Sider

tirsdag den 3. januar 2012

Tá eingin rópar varskó

Filmurin Inside Job á DR2 (trailari fyri filmin og brot úr filminum) í kvøld um fíggjarkollapsið og tíðina áðrenn, meðan og aftaná vísti, at tá pengarnir eru nóg stórir, so kunnu so gott sum øll fara at spæla við. Sjálvt universitetsprofessarar vildu hava sín part av køkuni, tá boblu-búskapurin var uppá tað ringasta, og teirra ráðgeving um búskaparpolitikk var eisini til fals.

Føroyar hava eisini verið við í hesum dansinum, og tað er avmarkað, hvussu nógv varð rópað varskó her eisini. Dimmalætting hevur í seinastuni skrivað um tað sum nøkur søgdu vóru trygg partabrøv, sum føroyingar hava mist pengar uppá, onkur heilt nógv. Dagur og vika gjørdi eitt innslag um hetta virðisbræv, eftir tíðindafundin, har Kaupthing boðaði frá nýggja íløgumøguleikanum:


Dagur og vika fíggjakvøld 5. mai 2006.

Hví spurdi journalisturin ikki, hvar váðin bleiv av, tá partabrøvini (sum í uppruna eru ótrygg) kundu seljast sum trygg partabrøv? So hevði hann í minsta lagi komið á sporið av, hvar veika punktið í hesum virðisbrævi var.

Í Dimmu í kvøld viðgongur ein av seljarunum sum hjá Kaupthing seldi hesi "tryggu" partabrøvini, at tey ánaðu ikki, hvat tað var tey seldu.

Forsíðan á Dimmalætting 3. januar 2012.

Sami persónur er í dag tingmaður fyri Sambandsflokkin, og var ein av teimum, sum vegna samgonguna argumenteraði í Løgtinginum fyri at framskunda pensjónsskattingina. Einans fá samgongufólk tóku orðið undir viðgerðini, og um hesi vóru tey, sum samgongufólk annars høvdu álit á (heilt mong skiltu sjálvi heilt lítið av, hvat skattabroytingarnar merkja), so er tað alt annað enn betryggjandi.

Journalisturin hjá Degi og viku, sum ger innslagið omanfyri skilir týðiligvís heldur ikki hetta virðisbrævið. Hann skilir ikki váða, tí annars hevði hann vitað, at upplagdi spurningurin er, hvar váðin blívur av. Hann kundi eisini spurt, hvat tað merkir at europeisk partabrøv eru bíligari enn onnur. Ella hvussu Kaupthing fær sínar pengar burtur úr. Ella hann kundi -- fyri at verja sína egnu reyv -- spurt onkran óheftan fíggjarfrøðing, um hetta var ein skilagóð íløga.

Tað skal so sigast, at eg sendi beinanvegin eina viðmerking til DV-redaktiónina, og vísti á, at innslagið bæði manglaði upplýsingar og kom við skeivum upplýsingum. Nevndi m.a. okkurt av tí, sum eg skrivi omanfyri. Eg ætlaði og væntaði, at tey vendu aftur til evnið, men Dagur og vika gjørdi ongantíð meira við hetta.

Eftir stendur tískil, at almenna Kringvarpið hevur gjørt reklamu fyri eina íløgu -- og var innslagið ein reklama við Kaupthing sum avsendara, so hevði hon verið í stríð við marknaðarføringslógina, tí ikki er loyvt at geva keyparanum skeivar upplýsingar. Og harvið hevur Kringvarpið viðvirka til at ein rúgva av føroyingum hava mist nógvar pengar.

Eftirskrift: Henda blogg-viðmerking er grein í Dimmalætting 5. januar 2012.

2 kommentarer:

nita sagde ...
Denne kommentar er fjernet af forfatteren.
Reimund sagde ...
Denne kommentar er fjernet af forfatteren.