Sider

onsdag den 14. marts 2012

Landsinnsavning: Vil tú lata 12.000 kr til ríkar føroyingar?

Sum eg havi verið inni á fyrr, so sigur løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, grein 2, at fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks:
Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks.

Hans Ellefsen, ið granskar í pelagiska kompleksinum, skrivar nú á facebook:
Tað sigst, at planirnar eru at lata eginkvotur av makreli til øll skip í Føroyum (sum kunnu seljast víðari). Hví ikki bara lata øllum føroyingum eina kvotu í part? Við 150 tTons gevur tað umleið 3 tons í part, og við einum tilfeingisgjaldi á 4 kr/kg gevur tað umleið 12 tkr. til hvønn føroying.

Hans er væntandi væl informeraður. Spurningurin til Føroya fólk er tí: Vil tú forera tín part av makrelinum til teir reiðarar, sum hava fiskiloyvi, ið landið eisini hevur latið fyri einki? Vil tú stuðla nøkrum av Føroya ríkastu persónum við 12.000 kr úr tínum egna lumma?

Og til familjuna, tvey vaksin við trimum børnum er spurningurin: Vil tykkara húski stuðla ríkastu persónum í Føroyum við 60.000 kr úr tykkara lumma?

Ingen kommentarer: