Sider

søndag den 29. september 2013

Reka borgarstjórar fólk av bygdini?

Kjak hevur tikið seg upp, hvør borgarstjóri á Sandi er raskastur at minka fólkatalið. Og sum henda mynd vísir, er gongdin ikki góð við fólkatalinum á Sandi, óansæð hvør er borgarstjóri:

Fólkatalið á Sandi. Kelda Hagstova Føroya (og her og her).
Beina strikan er linjurættur trendur 1985-2013. Gongdin er ikki linjurøtt, men strikan undirstrikar (tilætlað orðavæl) tað sum myndin annars vísir: hóast upp- og niðurgangstíðir, er gongdin mest niðureftir við fólkatalinum.

Tað var listi C á Sandi (listin hjá Páll á Reynatúgvu), sum reagerar uppá -- eftir mínum tykki skilagóða -- kravið hjá Brandi Sandoy, borgarstjóra á Sandi, um at landið skal endurrinda kommunum inntøkur, tær missa av at landið hevur gjørt avtalu um, at føroyingar kunnu rinda skatt í øðrum londum.

Eg haldi Brandur ger akkra tað rætta, tí tað eru landsmyndugleikarnir sum í áravís hava tikið inntøkur frá kommununum við alskyns frádráttum til útvaldar bólkar av skattaborgarum, umframt hesar dupultskattaavtalur, sum eisini raka kommunurnar. Júst tí landspolitikarar hava tann óvana at leska útvaldar bólkar við frádráttum, rakar hetta kommunurnar ójavnt, og tí eigur landið sjálvsagt at endurrinda kommunum ella skipa onkra umfordeiling so kommunurnar bera byrðarnar javnt. (Og svarið hjá Jørgen í sama innslagi er grov manipulatión, men tað vendi eg kanska aftur til.)

Menn á Lista C eru tó ikki samdir. Teir halda, at Brandur gevur ávísum sandsborgarum skyldina fyri lækkandi inntøkurnar. Teir halda eisini, at Brandur serliga leggur eftir útisiglarum. Trupulleikin er størri, halda teir, tað er generelt minkandi fólkatalið:
Tað er væl skilligt at trupult er at stýra, tá kassin tømist. Men er tað ikki so, at tá man stjórnar kann man ávirka gongdina rætta vegin, um man fær fólk at støðast og trívast. Síðani Brandur Sandoy gjørdist borgarstjóri á Sandi, er fólkatalið minkað við meira enn 10%, og er talið søguliga lágt í søguríku bygdini.

Hetta vil Brandur ikki hava sitandi á sær, at hann skal reka fólk av bygdini. Og hann hevur hagtøl sum skulu prógva, at Páll rekur fleiri fólk av bygdini enn Brandur:
Ført verður fram, at síðani undirritaði gjørdist borgarstjóri, er fólkatalið lækkað meiri enn 10%. Er tað nú satt?
01. januar 2010, tá undirritað varð vorðin borgarstjóri, varð fólkatalið 555 á Sandi. 01. septembur 2013 varð fólkatalið 530, ein minking á 25 fólk, ella 4,5%. Fáur lýgur meir enn helvtina, men soleiðis er ikki í hesum føri.
Tað sum umboðini fyri lista C gloyma at upplýsa er, at í tíðini tá listi C sat við valdinum, minkaði fólkatalið úr 600 í 2001, til 555 í 2009, 45 fólk, ella 7,5%.

Eg havi eftirkannað tølini, sum báðir partar seta fram. Tølini hjá Hagstovuni vísa, at Listi C hevur næstan rætt: Fólkatalið er minkað frá 556 tann 1. januar 2010, tá Brandur gjørdust borgarstjóri, til 507 tann 30. juni 2013, sum eru nýggjastu tølini, ið Hagstovan hevur kunngjørt, tvs. minkingin er 8.8 pct. At siga "meira enn 10%" er tó sjálvsagt skeivt.

Brandur tosar tó um 1. september 2013, og tað kann væl vera, at fólkatalið er vaksið hesar mánaðirnar síðani seinastu uppgerð hjá Hagstovuni, og um so er, passa tølini hjá Brandi fyri hansara egna skeið sum borgartjóri.

Men so er tað borgarstjóraskeiðið hjá Pálli, har snýtir Brandur eitt sindur. Tá Páll gjørdust borgarstjóri var fólkatalið sambært Hagstovuni 554, og tá Brandur tók við var talið 556, also ein vøkstur uppá tvey fólk. Brandur velur at brúka fólkatalið sum var út við eitt ár seinni, tá tað var 600, men tað var íroknað ein stóran vøkstur sum var tað fyrsta árið við Pálli við róðri.

Tekna vit tíðina hjá Páll og lista C við reyðum (eg havi ikki valt litin, men teldan) og tíðina hjá Brandi og hansara lista við lilla, so er myndin henda:

Minkingin í fólkatali hjá Páll og Brandi. Kelda: Hagstova Føroya.

Hóast vøkstur uppá tvey fólk, vísir trendlinjan eina lítla minking í borgarstjóraskeiðnum hjá Pálli, og tað samsvarar eisini við myndina, at fleiri fólk vóru fyrru helvt av hansara skeiði enn seinnu.

Nú minnast tit kanska ovaru myndina, at har skifti liturin oftari. Og tað er rætt, Páll var borgarstjóri í tveimum umførum, sum vit m.a. síggja á løgtingsheimasíðuni, og orsøkin er at hann var landsstýrismaður eitt skifti undir fullveldissamgonguni. Hesa tíðina var avloysari borgarstjóri fyri Páll. Fólkatalið, sum hevði verið vaksandi, síðani Páll gjørdist borgarstjóri, fór at minka, men rættaðist so eitt sindur upp aftur. So kom Páll aftur, og talið vaks upp á 600 íbúgvar í Sands bygd fyri aðru ferð uppá fá ár.

Hyggja vit eftir seinna skeiðnum hjá Páll fyri seg og samanbera tað við skeiðið hjá Brandi, fáa vit hesa mynd:

Minkingin í fólkatali hjá Pálli og Brandi. Kelda: Hagstova Føroya.

Minkingin hjá Páll-2 var eitt sindur brattari, enn um vit taka alt skeiðið hjá Lista C undir einum. Men framvegis er gongdin síðani Brandur gjørdust borgarstjóri nógv meira ræðandi. Brandur skal tí vera ógvuliga varin við at gera slíkar samanberingar, sum hann ger í greinini, eg endurgav omanfyri.

Tá hann roknar procent beint fram, krógvar tað tann veruleika, at minkingin í fólkatalinum í hansara borgarstjóratíð er hend nógv skjótari enn minkingin hjá Páll. Tá vit tekna mynd, sum vísir gongdina yvir tíð, kemur tað týðiliga fram.

Brandur sigur so eisini (tað vísa hansara óalmennu tøl), at gongdin er meira positiv mánaðirnar síðani nýggjastu tølini hjá Hagstovuni. Tað er gleðiligt, um so er. So er afturgongd kanska vend til nakað sum vónandi kann blíva ein verulig framgongd, og kanska hevur Brandur ein part av æruni, men tað skulu teir nokk fara at stríðast um til ta tíð.

Ingen kommentarer: