Og so er løgmaður so sera klossutur aftrat, og kemur at fornerma tey hann umtalar. Tað er serliga óheppið fyri ein politikara, um talan er um helvtina av fólkinum, so hann má biðja um umbering her og der.
Men hann hevur gjørt tað enn einaferð. Í nýggjársheilsan niðurger løgmaður nú eisini býráðið í Havn og teirra stýring av kommununi, men óbeinleiðis flestu havnafólk, sum hava rindað rokningarnar. Serliga samanborið við vánaligu stýringina sum landsstýrini hava staðið fyri eru ákærur løgmans veruliga malplaceraðar.
Man fær varhuga av, at løgmaður heldur hann kann siga okkurt við eitt blað í Klaksvík, so er eingin í Tórshavn sum veit av tí. Og aftur hesa ferð er talan um næstan helvtina av fólkinum.
Og tað vil borgmeistarin í høvuðsstaðnum ikki lata standa ósvarað og fær løgmaður ein undir vangan frá borgmeistaranum:
at Føroya løgmaður, sum skuldi verið løgmaður alra føroyinga, lítilsvirðir tann partin av landinum, har næstan annar hvør føroyingur býr, og setir øki í landinum upp móti hvørjum øðrum við óundirbygdum uppáhaldum og grovum rangsnúgvingum av veruleikanum, kann als ikki góðtakast. Ikki frá løgmanni!
Greinin hjá Heðin Mortensen endar við eini appel, og kontrasturin minnir okkum á, at løgmaður hevur ikki format, tá hann kemur undir trýst, og tí í veruleikanum ongantíð hevur havt tað:
Í øðrum londum gera framskygdar stjórnir vakstrarpakkar og íløgur í framtíðar menningarøki fyri at vaksa um búskapin.
(...) Slíka stjórn hava vit ikki í Føroyum, tí her hjá okkum flytir stjórnin trupulleikarnar á onnur, heldur enn at finna semjur
(...) Eg standi enn og rætti tær hondina. Vil tú landinum væl, harra løgmaður, so burdi tú rætt mær tína.
Eisini Levi Mørk, býráðslimur, svarar løgmanni aftur. Yvirskriftin spyr Býr løgmaður yvirhøvur í Havn? og endar greinin við:
Greinin í Norðlýsinum er so av leið, so anti-Havn, so illa undirbygd, at ein kann illtonkja, at løgmaður bara hevur latið formannin í Norðoya Sambandsfelag skrivað eftir egnum høvdi.
Er tað bara eg, sum rópi neyðarróp?
Ingen kommentarer:
Send en kommentar