Sider

torsdag den 22. december 2011

Majbritt Pauladóttir: samfelagið niðurbrotið av maktgirnd og korrupsjón

Majbritt Pauladóttir á facebook:
Undan valinum var almikið tos um
a) at fáa unga fólki heimaftur, og
b) at í 2020 skulu her vera 55.000 íbúgvar í landinum.
Nú hoyra vit einki um hetta. Og hví tað? Jú, tí alt hatta var bara tómt prát uttan hugsjónir og heilt uttan ítøkiligar ætlanir um, hvussu henda avbjóðing skuldi loysast.
Sum nýliga heimaftur flutt eftir alt mítt vaksna lív uttanlands, undrist eg, hvat hetta samfelagið, politikarar okkara nú hava ætlanir um, er at bjóða ungum fólki?:
1) Beint nú skulu tey koma heim fyri at stríðast dag og dagliga fyri at verða við og fíggja skattalætta til tey, sum longu sita best í tí; og
2) Seinni skulu tey stríðast uppaftur meiri, fyri at hesi somu skulu fáa út sína pensjón, sum tey longu hava goldið skatt av, og tískil ongan skatt skulu gjalda tá!
Eg skal siga føroysku politikarum eitt: Higar fara eingi ný-útbúgvin ung fólk at venda heimaftur at seta búgv. Grundin er greið: Her ber ikki til at seta búgv og skapa sær eina nøkunlunda trygga støðu fíggjarliga, uttan so at ein longu hevur bygt sær upp góðan kapital uttanlands og kann keypa sær síni hús so at siga uttan lán. Og hvør hevur rokkið tað, sum ný-útbúgvin fátækur studentur?
Summir av politikarum okkara eru fongdir við eini maktgirnd, sum er á markinum til tað sjúkliga. Saman við rotinskapinum (korrupsjónini) fer hon nú at gera enda á vælferðarsamfelagnum soleiðis, sum vit hava kent tað eftir norðurlendsku fyrimyndini.

Ingen kommentarer: