Sider

onsdag den 21. december 2011

Veikleikans treiskni

Jóan Pauli segði tað so nógv betur enn eg. Tað eg vildi kalla kynisk manipulatión kallar Jóan Pauli veikleikans treiskni.

Sum Jóan Pauli sigur, Løgmaður hevur eina stóra ábyrgd. Tað er hann sum avger, um Bárður og Jørgen skulu sleppa bróta politiska siðvenju og vísa vanvirðing fyri fólki, fakfeløgum, ja og fólkaræði.

Kaj Leo avger, um succes-kriteriið hjá samgonguni skal vera tað sakliga: at fáa ein skilagóðan skattalætta og ein skilagóðan pensjónsreform, ella succes-kriteriið skal vera tað kyniska: at standa ímóti trýsti, óansæð argument.

Tað Jóan Pauli Joensen skrivaði á facebook, var:
Eg haldi at tað var Hans Pauli Johannesen sum í bókini um Jól á Halanum segði at tað ringasta verðrið var ivaveður, tá ein ikki visti um ein skuldi kasta ella ikki. Mær tykir at vit í Føroyum so avgjørt eru i einum slíkum politiskum ivaveðri. Tað tykir mær eisini sum teir í løtuni mynda landstýrið bera brá av veikleikans treiskni,. Tað átti at borið til at lurta eftir fólkinum og geva sær tíð til at hugsa seg um, so vit fáa skilagóðar politiskar loysnir sum eru okkum øllum at gagni og sum tæna landi og fólki og ikki trumfað nakað ígjøgnum, sum ikki er nóg væl eftirkannað. Tann ótryggleiki sum nú valdar, kemur ikki at føra nakað gott við sær og kann koma at skapa ruðuleika í landinum. Óvissa og ivi er ikki gott fyri fólk. Løgmaður hevur eina stóra ábyrgd.

Ingen kommentarer: