Sider

fredag den 18. januar 2013

Hvussu dýr er kraddingin hjá yvirklassanum?

Í greinini ”ALS ikki óvæntað” í síðstu viku royndi eg at seta stóru fráfaringarlønina til fyrrverandi stjóran í ALS inn í høpi, og vísa á, at kradding í føroyska yvirklassanum er við til at mergsúgva landið. Eg ávaraði um, at samfelagið kann fara í upploysn av berari kradding.

(Her kann tú lesa, hvat kradding er.)

Tað eg skrivaði yvirordnað um kradding og hví hon er so skaðilig var hetta:
Kradding er umfatandi í Føroyum. Og tað er bara versnað nú í minst 15 ár. Ymsir bólkar av yvirstættini hava brúkt sítt vald at ríka seg sjálvan upp, og tað hendir ikki tí yvirstættin samstundis er farin at gera størri samfelagsligt gagn. Tey góðu skapanarevnini, sum yvirstættin eisini hevur, eru alneyðug um føroyska samfelagið skal gerast til eitt gott land hjá øllum at búgva í, men hesi evni verða í alt ov stóran mun burturspilt til kradding. Kostnaðurin er dupultur, tí minni verður samstundis skapt, tá meira verður kraddað. Tað er prísurin av at hava eitt samfelag, sum í alt ov stóran mun er stýrt av og við korrumperandi skipanum!
(...) Fólk gera, sum tey síggja hini gera. Fleiri og fleiri koma fram til, at tað eisini fyri tey snýr seg um at tiltuska sær sín part av køkuni til sín sjálvs. Tá tey sum stríðast ímóti ongantíð vinna, so geva fleiri og fleiri upp. Færri og færri eru tí eftir, sum stríðast ímóti gongdini, so eingin grund er at halda, at tað ikki blívur verri. Men tað behøvist ikki vera so!
Kynisman og líkasælan økist, hvørja ferð vit síggja enn eitt dømi um kradding og óreiðiligheit, sum sleppur fara framvið borðinum. Eg eri bangin fyri, at onkrastaðni er ein kritiskur massi, og at hetta markið nærkast, so tað vendist ikki aftur, og samfelagið fer heilt í upploysn.
Hetta eru spælireglurnar, sigur tú aftur. Nei, spælireglurnar avgera vit sjálvi. Vit avgera, um nakar skal sleppa at áseta sær sína egnu løn uttan avmarkingar ella eftirlit ella kapping. Tað ber til at steðga svansi, mál fyri mál. Tað ber til at rudda upp í korrumperandi skipanum, einari í senn.
Teimum priviligeraðu skulu vit seta serliga stór krøv. Eg haldi søgan lærir okkum, at samfeløg fara ikki í upploysn vegna nakað, sum tey á niðastu rókum fyritaka sær, men tá rot kemur í á ovaru rókum.

Nú var hasin síðsti setningurin rættiliga veikt orðaður, og serliga var orðingin veik í mun til tað, sum vit faktisk vita. Tí tað er kannað og granskað ikki so lítið í hesum. Og tað hevði eg sjálvsagt í huga, longu tá eg skrivaði fyrru greinina.

Her havi eg serliga hug at taka fram bokina, sum búskaparfrøðingarnir Daron Acemoglu og James Robinson hava givið út (ein heimasíða um bókina er her: hetta er nobelprís-potentiale) og hevur ambitiøsa tittulin:
The Origins of Power, Prosperity, and Poverty: Why Nations Fail
Ein føroysk týðing kann vera:
Upprunin til vald, framburð og fátækradømi: Hví lond miseydnast

Acemoglu og Robinson vísa á, at tað er ikki mentan, veður ella geografi, sum avger, um lond blíva rík ella fátæk. Við data heilt aftur frá rómverjaríkinum og býstatum í Maya-ríkinum, frá ídnaðarkollveltingini og kolonialiseringini, og frá nýggjari søgu um allan heim -- Sovjetsamveldi, Suðuramerika, Europa, USA og Afrika -- vísa teir á, at eitt úrslit gongur aftur sum forklárar munin á væleydnaðum og miseydnaðum londum og búskapum. Tað eru tær politisku og búskaparligu skipanir -- institutiónir, sum búskaparfrøðingar kalla tað -- ið vit velja at hava, sum avgera, um landið fær framgongd ella ikki. Hesar institutiónir snúgva seg m.a. um at tryggja, at ognarrættur og kontraktir verða virdar, men eisini valdsbýti (og valdsavmarkan), gjøgnumskygni, óheftni v.m. Tvs. alt tað, vit hava fyri at forða fyri korruptión.

Ein triði búskaparfrøðingur, Simon Johnson, hevur lýst úrslitini rættiliga væl, og tað fari eg at endurgeva frá. Við støði í bókini hjá Acemoglu og Robinson skrivar Johnson á heimasíðuni hjá New York Times:
Bókin "Why Nations Fail" eftir Daron Acemoglu og James Robinson, er ein framúr góð og av og á skelkandi gjøgnumgongd av, hvussu lond hava verið stýrd gjøgnum søguna og um allan heim. Acemoglu og Robinson ávísa eitt einfalt mynstur: tá eliturnar verða hildnar í skák, vanliga við effektivum lógum og reglum, gongur tað betur fyri øll onnur í samfelagnum, og varandi haldførur vøkstur verður møguligur. Men fólk við valdi -- kongar, barónar, vinnulívsmenn, bankamenn -- arbeiða áhaldandi og hart fyri at sleppa undan avmarkingum av, hvat tey sleppa at gera. Og tá tað eydnast teimum, eru avleiðingarnar ikki bara, at umfordeiling fer fram frá øllum øðrum til teirra, men vøksturin í samfelagnum verður undirgravaður og ofta fer samfelagsliga samanhangi í upploysn.
Søguligu prógvini eru ikki at koma uttanum. Mong samfeløg hava klárað seg væl í eina tíð -- til valdfull fólk sleppa at taka sær ræði. Hetta mynstur er lætt at síggja aftur við fráleika og í øðrum mentanum. Tað er ofta nógv truplari at kenna aftur, tá títt egna land hevur eina elitu, ið ikki effektivt verður avmarkað, men fær ov fríar ræsur og sleppur at misbrúka sítt vald. (mín týðing)

Simon Johnson brúkar bókina sum høvi at skriva um valdið, ið bankarnir hava fingið í USA, og hvussu teir misbrúka hetta vald: Bankar taka ovurstóran váða, fara avstað við vinninginum, men tá tað gongur galið, so má samfelagið -- skattaborgararnir -- taka um endan. Og bankamenninir sleppa kortini at halda fram sum áður. Sama er hent í øðrum londum. Hetta er dømi um ónda cirkulin, at pengaríkidømi gevur politiskt vald, og politiskt vald verður brúkt at kradda pengaligt ríkidømi -- ið er júst tað sum Acemoglu og Robinson vísa á, altíð er tað sum undirgravar vøkstur og fær samfeløg at fara í upploysn.

Skal greinin hjá Johnson yvirførast til Føroyar, so eru tað serliga reiðarar og eigarar í ali- og fiskivinnuni, sum hava fingið alt ov stórt vald í samfelagnum, og brúka hetta vald at fáa serskipanir, ið undirgrava demokrati og búskapar- og fólkavøkstur. Fólksins ogn verður umsitin av politiska valdinum -- ikki til frama fyri Føroya fólk, men soleiðis at kapitalistarnir kunnu fáa mest burtur úr so lætt sum gjørligt. Hetta er faktisk alment erkleraður vinnupolitikkur í Føroyum. Og væl stuðlað av miðlunum, tíverri. (Sí t.d. her, her, her og her.)

Skulu úrslitini í ”Why Nations Fail” yvirførast til Føroyar, er tað meira generelt um alla elituna, yvirklassan, ið sleppur alt ov lætt. Sum eg skrivaði í ALS-greinina um skaltan við fólksins ogn, svans við politikarapensjónum, garvilt lønarstøði í vardu fíggjarvinnuni og vina- og kenningapolitik í sambandi við nevndarval. Stutt sagt: reglurnar eru ikki tær somu fyri tey á ovastu rók sum fyri øll onnur, tí tey sleppa at gera sínar egnu reglur.

Hvussu dýr er kraddingin hjá yvirklassanum í Føroyum? Sambært Acemoglu og Robinson og teirra bók um hví nøkur samfeløg miseydnast, so er hon tað vandamiklasta fyri samfelagið yvirhøvur.

Og kraddingin er orsøkin til, at tey á niðaru rókum í Føroyum ikki hava tað so gott sum tey áttu.

Ingen kommentarer: