Sider

lørdag den 10. december 2011

Makrelsamráðingarpartar undir øðrvísi trýsti

Hevði hetta verið eitt hugskot? Uppskot sett fram á facebook:
Í staðin fyri at londini aftur komandi ár hvør sær fiska so nógvan makrel tey sjálvi ynskja, so skuldi reglurnar verið tær, at eingin slapp at fiska fyrr enn semja var.
makrelstovnurin tolir ikki nógv ár við sama veiðutrýsti

Sjúrður Hammer
sjálvandi tað, alt annað er reint ábyrgdarloysi

Flóvin Eidesgaard
Londini eru undir trýsti í mun til hvussu nógv tey hava at missa. At eingin sleppur at fiska hevur somu avleiðingar (sama miss) fyri hvørt land sum tað stovnurin verður fiskaður niður, men tá er skaðin ikki óbótaligur.

Flóvin Eidesgaard
Harumframt hugsi eg at tað hevði komið skjótari til semju um hetta vóru reglurnar, tí stutt hugsandi vinnan kann ikki liva við ikki at sleppa at fiska. Men kann opinbart betur liva við at stovnurin verður fiskaður niður.

Sjúrður Hammer
‎Kjartan Hoydal er á facebook, kanska hann hevur eitt brúkiligt input

Flóvin Eidesgaard
‎Hans Ellefsen, hvat sigur tú? :)

Hans Ellefsen
Jú, tað er eitt gott hugskot. Londini hava tó sáttmálar (Law of the Sea 1982), sum loyva teimum at uppføra seg sum tey nú gera, men ja, um londini kundu semjast um tað, so hví ikki?

Hans Ellefsen
Man kundi eisini hugsa, at hvørja ferð eitt land fiskaði uttan avtalu (td. Ísland og Føroyar), so varð tað 'straffað' í framtíðini við lægri kvotu, so tað ikki loysti seg at bróta avtalur, sum tað ger í dag.

Flóvin Eidesgaard
Tað er ein forðing fyri at finna semju, at populistiskir føroyskir politikarir blíva meira populerir uppá konflikt enn semju undir verandi reglum (at man bara fiskar uttan semju). Mín fyrsta reaktión tá Jakob Vestergaard ikki gjørdist landsstýrismaður var, at hetta gjørdi møguleikan fyri semju verri, tí eingin hevði so væl sum Jakob kunna forsvara eina semju. Og Bigge vil fegin vera national hetja, so hann hevur sjálvsagt gjørt sær ómak at fáa konflikt.

Flóvin Eidesgaard
Men Hans, lægri kvotu í framtíðini - í mun til hvat? Lægri enn tað tey annars semjast um? Men tað eru tey ikki samd um enn...

Flóvin Eidesgaard
Kjartan Hoydal skrivar viðmerking á sínum egna veggi: "Royndirnar vísa, at tað ongantíð er nakað gott hugskot at steðga fiskiskapi púra. Marknaðir fara fyri skeyti o.s.fr. Keyparar finna sær alternativ."

Men tað er akkra her mítt poeng er: Man kann fáa vinnuna at hava áhuga í semju heldur enn ósemju við at broyta reglurnar soleiðis.

Hans Ellefsen
Jú, men hugsaði bara um, at tað í dag loysir seg at ovfiska tá ósemja er, fyri at fáa staðfest søgulig rættindi. Hvussu skal ein meknisma virka, soleiðis at tað verður umvent, ovfisking viðførir minni kvotu? Forhandlingarnar kundi verði ein samling av ymiskum kriterium td. søguligt fiskarí, zonal attachment og so minus fyri ringan uppførsil! Bara tankar eg havi ikki hugsa tað ígjøgnum enn :)

Flóvin Eidesgaard
nei, eg havi heldur ikki hugsað tað ígjøgnum enn :)

Vilhjálmur Nielsen
Trupulleikin er væl eisini at ein samráðing um prinsippini fyri eini avtalu, og hvørji argument kunnu brúkast, í veruleikanum er ein samráðing um fiskin. So tað ber neyvan til at gera eina semju um prinsipp, uttan at hetta vísir at tað eisini hevði verið møguligt at gera eina semju.

Hans Ellefsen
Ja, men í hesum førinum hevur tú semju viðv. svartkjafti og sild, millum nærum tey somu londini, so tað er ikki so langt at fáa eina semju um nøkur yvirordnaði princippir.

Súni Thomassen
Trupuliekin er nokk tann sami sum við CO2 samráðingunum í Durban, nemliga at øll londini fokusera meira uppá stuttsigtaðan vinning heldur enn langsigtaðar trupuleikar.

Vilhjálmur Nielsen
Ikki heilt, men líkist. Nøkur hyggja bara eftir stuttsigtaða vinninginum (USA), meðan onnur brúka tað til at tryggja langsigtaða vinningin. USA hevur ikki skilt at Kina vinnur mest av at einki verður gjørt nú í USA, tí tað oyðileggur kappingarføri hjá USA. Og ja. Har skal eisini verða semja millum øll.

Eyðstein Poulsen
hatta er tað ófornuftigasta eg havi hoyrt teg spinna á FB pr. dags dato.............. So verður tað sjálvandi tey "RÍKU" londini, ið hava bestu sømdir til at verða ósamdir. Og vit Føroysku sjómenn mugu standa og hyggja at, men tit liva eisini best um so er, soleiðis sum tit vinkla tykkara hugsjón og heildarmeting av tí sum fiskar og hevur við fisk at gera. Eg ivist viðhvørt um tað at verða í móti sær sjálvum er nýggi Javnaðarpolitikkurin :)?

Flóvin Eidesgaard
Gott poeng, Eyðstein.

Hans Ellefsen
Keðiligt at hetta nú var tað ófornuftigasta á FB! Men sjálvandi er tað rætt, at okkara støða mótvegis ES milt sagt rættiliga veik. Giti at 80 % av okkara útflutningi er til ES, meðan kanska 1 promilla av ES útflutningi er til okkara!

Ingen kommentarer: