Sider

fredag den 23. december 2011

At skatta pensjónir við útgjald er stabiliserandi faktor

Gunnar Restorff á facebook:
Árini 89-95 var nettoflytingin úr Føroyum 7210 fólk. Flestu av hesum fólkum vóru ung í besta arbeiðsføra aldri umframt børn hjá summum av hesum. Harumframt var metstórt arbeiðsloysi (í 1995 vóru í meðal 3095 skrásett arbeiðsleys).
Teinki tykkum um líknandi kreppa verður aftur í 2040 tá 1 pensiónistur verður fyri hvørji 2 arbeiðandi! Um arbeiðarafjøldin tá eisini minkar ein triðing, tá hevði tað verið ein sera stabiliserandi faktor at skatta pensiónir við ÚTGJALD og harafturat hevði man, um umstøðan gjørdist eins ring ella verri enn í 1992, havt møguleika at lagt um til at skatta pensjónir við INNGJALD frá 2040. Hesir møguleikar eru ruddaðir burtur um 30 ár tá pensjónsuppskotið verður samtykt Tollaksmessudag. Tað sýnist sum hvørki løgtingsfólk, fjølmiðlafólk og fólk annars veruliga hava skilt, at politikararnir ætla at pantseta framtíðina fyri ein skattalætta. Tað kann ganga væl - men tað kann eisini ganga so grúuliga galið! Øll tosa bara um hvørt tann einstaki pensjónisturin í 2040 hevur meiri, minni ella tað sama eftir - men tað er slett ikki tað uppskotið handlar um. Tað handlar um landskassan, sum vit øll gjalda inn í og fáa pening úr á ein og annan hátt!!!

Ingen kommentarer: