Sider

lørdag den 31. august 2013

Skálafjarðartunnilsbúskapur

Fyrst er at staðfesta, at váðin fyri eina almenna loysn og privata er fullkomiliga ymiskur. Og samfelagið og ein fyritøka gera upp á hvør sín hátt, um íløgan loysir seg.

Ein almenn loysn kann vera búskaparliga skilagóð, hóast hon ikki er sjálvfíggjandi, eitt nú við bummgjaldi, tí hon skapar nógvar aðrar inntøkur, sum bara ikki kunnu krevjast beinleiðis inn. Og í síðsta enda kann vera ein øktur búskaparvøkstur, sum gjøgnum sama skattatrýst merkir, at landskassin fær meirinntøkur svarandi til ávísan part av vøkstrinum. So tunnilin gevur eisini inntøkur í landskassan, sum ikki eru bummgjald, og kann tí vera sjálvfíggjandi fyri landskassan, hóast eitt alment partafelag kanska ikki megnar at bera seg við bummgjaldi einans. Sum samferðsluútbygging skal tunnilin metast eftir samlaða ágóðanum, harav búskapar er ein partur.

Fyri eina privata fyritøku er verri, tá hon skal standa fyri at gera tunnilin, tí fyritøkan hevur einans eina inntøkukeldu: Bummgjald. Og hon hevur ikki somu møguleikar sum tað almenna at fáa aðrar inntøkur frá tunlinum. Harumframt er privata fyritøkan sera avmarkað og kann illa ávirka inntøkurnar tí har er bara bummgjaldið, so tað er prísurin sum avger næstan alt, og hann kann ikki bara hækkast, tí so minkar ferðslan.

Men umframt henda munin, so er beinleiðis munur millum almennan og privatan tunnil, at tað almenna kann læna fyri nógv lægri rentu, so roknistykkið sær nógv betri út fyri tað almenna.

Ein privat fyritøka kann ikki hava álit á politikarunum, og tað vistu Copenhagen Infrastructure Partners (CIP) longu áðrenn Kaj Leo leyp frá avtaluni hjá Kára, so teir royna at tryggja seg so væl sum gjørligt frammanundan. Trupulleikin er, at man skal skriva allar eventualitetir niður í sáttmála, ið tryggjar tey 50 ár fram í tíðina. Hetta er jú ein ómøgulig uppgáva, so man hevur (opinbart) fingið við í avtaluna rættiliga generellar ásetingar sum forða landinum nógv at gera aðrar útbyggingar, og í síðsta enda áleggja landinum endurgjaldsskyldu fyri miss av øllum møguligum orsøkum. (Endurgjaldsskyldan vil reelt hava tann virknað, at tað forðar landinum at gera nógv sum man í framtíðina kann ynskja.)


Privatisering skapar váða

So fyri tað fyrsta síggi eg stórt sæð ongan sum helst váða fyri at landskassin ikki fær pengarnar inn aftur, tí bummgjaldið er ikki tað einasta. (Men eg eri rættiliga vísur í, at bummgjaldið einsamalt klárar tað.) Útrokningarnar skulu simpulthen vera so nógv við síðuna av, fyri at tað skal henda, at eg ikki kann ímynda mær tað. Hetta er tó økonomiskt, eg meti. Vandin fyri at tunnilin brasar saman og blívur óbrúkiligur, t.d. av jarðskjálvta, dugi eg ikki at meta um. Men um trygging kann teknast móti tí, so fær man ein fastan prís fyri tað.

Men við at privatisera tunnilin skapar man ein nýggjan óneyðugan váða, tí privata felagið hevur ikki somu inntøkumøguleikar og fær heldur ikki líka lagaliga fígging. Men við avtaluni millum Innlendismálaráðið og CIP, ið tryggjar CIP í høvd og reyv, so er tað í síðsta enda landið sum tekur stóran part av hesum stóra váða. Stutt sagt: Man skapar ein váða við at privatisera, men sum landið so átekur sær gjøgnum sáttmála. Tí man er bangin fyri einum minni váða, sum er við at landið ger tunnilin. (Hetta er akkra líka býtt sum at rinda 3 mia kr fyri ein tunnil, sum kostar 1 mia kr, tí man er bangin fyri at budgettið ikki heldur, og hann kemur at kosta 1.5 mia kr. Men hó, tað er egentliga akkra tað man ger avtalu um.) Ein annar eyka váði fyri landið er eisini í at CIP ger sum CIP vil, og ikki sum landið vil. So CIP kann gera okkurt, sum kostar landinum pengar pga. bindingum í sáttmálanum, men sum landið ikki hevði valt at gera, um landið átti tunnilin.

Tá so tunnilin er privatiseraður, so eru tað áhugamálini hjá CIP, hann skal tæna. Tvs. prísurin verður settur profitmaksimerandi, og avleiðingin er at tunnilin verður brúktur nógv minni enn við einum lægri non-profit prísi. Minni nýtsla merkir minni gagn, so einfalt er tað. Samfelagsgagnið av tunlinum hongur neyvt saman við, hvussu nógv hann verður nýttur.

Og so er tað spurningurin, hví so fá bjóðaðu seg fram. Men har eru so tvey feløg, sum skuldu enda við at eiga eitt sindur í part, CIP og LÍV. Eitt sum ger óneyðugan váða er, at forkanningar (jarðfrøði) eru ikki heilt lidnar. Í staðin fyri at brúka kanska 10 mió kr til útlendska juridiska ráðgeving at bjóða út og síðani samráðast við CIP, so høvdu hesir pengar verið betur brúktir til at gera forkanningarnar lidnar. So var meira vitan, man kundi latið øllum áhugaðum, sum kanska vildu bjóða. Og so er væl hugsandi, at man fekk fleiri at bjóða og fekk veruliga kapping um prís og treytir í staðin fyri at tað bleiv ein frásortering til ein var eftir, ið síðani slapp til eitt sjálvtøkuborð at áseta treytir. Slíkar samráðingar eru truplar, tí landið situr eisini við manglandi vitan, sum CIP kann útnytta. (Eftir samráðingarnar hava vit hoyrt landsstýrismannin, løgmann og fleiri samgongutingmenn føra fram argument hjá CIP fyri, hvussu stórur váðin er, so vit síggja, hvussu CIP brúkar manglandi vitanina hjá tí almenna.) Vóru tvær ella fleiri áhugaðar fyritøkur sum kappbjóðaðu, so skuldu tær ikki yvirbevísa nakran um at tað er stórur váði, bara bjóða seg fram at gera verkætlanina fyri lægri vinning ella lægri prís enn hin. Feløgini sum bjóða seg fram skulu tá ikki pressa politisku skipanina, men pressa hvønn annan.

Les kanska eisini Ein dýrur tunnil

(Hetta var upprunaliga eitt innlegg á facebook á tráði hjá Agnar Lamhauge.)

Ingen kommentarer: