Sider

onsdag den 28. december 2011

Løgmaður bakkar - og leitar eftir aðrari forkláring

Vágaportalurin skrivar um løgna úttalilsi hjá Løgmanni:
Einki er svart og hvítt í politikki, tað hevur søgan víst, tað sokallaða norðurlendska vælferðarsamfelagið er eisini skjótt ein farin tíð.

Min fyrsta viðmerking á vágaportal var:
Henda útmelding má vera at meta sum ein álitisváttan á vælferðarsamfelagið. Og løgmaður veit enn einaferð ikki, hvat hann snakkar um.

men Hallur Danielsen tóka kjakið upp á facebook:
Føroya Løgmaður Kaj Leo Holm Johannesen sigur soleiðis um vælferðarsamfelagið "tað sokallaða norðurlendska vælferðarsamfelagið er eisini skjótt ein farin tíð" Áhugavert!
Í Føroyum eru hann, Jenis av Rana og Fólkaflokkurin væl ávegis, at avmontera vælferðarsamfelagið, men hatta eru stór orð, um vit hugsa um Svøríki og Danmark t.d.

Kristian Storustovu:
Tað er logikur fyri Høsn,tá 20% av fólkinum fær 80% av lættanum so er ikki nógv sum fer útaftur til forbrúk ??? Men Hallur, vónandi heldur hendan katastrofusamgongan ikki leingiÐ,sær út til at innanfloks eru fólk við at vakna ;o(

Bergtóra Høgnadóttir:
Áhugavert tjaaaah...í mínum oyrum ræðandi. Hini norðurlondini kýta seg til tess at varðveita vælferðasamfelagið, meðan BADH við løgmanni á odda knúskar okkara uttan himpr við skattalættum og grundgevingum sum hesari tú nevnir Hallur: 'at vælferðarsamfelagið skjótt er ein farin tíð'. Hugar mær lítið - skal valdast visjónir!!

Sakaris Zachariasen:
Vit fylgja slettis ikki tí norðurlendsa samfelagsbygnaðinum, vit eru ein køstur í Atlandshavinum. Í dag sita nøkur "fín" og royna at billa okkum inn, at tað tey sjálv ikki funnu uppá, skal verða verðins undirgangur fyri hini, ið hugs við høddinum í vantnskorpuni

Kaj Leo Holm Johannesen:
Hey Hallur eg havi ongar ætlanir um at avmontera vælferðarsamfelagið og tað veitst tú sjálvandi væl.

Sakaris Zachariasen:
Gott Løgmaður - eg veit tú er ein skilamaður. Eg eri so floytandi líka glaður við flokspolitikk, tí eftir míni metan er hann avoldaður. Fari tí at hoyta á teg, sum tann skilamaður tú er, at vísa tína styrki - higartil er tú tann minni maðurin??

Kim Hansen:
Áhugavert úttalilsi, og vert eitt kjak. Hann hevur tó enn tilgóðar at prógva, at hann kundi verið ein áhugaverdur luttakari í slíkum kjaki. Higartil imponerar hann bara við ísakaldari kynismu fyri at bevara makt!

Kaj Leo Holm Johannesen:
Hey Sakaris styrki er eitt ógvuliga relativt hugtak, sum Stoltenberg segði so rámandi í sjónvarpssending herfyri, politisk leiðsla er at megna samstarv og at hava ávirkan. Tað at knallað nevan í borðið hevur einki við politiska styrki at gerða.

Heini í Skorini:
Men kann løgmaður útgreina sína útsøgn um norðurlendska vælferðarsamfelagið? Hvat meinar tú við, Kaj Leo Holm Johannesen?

Hallur Danielsen:
Nú tú nevnir Stoltenberg, so stendur skrivað í ætlanunum, í samband við, at Noreg í 2012 skal hava formansskapin í Norðurlandaráðnum, at "De nordiske velfærdsstater har de senere år oppnådd betydelig internasjonal anerkjennelse og udgør en modell til inspirajon for mange andre lande. Det er især den høye graden av velfærd og likhed kombinert med sterk konkurranseevne og omstillingskraft som har vist sin styrke i en stadig mer globalisert verden" og víðari "Udviklingen av en bærekraftig velfærdstat i et nordisk perspektiv vil være hovedtemaet for det norske formannskabet i Nordisk ministerråd i 2012"
So heldur enn at avviklað ynskir Stoltenberg at útviklað. Tað er politisk leiðsla.

Jóannes Guttesen:
Í Føroyum er tað Fólkaflokkurin, ið knallar nevan í borðið - og hevur alla maktina ..... hini hyggja bara!

Flóvin Eidesgaard:
Nú mugu tit ikki fara at krevja útgreiningar. Tit fáa flosklar og hava ikki uppiborið annað! :)

Kaj Leo Holm Johannesen:
Uppá sama máta sum eitt nú okkara útrokningar um arbeiðsmegina í framtíðini í samband við nýggjan pensiónsreform verður sagt, at tað verða ov fá á arbeiðsmarknaðinum, sum koma at fíggjað vælferðartænastur framyvir, Danmark hevur uml 900.000 fólk sum eru á "overførelsesindkomst" tað vil siga móttaka eina veiting frá tí almenna á ein ella annan hátt, við grundgeving um hvat tey ikki megnað á arbeiðsmarknaðinum. Svøríki hevur vent hesari avbjóðing á høvdið og er fari inn á hvat fólk megnað av arbeiði í staðin fyri exkludering, hetta er eisini ein vegur vit skulu far

Jóhan Carl Dam:
Danmark Danmark Danmark og ummaftur Danmark. Er tað ikki her heima tú skalt syrgja fyri at tað heila klappar Kaj.Hetta er líka til at fáa gænir av altíð at hoyra teg fortelja okkum hvat hini hava megna,hetta má væl merkja at tú/tit sum nú skulu eitast at ráða fyri borgum ikki megna nakað sum helst,og tað er vist tann nakni verileikin,og tað merkist meira og meira á fólkinum sum tosa verur við dag og dagliðani at so er:-))

Flóvin Eidesgaard:
Hevði onkur í hesi samgonguni meint tað í álvara, sum tey siga vera endamálið við teirra politikki, so høvdu tey helst sett seg inn í, hvat m.a. Svøríki hevur gjørt, eitt nú á skattaøkinum. (Og forrestin hevur Danmark fyri árum síðani eisini vent á høvdið at spyrja hvat fólk megna á arbeiðsmarknaðinum.)
Men henda samgonga er farin í stríð ímóti fólkinum, reinur klassakampur, har landsstýrið hevur valt at berjast fyri tey sum klára seg fínt uttan, og ímóti teimum, sum klára seg betur, um samfelagið er á teirra síðu.
Svenski skattalættin hevur serliga verið mótvegis lægri inntøkum. "I 2006, 2007 og 2008 skår den borgerlige regering markant i skatten på arbejde for især lav- og mellemindkomster. Argumentet for at gøre det er ret åbenlyst. Skatter er mere problematiske for lav- og mellemindkomstgrupperne," forklarer Anders Borg, finansminister.
Tað var faktisk ein skattalætti frammi í undanfarna valstríði í Føroyum, sum út frá somu ásannan eisini royndi gera tað sama sum svenskarar, men henda skattalætta vildi løgmaður ikki vita av, og avvísti hann tað longu áðrenn valdið. Forrestin var tað so eitt vallyfti, løgmaður helt.

Jóhan Carl Dam:
Gott Flóvin. Halt bara á fram, hatta er super sum tú nemir við her, hesir valds harranir hava gott at fáa av grovfílini, men teir hava sera ilt við at fata nakað sum helst, men fólkið er fari at hugsa meira um hvat tað er sum er við henda í samfelagnum, ella sum allareiða er hent, og tað er styrkur í sær sjálvum :-))

Kaj Leo Holm Johannesen:
Gerðist eitt sindur hugsunarsamur tá Jóhan Carl veit hvat fólkið meinar og ger

Jóhan Carl Dam:
Hey Kaj. Gud hvat hatt ljóðar super gott, at tú er farin at hugsa Kaj.Tað er nakað heilt sjálvsamt,men betri seint enn ongantíð. Annars fari eg at ynskja tær við Familju eitt av Harranum signa nyggjár,og alt tað besta í komandi ári:-))

Hilmar Jan Hansen:
Lurta eftir, góði Kaj Leo! Svenskarar hava fingið eyguni upp fyri, at tað einasta, ið kann stimbra búskapin, er at lætta um skattabyrðuna hjá teimum, ið veruliga eru bundin á hond og fór, heldur enn hjá teimum, ið hava ríkiligt, óansæð skattin!
Viðvíkjandi tínum skoti til Jóan Carl her omanfyri, so skrivaði tú altso sjálvur, at “eg skilji ikki tey fáu og tey somu, sum alt ov oftani leggja eftir persónum…”

Kaj Leo Holm Johannesen:
Tað sum eg royni at siga er at fólkið hevur talað á einum vali.

Hallur Danielsen:
So er spurningurin hví fólkið ikki fær tað, sum tað valdið. Fólkið valdi ikki at Fólkaflokkurin skuldi sita í Fiskimálaráðnum. Fólkið valdi ikki ósosiala skattalættan. Fólki valdi ikki størri blokk og fólkið ynskir ikki at tiga tey samkyndu burtur. Hvat nyttar tað, at fólkið talar tá politikarar ikki lurta?

Ingen kommentarer: