Sider

tirsdag den 6. marts 2012

Fámannaveldi -- oligarki

Fámannaveldi, verður ávarað um, sum avleiðing av, at náttúrutilfeingið verður givið burtur til útvalt avmarkað lið av reiðarum í eini rullandi skipan við fiskiloyvum. (Uppskotið hjá Fólkafl.)

Her er forsíðan á Dimmalætting eftir ráðstevnuna "Fólksins ogn ella ?", har Kári Petersen hevði fyrilestur:

Dimmalætting á forsíðuni 5. mars 2012

Nøkur sum verja eina skipan við rullandi loyvum, skíra atfinnarar fyri at vísa øvund og at vera ímóti, at nøkur forvinna góðar pengar. Men tað er púra misskilt. Sum Hermann Oskarsson so væl hevur greitt frá, snýr tað seg um:
  • at skapa mest møguligt virði burturúr náttúrutilfeinginum,
  • at eigarin av náttúrutilfeinginum skal fáa ágóðan av náttúruvirðinum, meðan
  • vinnan skal fáa ágóðan av vinnuliga virkseminum.

Og legg eisini til merkis, at tað er ikki, at nakrir reiðarir blíva ríkir, sum mótmælini ganga ímóti. Tvørturímóti! Búskaparfrøðingar vilja, at samsvar skal vera millum vinning og tað ískoyti til samlaðu virðisøkingina, sum ein vinna gevur. Er virðisøkingin stór í eini vinnu, so er sambært búskaparfrøðini gott, at vinningurin í tí vinnuni eisini er stórur.

Verða miljardavirði av fólksins ogn givin burtur til eitt lítið úrvalslið av reiðarum, verður teirra ríkidømi eftir fáum árum so stórt, at teir kunnu keypa sær vald í samfelagnum. Teir kunnu keypa sær miðlar og stýra innihaldinum í teimum. Og teir kunnu keypa politiska ávirkan, sum helst longu fyrikemur í ávísan mun í Føroyum.

Besta vápn ímóti slíkari miðsavnan av valdi er, at kapping er um atgongdina til tilfeingið. Kappingin kann eisini tryggja, at reiðarar fáa einans tann vinning, sum svarar til veruligu virðisøkingina í vinnuni, meðan náttúruvirðið kemur eigaranum av tilfeinginum, Føroya fólki, til góðar.

Spurningurin um fólksins ogn er tí nógv størri enn búskaparfrøði. Ávarað verður ímóti fámannaveldi, oligarki, ið merkir, at politiska valdið verður savnað á fáum hondum:
Oligarki (fra græsk) er en styreform, hvor den politiske magt er samlet på et lille antal mennesker (typisk de mest magtfulde pga. enten rigdom, militær styrke, skrupelløshed eller politisk indflydelse).
Oligarkier er ofte styret af nogle få magtfulde familier, hvis børn er opdraget og trænet til at arve oligarkiets magt, ofte på bekostning af dem der bliver regeret over. I modsætning til aristokrati ("den 'bedste' er lederen") er magten ikke altid udført åbent, i stedet foretrækker oligarkerne at være grå eminencer, der kontrollerer ved hjælp af økonomiske midler.
Ofte bliver antallet af oligarker i et oligarki gradvis mindre med tiden, idet de ældre oligarker forhindrer nye til at komme til magten, efterhånden som naturlige årsager eller indbyrdes kampe gør, at nogle af de gamle falder bort. Med tiden kan et oligarki således udvikle sig til et diktatur.
Kelda: wikipedia

Spurningurin um umsitingina av náttúrutilfeinginum er sostatt ikki einans ein búskaparligur spurningur. Spurningurin er, um Føroyar framhaldandi skulu vera eitt demokrati.

Ingen kommentarer: