Sider

tirsdag den 20. december 2011

FMR dugir at lýsa pensjónsskattingina betur enn hetta

Fíggjarnevndin leggur fram eitt excel-skjal til Tingmál 104 (Skjal C), sum er framleitt í FMR við útrokningum av avleiðingum av framskundaðum og broyttum pensjónsskatti. Útrokningarnar finnast eisini við fleiri dømum sum skjal E til Tingmál 103.

Umframt at FMR roknar sum um framskundaður skattur ikki verður brúktur til skattalætta, men eins og parturin hjá uppspararanum settur á bók at renta (hetta er antin ein feilur ella ein manipulatión), og umframt at FMR ignorerar, at hækkaður umsitingarkostnaður verður lagdur á uppsparingarnar og úrslitini í skjalinum tí eru meira positiv fyri pensjónsspararan enn veruleikin fer at vísa (antin dovinskapur ella manipulatión), er skjalið áhugavert uppá fleiri mátar.

Um útrokningarnar skulu tulkast sum ætlanirnar hjá samgonguni, so hongur pensjónsreformurin ikki longur saman økonomiskt. Skjalið sær út at skula vísa avleiðingar fyri pensjonistar, og her sær faktisk ikki so galið út hjá teimum flestu (tað er jú lætt, tá tað ikki hongur saman økonomiskt) umframt hjá landskassanum, tó uttan at roknað aggregeraðar avleiðingar, sum er tað sum er áhugavert.

Men skjalið avdúkar eisini, at tey í FMR eru væl greið yvir, at pensjónsreformurin ikki hongur saman, tí í einum millumúrsliti roknað tey uppá avleiðingar av at upproknað skattaða pensjón til brutto (sum fær tað at hanga betur saman), men hetta gera tey tó ikki í endaliga úrslitinum. Har vildi annars verið avdúkað, at lágløntir pensionistar koma at missa pensjón. Og í einum realistiskum roknistykki við umsitingarkostnaði hevði hesin missur verið ikki heilt lítil.

Akkurát líka útrokningar sum hesar gjørdi eg fyri nøkrum døgum síðani (og fekk líknandi úrslit sum FMR), tá serliga útvald stakúrslit av hesum skjali vóru at lesa á Vágaportalinum sum partur av útspilling av Jan Otto, sum hevur gjørt útrokningar fyri fakfeløgini. Eg roknaði tó liðugt, eisini tað síðsta úrslitið, sum FMR fjalir, nevniliga hvat upprokning av inngjaldsskattaðari pensjón til brutto eftir pensjónsreform merkir fyri einstaka pensionistin. (Í mínum útrokning var eisini roknað uppá týdningin av dýrkaðari umsiting.)

Hetta eru opinbart útrokningarnar, vit ikki mugu síggja. Hetta skal opinbart útsetast til pensjónsreformin. Opinbart ætlar samgongan at fáa andstøðuna at taka medábyrgd, tá rokningin til lágløntar pensionistar fyri pensjónsskattabluffið hjá ABDH skal avdúkast.

Eg haldi framvegis, at hetta skal avdúkast nú. Løgtingið kann ikki lata seg villleiða av Jørgen Niclaen og FMR, heldur ikki hóast Bárður Nielsen og meirilutin í fíggjarnevndini viðvirkar til tað.

Løgtingið eigur ikki at broyta og framskundað pensjónsskattingina, fyrr enn allur pensjónsreformurin er liðugur. Tí broytt pensjónsskatting sum nú fyriliggur ger, at restin ikki ber til uttan at láglønt skulu rinda fyri hálønt.

Ingen kommentarer: