Evnið var í stóran mun støðuna í Europa við ringu støðuni í Grikkaland, sum hevur alt ov stóra skuld, men so komu teir eisini inn støðuna í Føroyum.
Landsbankastjórin:
Føroyar eiga ikki at fáa størri skuld enn 60 pct. av BTÚ.
Útvarpsmaðurin:
Og eru Føroyar nær við tað?
Johnny í Grótinum:
Føroyar hava ikki skuld, men ogn. Ikki fyrr enn næsta ár verður ein lítil skuld.
Flóvin Eidesgaard viðmerkir á facebook aftaná:
Hvussu kann ein útvarpsmaður skipa fyri 25 min kjaki við tveimum serfrøðingum og hava fyrireikað seg so illa? Hann var also umleið sjey milliardir við síðuna av.
Sjey milliardir er rættiliga nógv. Og munurin millum at vera skuldarfríur (sum almennu Føroyar eru) og at skylda sjey milliardir, er rættiliga stórur.
Við síðsta árskifti var almenna nettoskuldin negativ við 36 mió kr, tvs. nettoogn. Sí heimasíðuna hjá Landsbankanum, hygg í skjalið "Tað almenna", talva F-44.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar