Sider

onsdag den 21. december 2011

Bill heldur væl til standa

Bill Justinussen á facebook:
Í tilafturskomnum londum hava tey ikki val. Har hava tey heldur ikki samgongur, har ein meiriluti av teimum fólkavaldu taka seg saman og semjast um politikk. Samgongan hevur havt ta tíð, ið krevst, til at semjast og rokna. Vit byrjaðu samgongusamráðingarnar beint eftir valið, sum var 29. oktobur, so vit hava havt umleið 1½ mánaða til at viðgera uppskotini. Andstøðan hevur sjálvandi ikki havt somu tíð. Men hon hevur fingið ta tíð, sum tingskipanin ásetir, og tað er nú munin frægari enn alt, sum varð skundað ígjøgnum við fráviki av øllum galdandi tíðarfreistum, tá fiskivinnureformurin hjá Tjóðveldi í summar varð trýstur ígjøgnum Løgtingið.

Flóvin spyr:
‎Bill, tú sigur tit í samgonguni (sum eru leikfólk) hava havt tíð at rokna nóg mikið. Hevur tú nakra forkláring uppá, hvussu tað so ber til, at embætisfólk í FMR og TAKS, sum frammanundan vóru væl inni í skatta- og pensjóns- og pensjónsskattaviðurskiftum, við somu fyrireikingartíð sum tit samgongutingfólk, ikki hildu og ikki halda, at málið er nóg væl roknað og lýst, og vildu hava tænastuboð fyri yvirhøvur at gera tað neyðuga tilfarið so uppskotið kundi leggjast fyri Tingið?
Og nú tit hava kannað alt nóg væl, kann tú so upplýsa, hvussu nógv tað kemur at kosta fyri einstaka pensjónsuppspararan, sum er ein sjúkrarøktarfrøðingur sum í dag sparir upp hjá PKA, at flyta til Føroya? Hvør skal rinda hesa rokning?
Og hvussu nógv kostar tað í eyka umsitingarkostnaði fyri einstaka pensjónsuppspararan, at hava tvær kontur, eina við óskattaðari og eina við skattaðari pensjón? Skal henda øking í umstingarkostnaði takast av skattapartinum (40%) áðrenn tað fer í landskassan, ella av restini (60%) áðrenn tað fer á bók hjá uppspararanum?
Roknistykkið fyri landskassan kunnu vit taka aftaná, og hvussu tað skal ganga upp.

Einki svar kom...

Ingen kommentarer: