Sider

torsdag den 12. september 2013

At gera veljarakanningar - hvat er endamálið?

Eg skrivaði hetta á facebook, eftir at ein komandi veljarakanning varð fráboðað:

Liljan heldur í útvarpinum í kvøld, at ein veljarakanning er serliga spennandi beint nú, tí nógv rumbul hevur verið í politikkinum.

Eg haldi hinvegin, at rokalig tíðarskeið eru tey ringastu til at gera veljarakanning. Heilt burturspilt, faktisk, tí úrslitið er ikki mynd uppá nakað sum helst annað enn -- rumbul.

Harvið ikki sagt, at tað ikki er spennandi. Tað er tað altíð.

(...)

Nú seta tey oftast aðrar politiskar spurningar enn hvønn fólk ætla velja, og nógv av tí kann vera nógv meira spennandi enn atkvøðubýtið millum flokkarnar, men tað verður altíð bara fokus á býtið millum flokkarnar í slíkum føri.

(...)

Poengið við mínum (milda) kritikki er, at tað er bara ein løtumynd, og als ikki vísir, hvønn veg pílarnir peika.

Besta tíðspunkt at gera eina veljarakanning er tá tað er politiskur friður. Also um man vil hava úrslit sum kunnu siga eitt lítið sindur um framtíðina (t.d. eitt komandi valg).

Um kanningin vísir stórar flytingar nú, so er ta sera trupult at tulka, og sera trupult at meta um talan er um varandi broyting, ella bara eitt stutt tíðarskeið, og alt kemur aftur til "tað normala". Um talan er um eitt stutttíðarfyribrigdi, er tað sum nevnt áhugavert í sjálvum sær allíkavæl, men um tað er tað man vil kanna, so er ein vanlig veljarakanning skeiva amboðið. Tá skuldi man heldur kanna tann aktuella spurningin og hvat fólk halda um hann og handfaringina. Eg tori at gita, at hetta er bara við sum eykaspurningar, og tað er ikki optimalt.

(...)

Um man ger veljarakanningar ofta, so er fínt at gera eina nú, so sær man hvussu stóra effekt aktuella málið hevur, og við næstu kanningunum, hvussu leingi ta virkar. Men tá so fáar veljarakanningar verða gjørdar, sum tað er í Føroyum, haldi eg tað var betri at útsett hesa kanningina nakrar mánaðir.

Miðlarnir rinda fyri hesa kanningina, og um teir vilja hava nógv tíðindi, er tíðspunktið kanska tað rætta, tá nógvar broytingar kunnu væntast. Men eg síggi bara ikki stóra virði í tíðindunum, tí stuttvarandi broytingar hava í síðsta enda ongan sum helst týdning. At fólk t.d. stuðla Kára í eini veljarakanning er óáhugavert. Fær hann stuðul á næsta valgi, er áhugavert. Tað vil ein kanning um 3 mðr vísa betur enn ein nú.

Ingen kommentarer: