Sider

torsdag den 15. marts 2012

Eitt sindur um skattatrýstið

Øll er samd um, at skatturin er ov høgur. Serliga fyri tann sum skal rinda skattin. Hetta er forrestin ikki bara í Føroyum. Og skatturin er eisini hægri enn nakrantíð. So sigst.

Lat okkum hyggja eftir tølunum. Skattatrýst verður oftast roknað sum samlað skattainnkrevjing sum partur av bruttotjóðarúrtøkuni, BTÚ, so tað gera vit. (Aðrar definitiónir eru eisini, sum ikki geva heilt somu úrslit, men munurin er ikki stórur.) Í hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni er møguligt at síggja eina rúgvu av tølum og fyri fleiri ár aftur eisini. Talvan AFSKATT1 gevur okkum tøl fyi skattatrýstið 1998 - 2010, og kunnu vit við tí tekna hesa mynd:

Føroyska skattatrýstið 1998-2010. Kelda: Hagstovan.

Tað er ikki lætt at síggja nakran vøkstur í skattatrýstinum við at hyggja eftir hesi myndini. Nøkur útsving eru frá ári til ár, men tað er upp- og niðurgongd í búskapinum, og automatisku stabilisatorarnir sum virka. Samanumtikið hevur føroyska skattatrýstið verið javnt stórt seinastu fimtan árini, frá beint undir 45 pct til góð 47 pct.

Hvussu er so samanborið við grannalondini. Vit hyggja eftir Danmark (av royndum dugi eg best at finna tøl hjá Danmarks Statistik) og Ísland. Á heimasíðuni hjá Danmarks Statistik finna vit Statistikbanken og hyggja í talvuna SKTRYK Og á heimasíðuni hjá Hagstofa Íslands (á enskum: Statistics Iceland) kunnu vit fara undir General government main aggregates og velja Revenue % of GDB. Tekna vit tølini í graf sum omanfyri (skaleringin á lodrætta aksanum er ikki sama sum omanfyri), kemur henda mynd fram:

Skattatrýstið í Danmark, Føroyum og Íslandi, 1998-2010.
Keldur: Danmarks Statistik, Hagstovan og Statistics Iceland.

Føroyar lógu mitt ímillum Danmark og Ísland fyrru helvt av tíðarskeiðnum, sum er avmyndað, og eru har aftur í 2010 (nýggjastu tøl sum eru við). Í Íslandi var skattatrýstið hægri enn annars árini 2005 til 2007, m.a. orsakað av kraftigum hákonjunkturi (aftur her gera automatiskir stabilisatorar seg galdandi).

Samanumtikið er í hesum tølunum ikki orsøk at siga, at Føroyar hava vaksandi skattatrýst, og Danmark, sum rindar blokkstuðul til Føroya, hevur hægri skattatrýst enn Føroyar hava. Í altjóða samanbering er skattatrýstið í Føroyum tó í hægra endanum. Sambært eini talvu á wikipedia, eru einans fimm lond sum hava hægri skattatrýst enn 45.6 pct, ið er miðal fyri Føroyar 1998-2010. Samlaða skattatrýstið í Føroyum kann neyvan gerast nógv hægri.

Venda vit aftur til páhaldið sum henda grein byrjaði við, so er tað serliga persónsinntøkuskattur, sum fólk meina við, tá tey siga, at skatturin er ov høgur. Men almennar tænastur og veitingar skulu fíggjast á onkran hátt. Hagstovan hevur gjørt eina talvu, ið samanber skattainnkrevjing í somu trimum londum, sum vit hava hugt eftir omanfyri, Føroyar, Danmark og Ísland. Talvan sær soleiðis út: (trýst á talvuna, fyri at gera eitt sindur hana størri)

Talva gjørd av Hagstovuni.

Í Føroyum er vinnufelagsskattur lægri enn í Danmark, og ognarskattur lægri enn í bæði Danmark og Íslandi. Leggja vit sosial gjøld (Samhaldsfasti, ALS v.m.) omaná tølini fyri persónsinntøuskatt, fáa vit tað, persónar rinda av síni løn, og so liggja Føroyar væl hægri enn hini bæði londini, og er samlaður skattur á lønir tí hægri í Føroyum enn í Danmark og Íslandi. Býtið millum skattasløg er í Føroyum soleiðis í mun til Danmark og Ísland, at størri partur verður uppkravdur sum skattur á arbeiðsinntøku.

Næstan øll sløg av skattum hava avlagandi virknað, og harav tann kostnaðin vit nevna deyðvektstap, sum eg havi verið inni á fyrr. (Les t.d. tað eg havi skrivað um dupultan vinning.) Ov høgt skattatrýst kann tí avmarka búskaparvøksturin. At lækka skattatrýstið kann vera trupult, tá hall er á fíggjarlógini. Men tað ber til at umleggja skattir til klókari gjøld og krevja líka nógv inn. Klókari gjøld hava við sær minni avlagandi kostnað, og økja produktivitetsvøksturin í vinnuni og harvið búskaparvøksturin. Sum frálíður vil tað helst geva møguleikar at lækka skattatrýstið.

Búskaparráðið hevur í seinastu frágreiðingini (eins og fleiri undanfarnum) sett uppskot fram um tvey klókari gjøld og hevur mælt til tilfeingisgjald og ognarskatt. Bæði uppskot vórðu avvíst av Fólkaflokkinum og Jørgen Niclsen, fíggjarmálaráðharra.

Klókari gjøld eru tað øvugta av deyðvektstap í búskapinum. Tað størsta deyðvektstapið í føroyska búskapinum er sostatt ein fíggjarmálaráðharri, sum avvísir klók tilmæli frá Búskaparráðnum.

Ingen kommentarer: