Sider

mandag den 5. december 2011

Ójavni er ein trupulleiki, sum man roynir at økja

OECD: Verdens regeringer må gribe ind over for øget ulighed.
ABDH: Denne lov gælder ikke for Færøerne: Vi indfører fladskat.

Forskellen mellem rig og fattig stiger markant, skrivar Politiken:
»Den sociale kontrakt er begyndt at falde fra hinanden i mange lande. Denne rapport slår en pæl gennem antagelsen om, at fordelene ved økonomisk vækst automatisk vil sive ned til de mindre privilegerede, og at øget ulighed giver større social mobilitet«, konstaterer OECD's generalsekretær Angel Gurria med henvisning til rapporten.

Við øðrum orðum, Trickle-down economics er møsn, sum ikki virkar, og ongantíð hevur virkað. (Henda teori verður ofta sett í samband við politikkin hjá Reagan, men sjálvt hansara búskaparfrøðingar viðganga, at tær trúðu ongantíð uppá tað, tað var bara eitt vælklingandi argument fyri politikkinum sum tey førdu til frama fyri tey vælbjargaðu. Onnur enn búskaparfrøðingarnir trúðu tó helst uppá tað, men tey skilja jú nettup ikki økonomi.) Tað er akkurát tað, ið Washington Post staðfestir í eini yvirskrift: OECD: "The benefits of economic growth do not trickle down".

Øktur lønarójavni undirgravar undirtøkuna fyri vælferðarsamfelagnum. (sí t.d. Barth og Moene: The Equality Multiplier, 2011.) Harvið er tað ein veruligur vandi fyri, at eitt politiskt tiltak sum opinlýst økir ójavnan, fær accelererandi virknað komandi árini. Føroyar eru í eini støðu, har vit vita, at fólk eru sum eru so fátøk, at tey av og á noyðast at velja millum mat til sín sjálvs ella okkurt sum børnini hava brúk fyri, og tann politiska prioriteringin at brúka 300 mió uppá skattalætta frá miðjuni av inntøkustiganum og uppeftir sendir ein boðskap út, ið uttan iva vil økja kynismuna og líkasæluna við tey fátæku í Føroyum.

Í eini aðrari grein, OECD report cites rising income inequality, endurgevur Washington Post eisini úr frágreiðingini:
To reverse the trend, countries should implement tax and social policies that extract more from top earners while offering more support to those at the bottom. But the opposite has been happening: As many countries wrestle with sluggish economies and burdensome debt, they generally have been pushing to cut government spending while reducing taxes in hopes of stoking economic growth.

Á føroyskum:
Fyri at venda gongdini eiga lond at hava skatta- og socialpolitikk, ið krevur meira inn frá háløntum og stuðlar teimum meira sum forvinna minst. Men tað øvugta er hent: Tá nógv lond hava havt búskaparligar trupulleikar og skuldarbyrðu, hevur vanliga verið sket í almennu útreiðslunum og skatturin verið lækkaður í eini vón um at tað skal geva búskaparvøkstur.

Hetta skrivar OECD!

So tað sum hini londini hava gjørt við vánaligum úrsliti, fara Føroyar nú at gera. Og í Føroyum eru grundgevingarnar akkra tær somu, sum tær vóru í hinum londunum. Úrslitið var tað øvugta aðrastaðni, og verður tað eisini í Føroyum.

Hví læra av egnum feilum, tá man kann endurtaka feilirnar hjá øðrum?

Ingen kommentarer: