Sider

tirsdag den 24. januar 2012

Lies, damned lies, and statistics

Hvør fann uppá tað er ivi um, men Mark Twain brúkti orðini:
There are three kind of lies: Lies, damned lies, and statistics.

Í gjár fór ein grafur runt á facebook við tølum um skuldina hjá amerikansku føderalu stjórnini. Grafurin er framleiddur á skrivstovuni hjá Nancy Pelosi, leiðari hjá demokratunum í umboðsmannatinginum í USA, og skuldi vísa, at meðan republikanskir forsetar hava sitið, er skuldin vaksin meira enn tá demokratiskir forsetar hava sitið. Grafurin sá soleiðis út:


Reyðir stabbar eru skuldarøking hjá republikanskum forsetum, bláir hjá demokratiskum forsetum.

Tað vísir seg, at manipulerað er við tølunum, sum Washington Post vísir á. Tey vísa eisini eina aðra útgávu av sama grafi:


Her er eitt ár av vøkstri í skuldini fluttur frá Bush til Obama, og er grafurin harvið minni manipuleraður, vísir Washington Post á. Men trupulleikar eru framvegis.

At vísa vøksturin í skuldini í procentum er misvísandi. Um skuldin t.d. fer frá 10 trilliónum dollarum til 20, er talan um eina øking uppá 100%. Og veksur skuldin so frá 20 til 30 (t.e. líka stórur vøkstur) so er økingin einans 50%. Men tað kostar líka nógv at rinda tær síðstu 10 trilliónirnar aftur sum hinar tvær ferðir 10 trilliónir dollarar. Og er skuldin lítil frammanundan, skal ikki stórt hall til at geva stóra relativa øking í skuldini.

Tá vit samanbera lond, og um teirra førleika at rinda skuldina aftur, hyggja vit vanliga eftir, hvussu stór skuldin er í mun til bruttotjóðarframleiðsluna. Og at samanbera yvir tíð er tað sama: Orkan at rinda skuldina aftur broytist, sum búskapurin veksur.

So at hyggja eftir skuldini í mun til BTÚ er meira rættvísandi. Og skulu vit samanbera forsetar og teirra politikk viðv. skuld, so kunnu vit samanbera broytingar í skuld sum %-partur av BTÚ. Nú bleiv tað eitt sindur innviklað, men lat okkum fáa nøkur tøl fram, vit finna tey á Congressional Budget Office:

Við árslok 1945 var skuldin hjá USA 113% av BTÚ.
Við árslok 1953 var skuldin hjá USA 60% av BTÚ.
Við árslok 1961 var skuldin hjá USA 45% av BTÚ.
Við árslok 1963 var skuldin hjá USA 41% av BTÚ.
Við árslok 1969 var skuldin hjá USA 29% av BTÚ.
Við árslok 1974 var skuldin hjá USA 25% av BTÚ.
Við árslok 1977 var skuldin hjá USA 28% av BTÚ.
Við árslok 1981 var skuldin hjá USA 26% av BTÚ.
Við árslok 1989 var skuldin hjá USA 41% av BTÚ.
Við árslok 1993 var skuldin hjá USA 50% av BTÚ.
Við árslok 2001 var skuldin hjá USA 32% av BTÚ.
Við árslok 2009 var skuldin hjá USA 53% av BTÚ.
Við árslok 2013 verður skuldin mett at verða 66% av BTÚ.

Stóra skuldin í 1945 skyldast kostnaðin av krígnum. Árini eg havi valt eru annars ár, har forsetaskifti hava verið í USA. Eg brúki tølini við árslok heldur enn ársbyrjan, árini tá forsetaskifti er, tí ein fíggjarlóg er galdandi, tá forsetaskifti er.

Eg havi tikið øll tølini síðani kríggið og býtt upp í forsetaskeið. Teknað upp í graf sær tað soleiðis út:


Sum áður eru reyðir stabbar skuldarbroyting hjá republikanskum forsetum og bláir hjá demokratiskum. Er stabbin omanfyri 0-linjuna, visir tað at skuldin veksur. Er stabbin hinvegin undir linjuni, vísir tað minkandi skuld. Stabbin fyri Obama er partvís framskriving til endan á hesum forsetaskeiðnum í 2013. Síðsti stabbin er framskriving fyri næsta fýra ára forsetaskeið. Framskrivingarnar eru út frá galdandi politikki, so verður Obama afturvaldur, er framskrivingin meira sannlík enn um onkur annar verður forseti og broytir politikk.

Vit síggja, at fyrstu árini eftir kríggið minkar skuldin nógv. Skuldin verður næstan hálverað í mun til BTÚ, meðan Truman er forseti.

Eg haldi annars, at niðurstøðan má vera, at tað var als ikki neyðugt hjá fólkunum hjá Pelosi at manipulera nakað sum helst. Obama er einasti demokratiski forseti síðani kríggið sum hevur økt skuldina í mun til BTÚ, men framskrivingar vísa, at tamarhald tykist vera á skuldini. Og síðani Ford (íroknað) hava allir republikanskir forsetar økt skuldina í mun til BTÚ.

Ingen kommentarer: