Sider

onsdag den 18. april 2012

Strukturella hallið er skapt av ABDH

Í Løgtinginum segði Eyðgunn Samuelsen í dag, at Landsbankastjórin hevur sagt í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, at tey í Landsbankanum meta strukturella hallið at vera góðar 200 mió kr.

Tíverri er hetta einans ein meting, og byggir ikki á eina nágreiniliga greining og útrokning. Eg havi í øðrum sambandi longu skrivað um tørvin á at kenna strukturellu salduna. Tað er ov galið, at Føroyar ikki hava tøl fyri strukturella saldo, tí lítið skil er á kjakinum um fíggjarpolitikk í Føroyum, har hugtøk verða blandað við vilja og av óvart, og pástandir úr leysum lofti verða slongdir út. Um ein leypandi faklig óheft meting varð gjørd av, hvat strukturella saldoin er, hevði tað helst betur enn nakað annað megnað at lúka út í tí ringasta møsninum, sum verður ført fram um fíggjarpolitikkin og fíggjarpolitiska haldførið. Ein óheft meting um ávirkan á strukturella salduna skuldi eisini verið kravd sum partur av fyrireiking av øllum uppskot til fíggjarlóg og skattabroytingar.

Men nú halda vit okkum til talið frá Landsbankanum eitt bil, og taka tað sum álítandi. ABDH-samgongan hevur í 2012 latið ein skattalætta fyri 265 mió kr. Sum bæði fakligi pensjónsbólkurin vísti á áðrenn skattalættin varð samtyktur, og Búskaparráðið síðani hevur víst á endurtikið í síni seinastu frágreiðing, so er skattalættin ófíggjaður, tí at framskunda inntøkur er bara ein likviditetsforskjóting, sum ikki broytir fíggjarliga haldføri hjá landskassanum.

At ABDH-samgongan hevur latið ein ófíggjaðan skattalætta uppá 265 mió kr merkir, at strukturella saldoin hjá landskassanum er vorðin 265 mió kr verri enn hon var frammanundan. Vit vita sum nevnt ikki neyvt, hvat strukturella saldoin er, men henda broyting til tað verra er so 265 mió kr, óansæð hvat støðan var frammanundan.

Tað merkir, at um metingin hjá Landsbankanum um strukturella hallið uppá góðar 200 mió kr er røtt, so er tað ABDH-samgongan, sum hevur skapt strukturella hallið, sum er í dag. Og faktisk hevði verið strukturelt avlop á fíggjarlógini, um ABDH-samgongan ikki framdi ein ófíggjaðan skattalætta, men heldur fann veruliga fígging.

Niðurstøðan má tí vera, at alt hetta krepputosið frá samgonguni í løtuni er um eina støðu, sum samgongan sjálv hevur skapt. Vit vita so ikki, um samgongufólk hava pískað ein stemning upp, sum tey sjálvi eru fallin fyri, ella tey bevíst royna at ræða onnur fyri at fáa undirtøku fyri einum høgravendum sparipolitikki. Helst eru nøkur samgongufólk í hvørjum bólki, tvs. oddafólkini í samgonguni hava lumpað fótfólkið.

Samgongan skuldi heldur funnið veruliga fígging til skattalættan, eg havi nevnt fleiri dømi um inntøkur, m.a. í eini grein her, og við eini javnvág á strukturellu salduni, sum t.d. Landsbankin kundi váttað, kundi politiska kjakið flutt frá óneyðugum skerjingum av vælferðartænastunum til, hvussu man kann stimbra búskapin uppá stutt sikt við m.a. fleiri pengum til viðlíkahald av vegakervi og almennum bygningum, og hvussu man kann styrkja búskapin uppá longri sikt við m.a. tiltrongdum broytingum í fiskivinnuni. Og tær bygnaðarbroytingar sum skulu gerast í almenna sektorinum kundu verið viðgjørdar uttan hóttan um fíggjarligan undirgang, so fakligir og líknandi fyrimunir eisini vóru partur av tí kjakinum.

Nå ja, nú mundi eg gloymt tað! Fyri góðum tveimum mánaðum síðani skrivaði eg soleiðis í viðmerking um at útmeldingar frá Vinnuhúsinum um strukturelt hall og skattalætta vóru mótsigandi:
Í veruleikanum er sannlíkt, at almennu Føroyar í 2011 vóru nær við javnvág á strukturellu saldoini (hetta er tó bara út frá eini leysligari meting av konjunkturstøðuni), men heldur henda meting, hevur samgongan -- væl stuðlað av m.ø. Vinnuhúsinum -- megnað at skapa eitt 265 mió stórt bygnaðarligt hall.

Eg skal viðganga, at eg tá helt hetta vera ein optimistisk meting, men hetta var áðrenn roknskapurin fyri 2011 var komin fram. Tá framgongd er í búskapinum, vísir tað seg ofta við, at metingar eru ov pessimistiskar.

Ingen kommentarer: