Sider

tirsdag den 20. december 2011

Vigtigari mál enn lyftisbrot

Eg haldi ikki, tað vigtigasta politiska evni at viðgera í miðlunum beint nú er, at Jóna Mortensen strikar síni vallyfti á netinum. Hetta var annars longsta innslagið í útvarpinum og høvuðssøga í Degi og viku í kvøld. Tað mátti verið vigtigari fyri Kringvarpið at sett samgonguni, sum Jóna er partur av, teir 19 ósvaraðu spurningarnar um pensjónsskattingina (egentliga eru nógv fleiri, men 19 eru í tilfarinum frá landsstýrinum). Samgongan ignorerar spurningar og atfinningar frá fakfeløgum og andstøðuni uttan at fólk síggja, hvussu lítið samgongan ánar um avleiðingarnar av sínum egna politikki. Men spurdi útvarpið ella sjónvarpið, so kundu fólk í minsta lagi sæð, at tey sum atkvøða fyri, ikki eru før fyri at svara spurningunum. Ella í minsta lagi kundi Kringvarpið tvinga samgongufólk at lúgva fyri opnari mikrofon, so vit kunnu afturvísa teirra lygnum.

Her er video-brotið, Jóna hevði liggjandi á síni heimasíðu, til hon slettaði síni spor:

Jóna Mortensen í video -- egin framleiðsla á egnari heimasíðu

Ingen kommentarer: