Sider

onsdag den 21. december 2011

Uni Arge: asosial høgravíðgongd skattakollvelting

Uni Arge á facebook:
6 prosent av fólkinum fáa 131 mió. kr. av flatskattalættanum, tvs. helvtina av teimum 265 mió. kr., sum verða tiknar inn við at forskatta pensjónirnar og hækka pensjónskattin. Tey, sum tjena 250.000 kr., fáa ein mánaðarligan lætta á 117 kr., og tá SEV-prísir, bankagjøld, heilsugjald, heilivágsgjald, gerandisprísir o.a. eru hækkað, verður talan um eina lønarlækking. Jørgen Niclasen sigur í tinginum, at hann sjálvur fær 4.-5.000 kr. í skattalætta - um mánaðin. Hetta er ikki borgarligur politikkur, tí hann kann saktans vera nøkulunda rættvísur. Hetta er ein asosial høgravíðgongd skattakollvelting, sum verður gjøgnumførd við tvingsli í Fíggjarmálaráðnum og millum samgongulimir, og hon upploysir norðurlendska vælferðarmodellið í Føroyum

Gunnar Justinussen spyr í sama tráði:
Henda útrokning sigur sera nógv um hvussu fáir Føroyingar gjalda allan skattin sum kemur inn. Er tað rættvíst, at nøkur fá skulu bera allar byrðarna-r og gjalda allan skattin í hesum landinum?

Uni Arge svarar:
Gunnar, er tað rættvíst, at tey hægst løntu - sum við flatskattinum seta seg á reyvina at arbeiða minni, hyggja í tveir flatskíggjar í staðin fyri ein og trekkja tríggjar eyka vínfløskur upp - skulu fáa alt hetta, tí skatturin á pensjónunum hjá teimum lægst løntu hækkar? Er tað rættvíst at draga allan pensjónskattin úr framtíðini inn í nútíðina fyri at geva ríkum ein stokkutan løtuvinning, meðan landið á 5. ári hevur hálva milliard í halli? Er tað rímiligt, at tey milliardavirðir, sum eru at vinna burtur úr fólksins ogn í havinum, verða latin vinum og kenningum gjøgnum svágrar og flokskammeratar í Fiskimálaráðnum fyri onki? Rættvísi er so mangt, og tú fegnast ivaleyst um gongdina. Men tá veitslan er, verður upptakið so mikið størri hjá meginpartinum av Føroya fólki. Tað var tað í 1992, tá føroyski planbúskapurin fór fallitt, og tað verður tað aftur hesaferð, tí hugskotsloysið og innihaldsloysið í løgmanssessinum er so stórt, at ein maður við 381 atkvøðum av 32.000, altso Jørgen Niclasen, kann fremja mest asosialu kollveltingina í landinum síðan vitloysið í 80'unum. Rættvísi? Kraddaravirksemi? Vitloysi? Vel sjálvur. Taki fegin ímóti sannførandi argumentum fyri verandi politikki.

Ingen kommentarer: