tag:blogger.com,1999:blog-116074272024-03-13T02:22:04.813+01:00Flóvin bloggarHjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.comBlogger465125tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-27199099121766982822016-01-31T12:37:00.000+01:002016-03-08T19:44:50.158+01:00Yvir og farinBloggurin steðgar her, og í morgin flyti eg til Føroya.

Tað hevur avgjørt verið stuttligt, og vónandi tekur onkur annar yvir:

Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.

Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-63505323761988221122015-09-03T12:27:00.000+02:002018-09-09T23:11:26.206+02:00Tvey model og tríggjar prognosurEftir at Kringvarpið tá fólkatingsval var í juni, alt ov tíðliga var og ynskti Edmundi Joensen tillukku við afturvalinum (Edmund fall), og mong vóru ónøgd ella gjørdu gjøldur burturúr vánaligu talviðgerðini í Kringvarpinum hetta valkvøldið, avgjørdu Regin Reinert og eg at gera betri prognosur til løgtingsvalið fyrradagin.

Vit ætlaðu at bjóða fólki til at fylgja einum facebook-tiltaki, har vit leypandi skuldu leggja prognosur út. Men so frættu vit um valkvøld í Føroyahúsinum og fóru inn har í staðin.

Kringvarpið gjørdi tríggjar prognosur valkvøldið -- eftir 38 valstøð, eftir 46 og 56. Samanlagt 58 valstøð vóru til hetta valið, og síðsta prognosan kom tá Oyrabakki og Tórshavn vóru eftir at telja. Tey 38 valstøðini svara til 15.5% upptalt, tey 46 valstøðini til 29.2% upptalt, og tey 56 valstøðini til 64.6% upptalt.

Eftirmett samanbering

Eftirmetingin er rættiliga greið. Prognosurnar í Føroyahúsinum vóru nógv betri enn tær í Kringvarpinum. Fyri at samanbera seti eg her niðanfyri upp, hvat prognosan hjá Regini og mær vísti við somu valstøðum inni sum tær hjá Kringvarpinum.

Tær tríggjar prognosurnar hjá Kringvarpinum saman við endaliga úrslitinum:

Tríggjar prognosur hjá KvF og endaliga valúrslitið.

Okkara tilsvarandi tríggjar prognosur saman við endaliga úrslitinum:

Tríggjar prognosur í modelli hjá Regini og Flóvini, og endaliga valúrslitið.

Mátin at eftirmeta slíkar prognosur er at hyggja eftir frávikunum millum forsøgdu tølini og endaliga (rætta) talið. Her eru sett upp í talvu frávikini hjá báðum prognosumodellum í øllum trimum prognosunum (eftir 38, 46 og 56 valstøð) fyri hvønn flokk sær, og niðast er talt saman:

Frávik frá valúrslitinum hjá teimum trimum prognosunum í teimum báðum modellunum.

Tey trý samanløgdu tølini eru ávikavist 1) frávikini (negativ tøl gjørd positiv) løgd saman fyri allar sjey flokkarnar, 2) samanløgd kvadreraði frávik og 3) størsta frávik. Smá frávik hava minni at siga enn stór, og tí eru kvadrerað frávik ella størsta frávik helst betri mát at brúka enn bara samanlagt frávik.

Óansæð hvussu nógv valstøð eru inni, tá prognosurnar verða samanlíknaðar í eftirmeting, og óansæð hvat mát verður brúkt at eftirmeta við, er prognosu-modellið hjá Regini og mær væl betri enn tað hjá Kringvarpinum.

Sum lovað!

Tað var heppið, tí tað høvdu vit lovað! Í lýsing fyri tiltakinum stóð m.a.:

Eisini verður framløga, ið tekur støði í teimum fyrstu tølinum, ið eru komin inn og leypandi ígjøgnum kvøldið fara Regin Reinert og Flóvin Eidesgaard, sum báðir arbeiða á Danmarks Statistik og fyrr hava arbeitt við veljara- og spurnarkanningum hjá Gallup, Epinion og SFI Survey, at leggja fram teirra prognosur um endaliga valúrslitið. Regin og Flóvin greiða stutt frá, hvussu slíkar prognosur vanliga verða gjørdar, og hvussu teir hava roynt at taka hædd fyri tí polarisering sum er millum bygd og bý, og sum í hesum árum ger tað serliga trupult at gera beinraknar prognosur í Føroyum, sum vit eitt nú sóu fólkatingsvalkvøldið í juni.

Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-31517033948943730422015-08-20T22:18:00.004+02:002016-06-13T12:17:05.458+02:00Ikki allur ójavni er líkaIkki bara í Føroyum ljóða ávaringar um vaksandi ójavna.

Bara hetta seinasta árið hava bæði OECD og IMF ávarað um vaksandi ójavnan, tí hann forðar búskaparvøkstri. Men hví er stórur ójavni ein forðan fyri vøkstri?

Ein nýggj kanning í tíðarritinum Journal of Comparative Economics vísir, at tað er ikki ójavnin í sjálvum sær, sum forðar vøkstri, men orsøkin til at ójavnin er íkomin.

Um multimillióningarnir blíva ríkir við hjálp frá politikarunum, fáa vit ein ójavna, sum forðar vøkstri. Men um multimillióningarnir blíva ríkir við at virka á marknaðartreytum, har politiska valdið ikki er uppíblandað, forðar ójavnin ikki vøkstri.

Og hetta er í grundini eisini sjálvsagt, tí sum eg havi verið inni á fyrr, har vit síggja ovurstóran ójavna, er tað júst vegna kradding og korruptión.

Eg sigi harvið ikki, at man skal deila pengar út í hvørt heim í Føroyum, sum onkur flokkur er farin til valg uppá. Men tað er púra vist, at man eigur í stundini at gevast við at deila vinnulig serrættindi til nøkur ávís heim í Føroyum, sum serliga tann eini flokkurin stendur fyri.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-34247760275499541622015-08-17T22:55:00.000+02:002015-08-18T01:01:26.064+02:00Ávaring ímóti kvinnum í føroyskum politikkiHetta er eitt sindur apropos síðstu grein, sum var um kvinnurættindi í Saudi Arabia.

Hvør var tað sum segði...

Tað hevur verið nógv tosað um at fáa fleiri kvinnur í politikk. Og nú hava vit í Tjóðveldinum eisini næstan helvtina av tingmanningini sum eru kvinnur. Og tey søguligu faktaini eru eitt sindur syrgilig, haldi eg, tí har sum kvinnur hava verið uppií, har eru eitt nú broytingarnar í §266b, hava fingið fulla undirtøku frá øllum kvinnunum sum vóru á løgtingi tá, tað var eisini kvinnurnar sum stóðu á odda fyri at liberalisera rúsdrekkalógina, og nú ganga teir aftur á odda. Og tað eru eisini kvinnur í løgtinginum sum eru fortalarar fyri at liberalisera fosturtøkulóggávuna. So eg má siga, at eg eri øgiliga ivasamur í, at tað altíð er eitt rætt faktum at fáa kvinnur í politikk. Í hvussu er ikki allar kvinnur.

Var tað -

Bill Justinussen,

Sjúrður Højgaard, ella

Jógvan á Lakjuni.

Vóru nakrar illbønir við í tekstinum var tað lætt at kenna Sjúrð Højgaard aftur. Men tað var ikki hann. Hetta er brot úr røðu á løgtingsins røðarapalli tíðliga í síðsta valskeiði, tá seinna ABC-samgongan var nýliga komin til valdið.

Røðan var hildin undir viðgerðini av Løgtingsmáli nr. 22/2008: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.

Trýst her fyri at hoyra hvør tað er.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-7096629170039010022015-08-08T23:04:00.000+02:002015-08-09T01:48:12.595+02:00Kvinnurættindi í Saudi ArabiaÁ facebook spyr Jóan Pauli í Geil

Hvat skal ein siga?

Tað eru kvinnurættindi, hann nú er bekymraður um, og vísir mynd frá eini ráðstevnu um kvinnurættindi, sum hevur verið í Saudi Arabia, og sum hann hevur funnið á facebook. Nú skrivar hann ikki meira enn henda spurningin, men eg giti, at hann kennir seg ikki hóttan av krøvum um kvinnurættindi, men tvørturímóti heldur, at kvinnur skulu hava fleiri rættindi. Í hvussu er í Saudi Arabia.

Myndin Jóan Pauli vísir er henda, og sum myndateksturin vísir á, er ongin kvinna við á ráðstevnuni

Mynd frá kvinnuráðstevnu í Saudi Arabia. Kelda: Faisal Saeed Al Mutar á facebook

Eftir eitt sindur av leiting á internetinum fann eg umrøðu av ráðstevnuni í grein frá juni 2013 á The Huffington Post. Myndin hevur bara fingið nýtt lív á socialu miðlunum her í 2015.

So er ein so óreinur at siga myndina líkjast landsfundi hjá Fólkaflokkinum. Fleiri dámar hesa viðmerking, men ein fólkafloksmaður vil ikki hava hetta sitandi á flokkinum og spyr

Er tú oftani á landsfundi hjá Fólkaflokkinum? Haldi ikki, at eg havi borid eyga vid teg har, sjálvt um útsjóndin skuldi verid nokkso eygkend!

So enn eina ferð fór eg á internet at leita. Vildi finna eina mynd frá landsfundi Fólkafloksins, og helst frá 2013. Og vupti, netmiðilin hjá Miðlahúsinum, in.fo, hevur eina grein frá hesum landsfundi við eini frálíkari mynd:

Landsfundur Fólkafloksins 2013. Kelda: Grein á in.fo

Og eg má geva fólkafloksmanninum rætt: Hatta líkist als ikki! Ikki ein tann einasti maður hevur viskustykki á høvdinum á landsfundi hjá Fólkaflokkinum.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-78376134792182960722015-08-06T23:11:00.002+02:002015-08-06T23:14:42.604+02:00... í fríum falli?Sosialurin skrivar í kvøld um nýggju veljarakanningina sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarp Føroya. Yvirskriftin fyri høvuðsgreinina er tvørtur um heila opnu:

Yvirskrift í Sosialinum 7. august 2015 á s. 10-11.

Tað er rætt, at andstøðan vinnur stórsigur á samgonguni, men júst henda yvirskriftin er ógvuliga misvísandi, tí støðan millum samgongu og andstøðu hevur verið rættiliga stabil í langa tíð. Tað er tann fyrsti feilurin.

Og hyggur man nærri eftir tølunum, so er tað faktisk ein heilt onnur mynd, sum kemur fram. Og tað er hin feilurin. Framsókn (gula strikan) stormar fram, og Javnaðarflokkurin (reyða strikan) er í fríum falli við samanlagt stórari afturgongd í fýra kanningum á rað:

Mynd á s. 11 í Sosialinum 7. august 2015.

At tosa um frítt fall fyri samgonguna er rættiliga óheppið val av yvirskrift til hesa veljarakanning.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-60883979466095068622015-08-04T01:29:00.001+02:002015-08-04T09:24:26.338+02:00Avis skriver om politikerledeDatoen var 9. februar. I et af de store danske dagblade kunne man læse:

De ærlige og dygtige folk holder sig borte fra det offentlige liv, fordi de ledes ved den færd, som den nuværende parlamentarisme udviser.

Avisen var Berlingske Tidende. Året var 1905.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-22833267120569664722015-05-23T17:52:00.000+02:002015-05-31T17:53:41.912+02:00Er hetta lov í Danmark?Hevur Ekstra Bladet ikki hoyrt um dómin í Føroya Rætti?

Forsíðan á Ekstra Bladet 25. apríl 2015

Eg mundi gloymt tað aftur, men eg skuldi spyrja, hvussu tað ber til, at einki rumbul var av hesi forsíðuni?

Er tað lov at kalla tað snýt, tá onkur snýtir danska SKAT, men ikki tá man snýtir føroyska TAKS? Er lógin ikki tann sama í Danmark og Føroyum á hesum øki? Ella merkir snyd á donskum ikki tað sama sum snýt á føroyskum í løgfrøðini?

Ella er tað bara Ekstra Bladet sum veit, at deyður maður stevnir ikki?Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-4999749510571822672015-04-16T17:14:00.002+02:002015-04-18T19:33:14.206+02:00Bakarin og búskaparfrøðingarnirVinnulívsgesturin fyrrapartin í sendingini hjá Leivi Hansen við sama navni var Hans Olaf Johannesen, sum eigur og rekur bakaríið og fyritøkuna Breyðkassan á Tvøroyri. Fleiri sum ikki eru úr Suðuroynni kenna hann kanska fyri tað slogan, sum hann sjálvur hevur funnið uppá, og sum vit síggja her á posanum man fær tá man keypir breyð ella kakur frá Breyðkassanum:

Myndakelda: Profilmynd á facebook

Um vit spola til 33 min, so sigur Hans Olaf:

Tá eg hevði verið niðri øll hesi árini, also tú menti teg kolossalt, tí at tú fekk ein nógv størri sjónarring. Tú sá ting, sum tú aldrin kemur at síggja í Føroyum, og upplivir mátar at gera ting uppá. Fx úti í Kastrup, har arbeiddi eg saman við 23 kondittarum á sama arbeiðsplássi, og øll dugdu nøkur ting, sum eg ikki dugdi, so har lærdi man eisini eina rúgvu. Og tá eg kom heim til Føroya, tað var nokk akkra tað sum gjørdi, at okur fingu ein so góðan start, at okur høvdu nøkur kort á hondini, sum hini ikki høvdu.

Hetta ljóðar kanska kent fyri lesarar av hesum bloggi, sum plagar endurgeva frá búskaparfrøðiligu ráðgevingini. Føroyska Búskaparráðið skrivaði í síni frágreiðing frá 2005 (pdf):

størsta styrkin hjá føroyska búskapinum, og tað sum vit veruliga “liva av”, er ein væl mentur førleiki hjá føroyingum at innflyta og tillaga útlendskt uppfunnað tøkni til brúks í framleiðsluni her á landi (s. 7)

So var tað hatta við tillagingini, sum Búskaparráðið snakkar um. Men lurta vit víðari eftir Hans Olaf, so sigur hann beint aftaná brotið sum fyrst varð endurgivið omanfyri:

Eg plagi siga, at tú skal ikki kopierað nakað, hvissi tú ikki kann gera tað betur.

Hans Olaf er eitt arbeiðsgrev, og hiðani verður ynskt honum og fyritøkuni alt tað besta.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-65322519034814403282015-02-25T18:01:00.000+01:002015-02-25T23:22:41.159+01:00Ein trist tulking av dóminum...Úr dóminum í rættarmálinum um ærumeiðing í sambandi við Tollmálið:

Det er ligeledes væsentligt, at det i et lille samfund som det færøske er en demokratisk nødvendighed, at folkevalgte politikere ikke forsvarsløst skal kunne udsættes for dækningsløse sigtelser for strafbare forhold i de lokale massemedier, da man i modsat fald kan risikere, at den nødvendige minimumsrekruttering af opstillede til politiske valg trues. (s. 58)

Ein trist tulking av hesum argumentum hjá dómaranum er, at hann ikki heldur Føroyar hava nóg nógv fólk at stýra landinum, sum hava reint mjøl í posanum. Og tí velur hann at døma fjølmiðlar, sum halda, at føroyska fólkaræðið kann seta hægri mál.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-78596050383401980092014-09-05T15:32:00.001+02:002014-09-05T18:25:21.768+02:00Kradding í bankavinnuni má steðgastBankar hava so stóran týdning fyri búskapin, at tað eigur als ikki at vera upp til bankarnar at gera av, hvussu teirra stjórar verða løntir! Avrikslønir til bankastjórar hava víst seg at skapa øktan váða, har samfelagið rindar rokningina, tá tað gongur galið, men eigarar og leiðsla skúma róman tá tað gongur væl.

Mynd tilgjørd av Føroyaportalinum.

Fíggjarvinnan er ein av vinnunum har vandin fyri kradding er størst. Tí er avgerandi neyðugt, at samfelagið ikki bara setir forboð ímóti avriksløn til bankaleiðslur, men eisini setir eitt loft á, hvussu nógv fólk sleppa at forvinna í hesi vinnu.

Les meira »Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-52774010218874079012014-07-13T15:48:00.003+02:002014-07-14T01:46:04.828+02:00Kristian Martin Rasmussen í Degi og vikuKristian Martin Rasmussen, reiðari, sum var vangamynd í Degi og viku fríggjakvøldið, hevur verið í Degi viku fyrr!

Tá var eitt innslag, um nakrar stórar sølur av skipum við fiskirættindum, har teir sum seldu fingu ovurstórar upphæddir fyri at selja fiskirættindi, teir høvdu fingið fyri einki.

Journalisturin spurdi so:

Men um tit um tíggju ár skulu keypa kvoturnar frá tí almenna fyri sama prís (mín herðing) sum tær verða handlaðar fyri privat í dag, klára tit tað?

Kristian Martin svarar tá:

Nei, tað klára vit ikki!

Hetta var í Degi og viku 21. november 2006.

Hví hava skipaeigarar bara nakað ímóti at rinda fyri eksklusiv fiskirættindini, tá gjaldið fer til Føroya fólk?Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-4768000520987766272014-05-03T11:24:00.001+02:002015-01-25T21:17:59.792+01:00Ein dýr kanning?

Í januar 2011 visti Finanswatch at siga, at

Staten garanterede 7,5 mia. til Eik Banki kort før kollaps

Så sent som i juni måned (2010, red.) fik Eik Banki tilført supplerende kapital fra fonden for at leve op til vores aftalte krav. Men da det hele ramlede, kunne fonden jo selvfølgelig ikke hjælpe – en stor del af dens formue hvilede jo på dens beholdning af Eik Banki-aktier

Og tað gav mær høvi á kjak.org at minni á, at

Aftaná bankakreppuna fyrst í 90-unum kravdi og fekk føroyski landskassin endurgjald, tí skeivir upplýsingar vórðu komnir úr Danmark, serliga frá Danske Bank.

Aftaná Eik-kollapsið skulu føroyingar vóna, at danski statskassin ikki setir fram endurgjaldskrav móti landskassanum fyri tóma garantiið hjá Eik Grunninum sum føroyska grunnaeftirlitið góðkendi uttan at kanna grunnin nærri. Landskassin kann enda við einum endurgjaldskravi úr Danmark uppá fleiri miljardir.

Um tað eru einstakir persónar, sum skulu verjast, ella bara vanlig føroysk líkasæla við svans og korruptión, veit eg ikki, men tað er ov vánaligt, at politiska skipanin ikki megnar at fremja eina kanning av Eik Grunninum. Hinvegin kann tað kanska vísa seg, at ein slík kanning kostar nógv meira enn ta einu miljónina, sum ikki ber til at finna til at fremja kanningina.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-71431942980641004382014-04-17T22:46:00.002+02:002014-04-17T23:25:07.180+02:00Eingin vinstravongur eftir í øllum Europa

Búskaparfrøðingar og -bloggarar eftirlýsa vinstravongin í politiska búskaparkjakinum.

Kevin O’Rourke skrivar um at franski forsetin hevur slept vinstrapolitikkinum, sum hann annars svór til í valstríðnum:

what this tells us about the European left: to all intents and purposes, in many countries there is none.

Simon Wren-Lewis leggur aftrat:

With, that is, the possible recent exception of the Vatican!

Búskaparkreppan heldur fram og ójavnin økist. Og pávin tykist vera síðsta hop hjá teimum sum ynskja ein annan politikk.

Men høgravongurin skal ikki fegnast um, at vinstravongurin hevur kapitulerað. Tí tað er ekstrema høgra, sum lukrerar, og ikki moderata.

Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-20645354962866154542014-04-02T17:27:00.000+02:002014-04-02T17:27:22.179+02:00Jóannes og Johnny - og JanusJóannes og Johnny, tveir av allarbestu økonomunum í Føroyum, funnu í Radaranum í Kringvarpinum ikki høvd ella hala á framløgdu fíggjarkørmunum hjá Jørgen.

So eg bleiv heilt stúrin.

Men nú bleiv eg róligur aftur eftir at eg koyrdi kjaksendingina hjá Óla B á Rás 2 frá. Har greiðir Janus Rein í Fólkaflokkinum frá, hvussu tað heila hongur saman.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-14030106886849915352014-04-01T01:32:00.000+02:002014-04-01T01:43:04.495+02:00Eg velji eisini FøroyarTað er ikki tí eg nakrantíð havi valt Føroyar frá. Rætta løtan hevur bara ongantíð verið at flyta til Føroya.

Men nú skal tað vera! Várið er komið til Føroya, og nú komi eg eisini.

Eg fekk herfyri eitt gott tilboð frá Føroya Reiðarafelag og Fólkaflokkinum, sum vilja skipa teirra samstarv betur og eisini víðka skipaða samstarvið til aðrar vinnugreinar. Tað verður mín uppgáva at finna nýggj felags projekt og nýggjar partar til samstarvið.

Fastir lesarar vita, at eg havi verið sera atfinningarsamur ímóti vinnupolitikkinum, og betri samskipan millum vinnu og politikk hevur altíð verið eitt av mínum hjartamálum, so hetta er næstan mítt loyniliga dreymajobb. Slíkur møguleiki kemur neyvan aftur næstu mongu árini. Eg síggi stórar møguleikar í slíkum samstarvi, tað verður synergi fyri allar pengarnar, til gagns fyri bæði reiðarar og Fólkaflokkin og onnur vinnulig seráhugamál, sum vilja kradda og skapa vøkstur.

Nýggja starvið gevur ikki pláss fyri at blogga í frítíðini, so hesin bloggur verður niðurlagdur. (Tað var eisini krav fyri at eg kundi fáa starvið.) Eg flúgvi heim í dag, 1. apríl, og hetta eru síðstu boð her á blogginum.

Vit síggjast har heima. Jubii!Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-35931009727660906642014-03-30T17:32:00.001+02:002014-10-13T02:28:04.772+02:00Ein vinnupolitikkur, sum ikki fungerar!Tá eingin samanhangur er millum framgongd hjá einstøkum fyritøkum, og livistøðið í samfelagnum sum heild, so er okkurt við vinnupolitikkinum, sum er skipað skeivt. Og hetta er ongantíð so rætt, sum tá talan er um vinnu, sum livir av fólksins ogn.

Rói Egholm talar til floksting Tjóðveldis 2014.

Rói Egholm helt eina sera áhugaverda og frálíka góða røðu á flokstingi Tjóðveldis, har hann vísti á, hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri vinnuna og fyri fólkaræðið, at trý alifeløg og fýra reiðarí hava fingið forerandi (ella kraddað seg til) fólksins ogn. Her eru brot:

Kristina sigur, at tað er heilt fantastiskt at hava eina fyritøku sum hevur yvir 700 mió kr í yvirskoti. Men hvussu merkja vit tað? Hvussu merkir føroyingurin, at okkara høvuðsvinna hevur tað gott? Vit merkja tað slett ikki. Vit merkja tað slett yvirhøvur ikki! Og tá ið man hevur verið í hesi vinnuni síðani 1986 og kennir til, hví ið Regin situr á sínum loyvum -- hví situr Regin á sínum loyvum? Ella hví sita teir, sum hava hini loyvini, hví sita teir á teimum? Tað er ikki tí teir hava verið úti í eini fríari kapping og vunnið sær rættindi. Tað er ikki tí! Tað er tí, onkur er systkinabarn onkran og onkur kennir onkran, tað er tí teir sita á loyvunum. Eg sigi tað, at teir sum arbeiða í hesi vinnuni, hesi sjey feløgini, tey gera alt púra rætt. Man kann ikki lasta hesi feløgini fyri at gera nakað skeivt, tey gera púra rætt. Øll sum høvdu sitið í teirra stóli høvdu gjørt tað soleiðis. Men skipanin er skeiv.

Les meira »Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-59081677325332570612014-03-29T14:35:00.000+01:002014-03-31T18:58:59.701+02:00Hvat ólukkan snakkar Margrethe Vestager um?Í gjár fríggjadag var danski økonomiministarin Margrethe Vestager á vitjan í Danmarks Statistik. Áðrenn hon fór rundtúr í húsinum til nakrar deildir hon vildi vitja, helt hon røðu fyri øllum húsinum, men hvat ólukkan meinar hon við:

Uden troværdig statistik må vi regere ud fra anekdoter, eller - Gud forbyde det - hvad interesseorganisationerne ønsker.

Margrethe Vestager besøger Danmarks Statistik

og holder tale for hele personalet inden rundtur til udvalgte kontorer.

Magrethe Vestager hevði ikki komið langt í føroyskum politikki!Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-32948673569117208222014-03-26T15:53:00.000+01:002014-03-30T16:30:41.926+02:00Kreativur kleyvarskapurLandskassin hevur í gjár lænt meira enn eina milliard. Rentan er undir 2 pct. Hví tramin lænir landskassin ikki eina milliard aftrat beinanvegin at brúka til Skálafjarðartunnil, í staðin fyri at finna uppá eina løgna konstruktión, sum er líka dýr sum CIP, og til havrannsóknarskip, í staðin fyri líka kreativa fígging sum Brixtofte brúkti í Farum til hann bleiv geglaður.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-91690723030760550602014-03-25T23:59:00.003+01:002015-03-08T01:55:04.858+01:00Politisk telving og útlendskir eigararDagur og vika (við kjaki) hevur í gjárkvøldið og í kvøld viðgjørt tveir spurningar viðvíkjandi føroysku fiskivinnuni: Skulu útlendingar sleppa at eiga í føroyskari fiskivinnu, og hvussu verður makrelkvotan býtt.

Í Degi og viku í gjárkvøldið var innslag um fiskivinnu og útlendskan kapital (byrjar eftir 6:22). Tað snúði seg um uppskotið hjá Tjóðveldi um forboð ímóti útlendskum eigarum í fiskivinnuni, og innslagið var um, hvat føroysku vinnuligu seráhugamálini halda um uppskotið hjá Tjóðveldi. Triðja beinið í einum væl lýstum máli: eitt fakligt ískoyti til spurningin -- var ikki við.

Í avannonceringini av innslagnum í gjárkvøldið segði Johnsigurd, at í kvøld skuldi koma kjak um eigaraviðurskiftini í fiskivinnuni og uppskotið hjá Tjóðveldi. So roknaði eg so avgjørt við, at eitt innslag við fakligum ískoyti kom í Degi og viku í kvøld, sum upptakt, so kjakið ikki stóð á berum. Ella kanska, at tað bleiv kjak millum fakfólk.

Les meira »Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-19570290205949751102014-03-22T16:45:00.000+01:002019-11-18T11:38:10.603+01:00Felags mál fyri arbeiðsmarknaðinVónandi fara føroysk arbeiðsgevarafeløg at stuðla fakfeløgunum í teirra krøvum, sum higartil hava verið avvíst av fólksins fígginda í Fiskimálaráðnum.

sidst i udsendelsen kommer Dansk Arbejdsgiverforenings adm. direktør i studiet. Han har netop sagt ja til højere lønstigninger og nye værktøjer til fagforeningernes kamp mod underbetalt udenlandsk arbejdskraft.

(DR P1 um sending 20. mars 2014)

Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-23462331553328906762014-03-22T15:10:00.000+01:002014-03-30T16:32:53.229+02:00Tveir fyribils oljupostar

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevði eina áhugaverda oljuráðstevnu á Christiansborg. Fleiri áhugaverdar framløgur vóru, men nógv var framhald av tí juhu-stemningi, sum hevur verið ráðandi, og tað sum var eitt sindur atfinnandi, fór ikki nógv í dýpdina. Men har var nógv at byggja víðari á.

Fullteknað var til oljuráðstevnuna á Christiansborg. Mynd: Javnaðarflokkurin á Fólkatingi

Eitt sum ikki kom fram, tí stundir ikki vóru til viðmerkingar úr salinum, var stór hol eru í oljuskattalógini, so Føroyar skulu ikki vænta at fáa eina krónu í serskatti burturúr. Men hetta er vitan, sum eisini er í politisku skipanini, og Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um at endurskoða oljuskattalógina.

Tað gav konkret høvi til stuttar viðmerkingar á facebook, sum sjálvsagt skulu útgreinast nærri seinni.

Les meira »Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-76189898432084134462014-03-20T00:43:00.003+01:002014-03-20T00:55:24.487+01:00Makrelkvotan og fátækramarkið í 2014Í 2011 seldi landið 20.000 tons av makreli á uppboðssølu. Hetta gav góðar 70 mió kr í búskapargrunnin. (Fólkaflokkurin tømdi tó búskapargrunnin aftur sum eitt tað fyrsta eftir at flokkurin yvirtók fíggjarmál, so hesir pengarnir eru ikki til longur.)

Í 2014 er føroyska makrelkvotan 156.240 tons. Verða rættindini at fiska makrelin seld á uppboðssølu og prísurin verður tann sami sum í 2011, kann tað geva góðar 550 mió kr til eigaran av tilfeinginum: Føroya fólk.

Í 2011 skuldi allur makrelurin fiskast í føroyskum øki. Av tí at makrelsemjan ger, at fiskast kann eisini í norskum og ES-sjógvi og eftir metingum annars, kann upphæddin kanska blíva 100 mió kr meira enn omanfyri nevnda, ella umleið 650 mió kr! (Hetta samsvarar eisini við bæði útrokningar hjá búskaparfrøðingum og við virðið á handlaðum kvotum í Íslandi.)

Les meira »Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-29940835811561739062014-03-19T18:34:00.000+01:002014-03-19T18:37:34.703+01:00Tað er ikki alment innlit, sum kostar!Landsstýrismaðurin í vinnumálum vil avmarkað almenna innlitið. Hann sigur við útvarpið, at tað almenna brúkar

kolossalar resursir uppá innlitsumbønir.

Her vendir landsstýrismaðurin tingunum á høvdið!

Tað er ikki alment innlit, sum kostar pengar. At lata innlit í alt kann við rættu skipanini gerast at kalla gratis. Tað sum kostar, og nógvar resursir verða brúktar uppá, er at krógva og finna umberingar fyri at krógva.Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0tag:blogger.com,1999:blog-11607427.post-24940600739365291072014-03-18T19:56:00.000+01:002014-03-30T16:34:54.256+02:00Ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við gjøld hjá vinnulívinumLøgtingið hevur júst endað fyrstu viðgerð av uppskoti 98/2013 hjá Rigmor og Eyðgunn um, at limagjald til fakfeløg skal geva rætt til skattafrádrátt. Uppskotið hevur sambært uppskotsstillarunum m.a. til endamáls at javnseta báðar partarnar á arbeiðsmarknaðinum.

Men hetta endamálið er púra galið! Og at tosa um javnseting vísir, at tær báðar hava ikki hugsað seg nóg væl um, tí tær eiga at vita, at tað gagnar samfelagnum, at fólk eru limir í fakfelagi. Hevði uppskotið rætt endamál, royndi man ikki at javnseta við frádráttum til báðar partar, men heldur at brúka høvið til eisini at avtaka nakrar skattafrádráttir, sum vinnulívið hevur fyri at vera við í bransjufelagsskapum og til tiltøk sum vinnulívsdagar v.m., tí tílíkt virksemi eigur landið ikki stuðla.

Tað var Adam Smith sum skrivaði í Wealth of Nations:

Persónar í somu bransju hittast sjáldan, heldur ikki bara til gamans, uttan at samrøðan endar sum ein samansvørjing ímóti almenninginum, t.d. um hvussu man kann hækka prísirnar. Tað er ikki møguligt hjá samfelagnum at forða slíkum ráðstevnum og fundum við lóg, sum kunnu handhevast, og uttan at gera seg inn á grundleggjandi rættindi um frælsi. Men sjálvt um lógin ikki kann forða fólki í somu bransju av og á at hittast, eigur samfelagið ikki á nakran hátt at eggja til slíkt virksemi og heldur ikki at skapa tørv á tí.

(mín týðing; volume I, kapittul 10)

Eg havi einki at leggja aftrat orðunum hjá Adam Smith!

Tað er ikki rætt at javnseta fakfelagslimagjald við tilsvarandi gjøld hjá vinnulívinum. Tí tað er ikki nokk!Flóvin Bloggarhttp://www.blogger.com/profile/04687657682967763696noreply@blogger.com0