Sider

fredag den 11. januar 2013

ALS ikki óvæntað!

Fyrradagin var tað ein positiv søga, at stjórin í ALS fer at royna okkurt annað. Hoyr t.d. samrøðu her.

Í gjár kom so -- av røttum -- øsingin. Miðlarnir fortelja um frafáringaravtaluna, sum Ernst Jacobsen hevur gjørt við stýrið fyri ALS. Her er Kringvarpið og Portalurin. Og fólk eru í øðini. Eisini eg.

Fráfaringargjaldið uppá meira enn eina miljón var ikki avtalað frammanundan, og soleiðis sum formaðurin í stýrinum grundgevur, er talan um løn við afturvirkandi kraft. Stýrið hevur gjørt sær sína egnu meting av tí arbeiði stjórin hevur gjørt fyri ALS og rindar honum við fólksins pengum ein stóran bonus. Ein persónur tey hava arbeitt tætt saman við í fleiri ár. Hann virkar fittur, men eg veit ikki, hví fólk siga, at hann er dugnaligur. Í feitu árunum við bólgnandi eginogn futtaði ALS rættiliga nógvar pengar av uppá fá arbeiðsleys, men so skjótt kreppan rakti, so visti man ikki ein gang um man hevði nokk av pengum í kassanum, og bæði tey í arbeiði og tey arbeiðsleysu rinda prísin.

At ALS-stýrið -- ein forsamling av umboðum fyri seráhugamál -- rindar ein stóran kekk út til ein av sínum vinum er pamparí av fúlasta slag. Men tað er skeivt at síggja hetta sum ein gøla, sum stendur einsamøll. Heldur er hetta partur av eini gongd í Føroyum, har korruptión og kradding breiðir seg meira og meira. Rot er komið í skipanina.

Kradding (les um kradding her) er umfatandi í Føroyum. Og tað er bara versnað nú í minst 15 ár. Ymsir bólkar av yvirstættini hava brúkt sítt vald at ríka seg sjálvan upp, og tað hendir ikki tí yvirstættin samstundis er farin at gera størri samfelagsligt gagn. Tey góðu skapanarevnini, sum yvirstættin eisini hevur, eru alneyðug um føroyska samfelagið skal gerast til eitt gott land hjá øllum at búgva í, men hesi evni verða í alt ov stóran mun burturspilt til kradding. Kostnaðurin er dupultur, tí minni verður samstundis skapt, tá meira verður kraddað. Tað er prísurin av at hava eitt samfelag, sum í alt ov stóran mun er stýrt av og við korrumperandi skipanum!

Eingin skipan er perfekt, og kradding vil altíð vera í ávísan mun. Fólksins ogn verður givin ókeypis til politiskt útvaldan skara. Ein ávísur bólkur av skipaeigarum kann við politiskum vælsignilsi ríka seg upp. Kraddingin tók dik á seg, tá fólksins ogn varð kapitaliserað í 1990-unum. Tá politikarar sóu avleiðingarnar av sínum egna politikki (teir sóu onnur blíva ovurrík av politiskum ávum), vildu teir eisini uppí part, og í tveimum umførum játtaðu politikararnir sær sjálvum fyrst lønarhækking gjøgnum skattafríar ágóðar, umframt ikki minst eina óhoyrt góða pensjónsskipan, sum av røttum skuldi verið minkað aftur við afturvirkandi kraft. Við hjálp frá kredittbløðruni miðskeiðis og í seinnu helvt 2000-unum eru tað bankaleiðslurnar, sum hava møguleikan. Tey megnaðu at billa fólkið inn, at ein bankastjóri kostar 7 mió í ársløn í Føroyum, hetta var marknaðarprísurin, tí tað er so stór ábyrgd og teir eru so dugnaligir, og hetta eru bara spælireglurnar. Hetta er stórt sæð citat frá teimum svarum eg fekk hasa tíðina ikki frá bankaleiðslunum sjálvum, men fólki sum í internetkjaki vardu svansið -- svans, ið seinni vísti seg at vera bæði ódugnaligt og uttan ábyrgd. Bankaleiðslur og -nevndir játtaðu hvørjum øðrum uppskrúvaðar lønir og bonus omaná. Soleiðis fyrigongur tað: Nevndin gevur stjórnini feita løn og fúlan bonus. Stjórnin innstillar so, at nevndin fær eyka ágóðar, tí tey hava tað strævið, og man kann altíð finna eina umbering. Man metti sjálvur, at man hevði gjørt eitt gott arbeiði í nevndini í Føroya Banka og játtaði sær sjálvum ein bonus í sambandi við privatiseringina. Nevndin í TF fekk ein bonus fyri at hava sitið og nikkað, tá man keypti Eik. Nevndin nikkaði so eisini til sín bonus. Keypið varð fyriskipað av fyrrverandi stjóranum, sum stutt frammanundan hevði fingið fleiri miljónir í fráfaringarløn frá somu nevnd. Og tá tað skal kamuflerast eitt sindur, velur man hvønn annan og vinir í nevndir og stýri at gnaga tey góðu beinini. Miðlarnar bjóðar man við: Kringvarpsstjórin í nevndina í Føroya Banka og stjóran í Miðlahúsinum í nevndina fyri TF. Umframt hesi høvuðsrák, sóu vit eisini ein stjóra í einum flogfelag, sum forkeypti seg í partabrøvum, men nevndin bjargar honum við at keypa partabrøvini aftur. Ein stjóri í einum ferðavinnureiðaríi megnaði at lokka 30 miljónir frá politisku skipanini, og eftir eitt ár er hann úti aftur við fleiri miljónum í løn og fráfaringarløn. Politikarar eru eisini bara menniskju, og kanska er ikki løgið, at teir halda tað vera órættvíst, at teir, sum skulu spæla við í hesum spæli saman við hesum fólkum, bara fáa fasta løn av miðal stødd.

Og nú hevur rotið breitt seg til ALS. Umboð fyri m.a. fiskimannin og tímalønta arbeiðaran sita har og eru nú við í rotna spælinum. Tað er gott at síggja fakfeløgini, sum hava innstillað hesi fólkini rópa varskó uttanfyri. Men tað kann vera ógvuliga skjótt, at tey (nevndirnar) blíva drigin inn í yvirklassakraddingarkarrusellina.

Fólk gera, sum tey síggja hini gera. Fleiri og fleiri koma fram til, at tað eisini fyri tey snýr seg um at tiltuska sær sín part av køkuni til sín sjálvs. Tá tey sum stríðast ímóti ongantíð vinna, so geva fleiri og fleiri upp. Færri og færri eru tí eftir, sum stríðast ímóti gongdini, so eingin grund er at halda, at tað ikki blívur verri. Men tað behøvist ikki vera so!

Kynisman og líkasælan økist, hvørja ferð vit síggja enn eitt dømi um kradding og óreiðiligheit, sum sleppur fara framvið borðinum. Eg eri bangin fyri, at onkrastaðni er ein kritiskur massi, og at hetta markið nærkast, so tað vendist ikki aftur, og samfelagið fer heilt í upploysn.

Hetta eru spælireglurnar, sigur tú aftur. Nei, spælireglurnar avgera vit sjálvi. Vit avgera, um nakar skal sleppa at áseta sær sína egnu løn uttan avmarkingar ella eftirlit ella kapping. Tað ber til at steðga svansi, mál fyri mál. Tað ber til at rudda upp í korrumperandi skipanum, einari í senn.

Teimum priviligeraðu skulu vit seta serliga stór krøv. Eg haldi søgan lærir okkum, at samfeløg fara ikki í upploysn vegna nakað, sum tey á niðastu rókum fyritaka sær, men tá rot kemur í á ovaru rókum.

Tað er hóskandi at enda við at citera ein part av tí, Erhard Jacobsen skrivar á facebook um málið:
Tit ganga væl ikki og billa tykkum inn, at tann moralur, tit virka eftir, er tann sami sum jettsettið, ALS-stjórar, (nakrir) fakfelagsbossar, bankastjórar, stórreiðarar, stjórar á stórfyritøkum, tingfólk, landsstýrisfólk, ovurríkmenni, tey kongiligu o.o.l. virka eftir.

Ingen kommentarer: