Sider

fredag den 3. oktober 2003

Hvat fer Irak at enda við?

(Grein í Sosialinum 3. oktober 2003 undir teiginum »Teldubrævið«)

Tann næsti tankin, sum kom til mín 11. september 2001 eftir at Kim segði mær um álopið á World Trade Center og Pentagon var optimistiskur. (Tann fyrsti var, at nógv fólk vóru deyð.) Hetta var áðrenn eg hevði sæð myndirnar í sjónvarpinum. Áðrenn eg hevði hoyrt nakrar reaksjónir uppá álopini. Eg hugsaði, at nú fóru amerikanararnir kanska at loysa trupulleikan Miðeystur einaferð med alla.

Tað er nú beint yvir eitt ár síðani, at Bush forseti fekk heimild frá Kongressini at brúka hermegi at avvápna Saddam Hussein. Hópoyðingarvápn vórðu brúkt sum umbering, hóast øll prógv bendu á, at eingi slík vápn vóru í Irak. (Hetta skrivaði eg um fyri einum ári síðani.) Eg skilji ikki at fólk, sum ikki kravdu at síggja prógv fyri hópoyðingarvápnum undan krígnum, nú eru ill tí tey vórðu villleidd.

Sjálvandi var tað ein onnur ætlan við at fella Saddam Hussein: Irak var rætta staðið at byrja, skuldi man tvinga fólkaræði til Miðeysturs. Man visti tá heldur ikki rættiliga, hvat annað man skuldi gera í bardaganum ímóti yvirgangi, so at leypa á Irak var hóskandi uppgáva.

Mong ávaraðu um, at vit vita so lítið um Miðeystur og søgdu, at tað var vónleyst at fáa fólkaræði í einum landi í Miðeystri, tí tað er ikki møguligt í teirra mentan. Hesum loyvi eg mær at ivast í, í hvussu er tann partin, ið er at atkvøða, duga fólk í Miðeystri:

Sangkappingin »Idols«, sum føroyska Ása var við í Danmark til hon varð blakað úr, hevur eisini verið í Miðeystri, har kappingin varð nevnd »Superstar« og fevndi um fleiri lond. Í finaluni, sum var um miðjan august, vóru tvey ung talent úr Jordan og Sýria, og gentan úr Jordan vann við 52% av atkvøðunum hjá hyggjarunum ímóti 48% til tann frá Sýria. Hálv fimta miljón fólk úr øllum Miðeystri atkvøddu gjøgnum Internet. (AP-Beirut og New York Times) Tað áhugaverda og nýggja er ikki, at tey hava sangkappingar, men at fólkið slapp at velja vinnaran, og tí var sigurin eisini so tepur!

Gallup International spurdi um mánaðarskifti apríl-mai 25000 fólk í meira enn 30 londum um teirra støðu til kríggið í Irak. Hetta var tá undirtøkan fyri krígnum var størst í USA, tað var jú 1. mai Bush fráboðaði at kríggið var av. Tað var rættiliga áhugavert, at mest positivu metingar um avleiðingarnar av krígnum komu úr Kosovo, har undirtøkan fyri krígnum var størri enn í USA. (Gallup International /Berlingske Tidende, mai 2003)

Í Kosovo hava tey fyri ikki langari tíð síðani kent ágóðan av altjóða uppílegging og amerikanskari hermegi. Teirra hugsan í dag boðar kanska frá góðum um vánirnar fyri at vinna í Irak sum frálíður. Størsti vandin fyri heimsfriðin og –stabilitetin er ikki hópoyðingarvápn, men ungir arabarar, sum eru illir um støðuna, sum er úrslit av religiøsara kúgan, geva Vesturheiminum skyldina, og gerast amboð hjá ekstremistunum. Tí má stríðið í Irak vinnast.

Hetta vita ekstremistisku átrúnaðarligu leiðararnir, sum kunnu missa valdið. Bardagin millum fólkaræði og religiøsa kúgan stendur tí nú í Irak. Og harða og varandi mótstøðan í Irak er ikki tekin um at amerikanarar eru við at tapa, men tekin um at muslimskir átrúnaðarligir leiðarar óttast at missa sítt vald.

Muslimsku londini hava júst samtykt ikki at stuðla amerikansku hersetingini, og í staðin at heita á amerikanarar um at fara úr Irak. Hesar stjórnir fara harvið í part við átrúnaðarligari kúgan, men teirra grundarlag er partvís sama kúgan. Hesar stjórnir hava eisini stuðlað Saddam Hussein og hava tí svikið irakiska fólkið.

Yndissamanberingin hjá mongum, sum stuðla krígnum í Irak eru Týskland og Japan í 1945. Tá eydnaðist væl at endurbyggja londini sum fólkaræðislig samfeløg. Men ein munur er á støðuni í Irak nú og støðuni í Týsklandi og Japan í 1945: Mótstøðan móti amerikanarum í Irak fær aktivan stuðul úr fleiri londum.

Verður einki gjørt við hetta, minnir Irak meira um Afghanistan hjá russum í 80-unum og Vietnam hjá amerikanarum í 60- og 70-unum.

lørdag den 24. maj 2003

Eitt sindur um vinnukarmar og kondittarívinnu

(Grein í Sosialinum 24. mai 2003 undir teiginum »Teldubrævið«)

Eftir at Kondittaríið er latið aftur, er stig tikið til innsavning av undirskriftum frá fólki, sum heita á myndugleikarnar um at syrgja fyri, at Kondittaríið letur upp aftur og verður sum Kondittaríið altíð hevur verið. Ein heimasíða er gjørd á Internetinum við sama endamáli.

Eg fekk eisini ein teldupost og varð biðin um at taka undir við áheitanini, so bekymringin um Kondittaríið er farin um landamørk. Mær dámdi væl Kondittaríið og haldi tað hevði verið spell um Kondittaríið ikki lat upp aftur. Men eg haldi ikki, tað er rætt, at myndugleikar blanda seg beinleiðis í eina privata vinnu, og tí havi eg ikki sett mítt navn á listan. Men eg havi í staðin hugsað um aðrar møguleikar, myndugleikarnir hava, har teir ikki blanda seg beinleiðis, men kortini hjálpa, og soleiðis at úrslitið vónandi verður tað sama.

Hvørki land ella kommunur eiga at stuðla vinnulívinum beinleiðis, og eiga heldur ikki blanda seg í stýringina. Óansæð um talan er um flakavirki, húsasmíð ella matstovuvinnu, vil almenn uppílegging gera raksturin stirvnan og steðga framfýsni og tillaging.

Almenn uppílegging í leiðsluna vil forða skilagóðum broytingum, tí við politiskt stýrdari ávirkan koma onnur atlit enn rakstrarúrslit uppí. Almennur stuðul vil virka sum ein koddi, og vil gera annars skilagóðar broytingar óneyðugar, og harvið verða tær kanska ikki framdar. Samstundis vil slíkur stuðul taka pening frá øðrum og skilabetri almennum tænastum.

Vit minnast hvussu kommunustýrini hvør í sínum lagi stuðlaðu flakavirkjunum í sínum kommunum í 80-unum. Hetta ynskir helst eingin aftur. Loysunarorðið er nú, at land og kommunur skulu skapa karmar. Hesir karmar skulu vera eins góðir fyri alla vinnu, eisini kondittarívinnu, tí annars eru teir pr. definisjón kappingaravlagandi.

Hvørjar møguleikar hevur kommunan?

Kommunan eigur t.d. at syrgja fyri at Kondittaríið eins og øll onnur fær reint vatn og at parkeringsmøguleikarnir eru góðir í nánd. Eru parkeringsplássini við Kondittaríið eisini til vitjandi í t.d. Ebeneser er hetta ikki kappingaravlagandi. Kanska var eisini eitt hugskot við kommunalari barnaansing, sjálvandi við lutvísari foreldrabetaling sum vant, meðan foreldrini fáa sær ein drekkamunn á Kondittarínum.

Her kann skoytast uppí, at er barnaansingin soleiðis, at børnini trívast serliga væl, kann hugsast, at børnini fara at draga foreldrini við sær á Kondittaríið, líka nógv sum øvugt.

Hvat kann so Landsstýrið gera?

Vit koma nú inn á almenna vinnupolitikkin, sum er væl útgreinaður á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum, men eisini inn á ymis eftirlit, har av tað mesta eisini er umsitið av stovnum undir Vinnumálaráðnum. Her eru eisini ávísir møguleikar.

Vinnumálaráðið hevur ábyrgdina av matvørueftirlitinum, sum verður útint av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, og eigur hetta at verða framt so lagaligt sum til ber. Ikki við at seta veikari krøv til reinføri, men við at taka Kondittaríið við uppá ráð, hvussu eftirlitið verður framt.

Og her kann skoytast uppí, at góð úrslit av t.d. reinføriskanningum kann Kondittaríið brúka sum reklamu.

Verður ferðavinnan ment, eiga vit at rokna við øktum kundagrundarlag hjá tí mesta av heimamarknaðarvinnuni í Føroyum, eisini hjá Kondittarínum.

Men eru kappingaravlagandi karmar, sum forða kondittarívinnu í Føroyum?

Fyritøkur í kondittarívinnuni eru sum allar aðrar fyritøkur í kapping við ikki bara líknandi fyritøkur, men eisini aðra vinnu. Vit hava eina ávísa keypiorku í landinum, og ein króna kann sum kunnugt bara brúkast eina ferð.

Høga føroyska skattatrýstið rakar tænastuvinnur við stórum lønarútreiðslum serliga hart. Metast má, at lønarútreiðslurnar hjá kondittaríum og líknandi fyritøkum altíð fara at vera relativt stórar, og at hetta ikki kann broytast.

Undir kreppuni kom møguleiki at draga frá í skatti part av útreiðslum til viðlíkahald av egnum húsum. Hetta var eitt skilagott tiltak, sum støðan var tá. Men framhaldandi verður m.a. handverksvinnan stuðlað av tí at skattalóggávan ásetir fyrimunir fram um aðrar vinnur. Tá rokning kemur fyri útskifting av vindeygum, skal ikki gjaldast MVG av lønini til handverkararnar. Hetta er kappingaravlagandi.

Myndugleikarnir kunnu betra møguleikarnar hjá kondittarívinnuni við at javnstilla nýggjar loftlistar og nýggj vindeygu við drekkamunn og fransbreyðflísar við osti.

mandag den 3. februar 2003

Stríð um skattalætta

(Grein í Sosialinum 3. februar 2003 undir teiginum »Teldubrævið«)

Ikki bara føroyingar gleða seg til skattalætta.

Danska pressan hevur í seinastuni viðgjørd spurningin um skattalætta nógv, og høvuðsyvirskriftin er nú, at stríð er millum donsku stjórnarflokkarnar Venstre og Konservative um skattalætta: Hvussu stórur skal hann vera, nær skal hann fremjast, hvør skal hava ágóðan, hvussu skal hann fíggjast. (Helst eisini, hvør skal hava heiðurin fyri hann!) Men semja er millum eygleiðarar um, at skattalættin er á veg.

Gallup hevur gjørt kanning, hvat danir halda. Gallup koyrir danir í tríggjar næstan javnt stórar bólkar: Ein, sum vil hava tað almenna at veita meira vælferð, eisini hóast tað merkir hægri skattir. Ein, sum vil lækka skattin, eisini hóast tað merkir minni vælferð. Og ein, sum vil hava skattin at lækka, og eisini vil hava meira vælferð. Hetta ger støðuna trupla hjá politikarum, sum lurta eftir veljarunum: Meiriluti er fyri at lækka skattin, og meiriluti er fyri fleiri almennum útreiðslum.

Fleiri orsøkir kunnu vera fyri at geva skattalætta: At broyta umfordeilingina, at økja virksemi, at økja arbeiðsútboðið, ella bara hugsjónarligar orsøkir.

Umfordeilingin frá ríkum til fátæk kann økjast við at geva skattalætta til láginntøkur. Skattalætti til háinntøkur virkar sjálvandi øvugt og minkar umfordeilingina.

Vil man hava samfelagshjólini at mala skjótari, kann skattalætti virka við at geva fólki meira pening at brúka. Hetta virkar serliga tá tíðirnar er ringar. Og tá vil skattalætti til láginntøkur virka best, tí hjá láginntøkum fer størri partur av einum skattalætta til størri nýtslu.

Er endamálið við einum skattalætta at økja arbeiðsútboðið er ikki líka einfalt. Tað er m.a. marginalskatturin, t.e. skatturin av seinast vunnu krónuni, sum ávirkar, hvussu nógv fólk arbeiða. Men venda vit aftur til meiningarkanningar, so hevur ein nýggj kanning, sum verður kunngjørd í dag víst, at tá veljast skal millum meira í løn, meira frítíð ella meira til pensjónsuppsparing, vil helvtin av dønum hava meira frítíð, og minni enn triði hvør vil hava meira í løn. Tað gevur ábending um, at ikki øll fara at arbeiða meira, um skatturin lækkar, men nøkur kanska tvørturímóti fara arbeiða minni, tí meira er eftir av bruttolønini, og harvið skulu færri tímar til at forvinna tað sama. Og so er ikki vist, at avleiðingin verður tað, sum ætlanin var.

Ideologisk argument fyri skattalætta ganga ofta út uppá, at pengarnir hoyra heima í lummanum hjá fólki, sum hava forvunnið teir, og meira polemiskt, at fólk vita best sjálvi, hvussu pengarnir skulu brúkast.

Skulu vit venda aftur til stríðið millum Venstre og Konservative um skattalættan, eiga vit kanska at byrja við samgonguskjalinum. Venstre lovaði undan seinasta vali skattestop, sum merkir, at eingin skattaáseting skuldi hækka í prosentum ella krónum. Konservative lovaðu skattalætta. Endin var at samgonguskjalið ásetti skattestop beinanvegin, og skattalætta seinni, um ráð vóru. Og harvið byrjaði stríðið, kann man siga.

Konservative hava teir fimtan mánaðirnar henda stjórnin hevur sitið, fýra ferðir megnað at fáa skattalættar á dagsskrá í miðlunum við ymiskum rættiliga ítøkiligum uppskotum um, hvussu ein skattalætti kann fremjast og fíggjast.

Fyrst vildu teir minka barnastyrkin í stigum og samstundis lækka skattin, soleiðis at tað ikki rakti barnafamiljurnar ov hart. Venstre hevði lovað at vælferðarsamfelagið skuldi verjast, vildi halda hetta vallyfti, og segði nei til uppskotið hjá Konservative.

Síðani var ætlanin hjá Konservative at rokna sokallaðar dynamiskar effektir inn og fíggja ein skattalætta við at fólk væntandi fingu hug at arbeiða meira og fóru at brúka meira pening orsaka av skattalættanum. Hesum sjónarmiði talaði Fogh Rasmussen sjálvur fyri fyri tólv árum síðani, tá hann var skattaministari. Men nú segði Fogh, at pengarnir skuldu vera í kassanum, áðrenn teir skuldu latast sum skattalætti, so hann trýr ikki longur uppá Breckmannomics.

Seinni vildu Konservative fremja generellar og málrættaðar sparingar í almenna sektorinum. Generellar sparingar ganga út uppá, at útreiðslurnar til fyrisiting vaksa minni enn lønar- og prísvøksturin, men hesar verða longu framdar og brúktar fyri javnt og samt at økja produktivitetin í almenna sektorinum.. Og Venstre svaraði um málrættaðar, at teir vildu hava ávíst sparingarnar fyrst.

Og kanska var tað tað, sum í síðstu viku fekk Konservative at vilja minka vøksturin í sosialum veitingum og samstundis geva skattalætta. Teir vístu á, at upphæddirnar, sum fólk fáa í sosialum veitingum hava vaksið skjótari enn lønin hjá teimum sum forvinna minst. Argumentið fyri skattalættanum var so, at tað ikki so væl munar at arbeiða í staðin fyri at vera arbeiðsleysur.

Orsøkin til hesa gongd er, at sosialu veitingarnar verða dagførdar ájavnt við vøksturin í miðal lønum. At sosialar veitingar vaksa skjótari enn lønin hjá teimum lægstløntu má tí merkja, at ójavnin í lønum er vaksin. Tað hevur forrestin eingin víst á enn!

Hetta vísir eitt áhugavert fyribrigdi, sum kann kallast eitt incitaments-paradoks. Ofta verður sagt at størri spjaðing í lønunum økir hugin at stremba eftir at forvinna meira, t.d. at fáa sær útbúgving. Men sum er merkir hetta eisini, at hjá arbeiðsleysum munar minni at søkja arbeiði.