Sider

torsdag den 22. december 2011

Hvat kostar tað fyri mammu? - spurningur til Kaj Leo

Bill Justinussen vildi í einum tráði vera við, at broyting og framskunding av pensjónsskattingini er nóg væl fyrireikað, so samgongan veit hvat avleiðingarnar eru, og tey sum eru ímóti hava ikki havt somu tíð. Eg hevði tí nakrar spurningar til hansara, sum hann ikki hevur svarað enn. Fyri at hann ikki skuldi gloyma at svara, endurtók eg tað á mínum veggi.

Men kanska skuldi eg heldur spurt løgmann. Eg spyrji fyri mammu mína, sum er sjúkrasystir og hevur pensjón og trygging í PKA, har hon hevur spart upp síðani 1966, tá hon byrjaði sum sjúkrasystranæmingur.

Hon er 64 ár og einkja, hon skuldi fara frá við eftirløn um trý ár. Men longu um eitt ár missir hon sína trygging í PKA, tí henda dekkar bara í 12 mðr eftir, at hon blívur hvílandi limur (tá samgongan flytir inngjaldið hjá mammu til Føroya).

Góði Kaj Leo, tú lovaði, at øll skuldu kenna seg trygg, áðrenn nakað verður broytt við pensjónunum hjá fólki. Mamma mín følir seg ikki trygga, hon er sera ótrygg. Og tú skrivaði í gjár á facebook, at løgmaður hevur eina stóra ábyrgd. Hetta er tín ábyrgd.

Mamma hevur valt Sambandsflokkin síðani hon fekk valrætt, tí tað føldi hon seg mest trygga við. Hon hevur spart upp til pensjón og trygging siðani hon byrjaði sum sjúkrasystranæmingur fyri 45 árum síðani. Tá pápi mín doyði 25. juni í ár var tað við vissuni um, at mamma hevði trygging og pensjón, hóast hon bleiv einsamøll. Og eg kann ikki lýsa við orðum, hvussu stóran týdning tað hevði fyri hann, at mamma skuldi vera tryggjað, hóast hann fall frá.

Kann tú greiða mammu frá, hvørjar avleiðingarnar vera fyri hana? Kann tú gera tað áðrenn Løgtingið í morgin samtykkir broytingar í pensjónsskattingini endaliga?
  • Hvussu nógv tað kemur at kosta fyri einstaka pensjónsuppspararan, sum er ein sjúkrarøktarfrøðingur sum í dag sparir upp hjá PKA, at tit flyta hennara pensjón til Føroya?
  • Hvat kostar tað í eyka umsiting, at hava tvær kontur í staðin fyri eina?
  • Skal hetta rindast av teimum 40% sum er skattur, ella av hinum partinum (60%) áðrenn restin fer inn á uppsparingarkontuna?
  • Hvat kostar ein nýggj heilsuváttan?
  • Hvør skal rinda hesa?
  • Hvønn mun ger tað fyri tryggingardekningin og -kostnaðin, at hon nú skal gera heilsuváttan sum 64 ára gomul í staðin fyri tá hon meldaði seg inn í PKA sum 19 ára gomul?

Ingen kommentarer: