Sider

onsdag den 21. december 2011

Gunnvá og Rósely góða lýsing av politisku støðuni

Eingin hevur sum hesar báðar lýst politisku støðuna í Føroyum í dag.
"Hvat er orsøkin til, at ongin í samgonguni velur at rætta hondina upp og siga, at vit mugu steðga og svara spurningunum, ið settir eru?"
Svarið er, at etikkurin er parkeraður.

Viðm. til grein hjá Gunnvá Edvardsdóttir og Rósely Reynstind.

Gunnar Restorff viðmerkir víðari:
"Fínt er hatta. Tær spyrja "Hvat er tað, ið hevur sovornan skund? Hevur tað nakra negativa samfelagsliga ávirkan, at samgongan hugsar seg um? Hvat er orsøkin til, at ongin í samgonguni velur at rætta hondina upp og siga, at vit mugu steðga og svara spurningunum, ið settir eru?" Svarið er sera einfalt. Jørgin & Co. skulu hava flatskattin og skatting av pensjónum við inngjald 1. januar 2012, áðrenn tað veruliga gongur upp fyri sambandinum at teir einki fáa (ikki 200 mió. eyka í blokki), tí so hevur A fingið sítt og teir kunnu peika á danan sum fanan yvir fyri B. B kann so havna A og kanska missa løgmann og fáa álíkavæl ikki hægri blokk og etisku virðini verða frígivin, ella halda fast við maktina. Líkamikið hvat, so er A vinnarin í talvinum, tí hevur tað slíkan skund! Hetta er tað politiska talvið!"

Ingen kommentarer: