Altíð var hann so prátingarsamur og søgufróður, tá man hitti hann. Seinast eg hitti hann var á ólavsøku (myndin), og fortaldi hann søgur úr Sandvík og gav sína versjón av Føroya søgu síðani kríggið, t.e. undir Heimastýrislógini, har sambandsmenn sjálvsagt fingu sítt. Men uppbyggjandi var hann kortini.
Hjartasuff og illsinnisgleps ... til øsing og upplýsing ... um búskap og búskaparfrøði ... og um hvussu politikkur, miðlar og lobbyisma grugga alt.
fredag den 13. april 2012
Steinbjørn er deyður
Eg harmist um at hoyra, at Steinbjørn B. Jacobsen er deyður. Eg hevði hann í skúlanum, tað árið foreldrini, systir mín og eg búðu í Havn. Okur í 5.b í Kommunuskúlanum høvdu hann í kunningarfakunum, og eitt sum stendur eftir í minninum eru hansara livandi søgur, m.a. úr føringasøgu. Tá vit frá flokkinum hittust aftur á sumri 2010 var ein sum fortaldi, at hon tá trúði, at Steinbjørn var við, tá Sigmund og Tróndur og teir bardust við svøri. Kanska búði hann í Sandvík, tá Sigmund svam úr Skúvoy.
Abonner på:
Kommentarer til indlægget (Atom)
Ingen kommentarer:
Send en kommentar