum uppskotum landsstýrið kemur við. Um tey eru nøgd við ta manipuleraðu kunning, sum lekur til vágaportalin, so gera tey ikki sína skyldu, og hvør einasti av teimum 19 í samgonguni er sekur.

Seinastu útrokningarnar hjá FMR eru nevniliga prógv um, at rokningin í framtíðini av broyttari pensjónsskatting verður ikki bara 220 mió, sum verða framskundaðar, men kanska 100-150 mió meira, sum pensjónsreformurin dýrkar, um lyftini til lágløntu, at tey einki missa, skulu haldast. Men tað dylja Jørgen og FMR, og eingin samgongutinglimur hevur enn kravt at síggja hesar útrokningar.

Ingen kommentarer: