Hunters could buy the right to kill whales. Conservationists could pay to save them.
(Ískoyti: Hetta uppskot verður nú eisini umrøtt á forskning.no.)
Neyvan verður hetta uppskot framt, men tað skal hava nakrar viðmerkingar á vegnum.
Tað sum er gott við einum marknaði er, at tað er ikki neyðugt hjá einum administrator at finna fram til optimala loysn, tað vilja marknaðarluttakarnir -- um marknaðurin er skipaður rætt -- í felag finna fram til. Optimala loysnin er tann, har mest virðisøking kemur burturúr.
Funktiónin hjá tilfeingisgjaldinum er at forða fyri, at marknaðarluttakarar lúgva: Man skal ikki bara siga, hvussu nógv virði man kann skapa úr tilfeinginum, tí man skal rinda úr egnum lumma tað sum man bjóðar, og hvussu nógv man hevur ráð at bjóða hongur beinleiðis saman við, hvussu nógv virði man fær burturúr.
Marknaðurin forðar also fyri lygn og bullshit, sum er nógv av í eini politiskt-administrativari skipan, sum verandi føroyska fiskivinnuskipan. Vit síggja jú tey sum verja skipanina við ókeypis tilfeingi tosa um, hvussu nógv gott kemur burturúr tilfeingisnýtsluni, men meira (í ringasta føri tað sama) hevði komið burturúr, um hægstbjóðandi fekk atgongdina.
Umframt at sjálvt tilfeingisgjaldið er tað sum tryggjar, at tað er tann rætti sum fær atgongd til tilfeingið og ikki tann sum man heldur er tann rætti (ella er svágur fiskimálaráðharran), hevur tilfeingisgjaldið eisini ta avleiðing, at tað forðar fyri ov stórum yvirkapaciteti, sum ofta tendensur vil vera til, tá kapping er um atgongd til eitt avmarkað tilfeingið. Yvirkapacitetur er jú reint spill.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar