Sider

fredag den 20. september 2013

Trupulleikin er í Føroyum

Í kvøld visti Dagur og vika at siga (linkið er til alla sendingin), at
Føroyar eru tað landið í Europa, sum upp á seg fær størsta ískoyti til búskapin frá lønum vunnar uttanlands
Talan er um 850 mió kr árliga í síðstu uppgerð, ið svarar til 6.5 pct av BTÚ. Soleiðis sett fram í DV, ljóðar tað positivt við øllum hesum inntøkunum úr útlandinum.

Men tað hevði verið rættari at sett tað fram øvugt: at tá man dregur lønarinntøkur vunnar uttanlands frá, er 93.5 pct eftir av BTÚ í Føroyum, og hetta er tað lægsta í Europa.

Soleiðis! Hatta sigur eitt sindur betur, hvussu ringt skilið er í føroyska búskapinum.

Avleiðingin, vit síggja fyrst er, at føroyski búskapurin manglar arbeiðsmegi í fleiri vinnum, hóast nógvir føroyingar eru, við eftirspurdu førleikunum. Eitt nú streyma elektrikarar til Noregs, tí har er lønin hægri.

Stutt sagt kemur ringa skilið av, at produktiviteturin er ov lágur í Føroyum. Og tað gongur skeiva vegin. Og politikararnir gera støðuna uppaftur verri.

Tað var tí gott, at Hagstovustjórin eisini var við í DV og m.a. vísti á, at tað líkist ongum, at føroyskir politikarar hava valt at stuðla útlendskari vinnu í kappingini um føroyska arbeiðsmegi við at geva ein alt ov stóran og óneyðuga stóran frádrátt. (Eg skrivaði um hetta, seinast skattatreytirnar vórðu broyttar, les her.)

Hetta er bara ein av orsøkunum. Nógvar aðrar -- eisini politiskt ásettar -- skipanir eru, ið eisini eru við at gera trupulleikarnar verri.

Tað er lætt at fáa produktivitetin upp í Føroyum. Lykilin er vinnupolitikkurin, og serliga tá tað kemur tilfeingisvinnurnar kann man veruliga fáa broyting í til tað betra. Búskaparfrøðingar hava tosað og skrivað um tað í áravís, og hesin bloggur hevur eisini skrivað um tað.

Tá politikarar fáa ein fiksan idé, so skal man sum oftast gera tað øvugta, tí teirra intuitión er altíð at gera ting, sum lækka produktivitin, ella í minsta lagi seinka produktivitetsvøkstrinum. Nakrar tímar eftir Dag og viku kom eitt dømi á portalin in.fo.

Ingen kommentarer: