Sider

mandag den 2. april 2012

Pensjónsaldur sum konjunkturpolitikkur

Pensjónsaldurin eigur at hækka uppá longri sikt, um livialdurin heldur fram at vaksa. Men at gera tað sum sparitiltak í lágkonjunkturi er ein samanblanding av struktur- og konjunkturpolitikki, sum er sera hættislig.

Tí er tað eisini skelkandi, at tað ikki verður kritiserað av formanninum í Búskaparráðnum, tá hann varð spurdur beinleiðis um tað í útvarpinum í kvøld. Eg veit ikki um hann er generelt konfliktsky, men tað er eisini hent fyrr, at Thomas Dam tosar uttanum, tá sakligur kritikkur er uppá sítt pláss, eisini tá kritikkurin hevur verið við í skrivligu frágreiðingini. (Meira um tað í eini seinni bloggviðmerking.)

Orsøkin til, at pensjónsaldur ikki er eitt hóskandi amboð er, at hallið kemur av lágkonjunkturi (Búskaparráðið hevur sum áður umrøtt ikki ávíst strukturelt hall), sum hevur við sær arbeiðsloysi og lægri inntøkur sum heild. Um man vil minka hallið við at lækka talið av pensjonistum og harvið við at hækka pensjónsaldurin, so økir man arbeiðsstyrkina og ger arbeiðsmarknaðarstøðuna verri enn hon longu er. So arbeiðsloysið, ið er orsøk til hallið á fíggjarlógini, verður enn størri. Fyrsti trupulleikin við hesum er tí, at man sendir bara rokningina til ALS, sum verður rindað av somu fólkum, sum rinda inn í landskassan.

Man noyðist at taka allan almenna sektorin undir einum -- íroknað ALS, hóast arbeiðsmarknaðurin umsitur skipanina -- tá man skal meta um fíggjarpolitikkurin er haldførur, og harnæst má man kenna mun á konjunktur-fyribrigdum í búskapinum og strukturellum fyribrigdum. (Búskaparráðið undir Thomas Dam hevur tíverri frá byrjan start seg blint uppá løgtingsfíggjarlógina, men tað er kanska ein avleiðing av, at formaðurin er ikki útbúgvin í nationaløkonomi, men er cand.merc.) Men hetta er bara tann stuttsiktaði virknaðurin av hesum, ella rættari sagt manglandi virknaður.

Avleiðingarnar uppá longri sikt eru uppaftur týdningarmiklari. Eg vil fara so langt sum at siga, at sjálvt um man longu hevði eina langsiktaða ætlan sum hevði við sær, at pensjónsaldurin skuldi hækka í 2013, so hevði tað verið skilagott at útsett hækkingina meðan lágkonjunkturur er. Fyri heldur at loyva yngri fólkum inn á arbeiðsmarknaðin. Tað høvdu tey eldru oftast verið glað fyri, og tað hevði við vissu gagna teimum yngru. Og búskapinum sum frálíður.

Búskaparligi granskingarstovnurin hjá danska LO, Arbejderbevægelsens Erhvervsråd (AE), hevur í eini frágreiðing lýst avleiðingarnar av langtíðararbeiðsloysi millum ung í Danmark. Tey hava kannað støðuna á arbeiðsmarknaðinum í 2009 hjá teimum, sum vóru ung í 1994 (15 ár frammanundan) og sum vóru á kontanthjælp í longri tíð. AE ávísa, at minni enn helvtin av hesum í dag eru í arbeiði, og tey flestu av hesum hava heilt mist sambandið við arbeiðsmarknaðin:
Under halvdelen af de unge, der modtog kontanthjælp i en længere periode i 1994, har i dag et arbejde -- hovedparten af de unge er i dag enten ledige eller helt uden for arbejdsstyrken - mange af de unge har med andre ord haft meget svært ved at få fodfæste på arbejdsmarkedet, siden de blev ramt af 1990’ernes ungdomsarbejdsløshed.

Úrslitini kunnu ikki beinleiðis førast yvir á føroyska arbeiðsmarknaðin, men ávaringin frá hesum er greið. Tey 500 arbeiðsleysu aftrat sum nú ikki fáa arbeiði, tí 500 fólk skulu bíða eitt ár við at fara á pensjón, tey verða langt fram í tíðina ein minni produktiv arbeiðsmegi í føroyska búskapinum. Fleiri flyta kanska av landinum. Arbeiðsmegin er eitt tilfeingi, sum missur virði, tá hon ikki verður brúkt. Tað er ikki bara tann einstaki arbeiðsleysi, sum missur inntøku eina tíð, men samfelagið missur fleirfalt, serliga tá talan er um ung arbeiðsleys.

Viðm.: Hetta er eisini grein í Dimmu 4. apríl 2012.

Ingen kommentarer: