Sider

lørdag den 31. marts 2012

Nú hevur eisini Magnus fingið nokk

Magnus J. Magnussen skrivar á facebook:
Nei, fanin eg eri keddur av tí heila. Ein hevði tonkt, at Fólkaflokkurin fór at verða eitt sindur at menniskjasligur og humanur. <nei søgan endurtekur seg...... Uppskriftin sum Fólkaflokkurin kemur við nú, hevur koyrt allan heimin á reyvina og so kalla teir tað Røttu kósina. Fot svartastai...... Takði tykkum saman og royni at síggja tað. "Minni eftirlit við finansiellu stovnunum(nú vit avtaka Landsbankan) skapar fátakdømi fyri tann vanaliga mannin, meðan tann ríkið yvirklassin, smovsar sar í elendiheidini hjá øllum hinum. Eg skjili einki.
Kanska eg eri býttur, men heldur tað enn hettar..... ikki gott..... Meini tað Jørgin.... Havi ongantíð hartað teg fyrr...alment,,,, Men nú er nokk.. Slepp politiska yvirvaldinum á Kaj Leo og hugsa um land títt og fólki her býr. ... Tú hevur prógva, at tú dugir títt politiska hondverk(Point taken), og hevur reyvrent tínar politisku "samstarvsfelagar" men nú mást tú vera MENNISKJA. Føroyar og føroyingar hava meiri uppiborið enn hettar. Vit hava havt eitt nøkunlunda "javnt" samfelag í eini 30 ár. Hví skullu tit gera tað til eitt samfelag við nøkrum fáum ovurhondsríkum fólkum og nógvum fátøkum vesalingu. Whats the point?

tirsdag den 27. marts 2012

Bárður um lønir til landsstýrisfólk

Leysliga eftir Bárður Nielsen í Degi og viku í kvøld:
Grannalondini, sum vit samanbera okkum við hava munandi hægri ministaralønir og tí skulu vit eisini hava samsvarandi lønir

Bárður heldur kanska, at Føroyar eru í kapping við grannalondini um at fáa bestu ministararnir. Logikkurin tykist vera, at um lønin hjá landsstýrismonnum ikki er nóg góð, so blíva teir bara ministarir í onkrum av grannalondunum.

Eg haldi, grannalondini skulu fáa føroysku landsstýrisfólkini bjóðað fyri einki!!

mandag den 26. marts 2012

Føroyska alivinnan ávegis at blíva monopol

Ragnar Joensen, MD Marine Harvest Norway, kom við einum sera áhugaverdum úttalilsi í útvarpinum í dag:
Teir persónarnir, sum vóru við til at leggja alingina um í Føroyum, teir eru líkasum ein og ein blivnir uppkeyptir av Bakkafrost, og tað er so fáir eftir nú. Tær kreftirnar, sum stóðu saman um at broyta ta føroysku alivinnina, tað eru færri og færri av teimum sum eru eftir nú, við at hetta er gongdin og alt verður savnað í einum felag, og tað vil jú vera stórt spell.

Sagt í Danmark um at skatta pensjónir við inngjald

Danski flokkurin Liberal Alliance hevur havt uppskot frammi um at gera sum í Føroyum og skatta pensjónir við inngjald heldur enn útgjald. Í forsikring og pension, bransjufelagið fyri pensjónsgrunnar eru tey sjálvsagt ikki fegin, og tey hava fingið tríggjar núverandi ella fyrrverandi limir í formansskapinum fyri danska búskaparráðið at tala ímóti ætlanini.

Hans Jørgen Whitta-Jacobsen, økonomisk overvismand og professor i økonomi ved Københavns Universitet:
Det er dødsens farligt at straksbeskatte pensionerne og så bruge pengene. Hvis man fremrykker skatten og bruger pengene fx på skattelettelser, så forværrer du det økonomiske råderum, for du bruger reelt nogle penge, som du ikke har. Statskassen bliver ikke en krone rigere af at fremrykke beskatningen af pensioner,
- Det fine ved det nuværende system er, at pengene kommer til beskatning, når skatteindtægterne falder for dem, som går på pension, og de samtidig bliver dyrere for de offentlige kasser,

fredag den 23. marts 2012

Góðan morgun Føroyar um búskap

Kjak um búskap í útvarpinum er næstan altíð áhugavert! Soleiðis var eisini í gjár, tá Sigurd Poulsen, landsbankastjóri, og Johnny Í Grótinum vóru gestir hjá Gunnar Skúvadal í sendingini Góðan morgun Føroyar.

Evnið var í stóran mun støðuna í Europa við ringu støðuni í Grikkaland, sum hevur alt ov stóra skuld, men so komu teir eisini inn støðuna í Føroyum.

Landsbankastjórin:
Føroyar eiga ikki at fáa størri skuld enn 60 pct. av BTÚ.

Eru góð ráð dýr?

Búskaparráðið staðfesti í januar 2006, at:
Er búskaparpolitikkurin skilagóður, so kunnu Føroyar tola sveiggj innan fiskivinnuna og harvið gjaldoyrainntøkunum, uttan at allur búskapurin fer á heysin.

Búskaparráðið ávaraði í december 2006:
Føroyski búskapurin er í hákonjunkturi. Hetta er komið av innlendskum eftirspurningi. Vinnan hevur í stóran mun økt sín fíggjarliga váða.

onsdag den 21. marts 2012

www.dontinvest.fo

Johan Dahl var við til at lancerað síðuna www.invest.fo, ið skal eggja útlendingum at gera íløgur í Føroyum.

Føroyar er tað landið, har onkur sigur ein vansa vera við útlendskum íløgum, at útlendingar harvið kunnu fáa vinning burturúr íløgum í Føroyum.

Tað er eisini landið, har man vil reka út útlendingar, sum longu hava gjørt íløgur.

Og í dag er tað eisini landið, har heldur ikki føroyskar fyritøkur longur hava álit á politisku leiðsluni til at gera íløgur, og BankNordik hevur boðað Johan Dahl frá, at tey siga nei takk til LÍV, sum tey annars vunnu rættin til eftir eitt útboð.

Og so siga teir, at tað skal loysa seg!

torsdag den 15. marts 2012

Eitt sindur um skattatrýstið

Øll er samd um, at skatturin er ov høgur. Serliga fyri tann sum skal rinda skattin. Hetta er forrestin ikki bara í Føroyum. Og skatturin er eisini hægri enn nakrantíð. So sigst.

Lat okkum hyggja eftir tølunum. Skattatrýst verður oftast roknað sum samlað skattainnkrevjing sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, so tað gera vit. (Aðrar definitiónir eru eisini, sum ikki geva heilt somu úrslit, men munurin er ikki stórur.) Í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni er møguligt at síggja eina rúgvu av tølum og fyri fleiri ár aftur eisini. Talvan AFSKATT1 gevur okkum tøl fyi skattatrýstið 1998 - 2010, og kunnu vit við tí tekna hesa mynd:

Føroyska skattatrýstið 1998-2010. Kelda: Hagstovan.

onsdag den 14. marts 2012

Landsinnsavning: Vil tú lata 12.000 kr til ríkar føroyingar?

Sum eg havi verið inni á fyrr, so sigur løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, grein 2, at fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks:
Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks.

Hans Ellefsen, ið granskar í pelagiska kompleksinum, skrivar nú á facebook:
Tað sigst, at planirnar eru at lata eginkvotur av makreli til øll skip í Føroyum (sum kunnu seljast víðari). Hví ikki bara lata øllum føroyingum eina kvotu í part? Við 150 tTons gevur tað umleið 3 tons í part, og við einum tilfeingisgjaldi á 4 kr/kg gevur tað umleið 12 tkr. til hvønn føroying.

Hans er væntandi væl informeraður. Spurningurin til Føroya fólk er tí: Vil tú forera tín part av makrelinum til teir reiðarar, sum hava fiskiloyvi, ið landið eisini hevur latið fyri einki? Vil tú stuðla nøkrum av Føroya ríkastu persónum við 12.000 kr úr tínum egna lumma?

Og til familjuna, tvey vaksin við trimum børnum er spurningurin: Vil tykkara húski stuðla ríkastu persónum í Føroyum við 60.000 kr úr tykkara lumma?

søndag den 11. marts 2012

Ráðstevnan: Fólksins ogn ella

Her er link til tilfar frá ráðstevnuni Fólksins ogn ella, ljóðfíla er upptøka av framløguni, sum Kringvarpið gjørdi, og glærur eru frá fyrilestrarhaldarunum sjálvum. Kringvarpið sendi tríggjar av fyrilestrunum í útvarpinum (teir tveir á føroyskum og tann á donskum) hinir tveir hava einans verið tøkir á heimasíðuni at lurta eftir.

Ásmundur Guðjónsson: “Føroyska tilfeingismálið í norðurlendskum høpi”

Jørgen Birk Mortensen: “Aftaler og beskatning af den danske olie og gas i Nordsøen”

Kári Petersen: “Føroyskar royndir við ymsum loyvisskipanum í fiskivinnuni”

Ola Flåten: “Bærekraftige fiskerier – om økonomi, miljø og fordeling”

Thorvaldur Gylfason: “Commmon property resources are human rights”

Keldur: Ljóðfílurnar eru á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Glærurnar eru frá heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum, sum tók stig til ráðstevnuna saman við Framsókn og Tjóðveldi.

fredag den 9. marts 2012

Dupultur vinningur -- ella trýdupultur?

Ola Flåten, norskur professari í tilfeingisvinnubúskapi, hevði fyrilestur á ráðstevnuni "Fólksins ogn ella ?" í Norðurlandahúsinum 2. mars 2012. Ola Flåten tosaði m.a. um tilfeingisgjald, og vísti á ein av ágóðunum við tilfeingisgjaldi: Double dividend. Her er yvirlit yvir fyrilesturin hjá honum:

Glæra 2 til fyrilestur hjá Ola Flåten.

onsdag den 7. marts 2012

Carl Johan Dalgaard um búskaparvøkstur

Her er ein fyri føroyskan búskaparpolitikk sera relevantur fyrilestur!

Carl Johan Dalgaard vísir m.a. á, at Danmark kann økja sín búskaparvøkstur, við at gera herming (eftir USA) lættari.

Ljóðar tað sjónarmiðið kent? Ja, tað hevur føroyska Búskaparráðið (2005) eisini víst á:
Tað sum føroyingar veruliga ’liva av’, er ein væl mentur førleiki at innflyta og tillaga útlendskt uppfunnað tøkni til brúks í framleiðsluni her á landi (s. 7)

Man kann lesa meira í búskaparráðsfrágreiðingunum frá 2004 og 2005. -- Ja, tær eru sera relevantar enn, tí boðskapurin í teimum enn ikki í nóg stóran mun er sivaður inn í politisku skipanini.

Føroysku fiskivinnupolitikkur -- ein røð av óneyðugum skeivum avgerðum

Flóvin suffar á facebook:
‎Jóannes, hatta tit í Búskaparráðnum ávaraðu um í 2000 (og sum síðani hendi) var bara teori. Teori kann ikki brúkast til nakað í veruleikanum. At onnur hava gjørt brølararnir eru heldur ikki gott nokk, tí føroyski búskapurin er heilt serligur, so man skal endurtaka brølararnir í veruleikanum í Føroyum, áðrenn man kann læra. Og ofta skal man endurtaka brølararnir nakrar ferðir fyri at sikra sær at tað ikki av tilvild, at tað blívur sum teoretikarar (sum einki vita um veruleikan) hava ávarað. Og tá man so hevur staðfest tað við fleiri endurtøkum og harav dýrum læripengum, so kann man diskutera, um man skal broyta skipanina, og kanska skal man heldur halda fram sum vant, tí broytingar skapa óvissu.

tirsdag den 6. marts 2012

Fámannaveldi -- oligarki

Fámannaveldi, verður ávarað um, sum avleiðing av, at náttúrutilfeingið verður givið burtur til útvalt avmarkað lið av reiðarum í eini rullandi skipan við fiskiloyvum. (Uppskotið hjá Fólkafl.)

Her er forsíðan á Dimmalætting eftir ráðstevnuna "Fólksins ogn ella ?", har Kári Petersen hevði fyrilestur:

Dimmalætting á forsíðuni 5. mars 2012

søndag den 4. marts 2012

Hælere og stjælere skulle begge have samme løn - ?

Sambært Løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, grein 2, er fiskatilfeingið fólksins ogn:
Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks.

Vit kenna óteljandi dømi í Føroyum, har skip eru seld, og rættindini at gagnnýta fiskatilfeingið eru seld við, í staðin fyri at tað verður latið landinum aftur við takk fyri lán. Tað minnir nógv um støðuna, tá ein leigar eina íbúð, men so selir íbúðina, hann ikki eigur.

Vinna og samfelag draga ikki somu línu

Á ráðstevnuni "Fólksins ogn ella?" í NLH 2. mars 2012, setti Ásmundur Guðjónsson á seinastu glæra fram avviganina millum
  • Vinnubúskaparlig áhugamál, og
  • Samfelagsbúskaparlig áhugamál

Ásmundur vísti á tað sjálvsagda, og sum eg eisini havi verið inni á fyrr, at viðhvørt draga hesi áhugamál sama veg, men viðhvørt hvør sín veg.

Føroyski fiskivinnupolitikkurin endurtekur íslendska mistøkini

Her eru atfinningarnar móti føroyska fiskivinnupolitikkinum kókaðar niður til eina síðu.

Glæra 5 til fyrilestur hjá Thorvaldi Gylfason.

Politiska stýringin av fiskivinnuni kostar nógv í mistum effektiviteti, umframt er dundrandi órættvís.

Loysnin er ein marknaðarloysn, har vinnan kappast um at sleppa at gagnnýta fiskatilfeingið, fólksins ogn. Allar manipulatiónir -- flestu væl meintar, aðrar ikki -- við marknaðarmegini, eru dømdar at miseydnast, í hvussu er um tær verða gjørdar av amatørum. Úrslitið er, at eigarin av tilfeinginum, Føroya fólk, verða snýtt. Tað hava føroyskir búskaparfrøðingar sagt leingi. Nú útlendskir verða spurdir, siga teir tað sama.

Kelda: Fyrilestur hjá Thorvaldi Gylfason á ráðstevnuni "Fólksins ogn ella ?"