Sider

mandag den 5. december 2011

Vælferð og trygd og trivnaður

Vælferðarsamfelagið hevur sum endamál at skapa trygd og trivnað fyri fólk við lágum og miðalinntøkum. Ein progressivur skattastigi ger vegin upp til miðalklassan lættari. Kombinatiónin av vælferðarsamfelagi og progressivum skattastiga hevur í Norðurlondum verið við til at gera miðalklassan størri.

Søguliga sæð eru samfeløg við einum stórum miðalklassa tey tryggasta og mest stabilu, so sjálvt í londum uttan væl útbygt vælferðarsamfelag verður ásannað at ein stórur miðalklassi skapar stabilitet og búskaparvøkstur. Ein flatskattur fer at gera vegin frá miðalklassa til múgvandi lættari. Men tað fer gera mótbrekkuna hjá láginntøkum upp í miðalklassan truplari, tað fer at økja ójavnan. Og tað fer at undirgrava fíggingina av vælferðarsamfelagnum og fer sostatt at geva minni tryggleika og minni trivnað.

Skattalætti frá miðjuni á inntøkustiganum og uppeftir er ein prioritering fram um at lætta um hjá teimum sita harðast í tí. At styrkja miðalklassan hevur samgongan valt frá.

Ingen kommentarer: