Sider

tirsdag den 20. december 2011

Brot úr ræðusøgu - pensjónsskattur (1)

Í útrokning, sum Fíggjarmálaráðið kom við í vikuskiftinum, gjørdist greitt, at ABDH-samgongan hevur ætlanir um, at varðveita verandi fólkapensjón og mótrokningarhátt – og enntá mótrokna skattaða og óskattaða persónliga pensjónsuppsparing á sama hátt. Tvs. ætlanin er at mótrokna í fólkapensjónini við 40% lægri pensjón enn í dag. Hetta eru nýggjar upplýsingar og koma at merkja munandi hægri útreiðslur til fólkapensjón frameftir, í mun til framskrivingar, ið hava verið gjørdar.
Landsstýrið hevur ongar útrokningar gjørt hesum viðvíkjandi, hóast talan eftir øllum at døma verður um fleiri 100 mió. kr. í øktum pensjónsútreiðslum í mun til verandi skipan.
Minnilutin hevur umbiðið útrokningar fyri, hvat tað fer at kosta landinum at mótrokna eina 40% minni upphædd í fólkapensjónini frameftir, í mun til í dag. Talan má verða um stórar upphæddir, ið landið kemur at fáa í meira útreiðslum. Minnilutin hevur víst á, at landsstýrið hevur boðað Løgtinginum frá, at tað ongan týdning hevur, um skattað verður við inngjaldi ella við útgjaldi. Hetta er als ikki rætt. Neyðugt er, at Løgtingið fær røttu upplýsingarnar, áðrenn málið fer til 2. og 3. viðgerð. Men tað er tíverri ikki eydnast at fáa fíggjarnevndarformannin at taka undir við at fáa hesar upplýsingar til vega, áðrenn málið fer til avgreiðslu í Løgtinginum.

brot úr ræðandi álitinum um broytta og framskundaða pensjónsskatting

Ingen kommentarer: