Sider

torsdag den 19. januar 2012

Ein ávaring til Kaj

Eg skrivaði fyri nakað síðani, at tey sum stýra landinum sleppa lættari frá vánaligari stýring enn tey sum stýra fyritøkum, men kanska er tað ein sannleiki við modifikatiónum. Ella kanska er tað ov optimistiskt at halda, at tað er í Føroyum.

Í Íslandi er rættaruppgerðin við politisku vanstýringina undan fíggjarkreppuni ávegis. Washington Post skrivar, at skuldsetingin ímóti fyrrverandi stjórnarleiðaranum er um:
serious malfeasance of his duties as prime minister in the face of major danger looming over Icelandic financial institutions and the state treasury, a danger that he knew of or should have known of.

Inkompetansa kann vera kriminel, og tað er ongin umbering, at man ikki veit betur.

Lat okkum reksa nøkur tøl upp:
  • Tilfeingisrenta: 1 miljard um árið - kapitaliserað virði 15 mia.
  • Ófíggjaður skattalætti: 1 miljard, tá valskeiðið er runnið.
  • Tøming av pensjónskassunum: 6 mia eru burtur um 30 ár.

Mong siga, at David Oddson, sum er undanmaður Geir Haarde er størsti skurkurin. Men skiparin hevur ábyrgdina, sum Margret Tryggvadóttir staðfestir:
“Of course, there were many, many more people responsible,” said Margret Tryggvadottir, a member of Parliament who voted to prosecute all four former accused ministers. “It´s not fair, but the collapse was not fair to regular Icelanders who thought they were living in a normal and just society. ... He was prime minister, and he was the captain of the boat.”

Hetta burdi verið ein áhugaverd ávaring fyri Bigga og Kaj at lesa um. Tað fær avleiðingar. Tit koma at standa til svars.

Linkið eg byrjaði við er til bloggpost sum endurgevur grein 313, stk. 1 í Løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg:
(...) limir í leiðsluni, sum í útinnanini av starvi sínum við vilja ella av ósketni hava volt kapitalfelagnum skaða, hava skyldu til at endurgjalda hendan. Tað sama er galdandi, tá skaðin er voldur kapitaleigarunum ella triðjamanni.

Sambært løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, grein 2 er fiskatilfeingið ogn Føroya fólks:
Livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks.

ABDH-samgongan hevur nú sett sær fyri, at fiskatilfeingið skal forerast til útvaldar einstaklingar. Hetta er greitt ein skaði fyri eigaran av fiskatilfeinginum, Føroya fólk, og burdi hetta um nakað at viðført endurgjaldsskyldu.

Við teimum ávaringum sum eru komnar frá búskaparfrøðingum kann henda samgonga ikki vísa til at hava verið í góðari trúgv.

Ingen kommentarer: