Sider

tirsdag den 8. januar 2013

Óli Samró vendir tingunum á høvdið

Í kronikk í Sosialinum fríggjadagin 4. januar skrivar Óli Samró (ÓS) viðmerkingar til bókina Exit Føroyar. Kanska er fyrimunur at lesa kronikkina fyri at skilja hesa grein, men tað burdi ikki verið neyðugt.

ÓS vil hava fleiri fólk við útbúgving at arbeiða í fiskivinnuni. Og tað skal gerast við broytingum í serliga skúlaskipanini.

Eg haldi, ÓS vendir tingunum á høvdið.

Orsøkin til at so fá fólk við útbúgving (onnur enn tey sum føra skipini) starvast í fiskivinnuni hevur lítið og einki við útbúgvingarskipanina at gera. Lítið við samfelagið annars at gera eisini. Trupulleikin liggur í fiskivinnuni og fiskivinnupolitikkinum seinastu áratíggjuni, sum hevur skylduna av, at fiskivinnan skapar so fá spennandi arbeiðspláss fyri fólk við útbúgving.

Tað nyttar ikki at trýsta áhuga fyri fiskivinnuni inn í høvdið gjøgnum skúlaskipanina. Tað nyttar heldur ikki at trýsta fólk við útbúgving í fiskivnnuna, sum klárar seg uttan, t.e. ikki eftirspyr hesi fólk.

Vitan í fiskivinnuna skal ikki koma við at trýsta hana inn, hvørki frá skúlanum ella við politiskum krøvum. Tað fyrra virkar heilt vist ikki, og tað seinna er í minsta lagi ein ineffektivur máti at gera tað uppá. Tað finst bara ein máti, sum virkar væl at fáa vitan í fiskivinnuna, og tað er at fiskivinnan fer at eftirspyrja vitan. Tað fer hon at gera, tá aktørarnir í fiskivinnuni noyðast at kappast um at skapa mest møguliga virðisøking.

So mátin at fáa vitan í fiskivinnuna at syrgja fyri at kapping er um rávøruna so tey sum skapa mest virðisøking sleppa at gagnnýta tilfeingið heldur enn tey sum politikarar velja út og velja at verja móti kapping. Tá noyðast fyritøkur í fiskivinnuni at satsa uppá vitan fyri at økja virðisøkingina -- ella blíva tær konkurreraðar út.

Men landsins myndugleikar hava í sínum vísdómi -- sum vit ongantíð fara at skilja -- avgjørt, at tilfeingið skal gevast burtur. Tá skal man vænta, at vinnan stagnerar. Við ókeypis tilfeingi snýr kappingin seg um at leggja tilfeingið undir seg fyri at inkassera tilfeingisrentuna so bíliga og lætt sum gjørligt, í staðin fyri at virðisøkja tilfeingið, sum kann geva størri avkast, bæði fyri einstaka aktørin í vinnuni, men eisini og ikki minst fyri samfelagið.

Kappingin um at fáa fatur á tilfeingi krevur útreiðslur til lobbyvirksemi (mgl. fíggja politikarar og politiskar flokkar, sum kunnu forera fólksins ogn burtur) umframt íløgur í stór og dýr vinnutól, men fiskiveiða er lágpraktiskt arbeiði, talan verður ongantíð um vitanartunga vinnu, hóast tøknin er dýr og stór. Og tað sum er atknytt av vitanartungum arbeiði fyrigongur í stóran mun uttanlands, m.a. at menna vinnutólini.

Vit økonomar kunnu ikki siga akkurát hvat hendir, tá kapping kemur inn, also hvør vinnur kappingina. Tað er jú ikki longur planbúskapur, har man politiskt avger, hvør skal vinna. (Planbúskapkur gevur sjáldan tað úrslit man planleggur, skal tó eisni sigasy.) Men vit vita, hvat kapping vil skunda undir. Kapping sum stimbrar økta virðisøking, vil økja tørvin á aðrari vitan í vinnuni enn bara um veiðu, og kann tí sannlíkt hava við sær økt tal av arbeiðsplássum í fiskivinnuni til fólk við ymsum útbúgvingum. Ikki minst um man telur beinleiðis atknýttar vinnur uppí. Kappingin millum skipaeigarar um virðisøking hevði økt eftirspurningin eftir vitanartungum tænastuveitingum á landi, antin sum undirveitarar ella partar av reiðaríunum. Samanlagt kann væntast ein hampilig øking í tali av vitanarstørvum í Føroyum við beinleiðis atknýti til fiskivinnuna.

Sjálvsagt fara skipaeigarar eisini at royna at leggja tilfeingi undir seg, hóast fólksins ogn ikki verður forerd burtur, og sjálvsagt fer ávís virðisøking fram, hóast fólksins ogn verður forerd burtur, men kapping um atgongd til tilfeingi flytir javnvágina. Orkan verður í nógv minni mun løgd í virðisøking, tá tilfeingið er ókeypis. Við ókeypis tilfeingi fer menningin av fiskivinnuni framhaldandi at ganga alt ov seint. Og færri vitanartung størv verða.

Greinin hjá Óla Samró er í grundini bara við til at koyra kjakið um fiskivinnu av sporinum -- burtur frá tí sum er veruliga forkláringin og sum er skeivt við verandi fiskivinnupolitikki. Tí sum ikki einaferð er tað vinnupolitikkurin í Føroyum sum forklárar stagnatión. Eisini í hesum føri.

Ingen kommentarer: