Sider

torsdag den 22. december 2011

Bill er nøgdur

Bill Justinussen á facebook:
So er 2. viðgerð liðug av tingmáli nr. 103 og 104 ávikavist broytingar í skattastiganum og broytingar í lógini um skatt av rentutryggingum. Miðflokkurin atkvøddi hvør sín veg, tíverri, men vónandi verður stevið betri frameftir. Eg trúgvi, at broytingarnar fara at gagna føroyska samfelagnum. Og eg eri ikki samdur við teimum, sum halda, at broytingarnar fara at flyta samfelagið skeivan veg. Tað skal vera hugaligt at fara til arbeiðis, eisini tær skeivu arbeiðstíðirnar, og vita, at man hevur nakað eftir, tá skatturin er farin av.

Flóvin spyr í sama tráði:
Bill, inntøkurnar hjá landskassanum eru ov lágar, í hvussu er í mun til útreiðslurnar. Hevur tú ikki hoyrt, at hallið er hálva miljard? Og so lækka tit inntøkurnar við 265 mió aftrat. Um tit taka 265 mió frá kommununum, so minkar landskassahallið 265 mió, men 265 mió kr mangla so í hjá kommununum. Hetta gera tit ikki, tí tað hevði verið ov lætt at gjøgnumskoða og tá hevði onkur verið at gjørt vart við at her manglar í, so í staðin taka tit 234 mió frá pensjónsuppsparingunum og framtíðar skattainntøkum, tí tað verður ikki gjørt vart við, at her manglar í fyrr enn tit njóta tykkara tænastumannapensjón -- sum forrestin ikki verður skattað við inngjald.

Einki svar kom...

Ingen kommentarer: