Sider

fredag den 18. november 2011

Javnari samfelag er gott samfelag

Eitt javnari samfelag hevur eisini størri sosialan mobilitet, so manglandi útbúgving og vánaliga lønt størv hjá foreldrum ikki fer í arv til børnini. Tað vilja altíð vera fátøk, men tað at teirra børn kortini hava hampiliga góðar møguleikar at klára seg betur ger, at vit betur kunnu siga, at vit ikki hava eitt klassasamfelag. Marknaðurin einsamallur skapar ikki eitt javnt samfelag, og um ikki vit í felag virka fyri javnaði fáa vit eitt støðugt meira ójavnt samfelag, og har tey fátæku eisini blíva meira og meira isolerað frá framburðinum, sum hini njóta gott av. Amerikanski dreymurin livir -- best í Norðurlondum.

Sjálvsagt skal tað loysa seg at arbeiða, og marginalskatturin kann tí ikki vera ov høgur. Men við eini flatskattaskipan skal øll útjavning henda gjøgnum almennu útreiðslurnar. Tá flatskattaskipanin harumframt merkir 280 mió minni í skattainntøkum verða verri ráð til almennar útreiðslur til tær skipanir, sum kunnu skapa útjavning, sum kunnu lyfta tey uppaftur til produktivar borgarar, sum detta niðurímillum.

Ein vaksandi undirklassi verður úrslitið. Ein ein lítil økonomisk elita. Og ein miðalklassi sum verður støðugt meira kroystur.

Ingen kommentarer: