Sider

søndag den 4. marts 2012

Vinna og samfelag draga ikki somu línu

Á ráðstevnuni "Fólksins ogn ella?" í NLH 2. mars 2012, setti Ásmundur Guðjónsson á seinastu glæra fram avviganina millum
  • Vinnubúskaparlig áhugamál, og
  • Samfelagsbúskaparlig áhugamál

Ásmundur vísti á tað sjálvsagda, og sum eg eisini havi verið inni á fyrr, at viðhvørt draga hesi áhugamál sama veg, men viðhvørt hvør sín veg.

Vinnubúskaparlig áhugamál snúgva seg um áhugamálini hjá tí einstaku fyritøkuni. Samfelagsbúskaparlig áhugamál snúgva seg um allan búskapin, meira konkret, vælferðina hjá fólkinum. Læran fyri politisku skipanina av nevndu avvigan er í tveimum:
  1. Vinnan tekur sær av sínum egnu áhugamálum. Ein vinnufyritøka hugsar ikki um landið, har eigarin hevur adressu, um mótstríð er millum tey tvey áhugamálini. Tað stendur beinleiðis í lógini (vinnufelagslógin, Llóg 73 frá 2011), at leiðslan hevur skyldu at hugsa um partaeigararnar. Tískil skulu politikarar heldur ikki hugsa um vinnufyritøkurnar, politikarar skulu røkja samfelagsbúskaparlig áhugamál.
  2. Góður vinnupolitikkur skapar karmarnir soleiðis, at vinnubúskaparligu áhugamálini mest møguligt samsvara við samfelagsbúskaparligu áhugamálini, tvs. skipar viðurskiftini soleiðis, at tá ein fyritøka forvinnur pengar, blívur landið ríkari (hetta er ikki ein sjálvfylgja). Tá fara fyritøkurnar at draga samfelagsins línu.

Hetta er viðhvørt einfalt, men viðhvørt meira komplicerað. Og tað gerst bara meira komplicerað av, at politikararnir bekymra seg um einstakar fyritøkur. Har tað ofta gongur galið er tá politiska skipanin sær sum sína uppgávu at hjálpa fyritøkum at forvinna pening, í staðin fyri at lata tað vera upp til fyritøkurnar at finna út av, hvussu peningur kann vinnast. At landið uttan gjald veitir útvaldum fyritøkum rættindi at gagnnýta fólksins ogn ger ikki samfelagið ríkari, tað flytir bara ríkidømi frá samfelagsins felagskassa til eigararnar av teimum fyritøkum, sum fáa hesi serrættindi. Um politikarnir gera tað í góðari trúgv, ella tað er sum er ávíst í Íslandi, tí teir fáa pengar fyri at flyta ríkidømi frá fólkinum til útvaldar fyritøkur, vita vit ikki.

Thorvaldur Gylfason vísti á omanfyri nevndu ráðstevnu á, at íslendska kanningarnevndin sum hevur kortlagt bankaskrædlið hevur ávíst, at politikarar fingu pengar frá teimum sum fingu kvoturnar forerandi. Í frágreiðingini frá Special Investigation Commission finst ein talva við yvirliti yvir, hvussu nógv hvør einstakur politikari hevur fingið frá teimum sum fingu kvotur.

Syrgja vit fyri, at politikararnir eru nóg væl kunnaðir um, at munur er á vinnubúskaparligum og samfelagsbúskaparligum áhugamálum, og teir framhaldandi arbeiða til frama fyri útvaldar fyritøkur, so er nærliggjandi at halda, at teir eru korruptir!
Send en kommentar