Sider

torsdag den 3. september 2015

Tvey model og tríggjar prognosur

Eftir at Kringvarpið tá fólkatingsval var í juni, alt ov tíðliga var og ynskti Edmundi Joensen tillukku við afturvalinum (Edmund fall), og mong vóru ónøgd ella gjørdu gjøldur burturúr vánaligu talviðgerðini í Kringvarpinum hetta valkvøldið, avgjørdu Regin Reinert og eg at gera betri prognosur til løgtingsvalið fyrradagin.

Vit ætlaðu at bjóða fólki til at fylgja einum facebook-tiltaki, har vit leypandi skuldu leggja prognosur út. Men so frættu vit um valkvøld í Føroyahúsinum og fóru inn har í staðin.

Kringvarpið gjørdi tríggjar prognosur valkvøldið -- eftir 38 valstøð, eftir 46 og 56. Samanlagt 58 valstøð vóru til hetta valið, og síðsta prognosan kom tá Oyrabakki og Tórshavn vóru eftir at telja. Tey 38 valstøðini svara til 15.5% upptalt, tey 46 valstøðini til 29.2% upptalt, og tey 56 valstøðini til 64.6% upptalt.


Eftirmett samanbering

Eftirmetingin er rættiliga greið. Prognosurnar í Føroyahúsinum vóru nógv betri enn tær í Kringvarpinum. Fyri at samanbera seti eg her niðanfyri upp, hvat prognosan hjá Regini og mær vísti við somu valstøðum inni sum tær hjá Kringvarpinum.

Tær tríggjar prognosurnar hjá Kringvarpinum saman við endaliga úrslitinum:
Tríggjar prognosur hjá KvF og endaliga valúrslitið.

Okkara tilsvarandi tríggjar prognosur saman við endaliga úrslitinum:
Tríggjar prognosur í modelli hjá Regini og Flóvini, og endaliga valúrslitið.

Mátin at eftirmeta slíkar prognosur er at hyggja eftir frávikunum millum forsøgdu tølini og endaliga (rætta) talið. Her eru sett upp í talvu frávikini hjá báðum prognosumodellum í øllum trimum prognosunum (eftir 38, 46 og 56 valstøð) fyri hvønn flokk sær, og niðast er talt saman:
Frávik frá valúrslitinum hjá teimum trimum prognosunum í teimum báðum modellunum.

Tey trý samanløgdu tølini eru ávikavist 1) frávikini (negativ tøl gjørd positiv) løgd saman fyri allar sjey flokkarnar, 2) samanløgd kvadreraði frávik og 3) størsta frávik. Smá frávik hava minni at siga enn stór, og tí eru kvadrerað frávik ella størsta frávik helst betri mát at brúka enn bara samanlagt frávik.

Óansæð hvussu nógv valstøð eru inni, tá prognosurnar verða samanlíknaðar í eftirmeting, og óansæð hvat mát verður brúkt at eftirmeta við, er prognosu-modellið hjá Regini og mær væl betri enn tað hjá Kringvarpinum.


Sum lovað!

Tað var heppið, tí tað høvdu vit lovað! Í lýsing fyri tiltakinum stóð m.a.:
Eisini verður framløga, ið tekur støði í teimum fyrstu tølinum, ið eru komin inn og leypandi ígjøgnum kvøldið fara Regin Reinert og Flóvin Eidesgaard, sum báðir arbeiða á Danmarks Statistik og fyrr hava arbeitt við veljara- og spurnarkanningum hjá Gallup, Epinion og SFI Survey, at leggja fram teirra prognosur um endaliga valúrslitið. Regin og Flóvin greiða stutt frá, hvussu slíkar prognosur vanliga verða gjørdar, og hvussu teir hava roynt at taka hædd fyri tí polarisering sum er millum bygd og bý, og sum í hesum árum ger tað serliga trupult at gera beinraknar prognosur í Føroyum, sum vit eitt nú sóu fólkatingsvalkvøldið í juni.