Sider

lørdag den 30. juni 2012

Manifest fyri búskaparfrøðiligum skili

Richard Layard, búskaparprofessari og programstjóri á LSE, og Paul Krugman, búskaparprofessari á Princeton og kendur bloggari, og hava orðað A Manifesto for Economic Sense, eitt manifest fyri búskaparfrøðiligum skili.

Orsøkin til hetta manifest er at teir síggja at stjórnir endurtaka mistøkini frá 1930-unum, tá heimsbúskapurin eisini var raktur av djúpari kreppu. Teir halda gongdina vísa, at man ikki brúkar tað sum búskaparfrøðin lærdi frá 1930-unum og síðani.

Teir skriva um kreppuna:
  • The causes.
  • The nature of the crisis.
  • The appropriate response.
  • The big mistake.
Teir afturvísa eisini tvey afturvendandi argument:
  • The confidence argument.
  • The structural argument.

Paul Krugman skrivar á sínum bloggi um hetta manifest:
As regular readers know, I’ve been arguing for a long time that policy makers have misunderstood the nature of our economic crisis, mistaking symptoms for causes, and responding in ways that make the situation worse. Richard Layard and I now have a manifesto laying out the essence of this case, and are asking other economists to sign on.

Tá man fær eina slíka beinleiðis áheitan - og er samdur í innihaldinum - má man fylgja áheitanini. Tað havi eg gjørt.

torsdag den 28. juni 2012

Vælferðin styrkir kredittvirðið hjá statinum

Eg havi fyrr víst á, at størri almennar útreiðslur undan kreppuna ikki hava havt við sær dýrari lánikostnað fyri at fíggja hallið, sum kreppan hevur havt við sær, og kanska heldur tvørturímóti.

The Atlantic hevur grein um líknandi samanhang, men har tey hyggja eftir almennum útreiðslum til almannamál og heilsumál, ella sum OECD skrivar:
Old age, Survivors, Incapacity-related benefits, Health, Family, Active labour market programmes, Unemployment, Housing, and Other social policy areas.
(Tølini eru frá databasa hjá OECD.)

Greinin hjá The Atlantic vísir sera greitt, sum er yvirskriftin: Tað er ein myta, at vælferðarútreiðslur koyra lond av knóranum.

Her er eisini ein mynd, sum vísir tað so sera væl:

Samanhangur millum vælferðarúteiðslur og lánikostnað.

Frágreiðing: Rentan á 10-ára obligatiónum er avmyndað úteftir til høgru, og vælferðarútreiðslur sum partur av BTÚ er avmyndað uppeftir.

onsdag den 27. juni 2012

Meira frá Kim um pensjónsskattingina

Eftir at Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri heldur fram at lúgva alment, við at javnseta danska skattareformin við pensjónsskattasvansið hjá ABDH-samgonguni, kemur Kim Hansen, tryggingarfrøðingur enn einaferð (eins og her) við eini rættleiðing:
Gevst við hasum tvætlinum Jørgen!

Bjarne Corydin sigur:
Fradragsretten for indbetalinger til kapitalpension, herunder supplerende engangsydelser I pensionskasser, ophæves med virkning fra 2013. There indføres samtidig en ny pensionsopsparingsordning, hvorpå there årligt kan indskydes op til 27.600 kr. uden fradragsret, men hvor udbetalingerne til gengæld er skatte- og afgiftsfri. Afkastet af indeståendet foreslås beskattet med 15,3 pct. efter pensionsafkastbeskatningsloven.

Corydon tosar um frádratt og tú tosar um skatting við inngjald. Munurin á skatting við inngjald er, at skatting við inngjald, merkir at tey hágløntu kunnu skora ein skattagevinst. Corydon steðgar hesum skattafidusi hjá teimum hágløntu við at strika frádráttin, meðan tú varðveitir hann, um enn í minni mun enn áðrenn. Corydon fjernar enn tá bara frádráttin fyri kapitalpensjón, meðan rata og lívrenta varveita sín frádrátt. So onki er hettar á nakran hátt nøkur føroysk loysn.

Katastrofan er tó sjálv broytingin í skattaskipanini. Tú valdi at geva teimum lágløntu eina skattahækking írokna pensjón og teimum hágløntu ein skattalækking. At tit ikki skilja og duga at rokna uppá tær broytingarnar tit áleggja okkum øll at liva undir, er also immervekk alvorligt! Alternativið er sjálvandi at tit lúgva.

torsdag den 21. juni 2012

Eyðun rakar seymin á høvdið

Eyðun Jacobsen rakar seymin á høvdið við eini viðmerking á facebook um føroysku kapitalistarnar og teirra hykl og leflan fyri smáborgarligheitini:
Eg fari at heiðra ymiskleikan 27. juli, men samstundis øtist eg um at tey sum vanliga stuðla øllum møguligum tvætli ikki stuðla her. Hvar eru Tryggingin, Atlantsflog, EFFO, MAGN, Bank Nordik og EIK tá tað mest kula og progressiva tiltakið her á klettunum verður? Tví fái tykkum kapitalistisku feløg sum bara tora at stuðla lunkaðum fótbóltskappingum, rasistiskum hondbóltskappingum, tápuligum útikonsertum og vánaligum rás2sendingum beinleiðir úr Tvasselona.

tirsdag den 19. juni 2012

Breaking news á portalinum

Portalurin skrivar nú, at arbeiðsloysi minkar í euroøkinum. Keldan er Eurostat.

Hetta er beint til Breaking News.

Vit skulu hálva triðju viku aftur fyri at finna nakað frá Eurostat um arbeiðsloysi. Tað verður gjørt upp mánaðarliga og ikki kvartalsvís. Nýggjastu arbeiðsloysistølini vísa ikki minking, sum portalurin skrivar, men ein vøkstur í mun til sama mánaða í fjør, bæði tá vit hyggja eftir euro-londunum, og í samlaða ES. Og rokna vit í høvdinum til kvartalsvís tøl, er eisini vøkstur í mun til undanfarna ársfjórðing í bæði euro-londunum og í samlaða ES.

Men Eurostat hevur eisini akkra kunngjørt eitt annað tal við arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum vísir eina minking. Talan er um tal av fólki í arbeiði í euro-londunum, ið er fallið í fyrsta ársfjórðingi - bæði samanborið við undanfarna ársfjórðing og samanborið við sama ársfjórðing árið fyri. Í samlaða ES er talið av fólki í arbeiði fallið í mun til sama ársfjórðing í fjør, men stendur í stað í mun til undanfarna ársfjórðing.

So kanska er hatta ikki Breaking News kortini. Heldur er talan um meira sjusk sum eigur verða rættað.

tirsdag den 12. juni 2012

Paul Krugman á HARDtalk hjá BBC

Sarah Montague:
Can you really solve the problem of excessive debt with more debt?
Paul Krugman:
Yes you can!

Hygg eftir allari samrøðuni her, fyrri partur:


Seinni partur:

torsdag den 7. juni 2012

Robert Reich: Tríggjar orsøkir, at tey ríku skulu rinda hægri skatt

Robert Reich, professari í Public Policy á Berkeley University, ið var arbeiðsministari hjá Clinton (fyrra skeiðið 1993-1997), leggur fram tríggjar orsøkir til at hækka skattin á tey ríku:


Hygg eftir teimum her omanfyri.

Kim Hansen um Jørgen og Corydon og Sosialin

Kim Hansen, tryggingarfrøðingur, skrivar á facebook um broytingina í skatting av pensjónum, sum er partur av uppskotinum til skattareform, sum danska stjórnin hevur lagt fram, og sum Jørgen Niclasen pástendur er eftir føroyskari fyrimynd. Her er endurgeving av tí Kim skrivar:
Jørgen sigur:
Hóast landsstýrið er hartað, eisini av dønum, fyri okkara broyting at skatta pensjónir við inngjald, so vil danska stjórnin nú fylgja okkum við at skatta kapatalpensjónir við inngjald.

Bjarne Corydon sigur:
Fradragsretten for indbetalinger til kapitalpension, herunder supplerende engangsydelser i pensionskasser, ophæves med virkning fra 2013. Der indføres samtidig en ny pensionsopsparingsordning, hvorpå der årligt kan indskydes op til 27.600 kr. uden fradragsret, men hvor udbetalingerne til gengæld er skatte- og afgiftsfri. Afkastet af indeståendet foreslås beskattet med 15,3 pct. efter pensionsafkastbeskatningsloven.

Corydon tosar um frádratt og Jørgen tosar um skatting. Munurin er at skatting við inngjald, merkir at tey hágløntu kunnu skora ein skattagevinst, Corydon fjernar hettar við at fjerna frádráttin, meðan Jørgen varðveitir hann, um enn í minni mun enn áðrenn, umframt at hann hækkaði skattin hjá teimum lágløntu, ið bert høvdu ráð til kapitalpensjón. Corydon fjernar also bara frádráttin fyri kapitalpensjón, meðan rata og lívrenta varveita sín frádrátt. So onki er hettar á nakran hátt nøkur føroysk loysn, men bert ein manipulerandi lygn úr FMR.

Eirikur Lindenkov skrivar í oddagrein í Sosialinum:
Um tað veruliga er satt, sum Jørgen Niclasen sigur, at Bjarne Corydon og danska stjórnin nú herma eftir Jørgen Niclasen og Føroya Landsstýri, so mugu fakfeløg og andstøða bíta høvdið av allari skomm! Um Bjarne Corydon og Helle Thorning-Schimdt leggja seg skerfløt fyri Jørgen Niclasen, so passar tað sum Kaj Leo so ofta hevur sagt, at »okkurt gera vit rætt«.
Men um tað ikki passar, sum Jørgen Niclasen sigur, so støðan eins álvarsom, tí ein fíggjarmálaráðharri má ikki siga ósatt.

Hettar er væl eitt tað nærmasta man kemur journalistiskum dovinskapi! Skjóta eftir serfrøðini og fakfeløgum og biðja tey skamma seg, tí alternativið er at vit hava ein fíggjarmálaráðharra, ið lýgur, bert tí hann sjálvir ikki tímir at leita upp orðið "kapital" í einum almennum teksti, ið hann finnur innan 1 min um hann tímir, er sku øll hansara skomm!

onsdag den 6. juni 2012

Ávegis eini liberalisering av fiskivinnuni -- makrel-útgávan

tveir mátar eru at býta makrelin, og sum er ein liberalisering í mun til korruptan planøkonomi, sum ABDH brúkar, men ikki full liberalisering

tann fyrri var uppskotið um uppboðssølu av einum parti av makrelkvotuni, men hetta fall í løgtinginum

mannagongdin sum samgongan er samd um, er at tá landsstýrismaðurin hevur lýst makrelkunngerðina, sum fyri hvønn skipabólk ásetir, hvussu nógv bólkurin skal hava, so fer hann afturumaftur at býta til hvørt skip í hvørjum bólki

hin mátin mótvegis einari størri liberalisering hevði verið, at hetta síðsta stigið av makrelbýtinum verður skift út við uppboðssølu, har skip í hvørjum bólki kappaðust sínámillum

so hevur makrelbólkurin býtt millum skipabólkar, men marknaðurin avger býtið innanfyri bólkarnar

sum frálíður skal fiskivinnan tillagast tilfeingið og marknaðarstøðuna har fiskurin kann seljast, og tí skal býtið millum bólkarnar eisini avgerast á uppboðssølu, men tillaging tekur nøkur ár, so nevnda ávegis liberalisering haldi eg flestu økonomar høvdu sæð sum eina skilagóða loysn

men eisini er vigtigt at fáa við, at korruptiónin hevði eisini verið minni, tí skip kunnu ikki við lobbyismu og mutri hála til sín sjálvs, einans til allan skipabólkin

tirsdag den 5. juni 2012

Tá Danmark gav NATO lyfti um hernaðarútreiðslur

Ofta verður ført fram, at Danmark sparir nógv í hernaðarútreiðslum av at leggja land (Føroyar og serliga Grønland) til felags verjuna hjá NATO, og at tað eru nógv størri upphæddir, enn blokkstuðulin til Føroyar og Grønland. Í NATO-høpi hava londini forpliktað seg til at brúka ávísanpart av BTÚ uppá hernaðarendamál, og skal Danmark vera sloppið við at brúka nógv minni uttan at hini londini hava talað at.

Eg veit ikki, hvussu nógv Danmark skal hava forpliktað seg til at brúka til hernaðarútreiðslur, men ein stuttlig forteljing er um fundin, tá ásetingin endilig kom um, hvussu nógv hvørt land skuldi forplikta seg til at brúka til hernaðarmál í mun til BTÚ. Tað er frá einum av teimum fáu danskarunum sum var við, Erik Ib Smith, sum í sínum endurminningum, "Fra psykopatklubben" fortelir hvussu tað í veruleikanum fór fram.

Fundur var í Lissabon í februar 1952, Danmark hevði formansskapin. Ásetingin um hernaðarútreiðslur hevði verið viðgjørt á mongum fundum, men eingin semja, og sama á hesum fundi. Onkur fann so uppá, at londini skuldu fáa sínar økonomisku ekspertar at gera semju. Teir vóru sendir inn í fundarhøli og fingu ein seinnapart við boðum um ikki at koma út aftur fyrr enn teir vóru samdir. Danski finansministarin Thorkil Livrem Kristensen sendi departementsstjóran, Erik Ib Smith, og Gunnar Seidenfaden, ið arbeiddi í Uttanríkisráðnum á fundin.

Uppboðssøla av fiskirættindum og holið í landskassanum

Endamálið við eini uppboðssølu av fiskirættindum at áseta, hvør skal sleppa at gagnnýta hvussu nógv av fólksins ogn vinnuliga, er fyrst og fremst at skapa kapping í fiskivinnuni, so vit fáa eina dynamiska vinnu, ið tillagar seg tilfeingið og marknaðarviðurskifti á útflutningsmarknaðum, í staðin fyri at brúka orku uppá lobbyismu.

Summi eru sum verja lobbyismu, men ein av høvuðsatfinningunum ímóti eini almennari uppboðssølu av fiskirættindum, sum serliga kemur frá pørtum av vinnuni og frá høgru síðu í politisku skipanini er, at ein uppboðssøla verður bara ein umbering fyri at typpa hol í landskassanum, í staðin fyri at taka atlit til vinnuna.

Nú situr ein høgravend stjórn, sum í vinnupolitikkinum í stóran mun verður stýrd av tilvildarligari lobbyismu hjá vinnuligum aktørum. Var nakað hald í nevndu atfinningum ímóti uppboðssølu, so skuldu vit nú sæð ein fiskivinnupolitikk sum hugsaði um vinnuna og ikki landskassan.

mandag den 4. juni 2012

Hvat er endamálið við Kringvarpinum? (1)

Eftir tilmæli frá fíggjarnevndini, broytti Løgtingið í síðstu viku eitt uppskot frá fíggjarmálaráðharanum, áðrenn tað var samykt við triðju viðgerð. Nú sleppur Jørgen ikki at broyta skattastigan, sum hann ætlaði.

Og so var ein ótrúliga løgin samrøða í útvarpinum á middegi. Journalisturin (sum ikki hugsar) og landsstýrismaðurin (sum lýgur) vóru samd um, at skatturin hækkar næsta ár, um Jørgen ikki fær serliga heimild at broyta skattastigan.

Kann onkur ikki siga við journalistin, at Løgtingið viðger fíggjarlógina á hvørjum ári og kann regulera skattastigan í tí sambandi?

Hvat er endamálið við Kringvarpinum?

(Hetta verður ikki fyrsta greinin við hesi yvirskriftini.)

fredag den 1. juni 2012

Pál og Jón á hæddarvenjing í USA

Jón, venjarin hjá Pál, hevur sent eina heilsan heim sum kann lesast á Suðurrás. Yvirskriftin er: Pál og Jón á hæddarvenjingarlegu fram til OL.

Eg havi ofta hugsað eitt sindur um, hvat tað merkir at hæddarvenja, men teir hava tíbetur sent hesa myndina, so vit síggja hvat tað gongur út uppá:

.Maðurin á myndini, sum skal syrgja fyri, at Pál ikki dettur niður undir hæddarvenjing, eitur Bobby William Gray.

Hæddarvenjing er ov høgt til mín!

Útvarpið er sum politiski vindurin blæsir

Útvarpið endaði tíðindasendingina á middegi:
Í tíðindasendingini á nátturða (...) vit fáa eisini meira at vita um elveitingarøkið nú Løgtingið hevur strikað kravið um alment útboð.

Útvarpið hevur dekkað handa spurningin í vikur, men enn havi eg ikki sæð tekin um, at tey hava ánilsi fyri, hvat tað gongur út uppá. (Her er eitt hint.) Eg haldi eg havi hoyrt øll innsløgini síðani 11. mai (m.a. her, her, her og her), og eg haldi ikki nakar spurningur sum hevur verið settur hevur givið ábendingar um, at tey hava sett seg inn í økið.

Public service er framvegis at fortelja, hvat Landsstýrið ætlar og tað sum Landsstýrið hevur hug at fortelja.

So eg vænti, at almenna kunnleikastøðið lækkar eitt vet aftrat aftaná sendingina í mun til áðrenn.

Skulu førleikar forða fólki at vera við í kjakinum?

Eyðun Mohr Viderø skrivar á vágaportalinum:
Eg veit væl av royndum, at ongin minniluti á tingi rósar meirilutanum, sjálvandi tí hugsað verður um næsta val.
Kortini havi eg ongantíð verið við til, at minniluti við organiseraðum skúlaðum fólki er farin í tílíkan hernað. Sjálvsagt er mangt at finnast at, og sjálvur eri eg ósamdur um mangt, men eg vildi ynskt, at hetta varð gjørt á meiri virðiligan hátt!

Tað tykist ikki koma Eyðuni til hugs, at fólk sum hava fingið hesa góðu útbúgvingar, sum samfelagið hevur fíggjað, tá tey nú hava betri førleikar enn tey flestu at síggja langtíðar avleiðingarnar av einum skaðiligum og vandamiklum politikki, síggja tað sum sína skyldu at rópa varskó.

Tað er tað fyrsta sum kemur mær til hugs. Men vit eru kanska bara so ymiskir, Eyðun og eg.

Rætti hugburðurin til gransking

Landssjúkrahúsið skrivar í tíðindaskrivi, at læknarnir Jan Rasmussen og Høgni Djurhuus hava fingið grein um CTD við í Journal of inherited metabolic disease.

Jan Rasmussen sigur í hesum sambandi:
Tað er sera týðningarmikið at fáa vitanina út í heim, ið vit hava um CTD í Føroyum. Áhugin er stórur fyri serligu føroysku viðurskiftunum, og vísindafólk kring heimin við áhuga fyri CTD bíða bara eftir at frætta meira frá okkum

Hetta er deiligt at hoyra! Hatta er tann rætti hugburðurin til gransking í Føroyum: Hvussu kunnu vit við okkara gransking og okkara vitan hjálpa heiminum og mannaættini?

Tað er sera spell, at alt ov nógv kjak um gransking í Føroyum (serliga týðiligt í kjakinum um ES-samstarv) gongur út uppá at finna út av, um inntøkur eru til landið, og snýr seg nógv minni um gransking.

Til lukku við upptøkuni av greinini!